Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. september 2009 – Nr. 167 Føroysku áskoðararnir tóku fegnir av, nú tað aftur stóð teimum í boði at ferðast saman við landsliðnum jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Fyri fyrstu ferð í fleiri ár eru før­ oyskir áskoðarar eisini partur av lands liðsferðalagnum Tað var annars mest sum fastur í táttur í fleiri ár, at føroyski 12. maðurin var við til at fylla flogfarið, tá landsliðið var á uttanlandsferð. Laku úrslitini í nøkur ár høvdu tó við sær, at áhugin fyri hesum ferð­ unum kølnaði, og heldur enn at taka kjansin við møguliga at kunna fylla eitt leiguflogfar, valdi Fótbólts­ sambandið tí vanliga rutuflúgving, tá ferðirnar vórðu lagdar til rættis. Tann parturin tykist tó vera broyt t ur, og nú flogið varð bein­ leiðis til Graz, rúgvaðu áskoðararnir sín part av ferðalagnum. Annað hvørt ár Ein av teimum, sum hevur verið fleiri ferðir áður, og sum eisini er við hesa­ ferð, er Fríðin Ziskason úr Klaks vík. Og hann sigur, at tað hev ur verið sakn ur í ferðum av hesum slag. ­ Tað er tað heilt sikkurt. Onkur heldur kanska, at tað er keðiligt at ferðast slíkar ferðir, tá vit mest sum ongan tíð vinna, men sjálvur haldi eg, at tað kemur mest sum ikki fyri, at vit gera okkum fyri skommum. Og verður tað lagt til merkis, tá tit koma so langan veg at stuðla eini so lítlari fótbóltstjóð sum okk­ ara? ­ Ja, og vit hava altíð verið sera væl móttiknir. Tey árini, tá hesar ferðirnar vóru vanligar, var talan mest sum altíð um eina rættiliga fasta kliku av áskoðarum, sum fór við lands lið­ num. Er tað so, at tað nú eru nógv av teimum somu, sum hava tosað um at taka táttin uppaftur? ­ Ja, tað haldi eg. Sjálvur var eg við longu, tá vit vunnu 1­0 í Landskrona, og eg havi roynt at lagt mær tað til rættis, soleiðis at eg havi verið við á landsliðsferð annað hvørt ár. Og vit eru heilt víst fleiri, sum fegin vilja halda fast um møgu leikan at ferðast upp á hend­ an mátan. Nú sigur tú, at tú vart við í Lands­ krona. Er tað tann túrurin, sum stendur best í minninum av teim­ um ferðunum, sum tú hevur verið við? ­ Tað er kanska tann, sum mann best kann reypa um. Ikki minst beint nú. Men tað er trupult at siga, hvør túrur hevur verið tann besti. Ferðin til Slovenia var ótrúliga góð, men tað hava allar hinar eisini verið á hvør sín hátt, so tað er mest sum ógjørligt at taka nakra framum. Og tá dysturin verður blástur ígongd leygardagin, eru tit væl til reiðar at gera tykkara fyri at stuðla liðnum? ­ Sjálvandi. Tað er líka mikið, um vit tapa ella vinna. Vit royna at gera okkara fyri stuðla liðnum, og vit trúgva eisini uppá, at tað ger mun, sigur Fríðin Ziskason. Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, fegnast um, at undirtøkan fyri landsiðnum nú aftur er somikið stór, at tað ber til at fylla leiguflogfar til landsliðsferðirnar jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Í síni tíð var núverandi fótbólts­ forsetin eisini nakrar ferðir millum føroysku áskoðararnar. Millum annað tann tiltikna 12. september í 1990. Og Høgni í Stórustovu dylur ikki fyri, at hann er sera fegin um, at tað nú aftur ber til at hava føroyskar fót bólts fjepparar við í lands liðs­ ferða lagnum. Nakað, sum annars ikki hevur latið seg gjørt tey árini, sum hann hevur staðið á odda fyri føroyskum fótbólti. ­ Tað eru tekin í bæði sól og mánað um, at áskoðararnir nú aftur hava áhuga í at ferðast við lands­ liðnum, og tað er sjálvandi ein gleðilig støða hjá okkum. ­ Og fyri spælararnar merkir hetta eisini ótrúliga nógv. Tí vit vita jú øll, at nakrir fáir áskoðarar á einum stórum stadion væl kunnu hoyrast. Og tað gevur ein ávísan avspenn­ ing til uppgávuna, sum jú altíð er stór, tí føroysku áskoðararnir hava altíð verið ótrúliga góðir ambassa­ dørar fyri Føroyar, sigur Høgni í Stórustovu. Og alt annað líka, so er tað væl ein fyrimunur hjá tykkum, at tað nú er fíggjarliga forsvarligt at ferðast við leiguflogfari, heldur enn at brúka rutuflogfør umvegis Kastrup, soleiðis sum tað hevur verið gjørt seinnu árini? ­ Tað er tað sjálvandi, og bar tað til, so var tað tað, sum vit gjørdu hvørja ferð. Tað vísti seg bara, at tá úrslitini ikki vóru eftir vild, so vóru tað bara einstøk trúføst tandur, sum framvegis ynsktu at vera partur av landsliðsferðalagnum, og við bara hálvfyltum flogfari gjørdust leigu­ túrarnir ov dýrir. So tað er í allar mátar at fegnast um, at áhugin nú aftur er vaksandi, sigur Høgni í Stórustovu. Íslendingur á føroyska landsliðið Wentzel Steinarr Ragnarsson Kamban, sum spælir við Afturelding, er tikin út til føroyska U21­landsliðshópin. Wentzell Steinarr hevur øll barnaárini búð í Íslandi, har hann hevur spælt við Afturelding, men hann er eisini av føroyskari ætt, og tí ber til hjá honum at spæla við føroyska U21­ liðnum. Wentzel spælir vanliga á miðvøllinum, og í summar hevur hann skotið eitt mál í teimum 15 dystunum, sum hann hevur spælt. Ronaldo heldur lítið um danir Christiano Ronaldo, sum er heimsins dýrasti fótbóltsspælari ivast ikki í, at Portugal vinnur á Danmark í Parkini í Keypmannahavn leygardagin. Ronaldo, sum hevur eina tímaløn uppá 10.000 kr. ivast ikki í, at Portugal megnar at spæla seg til HM­endaspælið í Suður­Afrika. Samstundis heldur Ronaldo, at danska landsliðið manglar klassa. ­ Tá eg fyrr hugsaði um Danmark, so hugsaði eg um Michael Laudrup og Peter Schmeichel. Teir vóru nakrir fantastiskir, altjóða profilar, sum øll høvdu stóra virðing fyri. Eg meti ikki, at Danmark hevur slíkar altjóða klassaspælarar í dag. Teir hava eina góða kollektiva eind, og hava ein dugnaligan venjara, og tað hevur eisini nógv at siga, undirstrikar Ronaldo. Kortini heldur Ronaldo, at Arsenal­ framherjin, Nicklas Bendtner hevur potentialið til at gerast ein klassaspælari. Teir gera góðan mun Eisini hjá spælarunum er tað hugaligt, at føroyskir áskoðarar eru við landsliðnum jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Sum landsliðsspælari er Johan Troest Davidsen somikið feskur, at hann ikki hevur áður hevur verið partur av einum ferðalagi, har áskoðarar eisini hava verið við landsliðnum. Men hann sigur seg ikki ivast í, at hetta veruliga er nakað, sum ger mun hjá spælarunum. ­ Tað ger tað sjálvandi. Tú følir alt fyri eitt, at tú hevur uppbakning fyri tí, sum tú gert, og so er øll ferðin sum hon er enn meira hugalig av tí sama. Men er hetta eisini nakað, sum tit leggja til merkis ella hugsa um, tá spælt verður? ­ Avgjørt. Tað er kanska ikki so, at tú stendur á vøllinum og hyggur upp á áskoðaraplássini at vita, um tú sært Merkið veitra. Men vit síggja tey her, nú vit hava flogið, og tú bæði sært og hoyrir tey, tá tú hitar upp á vøllinum, so tað er veruliga ein stuðul, sum vit eru ótrúliga fegnir um. Og hjálpir hann eisini somikið nógv, at tit hesa ferð kunnu broyta 1­1 til 2­1? ­ Tað vóna vit í øllum førum. Vit fara so altíð á vøllin í royndini at skapa best møguliga úrslitið, og vit hava jú víst, at tað ber til. Men talan er sjálvandi altíð um sera trupla uppgávu, sigur Johan Troest Davidsen. Hava saknað landsliðsferðirnar Stuðulin ger arbeiðið hugaligari Høgni í Stórustovu er ovurfegin um vaksandi áhugan, sum nú aftur hómast kring fótbóltslandsliðið Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir