hósdagur 3. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 167 - 3. september 2009
Bæði arbeiðarfeløgini
í Klaksvík umhugsa
nú um tey skulu seta
pening í eitt felag,
sum skal virka fyri at
lata Kósina upp aftur
VinnulíV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Bæði Klaksvíkar Arbeiðs
mannafelag og Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag fara nú
at taka støðu til um tey
skulu seta pening í eitt
felag, sum skal hava til
endamáls
at
endurreisa
stóra flakavirkið í býnum,
Kósina.
Sum tað sæst í hinari
greinini her á síðuni, verður
nú aftur ein roynd gjørd at
lata Kósavirkið upp aftur.
Í hesum sambandi hevur
Johan Páll Joensen loddað
dýpið hjá arbeiðarafeløg
unum fyri at vita um tey eru
sinnað at seta pening í
Kósina fyri at fáa arbeiðið
aftur á virkinum.
Og tað fara arbeiðara
feløgini at taka støðu til
hesar næstu dagarnar.
Hava møguleikan
Arthur Guðjonsson, for
maður í Klaksvíkar Arbeiðs
mannafelag, sigur, at fyrst í
nítiárunum
setti
felagið
pening í Kósina fyri at
tryggja arbeiðsplássini.
Og skuldi tað verið, hev
ur felagið møguleika at seta
pening í Kósina einaferð
afturat.
Men um tað skal gerast,
er ein spurningur, sum
felagið nú skal taka støðu
til og fundur verður um tað
ein av døgunum.
Síðani verður fundur aft
ur við Johan Páll Joensen.
Formaðurin í Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag ásann
ar, at tað skal eitt ódnartak
til fyri at fáa fáa Kósina
upp aftur, men hann sigur,
at hann er bjartskygdur
Akkurát hvat hann hevur
hetta bjartskygni í, vil hann
ikki siga beint nú.
Men hann sigur, at tað
hevur stóran týdning fyri
Klaksvík og arbeiðsfólkið í
býnum, at Kósin er opin.
Einir 40 limir í Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
ar
beiddu á Kósini, men virkið
kastar so nógv annað virk
semi av sær, at tað hevur
sera stóran týdning fyri
allan býin.
Ikki tað stóra
Jastrid Niclasen, forkvinna
í
Klaksvíkar
Arbeiðs
kvinnufelag, sigur, at eisini
tey fara at hava fund fyri at
vita um tað er møguleiki
hjá felagnum at seta pening
í eitt felag at endurreisa
Kósina.
Hon sigur, at Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
setti
pening í Kósina fyrst í
nítiárunum.
Men hon staðfestir, at
skal talan verða um at seta
pening í Kósina einferð
afturat, verður tað ikki tað
stóra, tí felagið hevur ikki
so nógv at taka av.
Felagið hevði næstan 100
limir til arbeiðis á Kósini
og nógvir av teimum hava
gingið arbeiðsleysir í næst
an eitt ár nú og at styrkir
heldur ikki um fíggjarligu
støðuna hjá felagnum.
Eisini Jastrid Niclasen
hevur góðar vónir um, at
Kósin letur upp aftur, men
hon vil ikki siga, hvat tað er
sum ger, at hon hevur so
góðar vónir.
Nógv fundarvirk
semið er í Klaksvík í
løtuni í eini roynd at
lata stóra flakavirkið
á Kósini upp aftur,
men stigtakarin er
svartskygdur
VinnulíV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður aftur ein ítøkilig
roynd gjørd at lata stóra
flakavirkið
í
Klaksvík,
Kósavirkið, upp aftur.
Í hesum sambandi er nógv
fundarvirksemi í Klaksvík í
løtuni fyri at lodda dýpi og
fyri at fáa greiði á, hvat ber
til og ikki.
Nú ein dagin vóru bæði
arbeiðarafeløgini í Klaks
vík, Klaksvíkar Arbeiðs
mannafelag og Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag, á fundi
við Johan Páll Joensen,
vinnulívsmann, sum hevði
Kósina, tá ið hon læt aftur.
Á tí fundinum varð tosað
aftur og fram um, hvørjir
møguleikar eru at fáa virkið
upp aftur.
Ein spurningur, sum varð
reistur á fundinum var, um
arbeiðarafeløgini eru sinnað
at seta pening í eitt felag,
sum skal endurreisa Kósa
virkið.
Nú skulu so arbeiðara
feløgini hava fundir sína
millum fyri at taka støðu til
spurningin.
Og seinni verður so aftur
fundur
við
Johan
Páll
Joensen um støðuna.
Svartstygdur
Sjálvur sigur Johan Páll Joen
sen, at fundirnir við arbeið
arafeløgini snúði seg bara
um at hava ein følara úti.
Sjálvur hevur hann ikki
hug at gera nakað serligt
burtur úr støðuni.
Tað einasta, sum er
hent, er, at vit hava hava
havt ein lítlan kunnandi
fund við arbeiðarafeløgini.
Talan var bara um eitt
prát fyri at vita um áhugi er
fyri at fáa Kósina upp aftur,
men enn er onki kjøt á
nøkrum og ongin ætlan at
tosa um, sigur Johan Páll
Joensen.
Hann sigur, at hetta er
bara ein roynd at lodda
dýpið einaferð afturat og tí
høvdu tey ein fund við tey
bæði arbeiðarafeløgini.
Men
hann
staðfestir
samstundis, at hann er
svartskygdur um royndina
at fáa Kósina up aftur.
Eg eri alt annað enn
bjartskygdur, tí vit hava
arbeitt við hesum í skjótt
eitt ár og tað hevur ikki
gingið nakran veg enn.
Hann sigur, at ein orsøk
til, at tað gongur so illa, er,
at tað er vónleyst at fáa
fígging.
Umhugsa at hjálpa til
at lata Kósavirkið upp
Gera aftur eina roynd
at lata Kósavirkið upp
Í eitt ár hevur Kósin ligið sum eitt spøkilsi niðri á bryggjuni í Klaksvík, men nú verður enn
ein roynd gjørd at blása lív í hetta stóra arbeiðsplássið, sum breyðføddi fleiri hundrað fólkum
Funnu fyrstu múrarnar
Ísraelskir fornfrøðingar hava funnið leivdirnar av einum
átta metrar høgum múri beint uttan fyri tann gamloa
býarpartin í Jerusalem. Múrurin, sum er í einum pale
stinskum býlingi, er sambært fornfrøðingunum umleið
3.700 ára gamal og sostatt helst ein partur av tí fyrsta
múrinum við Jerusalem. Sambært fornfrøðingunum er
múrurin frá tíðini, áðrenn ísraelittar ella jødar sambært
Bíbliuni tóku tað heilaga landið. Teir halda, at múrurin
hevur bundið býin saman við ta einastu kelduna, sum
var har um vegir.
Útlendskir fiskimenn
Umborð á norska línubátinum NyAngo, sum er skrásettur
á Godøya, er minnilutin av manningini norðmenn, meðan
meirilutin eru póllendingar. NyAngo er ikki nakað ein
dømi í norska fiskiflotanum, tí alt fleiri reiðarí hava trupul
leikar við at fáa norðmenn at støðast umborð á skipunum,
sigur NRK. Harafturat er tað ein trupulleiki fyri fiskiflotan,
at nógvir fiskimenn velja at fara í frálandavinnuna. Í
norska sjómannafelagnum hava tey illgruna um, at fleiri
reiðarí manna skipini við útlendingum, tí teir eru bíligari
fyri reiðaríið enn norskir fiskimenn.