Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 24 nr. 166 • 02. september 2009 og størri. Tað varð leitað bæði við flogførum og skipum uttan úrslit, og ein dagin frættist í útvapinum, at ”færeyska skútan” var gingin burtur. Teir eru helst farnir í Húnaflóðanum.” Sum ofta í slíkum sorgarleikum eru eisini frásagnir um, at meira er millum himmal og jørð enn vit skilja. Eitt dømi var, at kokkurin Jóhannes Sólheim, sum leingi hevði verið kokkur við, knappliga noktar at fara avstað eftir at vera komin umborð við klæðsekkinum. Roynt varð at sannføra hann um at fara, men einki batti. Hann hevur haft onkur ánilsi. Ein onnur søga er, at beint áðrenn teir fóru av Siglifirði, hevði bestimaðurin Jens Knudsen fingið sær ein blund. Onkur hevði skemtandi stungið hann við, at hann svav dagarnar burtur. Tá skuldi hann svara: ”Misunna mær ikki, eg fái onga frívakt aftur.” Nikkel Joensen, versonur Símun, var skipari á Galatheu. Tá ið teir hendan túrin komu suður ímóti Hetlandi, droymdi hann skiparan á Verdandi Óla Larsen. Í dreyminum segði Nikkel við Óla: ”Á, Jesus, hvussu bóru tit tykkum at.” ”Vit sigldu á Reykjanesboðarnar tann 8. oktober, klokkan hálvgum fýra um morgunin,” var svarið. Nikkel kundi ikki tá vita, hvat ið var hent, og kanningar seinni vístu, at henda dagfesting kundi vera røtt. Strikaði alla skuld Einaferð mitt undir krígnum, tá Nikkel kom aftur av einum túri til Bretlands við fiski greiddi Símun honum frá, at tá ið peningurin var komin fyri hendan túrin, var hann skuldarfríur. Tí hevði hann sama morgun strikað skuldina hjá øllum teimum, sum komu at skylda honum pening í teimum vánaligu árunum, sum vóru undan krígnum. Hann hevði brent øll skjøl hjá teimum. Hann nevndi ikki, hvørji fólkini vóru ella hvussu nógv tey skyldaðu. Men Nichel hevði hoyrt um hús, sum hann hevði latið timbur til, og har hann ongantíð hevði fingið pengarnar, so heilt lítil hevur skuldin ikki verið. Eitt virkið lív fær enda Tá ið kríggið var av, og skipini fóru aftur til saltfisk, byrjaði virksemið aftur í turkihúsinum á Høgabóli. Har var nógv at gera. Arbeiði var til nógvar hendur hvønn dag. Í 1946 varð trolarin Urd keyptur av Kongshavnar Trolarafelag, har Símun átti merilutan. Skiparin var góður, nevniliga Mortan í Hvannasundi, pápi kendu Hvanna­ sundsbrøðurnar. Tað var eisini her umborð, at Mortan knapp­ liga doyði á veg til fiskiskap við Bjarnoynna. Við Urd gekk tað sum við teimum flestu av hesum trolarum, sum komu til Føroyar eftir kríggið. Hann var útslitin, hevði nógvar maskintrupulleikar og varð í 1952 seldur sum gamalt jarn. Hann kostaði fyritøkuni nógv. Tann 25. apríl 1947 doyði Símun brádliga, bert 69 ára gamal. Símun og Jóhanna livdu saman í 46 ár í einum fyrimyndarligum hjúnarlagi. Í teirra heim valdaði tign, sómi og gudsótti. Eingin hoyrdi tey nakrantíð deilast ella hevja røddina ímóti hvørjum øðrum. Tosið teirra millum var altíð lágmælt, kurteisligt og siðiligt. Tey vóru ikki samd í øllum, so sum í politikki. Hann valdi sjálvstýri og hon samband. Eina ferð høvdu tey avrátt als ikki at fara á val, tá tey kortini gjørdu atkvøðuna hjá hvørjum øðrum til einkis. Men ikki kundi tey halda sær. Tey fóru hvør sær á val og hittust á valstaðnum! Sunnudagar mátti einki annað verða gjørt enn at mjólka og ambæta kríatúrunum. Konufólkið mátti ikki so mikið sum taka einar stokkar uppí hondina. Var veður til tess fóru tey øll til gongu út á Nes í kirkju. Var ikki veður lósu tey lestur heima. Tá mátti ikki kríatúr vera inni, so sjálvt kettan varð koyrd út. Annan jóladag hildu Jóhanna og Símin altíð jólatræ fyri børnun­ um í grannalagnum, og var hetta sjálvsagt eitt serligt upplivilsi. Væl av jørð var í húsinum. Um heystið hingu 25­30 krov í hjallinum. Ullin varð øll virkað heima. Hon varð spunnin til tógv og bundin ella vovin til klæðir. Jóhanna var ógvuliga arbeiðssom. Hon hevði bindi­ maskinu og bant fyri fólk. Hon bant eisini føroysk undirklæði, sum vóru seld til skipsmenn. Tey høvdu tvey ella trý neyt. Avlopsmjólkin varð gjørd til smør og ost. Til hetta høvdu tey eitt serligt rúm í kjallaranum. Eftir at Símun var deyður, búði Johanna í gomlu húsunum til 1956. Tá flutti hon 80 ára gomul til dótrina Emmu at vera. Seinni flutti hon til dótrina Mallu á Selatrað. Hon doyði 14. mai 1974, 97 ára gomul. Jóhanna var kend fyri at vera stak søgufróð, og hon hevði eisini eitt framúr minni. Nógv av tí, hon mintist, er grundarlagið fyri tí, sum er skrivað um ættina. Kortini harmar tað ættarfólkini, at tey ov seint fóru at skriva niður tað, sum hon segði frá. Endin á virkinum Synir Símunar, Jógvan og Esbern, róku virkið í sama anda eftir, at pápin var deyður. Men tey vánaligu árini fyrst í 50­unum vóru ikki blíð við brøðurnar. Nógvir fiskimenn fóru til Íslands, tí var ringt at manna skipini. Serliga ringt var tað, at so ringt var at fáa maskinmenn. Sluppirnar Lissie og Galathea vóru seldar í 1958, og stutt eftir lat handilin aftur, men teir kláraðu kortini at svara hvørjum sítt. Hetta vóru ringar tíðir, og nógv vóru virkini sum fóru. Men beint tá fór at ganga framá aftur í Føroyum. Um teir á Høgabóli høvdu fingið í fyrra enda av línubátatíðini, hevði tað kanska ikki endað soleiðis. Men kortini kann sigast, at tað er framvegis vinnuligt virksemi í ættini. Tað størsta er Bakkafrost, har langabbasonurin Regin Jacobsen nú er stjóri eftir pápa sín Hans, giftur við Oddvør, dóttur Jógvan hjá Símuni. Bakkafrost er eitt tað størsta virki í landinum og sum tað skilst skjótt eisini millum størstu virki í heiminum á sínum øki, so teir á Bakka hava sanniliga víst hegni sum fáur. Jóhanna og Símun fingu seks børn: Jógvan f. 31. juli 1901, giftist við Sigrid Jacobsen úr Lorvík Esbern, f. 2.november 1902, giftist við Karolinu Petersen av Selatrað Emma, f. 31. juli 1904, giftist við Nichel Joensen úr Kollafirði Jenny f. 31 mai 1906, giftist við Karl Danielsen í Saltangará Amalia (Malla) f. 8.juni 1912, giftist við Klæmint Petersen av Selatrað Elsebeth Kristina f. 2. marts 1914 Hetta var so í stuttum søgan um Símun á Høgabóli. Tað er sjálvsagt nógv meira, sum kundi verið sagt um Símun, og upp aftur meira um onnur í ættini. Ein serlig søga er um Kristionnu, systir Jóhonnu á Høgabóli. Hon var gift við Sámal Samuelsen í Horni. Tey endaðu í USA. Komið verður eitt sindur inn á teirra søgu í einum komandi parti av røðini Hendur ið Sleptu. Ein partur av hesi søgu er eisini, at Esbern, sonur Símun, hevði góðan hug at fara til Amerika eisini. Hann var eisini eggjaður av mostrini. Men pápin fekk hann frá at fara. Hann hevði brúk honum á skrivstovuni í fyritøkuni. Esbern var tiltikin álitismaður. Ein grannskoðari skuldi siga, at vakrari og ordiligari bókhald enn tað hjá Esbern var ringt at finna. Eisini er ætlanin at koma inn á søguna hjá Petur Jákup Hansen, Glyvrasnikkaran, sum var svágur Johan í Hoyvík. Hann flutti til New Zealand og varð gravsettur í gamla kirkjugarði nærum 30 ár eftir, at hann doyði. Komandi partur verður um Óla Svendsen og tvær av hansara kendu ferðum. Hettar var ferðin til Jan Mayen í 1893 og ferðin til Keypmannahavnar saman við Carl Johan Bech Tað vóru sjey umboð úr USA á ættarstevnuni hjá Hoyvíkættini. Hesi vóru synir og abbasynir við konum hjá Johonnu, dóttir Sámal og Kristionnu, sum fluttu til USA. F.v. eru tey: James Matthew, Marni, Poul, Joanne, James Patrick, Renee og David Weisbescker. Paul og James eru brøður. Renee er verdóttir og hevur eftirnavnið Chovanoc