Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2009 3 tíðindi Ein fyrrverandi partabrævagreinari í Danmark, Claus Forrai, er ákærdur fyri umfatandi kursmanipulatión. Eitt nú skal hann hava vunnið sær 896 túsund krónur við at hava »tosað« partabrøvini í Atlantic Petroleum upp í virði Kursmanipulatión Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Ákæra: Fyrrverandi fíggj­ arligur redaktørur á blaðn­ um Penge & Privatøkonomi, Claus Forrai, er ákærdur fyri kursmanipulatión. Ákæran byggir á 13 førir av partabrævahandlum, sum sambært Bagmands­ politiet umfataðu manipula­ tión við kursunum á børsi­ num. Teirra millum er ein stórur handil við partabrøv­ um í Atlantic Petroleum Kursmanipulatión er revsiverd sambært virðisbr ævahandilslógini, óansæð um tú fær vinning upp á kursirnar ella ikki. Bagmandspolitiet hevur skrásett handlar hjá Claus Forrai gjøgnum tey trý árini, ið ákæran umfatar. Og teir verða mettir til at geva treytaleysa fongsuls­ revsing og at hald skal leggjast á 2,7 milliónir av óregluligum vinningi upp á handlarnar. Sambært ákæruritinum var talan um keyp av partabrøvum í átta ymiskum fyritøkum, hareftir kursurin varð »tosaður upp« gjøgn­ um viðmæli í blaðnum Penge & Privatøkonomi. Hareftir vóru partabrøvini seld, í flestu førum við vinningi. Claus Forrai sigur gjøgnum verja sín, at hann ikki uppfatar seg sum sekan í kursmanipulatión. Hann varð uppsagdur tá málið kom fram. Soleiðis hendi tað Sambært ákæruritinum, sum heimasíðan »Dine Penge« endurgevur burtur­ úr, fóru nakrir av handlunum soleiðis fram: Fyrsta førið av kursmani­ pulatión var sambært Bag­ mandspolitiet eftir at Claus Forrai tann 27. november 2006 keypti virðisbrøv í Lastas til kurs 113,74. Tey vóru seld eftir eina grein við yvirskriftini »Lastas til lágprís« í Penge & Privat­ økonomi nr. 1 2007 fyri kurs 169,69. Vinningurin til redaktørin var 431.740 krónur. Í næsta førinum var vinningurin nakað minni, 32.500 krónur, ið vórðu vunnar upp á partabrøv í Dalhoff Larsen & Horne­ mann, sum vóru keypt tann 16. februar 2007 til kurs 114,5. Tey vóru seld til kurs 116,57 eftir greinina »DHL klárir til vøkstur«, ið stóð í Penge & Privatøkonomi nr. 3 í 2007. Ein tann størsta vinningin fekk Claus Forrai upp á partabrøv í Atlantic Petrol­ eum, sum hann keypti millum 2. og 18. mai 2007 til kurs 717,8. Tey vóru seld eftir at greinin »Óansaðu Atlantic Petroleum á Keyp­ mannahavnar Virðisbræva­ børsi kunnu fleirfaldast í virði«, ið stóð prentað í blað nr. 6 í 2007, til kurs 1130,66. Vinningurin var upp á 895.910 krónur. Umframt hesar tríggjar handlar eru fleiri aðrir eisini nevndir, har sama manna­ gongd er nýtt. Atlantic Petroleum umfatað av kursmanipulatión