hósdagur 3. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 167 - 3. september 2009
Rúsdrekkasøla
Landsins flytur í
dag inn í nýggj høli í
Miðlon. Men tað eru
ikki smáar ætlanir
Rúsan hevur í Miðlon.
Nógv umbygging
skal gerast og at
enda stendur Rúsan
í stórum snotiligum
hølum
Flyting
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Einkarsølan
í
Føroyum
flyt ur nú inn í nýggj høli í
Miðlon. Fyribils er leigu
avtala gjørd fyri seks mán
aðir, men hvat hendir eftir
tað er enn ilt at gita um.
Avgerðin um at flyta
einkarsøluna úr húsunum á
Smyrilsvegi og yvir í hølini
hjá Miðlon á Hoyvíksvegi
kom eftir at HMP Consult í
samstarvi við Dansk Bygn
ings Analyse staðfesti, at
soppavøkstur var til staðar í
bygninginum. Síðan hevur
Dansk
Bygningsanalyse,
eftir áheitan frá leiðsluni í
Rúsdrekkasøluni, gjørt tvær
nýggjar kanningar.
Tann fyrra staðfesti, at
talan var um víðfevndan
soppa vøkstur, og í seinastu
kann ingini, ið varð latin
síðst í farnu viku var stað
fest, at bygningurin ikki var
egnaður sum arbeiðspláss í
verandi
líki.
Føroyska
Arbeiðseftirlitið hevur alla
tíð ina verið kunnað um
úr slitið av kanningunum,
og í seinastu kanningar
niður støðuni heitti Dansk
Bygn ingsnalyse á føroyska
Arbeiðseftirlitið
um
at
steðga virkseminum í bygn
inginum til viður skiftini eru
nærri kannað.
Tí var Rúsdrekkasøla
Lands ins stongd týsdagin,
og arbeiðið at leita eftir
nýggjum hølum fór í gongd.
Hetta arbeiðið kom skjótt á
mál, og longu í dag er Rús
an flutt inn í nýggju hølini.
Stórt rúm
Hóast Rúsan flytur inn í
nýggju hølini í dag, verður
tað við avmarkaðum vøru
úrvali og plássi fyrstu
dagar nar. Talan er um inn
astu hølini í niðaru hædd.
Tó longu í næstu viku
verður ætlandi eisini latið
upp í hølunum við síðuna
av, har BabySam í løtuni
heldur til. Um góðar tríggjar
vikur verður fløsku mót
tøkan eisini sett upp í hølu
num har Kvik køkar helt
til.
Í alt fær Rúsan størri og
snotiligari høli enn áðrenn,
um framt
at
parkerings
viður skiftini kring Miðlon
mugu sigast vera munandi
betri enn á Smyrilsvegi.
Fyribils bara fyribils
Stjórin í Rúsdrekkasølu
Landsins, Elsa Maria Holm
Olsen, greiðir tó frá, at tað
enn er alt ov tíðliga at tosa
um hvørt hetta verður ein
varandi loysn.
So langt eru vit als ikki
komin enn. Tað liggja eisini
tekningar klárar fyri eini
ætlaðari útbygging í hølu
num á Smyrilsvegi, sum vit
tó ikki eru komin til, greiðir
hon frá.
Sostatt er talan fyribils
bara um eina fyribilsloysn,
meðan húsini á Smyrilsvegi
verða umvæld og soppa
vøksturin verður fingin út.
Rúsan spennir seg út í Miðlon
Enn er talan bert um eina fyribilsloysn, har Rúsdrekkasøla Landsins hevur leigað seg inn í Miðlon í seks mánaðir. Hvat verður aftaná, er ikki til at vita. – Enn
loysa vit trupulleikar, so hvørt sum teir stinga seg upp, meðan flytingin stendur við. Eg eri als ikki komin til at hugsa um, hvat verður gjørt aftaná. Fyrst mugu vit
koma upp á pláss her, sigur Elsa Maria Holm Olsen, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins.
Mynd: Álvur Haraldsen
Nógvir írar arbeiðsleysir
Í síðsta mánað var arbeiðsloysið í Írlandi 12,4 prosent, og so
stórt hevur tað ikki verið síðani í februar í 1995. Tað sigur
vinnumálaráðið í Dublin. Sagt verður, at nú ummánaðarskiftið
vóru rúmliga 440.000 fólk skrásett arbeiðsleys ella 4.300 fleiri
enn ein mánað frammanundan. Vinnumálaráðið sigur, at higartil
í ár hava knappliga 193.000 fólk mist arbeiðið og eru skrásett
hjá arbeiðsloysisskipanini. Írski forsætisráðharrin, Brian
Cowen, hevur sagt, at arbeiðsloysið kemur eftir øllum at døma
upp á millum 15 og 15,5 prosent um ársskiftið.
Miðlon
fegnast
um
Rúsuna
At Rúsdrekkasøla
Landsins flytur inn
í Miðlon er ein góð
avtala fyri báðar
partar. Skuldi ein
varandi avtala
bliv ið aktuell, er
Miðlon eisini klárt
at húsa Rúsuni sig-
ur stjórin í Miðlon
Flyting
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
At Rúsdrekkasøla Lands
ins nú flytur inn í Miðlon
er ein góð avtala fyri
báð ar partar. Tað er stjór
in
í
Miðlon,
Mads
Andrias Winther, sann
førdur um.
Fyri
handlarnar
í
Miðlon merkir tað helst,
at streymurin av fólki
inn og út úr bygninginum
verður munandi størri,
og harvið eisini møgu
leikin fyri at fleiri kundar
hyggja
inn
í
teirra
handlar.
Men enn er avtalan tó
bert galdandi komandi
hálva árið. Men skuldi
tað verið soleiðis, at
Rús drekkasøla Landsins
ynskti at gera avtaluna
var andi, er tað nokk
eingin trupulleiki.
Eg ivist ikki í at vit
høvdu kunna funnið útav
tí, skuldi Rúsdrekkasøla
Landsins havt ynski um
at gera avtaluna varandi,
sigur
Mads
Andrias
Winther, stjóri í Miðlon.