hósdagur 3. september 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 167 - 3. september 2009
Kommunu
politiKKur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Stór órógv hevur verið á
Sandi, síðan tað kom fram,
at fýra av sjey bygdaráðs
limum hava sent bræv til
Páll á Reynatúgvu, borgar
stjóra, har teir heita á hann
at leggja borgarstjórasessin
frá sær. Líka til nú, hevur
tað ikki verið frammi, hvat
stendur í brævinum.
Tað er nevniliga soleiðis,
at
heimasandsfólk
bara
hava vitað, at nú er tað eina
ferð enn stríð í kommununi
hjá teimum.
Miðlarnir hava verið eftir
bæði borgarstjóra og bræv
sendarum at fáa eina frá
greiðing, men tøgn hevur
verið einasta ljóðið.
Hetta hevur givið borgar
unum í kommununi ein trup
ulleika. Fá vita nevniliga,
hvør stýrir í kommununi,
hvør orsøkin er til ætlaða
kvettið ella hví hetta ætlaða
kvett kemur beint nú.
Hetta byrjar veruliga at
blíva óbehagiligt, sigur eitt
av bygdarfólkunum.
Og tað er júst soleiðis
stemningurin í bygdini er.
Øll vilja hava at vita hvør
ræður, men fáur vanligur
borgari veit. So fáur, at
sjálvt onnur av frisørunum
í bygdini, ikki dugir at siga,
hvat fyriferst. Hinvegin eru
fleiri, sum vilja gita ymiskt,
og tað er líka frá gølum til
vanligt politiskt valdspæl.
Eisini halda fólk í bygdini
tað vera sera óheppið, at
stríðið skal halda fram í
bygdarráðnum, tá komm
unan hevur nógvar avbjóð
ingar, sum Sandoyartunnil,
ítróttarhøll og eisini komm
unusamanlegging.
Brævsendarar tiga
Tá teir, sum hava sent bræv
ið til Páll á Reynatúgvu,
verða spurdir, hvat stendur
í brævinum, siga teir seg
minnast illa, men at brævið
ikki
er
nøkur
verulig
bumba. Afturat tí vilja teir
helst ikki tosa um málið og
meta, at Páll á Reynatúgvu
eigur næsta leik.
Tað er Páll á Reynatúgvu,
sum hevur bóltin, og nú bíða
vit eftir, hvussu hann verður
spældur víðari, sigur Fríði
Nolsøe, ið er ein av teimum
fýra, sum hava skrivað undir
áheitanina á Páll á Reyna
túgvu at leggja frá sær.
Hinir, ið hava skrivað
undir, eru Poul D. Klement
sen, Eyðvarur Petersen og
Brandur Sandoy. Felags
fyri teir allar er, at teir allir
valdu Páll á Reynatúgvu til
borgarstjóra. Tó var bert
Brandur Sandoy á sama val
evnislista, sum Páll á Reyna
túgvu.
Hóast teir fýra ikki vilja
greiða frá, hvat stendur í
brævinum, so siga teir seg
ikki vera bangnar fyri upp
lýsingunum í brævinum.
Tit skulu bara fara til
Páll. Hann hevur í hvussu
so er móttikið brævið og nú
er tað hansara. Og fyri okk
um skal hann vera meira
enn vælkomin at almanna
kunngera tað, siga teir.
Allir halda tó fast við, at
tað ikki hevði teirra áhuga,
at málið endaði í miðlunum.
Og tí greiða tær frá, at teir
ikki hava borið boðini um
brævið, sum nú er vorðið
samrøðuevnið hjá øllum
borgarunum í bygdini, tí
ongin vil siga, hvat stendur
í, meðan Brandur Sandoy,
sum var á sama lista sum
borgarstjórin, hevur ongan
tíð verið á fáa orð á.
Hinir eiga bóltin
Páll á Reynatúgvu er hin
vegin sannførdur um, at tað
mugu vera teir, sum hava
sent brævið, ið koma fram
við teirra argumentum fyri
at fáa borgarstjóran at
leggja frá sær.
Tað má vera fyrsta treyt,
at áloypararnir koma við
sínum, áðrenn hin parturin
verjir seg, sigur Páll á Reyna
túgvu, og staðfestir, at hinir
bara skulu spæla bóltin.
Tó kann Páll á Reynatúgvu
anda lætt, tí tað ber sambært
kommunustýrislógini ikki til
at koyra ein borgarstjóra frá,
eftir hann er valdur. Um hann
ikki ger nakað ólógligt, væl
at merkja.
Tí er tað bara Páll á
Reynatúgvu, sum avger,
um hann fer frá ella ikki.
Á sama hátt sum Brandur
Sandoy, hevur Páll á Reyna
túgvu heldur ikki verið
beinleiðis lættur at fáa orð
á. Ikki fyrr enn hann varð
funnin í túninum hjá sær
vildi hann tosa um málið.
Borgarstjórin
sigur
seg
heldur ikki hava borið upplýs
ingar um brævið víðari.
Brævið
Sosialurin hevur enn ikki
fingið sjálvt brævið, sum er
sent borgarstjóranum, men
innlit er umbiðið. Tó bendir
alt á, at brævið ikki hevur
nakra ávísa grundgeving.
Sum skilst verður orðið sam
starvstrupulleikar nýtt, og
hetta vil hvørgin av pørt
unum avsanna.
Somuleiðis eru báðir part
ar samdir um, at tað ikki
stendur so nógv í brævinum,
og fleiri ferðir lata partarnir
upp fyri møguleikanum, at
onki konkret mál verður
umrøtt. Samstundis sigur
borgarstjórin, at brævið er
rættiliga
fáorðað,
hóast
hann ikki vil tosa um, hvat
Kvett grundað á sam
Hóast hvørgin parturin vil vátta
tíðindini, so eru tað eftir øllum at
døma samstarvstrupulleikar, ið gera,
at fýra bygdarráðslimir í brævi heita
á Páll á Reynatúgvu at leggja frá sær
sum borgarstjóra á Sandi
Berlusconi hóttir
Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, vil hava tríggj
ar milliónir evrur ella 22 milliónir krónur í endurgjaldi fyri
blaðnum l’Unita. Harafturat krevur hann, at blaðstjórin og
tríggir blaðmenn á blaðnum skulu rinda 200.000 evrur í
bót hvør ella 7,5 milliónir krónur tilsamans. Orsøkin er, at
forsætisráðharrin kennir seg ærumeiddan í fleiri greinum í
l’Urita. Men tað er ikki bara hetta blaðið, sum hevur fingið
øði í Berlusconi. Sagt verður, at hann ætlar sær eisini at
stevna italska blaðnum La Republica og nøkrum bløðum í
Bretlandi, Fraklandi og Spania.
Fleiri flóttafólk til ES
ESnevndin arbeiðir nú við einari ætlan, sum skal gera
tað lættari hjá flóttafólki at sleppa at fáa uppihaldsloyvi í
samveldinum. Nevndin vísir í hesum viðfangi á, at í fjør
fingu umleið 6.000 flóttafólk uppihaldsloyvi í teimum 27
ESlondunum. Til sammetingar tók USA ímóti meiri enn
60.000. Sambært BBC fer nevndin at leggja dent á, at
flóttafólk úr Irak skulu fáa uppihaldsloyvi í samveldinum.
Í hesum sambandi vísir nevndin á, at umleið tvær milli
ónir irakar eru flýddir av landinum og liva í útlegd, tey
flestu í Sýrialandi og Jordan.
Brandur Sandoy, bygdarráðslimur, vil ikki siga, um hann stuðlar borgarstjóranum ella ikki og
annars vil hann lata tøgnina tala
Fríði Nolsøe, bygdarráðslimur, vil onki siga um brævið, sum er sent borgarstjóranum
Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, heldur at