hósdagur 15. november 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 221 - 15. november 2001
Nr. 221 - 15. november 2001
29
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Elskaði Robert
Hjartaliga tillukku við 5
ára degnum tann 14. nov.
ynskja
mamma og babba
Hey, fitti!
Hjartaliga tillukku við føð-
ingardegnum ynskja
omma, abbi og bamba
Góða, elskaða Eydna
Hjartaliga tillukku við 3
ára føðingardegnum 14.
nov. Jesus pápi vælsigni
framtíð tína.
Muss & klemm frá
mammu, babba og lítla
Hjørti
Góði Heri
Hjartaliga tillukku við 9
ára degnum.
Heilsan, omma, abbi og
Hans Jacob gubbi
Góða Arngerð!
Hjartaliga tillukku á 40 ára
degnum. Vit gleða okkum
til ballið.
Heilsan frá mostir og
Hans Jacob
Góða elskaða Signhild
Vit ynskja tær hjartaliga
tillukku við 1 ára degnum.
Alt tað besta í framtíðini
ynskja
Mamma, babba og beiggi
Sig tað er lygn!!! Henda steikin verður 40 í dag. Vónandi
orkar tú nakrar túrar afturat saman við okkum. Gleða
okkum super nógv til leygarkvøldið.
Heilsan, Ternurnar
Góða mamma, sviger og
omma
Tillukku við teimum 70
árunum. Vit gleða okkum
til leygardagin.
Kærar heilsanir,
Majbritt, Anton og
børnini
Góða gumma
Hjartaliga tillukku á 40 ára
degnum. Takk fyri at tú ert
so góð við okkum.
Kærar heilsanir, Jákup
og Jónfinn
Hey mamma
Hjartaliga tillukku við degnum í dag. Alt tað besta í fram-
tíðini.
Bestu heilsanir frá okkum, Jónrid
Góða Birita
Hjartaliga tillukku við 5 ára føðingardegnum. Alt tað
besta ynskja
mamma & babba
Góða, fitta Signhild
Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum. Jesus pápi signi
framtíð tína.
Bestu heilsanir, omma og abbi úti á Oyri
Eydna Jónsveinsdóttir
Hjartaliga tillukku við 3
ára føðingardegnum 14.
nov. ynskja
omma og abbi í Havn
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Edva Jacobsen,
valevni Sambandsfloksins
Tá ið ríkisfelagsskapurin er
lykilin, so er útheimurin
tann hurð, sum vit skulu
lata upp fyri at nýta teir
møguleikar sum eru hinu-
megin.
Eg skal bert nevna 2 ting
sum gera tað sera týdn-
ingarmikið hjá okkum í
Føroyum at kunna lata
hesa hurð upp, og tey eru:
1. Útbúgvingarmøguleik-
ar í Danmark:
Tað er næstan ikki tað
heim í Føroyum sum ikki
hevur notið gott av hesum
útbúgvingarløguleika. Vit
taka tað bara fyri givið at
tey ungu fara niður at lesa,
tað verður bara spurt um
hvat ein fer at lesa og
hvussu nógv ár tað tekur.
Vit koma inn á skúlarnar á
jøvnum føti við tey sum
búgva í Danmark. Hetta er
ein møguleiki sum ríkis-
felagsskapurin gevur okk-
um.
Hendan møguleika vilja
flokkar nú fyri ein og
hvønn prís sleppa okkum
av við. Hetta kemur at
ganga út yvir okkara egnu
børn.
2. Rætt til sjúkraviðgerð í
Danmark:
Hvussu nógv hava ikki
notið gott av at vit kunnu
koma á ríkissjúkrahúsið og
fáa ta hjálp sum har er at
heinta. Hjálp sum vit í Før-
oyum ikki hava møguleika
at veita sjálvi. Hendan
ágóða hava vit, og vit taka
tað bara fyri givið at tað er
soleiðis. Hetta er eisini ein
møguleiki sum ríkisfelags-
skapurin gevur okkum.
Við at loysa frá Danmark
og slíta tað samband sum
liggur í ríkisfelagsskapi-
num lata vit nógvar hurðar
aftur, og hetta vil gera ein
óbøtaligan skaða fyri Før-
oyar og tað fólkið sum her
býr.
Hans Pauli Strøm,
løgtingsmaður
fólkatingsvalevni fyri
Javnaðarflokkin
Tað er ein stór misskiljing,
tá Tjóðveldisflokkurin ger
spurningin um sjálvsav-
gerðarrættin hjá føroysku
tjóðini til ein spurning, um
danskir politikarar vilja
viðurkenna hann.
Fyri Tjóðveldisflokkin er
politiski viljin í Danmark
avgerandi
Eitt
dømi
um
hetta
merkiliga
undirlutakom-
pleksið er blaðgrein hjá
Kristinu Háfoss týsdagin,
har sagt verður, at »tað
hevur avgerandi týdning at
sjálvsavgerðarrættur føroy-
inga verður viðurkendur av
dønum«!!! Og at danska
»stjórnin sigur at danska
fólkatingið skal viðurkenna
eitt úrslit av eini føroyskari
fólkaatkvøðu. Hervið er
sjálvsavgerðarrættur føroy-
inga fokin – tí uttan mun til
hvørja støðu stjórnin tekur,
hevur hon seinasta og av-
gerandi orðið«! (mín undir-
striking –hps) Hava tit
hoyrt makan ? Bert danska
stjórnin sigur okkum ímóti,
so »er sjálvsavgerðarrættur
føroyinga fokin«!!!
Tí
hava
føroyingar
ómissandi sjálvsavgerðar-
rætt
Sjálvsavgerðarrættur er
ein felags rættur hjá einum
fólki ella landi, til at gera
av sína egnu støðu. Føroya
fólk hevur sjálvsavgerðar-
rætt, tí at eftir okkara egnu
sjálvsfatan er tað so, at
• føroyingar eru serstøk
tjóð, eitt serstakt fólk, við
egnari mentan og máli,
og
• Føroyar eru eitt serstakt
land, við egnum lógum
og politiskum stovnum.
Sjálvsavgerðarrætturin er
ómissandi. Hann kunnu vit
brúka til at fremja okkara
felags áhugamál. Men mót-
vegis tí sum tjóðveldisfólk
og teirra halahang trútta og
júka, so kunnu vit aldrin
missa hann við at velja eina
ávísa
stjórnarstøðu
–
sjálvsavgerðarrætturin
kann ikki missast uttan so
at landið ella fólkið, her
býr, forfarast onkursvegna.
Fyri Javnaðarflokkin er
politiski viljin í Føroyum
altavgerandi
Tað avgerandi er, hvussu
vit í Føroyum kunnu semj-
ast um at útinna okkara
sjálvsavgerðarrætt.
Vit
kunnu taka loysing, ella vit
kunnu velja at skipa Føroy-
ar sum eitt sjálvstýrandi
land í ríkisfelagsskapi:
• um føroysku politisku
myndugleikarnir taka av-
gerðina á kvalifiseraðan
hátt,
• um
føroyska
fólkið
áhaldandi tekur undir við
avgerðini, m.a. á fólkaat-
kvøðu.
Um danskir myndugleikar
siga, at teir krevja ávísar
mannagongdir
fyri
at
viðurkenna eina avgerð,
sum føroyingar taka, so er
hetta ikki ein trupulleiki hjá
okkum, men hjá dønum
sjálvum. Tí er óneyðugt hjá
tjóðveldisfólki
at
gera
teirra trupulleikar til okk-
ara, bert til rumbulsmakarí
í valstríðnum.
Treytirnar fyri føroysk-
um sjálvsavgerðarrætti seta
føroyingar sjálvir. Týdning-
armest er at føroyingar í
stórum meiriluta taka undir
við teirri avgerð, sum skal
fremjast. Samgonguflokk-
arnir hava prógvað í 4 ár, at
tað klára teir ikki. Sjálv-
stýrislógin hjá Javnaðar-
flokkinum stendur nú eftir
sum savningloysnin í sjálv-
stýrismálinum, íð røkkur
tvørtur um miðjuna og
kann sameina størsta meiri-
lutan aftan fyri seg. Betur
enn nakar av hinum flokk-
unum evnar Javnaðarflokk-
urin at skapa tað neyðuga
samstarvið, millum føroy-
ingar innanhýsis, og við
danskar
myndugleikar,
stjórn og fólkating.
Hesum stuðla vit við at
velja Javnaðarflokkin.
Ríkisfelagsskapurin, lykilin hjá okkum til útheimin
Fyri Javnaðarflokkin er sjálvsavgerðarrætturin ómissandi
Johan Dahl,
fólkatingsvalevni
sambandsfloksins
Sambands flokkurin stend-
ur sum ein liberalistiskur
flokkur, ið altíð vil geva
vinnuni góðar karmar at
arbeiða undir, tí vinnan
saman við arbeiðandi fjøld-
ini er hjarta í samfelagnum.
Ein breið vinnað við
kreativum ígongdsetarun
og undangongumonnum/og
kvinnum
innan
Fiski-
vinnu,KT,Gransking, o.a.
er ein ynski-støða fyri eitt-
hvørt framkomið samfelag.
Sambandsflokkurin arb-
eiðir fyri at geva hesum tey
allarbestu kor og forteytir
at arbeiða undir .
Sum ein partur av Ríks-
felagskapinum og stand-
andi við ábyrdgini frá
1994-98 var Sambands-
flokkurin við til at gjøgn-
umføra tað sum danir
nevna Erhvervefremmelóg-
ir í Føroyum.
Hesar lógir vóru ætlaðar
geva føroyskum virkjum og
kreativum einkultpersónum
møguleikar at fáa ekspert-
hjálp/Ráðgeving og stuðul,
trygdir frá garantifonden og
harafturat figging, á jøvn-
um føti við restina av riki-
num.
Millum møguleikarnar
sum eru kann nevnast:
• Ígongsetarahjálp til at
stovnan av egnum virki
har staturin betalir 50%
av lønarkostnaðinum fyri
t.d. ein verkfrøðing í ár
eins og ókeypis ráðgev-
ing verður givin í ávíst
tíðarskeið.
• Sonevndar Ísbrótara ord-
ningar,har td. eitt virkið
sum metir seg nýta ov
nógva orku ella kanska
dálkar umhvørvi við síni
orkukeldu, - fær ókeypis
ráðgeving og loysnir –
staturin
betalir
hesa
rágeving 100% og gevur
stuðul upp til 50% av
nýíløguni til orkuforbed-
ringar sum harvið eisini
forbedra
okkara
um-
hvørvi.
• Sum partur av Ríkinum,-
um tú hevur eitt lítið
virkið, kanst tú fáa trygd
frá garantifonden uppá
upp til 50% av íløguni.
Hendan garanti kann tú
so nýta í samband við
fíggingina av virkinum
Ein sera góð ordning fyri
einhvønn ígongdsetara av
nýggjum virkjum.
Hesum fekk eftirkom-
andi Samgonga forpurrað,
tí
tær
eftirkomandi
»
erhvervsfremme ordningar-
nar« sum skuldu setast í
gildi eisini í føroyum blivi
ikki gjøgnumførdar, tí hildi
var at vit nokk skuldu pass-
að og klára okkum sjálvi
her á klettunum.
Nógvar av hesum lógum
og reglum eru ikki galdandi
í Føroyum í dag, tí politiski
viljin her á landið er ikki til
tess, - men við einum Virk-
num Sambandsflokki á
fólkatingi vilja vit gera alt
sum stendur í okkara makt.
at føroyska vinnan skal fáa
atgongd til m.a. hesar
møguleikar, sum eru okk-
ara rættur sum partur av
ríkisfelagskapinum.
Arðir møguleikar inn
fiskivinnuna eru t.d.
Fiskaríbankin, sum gev-
ur fígging til nýggj initi-
ativir í fiskivinnuna har
smávinna
(útróðrabátar
kunnu fáa fíggja t.d. Kr.
100-150.000 har einans
50% skulu afturgjaldast
uppá vanlig lánikor, restin
er stuðul .
Danmarks Skibskredit-
fond veitir sera lagaliga
fígging til farma og fisiki-
skip.
Hendan fígging verður
vanliga einans veitt til fel-
øg/virki innan ríkisfelag-
skapin.
Vit hava atgond til TIC
centur í Danmark har eitt
hav av møguleikum og vit-
an til allar partar av vinnuni
liggur og bíður eftir at bliva
gagnnýtt.
Í Føroyum er TK-stovan
ein partur av hesi eind sum
verður fíggja av erhvervs-
fremmestyrelsen og vinnu-
málastýrinum.
Eisini sum 3. land og ein
partur av ríkinum hava vit
saman við t.d. partnarum úr
2 ørðum ES – Londum at-
gongd til fíggingar og
stuðulsmøguleikar inn ES ,
til at gera nýíløgur í t.d.
Føroyum - hetta gjøgnum
tað sonevnda 5. rammupro-
gramm .
Her er bert nevndur ein
lítil partur av teimum
verkamøguleikum, stuðuls-
og fíggingarmøguleikum
sum eru innan ein virknan
ríkisfelagsskap.
SAMBANDSFLOKKU
RIN VIRKAR FYRI AT
HAVA EITT VIRKI og
FJØLBROYTT VINNU-
LÌV , - Stuðlið okkum til at
umboða tykkara sak á
fólkatingið.
Velji
sambandsflokkin
tann 20.novembur
Gott Val.
Vinnan og møguleikar hennara í ríkisfelagskapinum
C
M
Y
K
29
28