Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 167 - 3. september 2009 mstarvstrupulleikar Kunnu ikki yvirtaka Toyota Íslendski Landsbankin sleppur ikki at yvirtaka raksturin av Toyota- umboðnum í Íslandi, tí tað vil leiðslan hjá Toyota í Evropa ikki góðtaka, skrivar Morgunblaðið. Tað er vinnulívsmaðurin Magnus Kristinsson, sum eigur Toyota í Íslandi, men Landsbankin hevur veð í rakstrargøgnunum og goymsluni hjá fyritøkuni, tí bankin eigur nógvar milliónir krónur til góðar hjá stjóranum. Nevndin, sum umsitur búgvið eftir tann gamla Landsbankan, ætlaði sær at yvirtaka raksturin av umboðnum, men tað vildi Toyota í Evropa heldur ikki. Toyota sigur, at bankin hevur ikki førleika at reka bilaumboð. Verður ikki útflýggjaður Ein dómstólur í Avstralia hevur havnað einari áheitan um at útflýggja ein av teimum mest harðrendu hernaðarleiðarunum í Balkan-kríggjunum í nítiárunum. Maðurin eitur Dragan Vasilj- kovic, men er betur kendur sum Kaptain Dragan. Hann stóð á odda fyri einari serbiskari deild, sum bardist við kroatar í fyrru helvt av nítiárunum. Deildin var kend fyri sín eirindaleysa harðskap, og Kroatia hevur skuldsett Dragan Vasiljkovic fyri píning og fyri at hava myrt bæði fangar og sivilfólk. Síðani 1995 hevur hann búð í Avstralia, har hann er golflærari, skrivar Reuters. stendur í brævinum. Hin parturin sigur tó, at tað ikki er nøkur gøla. - Tað er okkurt politiskt, sigur Fríði Nolsøe, sum ann- ars ikki sigur seg minnast so nógv um málið. Hetta bendir somuleiðis á, at talan veruliga er um stríð um vald í bygdarráðnum og tí er orðið samstarvstrupul- leikar helst lætt at nýta. Mist álitið Teir fýra, sum nú hava sent borgarstjóranum brævið, hava eftir øllum at døma sera lítið álit á borgarstjóran- um, tá teir biðja borgarstjór- an siga seg úr starvi. Men tá teir beinleiðis verða spurdir, eru teir ikki eins støðufastir. - Eg veit ikki, um eg stuðli honum ella ikki. Tað veldst, hvør hansara næsti leikur verður. So beint nú taki eg tað róligt, og so fáa vit at síggja, hvat hendir, sigur Brandur Sandoy. Hinir tríggir brævsendara- rnir eru samdir um, at teir ikki vilja gera viðmerkingar til álitið, teir hava á borgar- stjóran, teir sjálvir hava valt fyri næstan níggju mánaðum síðan. Fer ikki frá Sum støðan er nú, er møgu- leiki fyri, at Páll á Reyna- túgvu hevur meirilutan ómóti sær í Sands kommunu. Men at leggja frá sær fer hann eftir øllum at døma ikki. - Eg eri valdur við fjórðu- hvørjari atkvøðu í kommun- uni, og eg varð einmælt valdur til borgarstjóra, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at hann ikki kennir seg kroyst- an av hesum brævi, og hann sigur somuleiðis, at hann ikki var beinleiðis skelkaður av brævinum. Boðið borgarstjóra­ sess Hóast teir, sum hava sent brævið, nokta fyri, at teir hava avgjørt, hvør verður borgarstjóri, um Páll á Reyna- túgvu leggur frá sær, so benda úttalilsi hjá borgarstjór- anum á, at Brandur Sandoy hevur fingið sessin í boði fyri at fara í part saman við hinum. - Eg eri als ikki kløkkur av støðuni. Tað vísir seg ofta, at freistingarnar gerast stórar í politikki, sigur Páll á Reynatúgvu. Um nakað kvett veruliga verður er ilt at siga, men 28. septembur verður bygdar- ráðsfundur, og tá fæst at síggja, um Sandur fær nýggj- an borgarstjóra, um Páll á Reynatúgvu fer at arbeiða í minniluta ella um teir fýra brævsendararnir onki fáa burtur úr at hava sent hetta bræv, sum helst er grundað á samstarvstrupulleikar. So ikki fyrr enn tá, veit borgarin hvør ræður í bygdini. Eyðvarur Petersen, varaborgarstjóri, heldur, at miðlarnir heldur skuldu umrøtt, hvussu nógvir havhestar eru at fáa Poul D. Klementsen, bygdarráðslimur, vil halda avtaluna millum teir fýra, at teir onki skulu siga. Men felags fyri allar fimm er, at teir vilja siga nógv, hóast alt. t hinir skulu siga, hví teir vilja hava hann frá. Hinir siga, at borgarstjórin kann geva miðlunum brævið