Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 221 - 15. november 2001 Nr. 221 - 15. november 2001 27 BINGO verður í Felagslonini í Fuglafirði leygardagin 17. nov. kl. 16.00. Eldrafelagið Borgin BÁRU-BINGO Heimabingo fæst til keyps á posthúsum og í sølubúðum um alt landið. Tú sært beinanvegin, um tú hevur vunnið. Bygdarfelagið Báran í Árnafirði BARNABINGO Gott barnabingo verður í Glæmuni í Kvívík leygardagin 8. desember kl 15. Nógv gott verður at vinna. Øll eru hjartaliga vælkomin. Glæman JÓLABINGO Gott jólabingo verður í Glæmuni í Kvívík mikudagin 28. novembur kl. 19.00. Drigið verður ímillum spølini. Øll eru hjartaliga vælkomin. Glæman Bøkur TIL SØLU Færö Boernes Historie Nr. 21 af den islandske grundtekst av Carl Chr. Rafn. Tlf. 312659 Burturm. /funnið BURTURMIST Tann, sum av misgáum tók mín Helly Hansen jakka í dansinum á Kambsdali 10. nov., verður biðin um at ringja Tlf. 444215 BRILLUR BURTURMISTAR í Kantinuni í Hoydølum leygar- kvøldið 3. nov. Studentar 1976. Um onkur hevur funnið tær, vinarliga ring Tlf. 317330 / 217330 BURTURMIST Hevur nakar funnið eina bláa/hvíta Nokia 3330 í Hvannasundi ella í Norðdepli tann 20. okt., vinarliga ring Tlf. 250948 Býli HÚS/ÍBÚÐ SØKIST Par við tveimum børnum, 3 og 15 ár, søkir eftir húsum ella íbúð til leigu í Havn, Hoyvík ella á Argjum. Vit gjalda til tíðina og fara væl um. Tlf. 311747 / 256887 HÚS Í ÁNUNUM til leigu. Tlf. 455848 ÍBÚÐ TIL LEIGU Uml. 55 fermetrar, stova, kamar, køkur og wc. Verður leigað til eitt fólk fyri 4.500 kr. um mðr. v/ hita. Tlf. 313339 á kvøldi YNSKIST Lítil skrivstovuhølir ynskjst til leigu í Tórshavn, helst nærhendis miðbýnum. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. 535 ÍBÚÐ YNSKIST Eitt ábyrgdarfult par ynskir íbúð í friðarligum umhvørvi. Tlf. 211428 ÚTRÓÐRARMENN Aftur í ár kunnu útróðrarmenn gista hjá okkum. Fjalsgarður, tlf. 219899 HÚS Í VÁGI til leigu. Áhugað kunnu ringja á Tlf. 318786, e. kl. 18 KAMAR TIL LEIGU Kamar í Keypmannahavn til leigu frá nú av fyri 2.000 kr. pr. mðr. Tlf. 21402428 SETHÚS Á TVØROYRI til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 371656 ella 255556 HJÁLP Mamma við 17 ára gamlari dóttir sóknast eftir stórari íbúð ella lítlum húsum til tann 1. des. fyri uml. 6.000 kr. um mðr. við ljós og hita. Loyvi má vera at hava húsdjór. Um nakar hevur nakað til okkara, biðjast tit ringja skjótast gjørligt á tlf. 226631 e. kl. 20 HÚS TIL LEIGU Hús í barnavinarligum umhvørvi Undir Brúnni til leigu til fólk, ið fara væl um. Húsini hava trý kømur, stovu, køk, stórt baðiverilsi + eitt wc og gongd. Vaskimaskina, uppvaskimaskina og frystari er í húsinum. Húsini eru til leigu frá uml. 1 desember. Ring 314199 eftir kl. 18 HÚS Á TVØROYRI Hús á Tanganum til leigu. Tlf. 371926 ella 210926 ÍBÚÐ SØKIST Vit eru eitt par av Skálafjørðinum, sum leita eftir íbúð í Havn, tí vit hava fingið arbeiði har. Um tit ynskja tað, kunnu vit hjálpa til við viðlíkahaldi innan og uttan. Tlf. 256552 / 252256 TIL LEIGU Kamar í Hornabø til leigu til gentu. Atgongd til køk og wc/bað. Tlf. 317507 ÍBÚÐ YNSKIST til leigu í Havn skjótast gjørligt. Eru friðarlig og ganga væl um. Tlf. 258835 / 373755 ÍBÚÐ TIL LEIGU í vesturbýnum frá hálvum nov. Íbúðin er til eitt fólk. Kostnaður 4.000 kr. um mðr. v/ ljósi og hita. 1 mðr. depositum. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. 985 HÚS/ÍBÚÐ Einlig mamma við einum barni ynskir hús/íbúð til leigu í Havn ella nærhendis. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn. Bill. mrk. 1215-4 HÚS TIL LEIGU Sethús í Havn til leigu fyri sámu- ligan prís. Áhugað verða biðin um at venda sær til tlf. 311260 og spyrja eftir Petur Even Djurhuus ÍBÙÐ Friðarligt par ynskir íbúð í Tórshavn skjótast gjørligt. Ring 220780, helst eftir kl 17.00 HÚS ELLA ÍBÚÐ YNSKIST Friðarlig, ung hjún við tveimum børnum ynskja hús/íbúð til leigu á Tvøroyri frá 1. jan. 2002, ella eftir avtalu. Fara væl um. Roykja ikki. Tlf. 0045 38746072 ella 375150 HÚS YNSKIST til leigu í Porkeri ella Vági. Tlf. 226832 FRAMLEIGA SØKIST í Keypmannahavn. Lesandi par við barni søkir eftir framleigu í tíðarskeiðnum jan. 2002 til juli 2002. Vit ynskja eina min. 2 rúms íbúð, gjarna møblerað og helst á Amager ella Christianshavn. E-mail: nonklett@hotmail.com Tlf. 0045 32849891 HÚS/ÍBÚÐ YNSKIST Par við einum barni ynskir hús ella íbúð til leigu í Norður- ella Suðurstreymoy. Vit eru friðarlig og gjalda til tíðina. Tlf. 222344 ÍBÚÐ SØKIST 27 ára gamal drongur søkir eftir íbúð í Havn fyri max. 3.500-4.000 kr. Hevur arbeiði. Tlf. 313428 S.O.S.! Vit eru trý fólk, sum søkja eftir húsi/íbúð í Havn ella nærhendis skjótast gjørligt. Vit ganga væl um og gjalda til tíðina. Tlf. 260008 KAMAR YNSKIST Kamar ynskist til leigu í Tórshavn skjótast gjørligt. Tlf. 361452 ÍBÚÐ YNSKIST Par við einum barni ynskir íbúð í Havn ella nærhendis. Eru friðarlig og fara væl um. Ring til Anju á Tlf. 252803 Dýr HEY DJÓRAVINIR Eg eri ein hon kanin, sum eiti Oyralanga, eri so fitt. Vil tú eiga meg so ring. Fyrimunur um tú eigur aðra kanin, tí hon vil ikki vera einsamøll. Tlf. 254919 ella 216296 KANIN KANN FÁAST Hon er 1 ára gomul, sera spøk og pen. Búr kann fáast við. Tlf. 311105 GÁSAPAR TIL SØLU Gott gásapar til sølu. Tel. 332847 FRENSUR BURTURBLIVIN Stórur svartur/hvítur frensur burturblivin av Tórsbyrgi. Um nakar hevur sæð hann, vinarliga ring Tlf. 314738 BAMSI ER BLIVIN BURTUR Svørt og hvít, 2 ára gomul ketta. Um nakar hevur sæð Bamsi, so ring 371256, tí Taru leingist eftir sínari kettu. Vit búgva í Trongisvági. Tlf. 371256 Fundir FRÁ STRÁLUNI Ársaðalfundur verður hóskvøldið 29. nov. kl. 21.00. Strálan Húsarhaldstól KØLISKÁP TIL SØLU Brúkt køliskáp við lítlari frystiboks til sølu. Tlf. 223987 ella 315007 aftaná kl. 17.00 TIL SØLU Hvít, frítthangandi, oval eimhetta við leysum motori til sølu fyri 3.000 kr. Tlf. 317616 e. kl. 15.00 TIL SØLU 2 ára gamalt Siemens køliskáp við frystiboks og Bosch komfýrur til sølu til hægst bjóðandi. Tlf. 251307 VASKIMASKINA Zanussi vaskimaskina til sølu – 1 ára gomul – fyri 3.000 kr. Tlf. 0045 22969955 e. kl. 20 Innbúgv TIL SØLU 3 ára gomul Futon sovisofa frá Idé, til sølu fyri 800 kr. Nýprísur 4.000 kr. Tlf. 310280 HILLASKIPAN úr tjúkkum gjøgnumheilum træi til sølu. Stødd: 170 cm til hæddar og 90 cm breitt. Hevur glashurðar, glashillar og ljós í erva, og vanligar hillar í neðra. Kostnaður 1.000 kr. Heini Høgnason, tlf. 314820 ANTIK MØBLAR Sofa, skáp o.a. Kom og gev eitt boð. Tlf. 321444 - 222211 TIL SØLU ABC-stigareolir til sølu, herímillum ein hornasektión. Hædd uml. 175 cm. Skriviborð hoyrir til, kann brúkast fyri seg. Tlf. 314705 ella 252601 TIL SØLU Ovalt, marmor sofaborð til sølu fyri 500 kr. Tlf. 317616 e. kl. 15.00 TIL SØLU Hvítt skrivaraborð og hvít kommoda til sølu fyri 300 kr. Tlf. 311079 TELDUBORÐ til sølu fyri 400 kr. Tlf. 318460 HVÍT OTTOMAN Hvít ottoman við 5 skuffum, 80 cm. breið, til sølu fyri 400 kr. Tlf. 312598 TIL SØLU Ein beisaður stereo bonkur við trimum hillum og einari skuffu, kúluformaði bein, til sølu fyri 200 kr. Tlf. 255279 TIL SØLU Hvítir baðirúmsmøblar við vaski og krana bíliga til sølu. Breidd 120 cm. Tlf. 315995 ANTIK SKÁP TIL SØLU Avsýrað antik veggjaskáp við 2. glashurðum til sølu fyri 2.000 kr. BxHxD= 110x65x34 cm. Tlf. nr. 316999 TIL SØLU Boxmadrassa frá Ide Møblum 140 x 200 cm. við beinum og høvdalagi, til sølu fyri kr. 1.300,- Tlf. 315979 GESTASONG Ein óbrúkt gestasong at klappa saman til sølu fyri einans 400 kr. Tlf. 317250 best aftaná kl.16.30 BOXMADRASSA TIL SØLU Larsen Lux, 140x200, við boylum og toppmadrassu. Tlf. 221291 TIL SØLU Myrkur reolveggur í trimum eindum, sum hvør er 83 cm, bíliga til sølu. Tlf. 423360 DUPULTSONG TIL SØLU Vegna plásstrot verður ein dupultsong, stødd 140x200 cm., seld. Tlf. 223264 Leikur TIL SØLU Lítil plastikk motorsúkkla, 4 hjól, til at lada upp, til 2-4 ára gomul børn, til sølu fyri 300 kr. Tlf. 213388 Lutaseðlar FRÁ VÍF Seðil nr. 18240 hevur vunnið fjar- stýrda bátin í sambandi við eydnu- hjólið hjá VÍF. Í neytamykjukapp- ingini vann lutur nr. 169. Báðir vinn- ararnir eru funnir. VÍF NEYTAMYKJUKAPPING Nr. 163 vann tarvin. Takk fyri stuð- ulin. FS-Vágar MBF-GRUNNURIN Notarius Publicus hevur 12. november 2001 drigið hesi vinnaranummur: Vinningur nr. 1: 0985 Vinningur nr. 2: 1374 Vinningur nr. 3: 8438 Vinningur nr. 4: 7383 Vinningur nr. 5: 0841. Vinnarar verða bidnir at venda sær til MBF, Íslandsvegi 10C, 100 Tórshavn, tlf. 317373.Vinningarnir skulu vera avheintaðir innan 21. desember 2001. Takk fyri stuðulin MBF-grunnurin LUTASEÐLAR HJÁ KFUK Í HAVN Hesi nr. eru drigin 8. nov.: 1: 9167 – 2: 7813 – 3: 3066, 4: 4309 – 5: 1601 – 6: 4346 – 7: 8002 – 8: 9353 – 9: 6485 – 10: 3001 – 11: 1737 – 12: 4669 – 13: 4668 Tlf. 311928 2HH Á KAMBSDALI Hesi nummur eru ikki fráboðað enn: 11) 2777 - 12) 3086, sum drigin vóru 31. aug. Seinasta freist at boða frá er 1. des. á tlf. 250629 ella 252907 Pløgg LEVI'S COWBOYBUKSUR std. 28/32, sum nýggjar, til sølu fyri 300 kr. Tlf. 316580 Nr. 903 Stað: Frá Norðskála til Kollafjarðar, Kvívík, Leynar ella har umleiðir Slag av veiðu:Sethús Stødd: Uml. 50-70 m2 Kostnaður: Uml. kr. 420.000,- Nr. 904 Stað: Inni á Gøtu, Tórshavn Slag av veiðu:Randarhús, sethús, tvíhús Stødd: Familja við 2 børnum Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 1.400.000,- Nr. 905 Stað: Hoyvík Slag av veiðu:Sethús ella tvíhús Stødd: Min. 140 m2 Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 1.400.000,- Nr. 907 Stað: Tórshavn Slag av veiðu:Sethús (helst eittplans hús) Stødd: Uml. 100-120 m2 Kostnaður: Uml. kr. 1.300.000,- Nr. 908 Stað: Tórshavn ella Hoyvík Slag av veiðu:Sethús ella tvíhús Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 1.200.000,- Nr. 909 Stað: Eysturoy-Streymoy ella Vágar Slag av veiðu:Summarhús Stødd: Lítil Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 300.000,- Nr. 910 Stað: Tórshavn (Undir Brúnni, Ternuryggi ella har um leiðir) Slag av veiðu:Sethús ella tvíhús Stødd: 3–4 kømur Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 1.200.000,- Nr. 911 Stað: Vágum (helst Sandavági) Slag av veiðu:Sethús Stødd: Uml. 10x12 alin (2–3 kømur) Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 400.000,- Nr. 912 Stað: Suðurstreymoy Slag av veiðu:Sethús ella tvíhús Stødd: Uml. 100 m2 (2–3 kømur) Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 1.300.000,- Nr. 913 Stað: Sundalagnum Slag av veiðu:Sethús ella tvíhús Stødd: Uml. 60 m2 Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 500.000,- Nr. 914 Stað: Streymoynni Slag av veiðu:Sethús Stødd: Uml. 100-120 m2 Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 800.000,- Grundøkir: Nr. 882 Stað: Norðstreymoy ella Skálafjørðinum Slag av veiðu:Jørð – Grundøki Stødd: Uml. 1000-1500 m2 Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 200.000,- Nr. 906 Stað: Tórshavn, Argir ella Hoyvík Slag av veiðu:Grundøki Stødd: 500 m2 Kostnaður: Mesti kostnaður kr. 300.000,- Húsamekling Sp/f Protek, Vaglið, Postsmoga 331, 110 Tórshavn, Tlf. 319321, Fax 319331, E-mail: protek@post.olivant.fo www.husamekling.fo Avgreiðsla kl. 9-12 og 13-16 Keyp og søla av fastari ogn Bústaðarveiðan Fyri nakrar av kundum okkara sóknast vit eftir sethúsum og grundøkjum, sum lúka niðan fyri nevndu ynskjum. Um tygum halda, at hetta svarar til ogn tygara, sum ætlanin er at selja, so set tygum í samband við okkum – møguliga hava vit rætta keyparan. Vit átaka okkum at selja fasta ogn um alt landið. KAVADRAKT Lítið brúkt kavadrakt, std. 164 (14 ár) til gentu, til sølu fyri hálvan prís. Tlf. 255995 DREINGJAKLÆÐI YNSKJAST Hevur tú smart og snøgg, brúkt dreingjaklæði, std. 80-86, liggjandi og ynskir at selja, so ring vinarliga Tlf. 255133 BRÚÐARKJÓLI Sera vakur, ráhvítur, silki brúðar- kjóli, franskt modell, std. 38, keypt- ur í Odense, til sølu fyri 3.500 kr. Tlf. 443100 Samband SAMBAND YNSKIST Eg eri einligur, 60 ára gamal maður, men eri ungur í sinni. Eri álítandi og nógv avhildin. Eg ynski at koma í samband við fitta og álítandi kvinnu. Tú kanst vera millum 50-60 ár. Eitt skal eg lova tær, at tú skalt ikki verða svikin av mær. Er hetta nakað fyri teg? Erligheit seti eg í hásæti. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. 430 MAÐUR SØKIR KVINNU 51 ára gamal, trúgvandi maður søkir samband við trúgvandi kvinnu í hóskandi aldri. Eri glaðlyntur, havi ymiskar interessur. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. 14.11. Sjavs SJAVSKAPPING verður á Svangaskarði mánakvøldið 19. nov. kl. 18.30. B68 SJAVSKAPPING verður leygardagin 17. nov. kl. 16.00. NSÍ SJAVSKAPPING verður í LÍF-húsinum hóskvøldið kl. 18.30. LÍF SJAVSKAPPING verður í Felagslonini fríggjakvøldið 16. nov. kl. 19.00. Eldrafelagið Borgin Súkklur KNALLERT TIL SØLU Ein Tomos knallert, árg. 6/00, koyrt 1.150 km, til sølu fyri 8.000 kr. Nýprísur 12.000 kr. Tlf. 282201 ELLISAKFAR TIL SØLU Zündapp 100 ccm motorsúkkla, árg. 67, at gera í stand ella til eykalutir, og deilir til Tempolett, árg. 66-75. Tlf. 251751 ella 422335, Dávur MOTORSÚKKLA Suzuki GSX R750 til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 0045 22290657 e. kl. 20 SKUTARI TIL SØLU Eitt ára gamal SYM skutari til sølu fyri 14.000 kr. Tlf. 315723 Teldur TELDA TIL SØLU Siemens 133 MHz, 64 MB ram, Windows, Office pakkar, Norton anti virus. Canon BJC3000 prentari og LA-Sat modem. Tlf. 219535 TIL SØLU Nintendo 64, kr. 800. 007 Golden Eye, 200 kr. WF Attitude, 200 kr. Diddy Kong Racing, 150 kr. Banjo Kazooie, 150 kr. Tlf. 316162, e. kl. 17 PRINTARI TIL SØLU Epson Stylus Color 900, 740x1420 Dpi, eitt ára gamal, til sølu fyri 4.000 kr. Tlf. 223321 TELDA TIL SØLU AMD KG-2, 500 Mhz, 128 Ram, 32 Mb grafikkort, modem, 10/100 netkort, 5,8 Gb harddisk. Til sølu fyri 6.000 kr. Tlf. 254365 Tónleikur KEYBOARD Roland E-35 keyboard, Brastand + Soft case og sustatin pedal. Tlf. 322909 Út- & Sjónvarp TIL SØLU Ein 1 m parabol skermur og ein digital móttakari bíliga til sølu. Tlf. 318460 SJÓNVARP TIL SØLU 14" Samsung sjónvarp við innbygdum video til sølu fyri kr. 3.000,- Tlf. 0045 22969955 e. kl. 20 TIL SØLU VEGNA FLYTING Tvey ára gamalt, 28" sjónvarp + digital box + 1 m parabolskál bíliga til sølu saman ella hvør sær. Tlf. 221021 YNSKIST Brúkt sjónvarp ynskist bíliga til keyps. Tlf. 255010 Ymiskt TIL SØLU Eldri Lilju køkur, vælegnaður til kjallaraíbúð, summarhús o.tl., og tríggjar innhurðar. Tlf. 441515 - 211514 LÍTIÐ SITIBAÐIKAR L=105, B=65, H=55, til sølu fyri 500 kr. Tlf. 310796 GARAGUHURÐ 4 m breið, 3,5 m høg við hurð í og øllum tilhoyri (motori), til sølu. Tlf. 219400 NÝTT FURUGÓLV 20x136 xlm, 35 fermetrar, bíliga til sølu. Tlf. 313867 / 253267 BYGDARVEITSLAN »Miðvingar Úti & Heima« verður leygarkvøldið 24. nov. kl. 19:30. Skráin verður fjølbroytt sum undanfarin ár. Kostnaður kr. 200,- . Seinasta freist at tekna seg er mikukvøldið 21. nov. kl. 21:00 á tlf 332921 ella 332645. Aldursmark 18 ár. Hjartaliga vælkomin! Gleimur TIL SØLU Innhurðar við karmi, eik, slættar, til sølu fyri lítið og lætt: 83 cm inn eftir t.v.; 73 cm inn eftir t.v.; 73 cm inn eftir t. h. Tlf. 447765 JÓLASØLA Tann árliga jólasølan hjá Verkhúsin- um Stíggjur í Saltangará verður leygardagin 24.11. frá kl. 10-15. Eisini verður kaffisøla og tombola. Verkhúsið Stíggjur GRUNDSTYKKI Í VESTMANNA Um hóskandi boð fæst, verður stykkið matr. nr. 76 a, stødd 1388 kvm, við ástandandi fjósi og hoyggjhús á Bakka í Vestmanna, selt. Tlf. 424444 ella 220824 FARTELEFON Ein NMT 450 til sølu fyri hægst- bjóðandi. Tlf. 456662 BRENNIOVNUR TIL SØLU Brenniovnur til sølu fyri 2.000 kr. Tlf. 316743 ella 216752 TIL SØLU Um hóskandi boð fæst, verður stykki undir Hálsi í Klaksvík selt. Stykkið er 1300 kvm til víddar – 25 m fram við veg. Tlf. 456927 MARKNAÐARDAGUR Stór søla av dukkuklæðum, jóla- prýði og mangt annað. Loppu- marknaður, køkutombola og fiskidammur verður í skúlaaulini leygardagin 17/11 kl. 14.00. Høvi verður at keypa kaffe, køkur og rís á la mandé. 7. fl. í vágs skúla FERÐAST SAMAN? Til Kbh. 25. nov. og heim aftur 2. des. Eri at hitta á Tlf. 447261 ella 250757 GRUNDSTYKKI 628 kvm. við Leitisvegin á Glyvrum til sølu. Sera gott úrsýni. Tel. 252407 TIL SØLU Eitt gólvstativ til postkort og føðingardagskort til sølu fyri 400 kr. Tlf. 213388 JØRÐ TIL SØLU Mtnr.29 á Syðradali, Kalsoy, 2 gyllin uttangarðs ca. 420 fermetrar innangarðs Tlf. 260605 ÁRSVEITSLA Tann vælumtókta ársveitslan hjá Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdarfelagnum Varðanum verður leygarkvøldið 24. nov. kl. 19. Góður matur og gott undirhald verður. Tað sera vælumtókta orkestrið Moonshots spæla til dans. Atgongumerkir á 175 kr. fáast í handlinum hjá Jóannesi til og við 18. nov. kl. 22. Hósvíkar Róðrarfelag/- Bygdafelagið Varðin við Landavegin Tlf. 316066 NAIRN vinylgólv + ókeypis álegging Tey ótrúliga slitsterku Wicanders Parkettgólv Laminatgólv Flisar Tundurgólv TEPPIR C M Y K 27 26 veitst tú ikki tað? FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Alexander Jespersen Valevni á sambandslistanum Samstarv ímillum ríkispartarnar ikki tjóskaparliga øsing Um allan heim leita lond saman fyri at samstarva á øllum økjum. Føroyar, Grønland og Danmark eru knýtt saman í eini ríkiseind, sum á ongan hátt er ein forðing fyri, at Føroyar samstarva við onnur lond heldur tvørtur ímóti. Hesu seinastu fýra árini hava loysingarflokkarnir í berum hegnisloysi forpestað við- urskiftini ímillum Føroyar og Danmark og verið orsøk til óbøtandi skaða ímillum londini. At bróta niður bara fyri at bróta niður er ikki at finna í stevnuskrá Sambandsflok- sins. Tí er umráðandi, at Sambandsflokkurin fær umboðan á Fólkatingi, so tað, sum nú liggur í sori, aftur sær eina bøtandi hond. Blokkurin er týðandi partur av føroyska búskapinum Við blokkinum hvørvur helvtin av øllum inntøkum landsins. Verandi fólka- tingsumboð fyri loysingar- flokkarnar reypar av, at samgongan næsta fíggjarár megnar at minka blokkin við nærum 360 milliónum. Og heldur samgongan fram við sínum niðurbrótandi arbeiði, er blokkurin burtur innan fýra ár. Sambandsflokkurin vil varðveita blokkin, hetta tí at føroyska samfelagið ikki kann vera hann fyri uttan. Vit í Sambandsflokkinum ynskja ikki búskaparligan ruðuleika í landinum, vit ynskja ikki, at sosialu skipanir landsins fara fyri bakka. Eisini liggur hópur av óloystum uppgávum fyri framman. Gylt vallyftir grava ongar undirsjóar- tunnlar og byggja ongar ferjur til hundraðtals milliónir. Hetta er bert møguligt um figgjarlógin vísir eitt yvirskot, og tað ger tann føroyska ikki, tá blokkurin er burtur. Vit styrkja ríkisfelags- skapin, vit vísa loysingini durafjórðingin Í nógv hundrað ár hava Føroyar, Grønland og Danmark verið saman í ríkisfelagsskapi. Í hesum felagskapi hava vit ment okkum og standa í dag ájavnt fremstu samfeløg í heiminum. At lasta ríkis- felagsskapin er at lasta allan framburð í Føroyum. Eru partar av lógarverk- inum Føroyar og Danmark- ar ímillum ótíðarhóskandi, er Sambandsflokkurin altíð til reiðar at vera við at dagføra hesar. Ongin føroyingur eigur longur at ivast í, at Fólka- flokkurin, Sjálvstýrisflokk- urin og sjálvandi eisini Tjóveldisflokkurin hava sum fremsta og til tíðir einasta mál at kvetta øll bond til hinar ríkispart- arnar. At tað eru veljarar í øllum hesum flokkum, sum heldur sóu aldargamla samstarvið halda fram, er greitt, men hesir veljarar og serstakliga teir nógvu í Fólkaflokkinum og Sjálv- stýrisflokkinum eiga at gera sær greitt, at ein atkvøða til hesar flokkar er ein atkvøða fyri loysing. Vil tú styrkja og varð- veita ríkisfelagsskapin gerst hetta einans við at atkvøða fyri Sambands- flokkinum á komandi fólkatingsvali. Eitt virðiligt fólkatingsumboð ið tænir fólkinum Johan Dahl Valevni Sambandsfloksins Soleiðis eitur tað propa- gandaritið, sum Tjóðveldis- flokkurin,Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, fingu postverkið at bera út í hvønn krók í Føroyum, - men fyri skattaborgarans (landskassans) rokning bæði forsíðumynd,layout, prenttilgerð, prenting og postkostnað. Ósmæið !! - fyri ikki at brúka annað meira bein- rakið orð. Í hesum ritið ella rættari í hesi proklamatión er á seinastu síðu fráboða føroya fólki at - citat: "í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum brúktur í samfelagnum. Restin fer til samansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd" - citat slut. Eg fari at loyva mær at spyrja: Við hvørjari lógar- heimild hava hesir tríggir flokkar gjørt av, at stuðul úr statskassanum, sum sam- bært fleiri lógum eru ætlaðar okkara heilsuverki (sjúkrahúsini v.m), al- mannaverki (gomul og sjúk v.m.) og skúlaverki (ung og lesandi í Føroyum og Dan- mark,ávísar skúlar v.m.), ikki skal brúkast til tað, sum hann er oyramerktur til ??? Hava hesir nevndu flokk- ar framt ágang móti tí før- oyska vælferðarsamfelag- num?? Hvar í løgtingsins fíggj- arlóg ella í ørðum lógum er fráboðað, at meginparturin av blokkinum bert skal brúkast " um búskapurin verður fyri afturgongd"?? Hetta eru álvarsligir spurningar, - og yvirhøvur fari eg at heita á tykkum øll at nærlesa " Frá heimastýri til fullveldi", tí ritið er veruliga so ræðandi, at hetta er meira enn nóg mikið til at fáa okkum sannførd um, at nú er alneyðugt at sambands- flokkurin aftur fær umboð á fólktatingið. Hetta er kanska seinasta útkall!!? Fari tí ung sum eldri á fólkatingsvalið tann 20. novembur og setið X við Sambandsflokkin - trygdin fyri okkara vælferð og ríkisfelagsskapin, sum hevur hildið í 600 ár. Gott val! Frá heimastýri til fullveldi