Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 167 - 3. september 2009 Tann 3. september í 1939 talaði bretski forsætisráðharrin, Neville Chamberlain til alt tað bretska fólkið, har hann boðaði frá, at Stórabretland nú var í kríggi við Týskland. Talan er helst um eitt hitt kendasta útvarpsbrotið í søguni 70 ár síðani Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í dag eru 70 ár liðin síðani kendasta útvarpingin í stoltu søguni hjá bretska kringvarpinum, BBC var send. Alt Stórabretland lurt­ aði, tá forsætisráðharrin, Neville Chamberlain boð­ aði frá, at Stórabretland aftur skuldi í kríggj ímóti Týsklandi, minni enn 21 ár aftaná seinasta kríggið ímóti Týsklandi. Ljóðbrotið hevur mangan verið endur­ givið, tá róð verður aftur í tíðina, fyri at minnast seinna heimskríggj, sum var árini 1939­1945. Frá Downing Street Og soleiðis ljóðaði tað fyri 70 árum síðani, tá Chamber­ lain talaði til bretska fólkið. Tað vóru eisini fólk heima í Føroyum, sum lurtaðu henda dagin. – Eg tosi til tykkum her frá stjórnar­ rúminum í Downing Street nummar 10. Í morgun handaði bretski sendiharrin í Berlin týsku stjórnini eitt notat, sum boðaði frá, at um ikki Týskland tók sínar herdeildir aftur úr Pólandi, so valdaði kríggj ímillum lond okkara. Eg má siga tykkum nú, at eingin slík afturtøka er framd, og tað merkir so, at land okkara og Týskland nú eru í kríggi ímóti hvørjum øðrum. Beiskt afturstig Tit kunnu ímynda tykkum, at hetta er eitt beiskt aftur­ stig hjá mær, sum havi stríðst fyri at vinna frið, men havi miseydnast við hesum. Men eg trúgvi ikki, at eg kundi gjørt nakað meir, ella nakað øðrvísi, sum hevði givið eitt betri úrslit. Til tað seinasta hevði tað verið gjørligt at fingið eina friðarliga og ærufulla loysn á stríðnum millum Týskland og Póland, men hetta vildi Hitler ikki. Hann hevði gjørt upp við seg sjálvan, at hann skuldi leypa á Póland, líkamikið hvat hendi, og sjálvt um hann nú sigur, at hann hevur sent pólendingum eitt upp­ skot við rímiligum treytum, so er hetta ikki ein sonn fráboðan. Uppskotið er ongantíð lagt fram fyri pólendingum, tíansheldur fyri okkum, og sjálvt um tey vóru løgd fram í týska ríkisútvarpinum hóskvøldið (2. september 1939), so bíð­ aði Hitler ikki eftir at fáa viðmerkingar uppá upp­ skotið, men gav bara herdeildum sínum boð um at fara um pólska markið. Gerðir hansara vísa heilt greitt, at tað er eingin møguleiki fyri at vænta, at hesin maðurin nakrantíð fer at gevast at brúka vald fyri at fáa sín vilja. Hann kann bara steðgast við valdi. Hjálpa Pólandi Vit og Frakland fara at halda okkum til tað vit hava bundið okkum til, og vit fara at hjálpa Pólandi, sum so djarvt roynir at standa ímóti tí ónda og óframpro­ vokeraða álopinum, sum verður framt ímóti pólska fólkinum. Vit hava eina reina samvitsku – vit hava gjørt alt, sum ein tjóð kann gera fyri at varðveita friðin. Við núverandi støðu, har vit ikki kunnu trúgva nøkr­ um orði, sum stjórnarleiðari Týsklands sigur, og har einki fólk og einki land kann kenna seg trygt, hava vit tikið avgerð um at gera ein enda á hesum. Eg veit, at tit fara at gera tykkara við at vera rólig og djørv. Við eina løtu sum hesa, er tað gott at vita, at vit hava fingið stuðul lovaðan frá øllum tí bretska heims­ veldinum. Tá eg eri liðugur við mín boðskap, vera nakrar útgreinandi kunn­ gerðir frá stjórnini at hoyra. Gevi gætur hvat hesar kunngerðir siga. Stjórnin hevur gjørt eina ætlan, har tað verður møguligt hjá tjóðini at virka og arbeiða í tí stríði og strongd, sum nú liggur fyri framman. Má Gud signa tykkum øll. Gævi, at hann verjir rættin. Tí tað vera óndir lutir, sum vit fara at berjast ímóti. Tað verður ein brutal styrki, ein ring trúgv, kúging og forfylgjing – og hesum eri eg vísur í, at vit fara at sigra á, endar Neville Chamber­ lain røðu sína. Doyði árið eftir Heimurin kann í dag, 70 ár seinni fegnast um, at Chamberlain fekk ynski sítt uppfylt. Chamberlain náddi 3. september 1939: Chamberlain sendir Hitler krígsavbjóðing Landsstevnan verður á Læraraskúlanum í Havn 6. og 7. november Javnaðarflokkurin Harper í andróðri Líkt er til, at veljararnir í Kanada skulu á val fyri fjórðu ferð í fimm ár, nú tann liberali flokkurin hevur tikið stuðulin til ta konservativu stjórnina aftur. Tey liberalu siga, at búskaparpolitikkurin hjá stjórnini er ábyrgdarleysur, og tí vil flokkurin hava eina misálitis­ atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum, tá tingið kemur sam­ an aftan á summarfrítíðina. Ritzau skrivar, at eydnast tað ikki Stephen Harper, forfætisráðharra at fáa sosial­ demokratarnar ella tann lokala flokkin í Quebec at styðja stjórnina, noyðist hann at útskriva val. Hava heilivág ímóti H1N1 Í Kina hava heilsumyndugleikarnir góðkent eina nýggja vaksinu ímóti krímsjúkuni H1N1 ella Influensa A. Sambært virkinum, sum hevur gjørt vaksinuna, er ein viðgerð nóg mikið til at verja fólk ímóti smittu. Kinesisku heilsumyndug­ leikarnir siga, at teir hava fingið tilfar frá nýggju øðrum virkjum, sum hava gjørt vaksinu ímóti H1N1. Heimsheilsu­ stovnurin WHO hevur fyrr sagt, at vandi er fyri vaksinutroti í vetur, tá tann vanliga influensutíðin er á norðaru jarðar­ hálvu. Fleiri heilivágvirkir um allan heim arbeiða av øllum alvi fyri at finna góða vaksinu ímóti H1N1. Neville Chamberlain við fylgi í Týsklandi