Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2009 13 Kári Leivsson tykist at vera ekspertur at gita hvat, ið onnur fólk meina. Í stað­ in fyri at lesa, hvat ið varð skrivað, verður tað til git­ arí. Í hesum føri gitar hann bara skeivt hvørja ferð. Tí kemur hansara lesarabræv í Sosialinum í gjár at líkjast tómum, ógrundaðum skuld­ setingum. Hansara yvirskrivt: Rolf og atlas »Elfinbeins­kys­t­ urin«. Hvaðani hevur Kári hatta frá. Ikki frá mær. Víðari sigur hann: »Nær er tað vorðið kons­ens­us­ í internationalari geografi at brúka dons­k nøvn um heims­ins­ lond?« Og hann heldur fram: »Hví s­kulu vit gera tað í Føroyum?« KL fær tað at ljóða, sum eg vil hava at international geografi skal brúka donsk nøvn. Svarið er klárt – hatta havi eg ongantíð sagt, og heldur ikki meint. KL fær tað at ljóða, sum eg vil hava at vit brúka donsk nøvn í Føroyum. Svarið er klárt – hatta havi eg ongantíð sagt, skrivað ella meint. Tá slíkar misskiljingar (ella eru tað skuldseting­ ar?) vera koyrdar fram, so er lítið at diskutera. Tað nyttar einki. Til Kára’sa upplýsing kann eg siga, at eg havi lagt eitt uppskot fram í grein her í Sosialinum fyri tveimum árum síðani við nøkrum meginreglum fyri, hvussu staðanøvn í fremm­ andum londum kundu ver­ ið viðgjørd. Niðurstøðan verður prentað her niðanfyri. Eitt meira umfatandi verk um skriving av staða­ nøvnum liggur frammi á heimasíðuni hjá »Máltæn­ astuni«, her www. umseting.fo. Konventionell føroysk nøvn. Av hesum eru nøkur fá: Keypmannahavn, Oyra­ sund, Hetland, París (við í), og nøkur landanøvn, serliga í Europa. Týskland ­ Deutschland. Frankaríki ­ France. Spania ­ España. Hesi konventionellu nøvn skula sjálvandi brúkast, men set tað rætta/nationala navnið aftrat í parentes. Respektera hini málini. Brúka ­ so vítt gjørligt ­ nøvn, soleiðis sum londini sjálvi brúka og stava tey. Ikki Køgevík, men Køge Bugt. Ikki Fjón, men Fyn. Ikki Ísafjørður, men Isefjord. Brúka transkribtiónsregl­ urnar, sum eru alment galdandi, tá russisk, arab­ isk, kinesisk, indisk, arm­ ensk og øll onnur serlig alfabet skulu týðast og skrivast við latínskum bókstavum. Brúka internationalar samtyktir og tilmælir. Nógv ivamál eru. ST hevur nevndir (m.a. UNGEGN), ið arbeiða við málinum. Onnur lond hava universi­ tet og stovnar, sum royna at halda skil á. Føroyar hava einki. Leggja seg tætt at teim skandinavisku londunum. Mítt uppskot er einfalt, at leggja seg tætt upp at tí, sum Skandinavisku londini Danmark, Svøríki og Norra gera, og so skeita at tí eingilska, sum í okkara tíð er heimsmálið, eitt ”lingua franca.” Lat íslend­ ingar koyra sítt solo­loyp. Minka um exonymir (nøvn, sum eitt mál brúkar um nøvn í øðrum máløki). Í atlassinum er ein keðilig­ ur tendensur til at dyrka tey og uppfinna nýggj. Ikki Stokkhólmur, men Stock­ holm. Ikki Danmørk, men Danmark. Ikki Suðuroyggj­ ar, men Hebridur ella Hebridies. Droppa arkaiisering. (Tað at gera málið arkei­ iskt, gera tað gamalt: at finna gamlar formar, sum fyri langari tíð eru horvnir úr tí livandi málinum.Tað verði seg úr íslendskum søgum, gomlum kvæðum og gulnaðum skjølum). Ikki Burgundarhólmur, men Bornholm. Ikki Líð­ andisnes, men Lindesnes. Ikki Bjørgvin, men Bergen. Hví gita heldur enn at vita Rolf Guttesen Málmenningin ella endur­ byggingin av føroyska málinum byrjaði sjálvandi, tá Hammersheimb læt málið í skrivligan búnað í 1846. Síðani kemur jóla­ fundurin í 1888 og so fram­ eftir. Háskúlamenninir og onnur taka undir við at menna føroyskt. T.d. Chr. Matras, Jákup Dahl, Victor Danielsen og fleiri. Seinni tekur kendi mál­ frøðingurin J.H.W.Poulsen um endan og fremur megn­ ar avrik við orðabóka­ arbeiði sínum. Málmenningin fór yvir í eina málreinsanarkós stutt eftir aldarskiftið 18/1900 og helt sær alla øldina, har ikki minst útvarpið tók táttin upp og gjørdi hin stóra munin til frama fyri at menna føroyskt mál. Seinni tók sjónvarpið sama góða táttinupp. Støða móðurmálsins gjørdist sera veik um trú­ bótarmundið (1530­árini), tá danskt sum frá leið kom at verða: kirkjumál, rættar­ mál og umsitingarmál. Føroyskt gjørdist ikki kirkjumál burturav fyrr enn í 1961. Enn tann dag í dag er danskt framvegis lutvíst rættar – og umsitingarmál. Tað er tí als einki at siga til, um føroyskt hevur tørv­ að eina endurreisn, ja, nær um endurføðing burtur úr teirri neyðarstøðu, ið tað var komið í yvir eini 400 ár. Málreinsanarstevnan: Málreinsanarkósin, ið tók seg upp í byrjanini av 1900­talinum miðaði eftir at fáa lív í aftur orð, sum vóru farin úr málinum og at menna orð aftur, ið vóru um at hvørva. Tað vóru fyrst og fremst kvæðini, ið royndust sum keldur at oysa av, so mong av teim­ um orðum, sum í dag eru væl kend, eru tikin ella endurfunnin úr kvæða­ skaldskapinum. Gamla norrøna málið varð eisini troytt sum orðatilfeingi. Sjálvandi varð somuleið­ is skeitt til grannar okkara í útnorðri, íslendingar, av tí at teir høvdu verið í líkn­ andi støðu, sum vit. Kort­ ini gjørdu teir tað bragd, at teimum eydnaðist at fáa NT út longu í 1540 og alla bíbliuna í 1580­árunum á egna móðurmáli teirra (Setursrit 4 – E. Fubding). Eitt roysni, ið hvørki norðmenn ella føroyingar megnaðu at gera teimum eftir fyrr enn fleiri hundrað ár seinni. Hesin veruleiki gjørdist ómetaliga týdning­ armikil fyri málsligu støðu teirra seinni. Føroyskt kann tí ikki sigast at hava havt møgu­ leika fyri vanligari mál­ menning hesi 400 árini, tá danskt var eitt slag av ”yvirmáli”, meðan før­ oyskt einans var talumál manna millum og kom tí at vera minni mett, meðan danskt gjørdist tað ”fínara” málið, ið tað ráddi um at apa seg eftir. Málreinsanarstevnan var alla tíðina varlig og ikki víðgongd. Endamálið var at fáa málið aftur á beint. T. e. At lúka burtur tær grovastu málspillur­ nar og at byrgja fyri tí ringasta floyminum uttaneftir, og er hetta sama støðan í dag. Tvinnar málstevnur: Sum vanligt, so býttu før­ oyingar seg sundur í tvinn­ ar bólkar, tá málsliga end­ ureisingin tók seg upp fyri eini 100 árum síðani. Annar bólkurin valdi eina varliga málreinsanarkós, meðan hin bólkurin segði, at vit bara skuldu taka málsøguligu gongdina hesi 400 árini til eftirtektar og gera ”bronglaða málið” til okkara móðurmál. Hesir bólkar stríddust harðliga hvør móti øðrum í mong ár, men so endaði tað eftir øllum at døma við, at ”mál­ reinsanarstevnan” vann, og lítið hevur verið at hoyra til hin partin í mong ár. ­2­ Málstríðið kyknað uppaftur: Men nú er øðrvísi, av tí at javnan verður álop gjørt á málreinsanarstevnuna og umboð hennara, og skriv­ ingin er hatursfull. Mál­ reinsarar verða nær um jagstraðir og eyknevndir við ymiskum niðrandi orðum. Dømini eru mong: Puristar (í niðrandi merk­ ing), sjálvútnevndir mál­ verjar, smøl elita við iva­ somum mandati, lukkað losja, málkonservatisma, málsøknir puristar, pur­ istiskir málpávar, mál­ stjórar, heimføðingar o.a. Sostatt er støðan hin sama gamla, ið var fyrr, har onnur stevnan vil halda fram á varligari málreins­ anarkós, meðan hin stevn­ an ynskir at lata standa til, har alt føroyskt er nóg gott. Skilji væl, at lítið hoyrist til umboð fyri reinsanar­ stevnuna, tá orðaskiftið er á so lágum støði. Tað hevðí borið væl til at eyk­ nevnt afturimóti, men tað hevði bara drigið orðaskift­ ið enn longur niður eftir ósakliga stiganum. Er reinsanarstevnan so ring? Hesi hundrað árini ella so hevur tað eydnast stevnuni at fáa lív aftur í eina stóra nøgd av orðum, ið annars ikki høvdu verið til í málinum í dag. Sjálvandi er tað so, at alt hevur ikki verið væl eydn­ að, men soleiðis fer tað altíð at vera, og støðan hevði verið munandi verri uttan málreinsan. Tað er einki at ivast í, at um einki var gjørt, so hevði føroyskt í dag verið blandingur av føroyskum til tað mest vanliga, meðan restin hevði verið bronglað av donskum, týskum og enskum. Uttan málreinsanarstevn­ una hevði tað t.d. Ikki bor­ ið til at kalla nakað fyri: Málfelagið í 2009 – tað hevði itið sprogforeiningin. Soleiðis er tað bara. Mál­ felag hevði ljóðað fornt og fremmant. Eingin vandi er: Mong siga, at eingin vandi er. Orð hava ongan týdn­ ing. Tað er málburður og bendingin, ið eru umráð­ andi. Tað kann vera, men eingin orsøk er at rokna við, at um føroyingar gev­ ast at hava áhuga fyri orð­ um, so fara teir í staðin at snúgva áhuganum til setn­ ingsbygnað og bending. Haldi, at tað er sjón fyri søgn í dag hesum viðvíkj­ andi, at so verður ikki. Væl umtókt at vera ímóti málreinsan: Í dag tykist tað vera sera so væl umtókt at vera í andstøðu til málreinsan, at sjálvt umboð fyri summar av politisku flokkunum koma kropp á kroppi og gera vart við ónøgd sína og soleiðis hava bakið frítt til eitt komandi val. Støðan er í veruleikanum tann, at hóast allir føroying­ ar tóku undir við málreins­ anarstevnuni, so høvdu vit kortini fingið hóp av fremmandum orðum inn á okkum, tí, sum tað er sagt áður, so kann reinsana­ stevnan bert byrgja upp fyri ringasta floyminum uttaneftir. Hugsa bara um økini, har føroyskt ikki enn hevur fingið rúmd: Allar útlend­ sku sjónvarpsrásirnar, sjónbondini, fartelefon­ irnar, teldurnar o.a., so ágangurin móti føroyskum hevur ongantíð verið nær til so harður sum júst nú. Børn sita í tímar hvønn dag og hyggja at sjónvarps­ bondum/sendingum við danskari/enskari talu, og hetta hendir, meðan tey skulu ogna sær egið móðurmál og eru mest móttøkufør málsliga. Einki ímóti donskum: Nú eigur eingin at mis­ skilja meg. Eg havi als einki ímóti dønum/donsk­ um. Tað er bert hugsan mín, at vit skulu ikki blanda málini saman. Viðvíkjandi føroyskum, so er at vóna, at fjølmiðla­ fólkini og føroyingar ann­ ars fara at sanna, at mál­ reinsanarstevnan, ið hevur verið galdandi í eina øld, er hollast at halda seg til, eisini frameftir, um før­ oyskt framhaldandi skal kunna metast sum sjálv­ støðugt mál. Eingin vandi er fyri, at vit fara ”at duga føroyskt ov væl” og ”útlendskt ov illa”­ byrgja okkum inni, av tí at floymurin uttaneftir er so ovurhonds stórur. Annars fari eg at takka Eyðuni á Borg fyri han­ sara, mangan ­ einsliga stríð – móðurmálinum at frama. Viðmerkingar til málstríðið Klaksvík AsbjøRn lómAklett viðmerkingar