Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 167 - 3. september 2009 Málmenning hjá børnum verður evn ið á spennandi fyri lestri í Norður­ landahúsinum í kvøld. Tað er norski kapasiteturin á øki­ num, Jørgen Frost, professari úr Oslo, sum heldur fyri lest­ urin kl. 19.30, sum er ætlaður øllum, sum fáast við børn, bæði familjur og fakfólk. Eisini fer Bente Hag tvet, professari frá Universitetinum í Oslo, at luttaka í kjaki um sama evni aftan á fyrilesturin. Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hóskvøldið 3. september kl. 19.30 skipar Lærara­ skúl in saman við Sernáms­ deplinum fyri ein um áhuga­ verdum fundi í Norður­ landahúsinum har Jørgen Frost, professari frá Uni­ versi tetinum í Oslo, fer at halda fyrilestur um mál­ menn ing. Eisini fer Bente Hagtvet, professari frá Uni­ versitetinum í Oslo, at lut­ taka í kjaki um sama evni aftan á fyrilesturin. Slóðbrótari á økinum Jørgen Frost byrjaði í 1984 við einari einastandandi verk ætlan á Bornholm um málsligt medvit hjá smá­ børnum. Eftir at hava sæð úrslitini av hesum hava nær um allir skúlar í Dan­ mark málsligt medvit á skránni. Arbeitt verður við máls ligum medviti hjá barn inum gjøgnum spæl. Hetta mennir tilvitið um setn ingar, orð, stavilsi og ljóð. Barnið lærir at skilja, at málið kann býtast sundur í innihald og form. Jørgen Frost leggur dent á týdn­ ingin av, at tey vaksnu, sum eru um barnið, stimbra áhug an hjá barninum fyri mál inum. Hetta kann verða gjørt við at grunda um mál­ ið saman við barninum, bæði við at varnast form og inni hald í málinum. Hann vísir á at rím, ramsur og tað at kunna varnast einstøk ljóð í orðum eisini hava samband við lesi menn ing­ ina. Harumframt kann tað at grunda um týdningin av orð unum geva betri lesi­ fatan. Sambært Jørgen Frost hevur tað stóran týdn­ ing at leggja dent á hesar part ar av málinum tíðliga í tí tíðarskeiði henda menning fer fram. Jørgen Frost hevur sjálvur m.a. gjørt tilfar til málsliga menn ing og til undirvísing í lesing og skriving. Seta inn tíðliga Bente Hagtvet er komin fram til, at tað er sera týdn­ ingarmikið at barnið tíðliga møtir einum virknum skrift­ máls stimbrandi umhvørvi. Tá er heilin á barninum lið­ iligur og í skjótari menn­ ing. Hetta vísir seg eisini at styrkja málsligu menningina sum heild. Barnið verður meira tilvitað um málið. Smá barnaaldurin er eitt serliga viðkvæmt menn ing­ ar tíðarskeið og styrkin ligg­ ur í at seta inn tíðliga. Børn við seinkaðari ella frá­ víkjandi málsligari menn­ ing hava tí tørv á, at sett verður inn tíðliga við stuðli, sum er lagaður til hin einstaka, meðan menn ing­ ar møguleikarnir enn eru góðir. Sjálvt smáar broyt­ ingar í háttinum, hin vaksni nýtir í samspælinum við barn ið, kann gera munin í týdn ingarmikla og við­ kvæma skriftmálsliga tíðar­ skeiðinum, har ferðin á menn ingini er sera stór. Bente Hagtvet sigur, at fleiri ætlanir við fyribyrging sum endamáli hava fylgt hugs anini um, at best er at byrja tíðliga og arbeiða í natúrliga umhvørvinum hjá barninum. Við íblástri frá Vygotsky hevur Bente Hag­ tvet ment eina ætlan um at seta inn tíðliga, og í hesum sam bandi fær hin vaksni ábyrgdina av at geva barn­ inum umstøður at læra. Kjarnin í hesi ætlan er at upplýsa og vegleiða hinum vaksna í sínum arbeiði og at styrkja fakliga førleika hansara til hetta arbeiði. Tað eru Læraraskúlin og Ser námsdepilin, sum skipa fyri tiltakinum í kvøld kl. 19.30 , sum er alment og vendir sær bæði til familjur og fakfólk. Professari um mál menning hjá børnum Tiltakið um málsliga menning hjá børnum verður í kvøld kl. 19.30 og er alment og ókeypis. Tað eru Læraraskúlin og Senámsdepilin, sum hava tikið til tiltakið. Tilvísingar: Bleses, Dorthe et al. (2007) Tidlig kommunikativ udvikling. Syddansk Universitetsforlag. Bylander, Helle Iben og Thomsen, Inge Benn (2008) Sprog og leg. Special­ pædagogisk forlag. Espenakk, Unni et. al. (2008) TRAS-handbók. Føroya Skúlabókagrunnur. Frost, J. & Lønnegaard, A. (1999) Sproglege. Psykologisk Forlag. Hagtvet, Bente Eriksen. (2004) Sprogstimulering – Tale og skrift i førskolealderen. Alinea. Lindén, Nora. (1997) Stilladser om børns læring. Forlaget Klim. Misund, Sidsel Skappel et. al. (2008) Tiltak til TRAS. Designtrykkeriet AS. Månsson, Hans. (2003) LEA – En pædagogisk beskrivelsesmodel. Systime Academic. Weitzman, Elaine og Pepper, Jan (2007) To skal der Til – sprog og tale. Materialecentret. Jørgen Frost, professari frá Universitetinum í Oslo Bente Hagtvet, professari frá Universitetinum í Oslo Veðurlagið ávirkar víða Umleið fjórði hvør heimsbúgvi fer at kenna broytingar í gerandisdegnum orsakað av, at tað gerst altsamt lýggjari í økinum kring Norðpólin. Tað stendur í einari nýggjari frágreiðing hjá Heimsnáttúrustovninum WWF. Sagt verður, at væntandi fara heimshøvini at fløða ein góðan metur innan næsta aldarskiftið, og tað er væl meiri, enn aðrar frágreiðingar hava sagt. Martin Sommerkorn, sum er ráðgevi hjá WWF, sigur við Ritzau, at tann veksandi hitin í Arktis er ikki ein lokalur, men ein heimsumfatandi trupulleiki.