hósdagur 3. september 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 167 - 3. september 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Brúdleyp
Leygardagin 5. sept.
kl. 12.00 giftast í
Skopunar kirkju
Jacoba Winther og
Jón Tór Baldvins
son, Skopun. Veitsl
an verður kl. 18.00 í
Samljóð í Skopun.
Tey, ið vilja gleða
brúðarparið við at
koma í brúdleyp,
kunnu siga frá á tlf.
259320 ella 213777
innan hóskvøldið 3.
sept.
Fotoatelierið hjá Per á
Hædd við Sundsvegin eitur
nú Fotostudio. Tað eru
fotografarnir Per á Hædd
og Finnur Justinussen, sum
eiga og reka fyritøkuna,
sum varð stovnað í 1982, tá
Per byrjaði at arbeiða sum
sjálvstøðugur fotografur.
Fyritøkan hevur eisini
fingið nýtt búmerki, sum
ítøkiliga ímyndar ein »kam
eralukkara« og samstundis
eisini er ímyndin av eitt nú
ferð, blómum og tí sum
sprettur og grør.
Upp á fyrispurningin um,
hví teir hava tikið júst hetta
stigið, siga teir Per og Finn
ur at kappingin er økt mun
andi, eins og tíðin er øðrvísi
í dag, har talgilda tøknin av
álvara hevur gjørt vart við
seg. Við tveimum royndum
fotografum, ið hava royndir
á ymiskum økjum, kunnu
vit av álvara fevna yvir allar
uppgávur og avbjóðingar.
Umframt Per og Finn
arbeiðir eisini Helena Dam
í fyritøkuni. Helena hevur
drúgvar royndir í fotobransj
uni. Hon starvast sum foto
assistentur, ið eitt nú umfat
ar myndaviðgerð á teldu.
mg
Frá Per á Hædd til Fotostudio
Tey trý starvsfólkini í Fotostudio f.v.: Finnur Justinussen, Per á Hædd og Helena Dam
Mynd: Jens Kristian Vang
Andlát og jarðarferðir
Lotta Vest Joensen í Vági andaðist týsdagin á
Suðuroyar Sjúrkshúsi, 82 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Hendan vakra summardag
ikki vardi okkum tað.
At tú fara skuldi tá
burtur hagan foldum frá.
Ikki verður eftirspurt,
nær vit verða tikin burt.
Lívstráðurin slitnar brátt,
dagur verður ævig nátt.
Missa teg, tað er so svárt,
tómrúmið her verður stórt.
Saknurin so stórur er,
sorgarbundnan okkum ger.
Tó vit eiga minnir kær,
góður okkum øllum var.
Kærleika og troyst gavst tú,
gott tað er at eiga nú.
Nú ið rødd tín tagnað er,
ei vit síggjast meira her.
Men vit vilja takka tær,
alt tú fyri okkum var.
Komin er nú deyðans stund,
sova mást tú søtan blund.
Jesuspápi ver tær við,
góði pabba hvíl í frið.
Børn og svigarbørn
Til minnis um pápa
og verpápa okkara
Hartvig
Poulsen í Vági
f. 23. mars 1932 - d. 7. august 2009
Dagurin
3. september. Seraphia. Kristin trælkvinna úr Sýriulandi,
sum varð hálshøgd fyri trúar sakir.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá elskaða sonur og beiggi okkara
Nicodemus Nicodemussen
Demmus
Sandur
andaðist og var jarðaður.
Eina stóra tøkk til starvsfólki á Áargarði,
sum tóku sær so væl av honum.
Tøkk til Jákup Reinert Hansen, prest, fyri troystarrík
orð á Áargarði og í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur og kransar, heilsanir og
peningagávur til Áargarð.
Tøkk til tykkum øll, gravarar, berarar og sangarar og
øllum tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini
og ervinum.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Sigrid, Marin og Jógvan