hósdagur 3. september 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 3. september 2009
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Við eysturríkska blaðið ”Der
Standard” sigur Dietmar Constan
tini: Føroyingarnir stríðast væl á
vøllinum, og teir standa ógvuliga
væl og kompakt á vøllinum.
Dietmar Constantini var sjálvur til
staðar, tá Føroyar taptu 02 á Tórs
vølli í juni. Føroyar vístu gott spæl,
og komu til nógvar málmøguleikar
í tí dystinum.
Der Standard dylur ikki fyri, at
eysturríkski fótbóltsalmenningurin
krevur, og væntar ein sigur móti
ein um liði, sum bara hevur fýra
spæl arar, sum spæla uttanlands.
Dietmar Constantini staðfestir, at
tað er rættiliga sjáldan, at eystur
ríkska landsliðið er favorittur undan
einum dysti, og tí má hann arbeiða
eyka nógv við eysturríksku spælar
unum, fyri at fyrireika teir optimalt
til uppgávuna ímóti Føroyum ley
gar dagin. Yvirfyri Der Standard
undir strikar eysturríkski venjarin, at
hann hevur eisini stóra virðing fyri
tí arbeiðnum, sum føroyski lands
liðsvenjarin, Brian Kerr hevur lagt
fyri dagin.
Símun Samuelsen fekk ein
snudd í andlitið, tá hann
spældi við Keflavík um
vikuskiftið, men hann ber
ongan ótta fyri, at hetta fer
at ávirka hann leygardagin
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Teir eru skjótir at leggja eftir hvørjum
øðrum, spælararnir á landsliðnum.
Eitt av ofrunum á ferðini til
Eysturríki er Símun Samuelsen, sum
ikki sá alt for snøggur út, tá hann
saman við restini av ferðalagnum
møtti á flogvøllinum í Vágum
mikumorgunin.
Eitt stórt sár prýddi mest sum
allan nasaryggin, og eisini á
pannuni var okkurt skurslið at
síggja.
Tað er tað, sum kann henda, tá
tú spælir fótbólt, og tað hendi so
fyri meg leygardagin. Eg var nakað
óheppin í einari støðu, og eg
smekkaði so andlitið í. Men talan er
tó ikki um nakran álvarsligan
snudd, so tða er bara gott.
Og tað er í øllum førum ikki
nakað, sum kann forða tær, tá
dysturin er á skránni leygardagin?
Nei, tað skal meira enn so til,
sigur Símun Samuelsen.
Frá fjølmiðlum her og heima í
Føroyum verður hesin dysturin
gjørdur til nakað heilt serligt. Er
Eysturríki eisini ein heilt serlig
uppliving hjá tykkum spælarum?
Tað haldi eg meg róliga kunna
staðfesta. Bæði hjá okkum
spælarum og hjá øllum
føroyingum. Søgan sigur okkum jú,
at tað var móti Eysturríki, at Føroyar
komu á fótbóltskortið, so hjá
okkum er hetta nakað eyka, og allir
mans vilja verða partur av hesum
dystinum.
Og tann javnleikurin, sum tit
fingu móti Eysturríki seinast. Gevur
hann eisini eina enn størri trúgv
uppá, at tit kunnu skapa eitt úrslit
leygardagin?
Sjálvandi. Og sjálvur haldi eg í
øllum førum, at vit skulu fara út
eftir sensatiónini, hvørja ferð vit
fara á vøllin fyri landsliðið, sigur
Símun Samuelsen.
Sær øgiligur út
Eysturríkar hava virðing fyri Føroyum
Didi Constantin var millum
áskoðararnar, tá føroyska liðið
fyri fyrstu ferð spældi undir
leiðslu av Brian Kerr. Og hóast
2-0 tapið heima móti Serbia,
helt venjarin seg tá síggja, at
føroyska liðið væl kann skapa
trupulleikar fyri mótstøðuna
Støkk
byrjar aftur
Mánadagin 7.
september byrjar
fimleikurin aftur í
Støkk, og tí verður
skipað fyri tilmelding
leygardagin frá 13 til
15 í ítróttarhøllini í
Runavík
Fimleikur
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Serliga hjá teimum yngru
liðunum kann roknast við sera
stórari undirtøku, so tað ræður
um at møta í góðari tíð fyri at
tryggja sær pláss á liðnum.
Komandi fimleikavetur
hevur Støkk nógv at bjóða
bæði royndum og óroyndum
íðkarum.
Størsti parturin av fimleikar
unum hjá Støkk eru børn og
ung, men tey tilkomnu fáa eis
ini møguleika at røra seg í
vetur.
Børnini koma til venjing
hvørja viku at spæla, læra og
hugna sær saman. Eins og
undanfarin ár, hevur Støkk lið
fyri børn í øllum aldri.
Umframt tann vanliga fim
leikin í Støkk eru nógv kapp
ing arlið eisini á skránni. Til ber
at tekna seg til tey flestu
kapp ingarliðini leygardagin 5.
september, og so verður
skipað fyri eini úttøku seinni.
At íðka fimleik økir um væl
veruna, og styrkir hjartað og
blóðrensl. Fimleikafelagið
Støkk er fyri øll, bæði ung og
gomul.
Tað sær ógvusligt út,
men sjálvur sigur Símun
Samuelsen, at snuddurin
á nøsini ikki hevur tað
heilt stóra upp á seg
Mynd: Hilmar Jan Hansen/
Einslistir
- Føroyar eru eitt nógv
betri lið, enn fleiri ganga
runt og halda, sigur Didi
Constantin