hósdagur 3. september 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 167 - 3. september 2009
Tingið ósamt við ráðharran
Tingið í Skotlandi gjørdi í gjár vart við, at tað var skeivt av
løgmálaráðharranum at lata libyska bumbumannin Mohamed al
Megrahi leysan. Tá tingið atkvøddi um avgerðina hjá Kenny
MacAskill, løgmálaráðharra, søgdu 73 tinglimir, at teir vóru ímóti
avgerðini, 50 tóku undir við ráðharranum, og ein tinglimur atkvøddi
blankt. Atkvøðugreiðslan hevði kortini onga ávirkan á málið, tí
Megrahi er langt síðani farin úr Skotlandi til Libya. Kenny MacAskill
valdi at lata libyska bumbumannin leysan, tí hann er deyðasjúkur av
krabbameini.
FYRISPURNINGUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Bergtóra Høgnadóttir Joen
sen, tingkvinna fyri Tjóð
veldi, sigur í fyrispurningi
til Rósu Samuelsen, lands
stýriskvinnu í almanna
málum, at hon hevur frætt
um fleiri familjur, sum hava
børn við serligum tørvi á
stovni í Danmark, sum nú
brád liga hava fingið boð
um, at børnini skulu heim
aftur til Føroya.
Talan er um børn sum
eru í skúla ella stovni í
Dan mark. Tað er ein trupul
og svár avgerð fyri alla
familjuna at lata barnið fara
av landinum. Í flestu førum
krevst bæði nógv tíð og
orka hjá allari familjuni at
taka og at rúma slíkari
av gerð. Tá barnið er farið
av landinum tekur aloftast
eisini rúma tíð, til barnið
trívist og støðast í nýggja
umhvørvinum – fremmant
mál, fremmand mentan,
øðrvísi skúlatilboð og net
verk, sigur Bergtóra Høgna
dóttir Joensen.
Hon heldur tað tí tykjast
vitleyst, um børn sum eru
send av landinum, nú skulu
heimaftur, uttan at støðan
herheima er broytt almikið
til tað betra.
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen vísir á, at Rósa
Samuel sen undir viðgerini
av løgmansrøðini segði, at
vit ikki hava nógv tilboð til
ung yvir 18 ár, og at tað tí í
hesum samanhangi eisini
verð ur hugt eftir, hvørjir
manglar eru. Hon segði, at í
løtuni hava vit eini 12 børn
á stovnunum í Føroyum
umframt tað eru 22 ung
lingar í Danmark, bæði
innan forsorg og barna
forsorg.
»Flest øll hava brúk fyri
einum tilboði eftir at tey
eru liðugt viðgjørd í Dan
mark. Størsti trupulleikin
er, at vit hava ikki nøktandi
til boð at bjóða teimum, so
tey kunnu koma heim. Tey
flestu av teimum ungu,
innan barna og forsorg,
hava lítla og onga skúla
gongd, og tað ger ikki støð
una hjá teimum bet ur.
Støðan er tíverri tann, at tað
er neyðugt at leingja uppi
haldið í Danmark. Um framt
tey sum eru í Dan mark
hava vit tørv á uml 40
búplássum bara til børn og
ung«, segði Rósa Sameulsen
undir viðgerðini av løg
mans røðuni.
Landsstýriskvinnan
vísti á nágreiniliga tørvin á
bú plássum hjá hesum bør
num og ungu. Eisini sig ur
hon, at vit ikki hava nøkt
andi tilboð til teirra tá tey
koma heim, sigur Berg tóra
Høgnadóttir Joen sen, sum
tí vil hava landstýris kvinn
una at svara hes um spurn
ingum:
Hvørjar eru mannagongdir
nar, tá børn við serligum
tørvi sum hava verið utt
an lands á stovni ella í skúla
flyta heimaftur til Før
oya?
Er ein ætlan løgd fyri fram
tíðina hjá barninum, tá tað
flytir heim?
Hvussu verður tryggjað,
at áhaldandi menningin af
fak ligum og persónligum
før leikum
heldur
áfram
eisini eftir at barnið er flutt
heim aftur til Føroya?
Hvussu langt áðrenn barn
ið kem ur heim til Før oya
fær familj an boð um hetta?
Kann avgerðin verða tik in
mið skeiðis í einum skúla
ári?
Hvør verður tikin við upp
á ráð, tá hendan avgerðin
verð ur tikin?
Er avgerðin sosialfaklig
burt ur av?
Kann avgerðin vera pen
inga lig?
Føroya Tele og Tutl
skipa fyri kunn ing
ar fundi fyri tón leik
ar um, um hvussu teir
kunna selja sín tón
leik á Planet.fo.
Mikudagin kl. 19 bjóða
Føroya Tele og Tutl øllum,
sum hava givið tónleik út,
til kunningarfund í hølunum
hjá Føroya Tele í Klingruni
í Hoyvík. Á fundinum verð
ur kunnað um, hvussu tey,
sum hava givið tónleik út,
kunnu selja hann í tón leika
handlinum hjá Føroya Tele
á Planet.fo. Umframt um
boð frá Tutl og Føroya Tele
verður eisini ein løg frøð
ingur við, sum fer at kunna
um tað løgfrøðiliga í sam
band við sølu av tón leiki.
Ætlanin hevur alla tíðina
verið at fáa allan føroyskan
tón leik savnaðan í tón leika
handlinum á Planet.fo, og
hesin kunningarfundurin er
eitt stig á leiðini at gera
hetta til veruleika. Óli á
Deild Olsen frá FT Online
hev ur góðar vónir til fundin
og upplýsir, at fleiri hava
vent sær til Føroya Tele fyri
at fregnast um, hvussu tey
kunna koma við í tón leika
handilin á Planet.fo.
Tutl hevur gjørt eitt stórt
arbeiði fyri at fáa savnað
føroyskan tónleik saman
við Føroya Tele, og Bjørg
Dam frá Tutl sigur, at tey
longu hava sent kunn ing ar
tilfar til fleiri av teimum,
sum hava givið tónleik út,
og afturmeldingarnar eru
sum heild jaligar.
Tónleikarar kunna melda
seg til tiltakið við at senda
ein teldupost til odo@ft.fo
ella við at ringja á 243011.
Eru enn á flogvøllinum
Fleiri av teimum 22 iraksku flóttafólkunum, sum vórðu
send úr Danmark til Irak fyrr í vikuni, eru enn á
flogvøllinum í Bagdad. Ein teirra, Shalaw Mohammed,
sigur í telefonsamrøðu við stuðulsfólk í Danmark, at hann
og 16 onnur flóttafólk eru enn á flogvøllinum, tí tey tora
ikki at fara haðani. Martin SpangThomsen í
felagsskapinum Kirkeasyl, sigur við kringvarpið DR, at
hann skilir væl, at tey iraksku flóttafólkini eru bangin, tí
at fleiri teirra eru í lívsvanda og hava onga framtíð í Irak.
Børn við serligum tørvi verða
flutt úr Danmark til Føroya
Bergtóra Høgnadóttir Joensen spyr um og hví familjur, sum hava børn við serligum tørvi á stovni í Danmark, nú brádliga hava
fingið boð um, at børnini skulu heimaftur til Føroya
Soleiðis selur tú tónleik á netinum