Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 3. september 2009 – Nr. 167 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Í Eysturríki eru fólk hildin uppat við at krevja ein sigur á Føroyum. – Vit vóna bara tað besta, sigur Thomas Weber, sum starvast á sjónvarpsstøðini ORF jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað er sjónligt, at eysturríkar hava stóran áhuga fyri landsdystinum móti Føroyum. Jens Martin, Torkil og hinar hetjurnar úr Landskrona syrgdu fyri 19 árum síðani, at Eystur ríki ikki gloymir føroyingar. Ein læra, sum eisini endur spegl­ aðist, tá vit undir føroysku venj­ ingini í morgun tosaðu við Thomas Webes. ­ Tað er framvegis í dag ein dyst­ ur, sum nógv verður tosað um her í Eysturríki, og eg trúgvi ikki, at hann nakran tíð verður gloymdur. ­ Sjálvandi eru tað 19 ár síðani, men í dag er støðan veruliga, at vit í Eysturríki als ikki taka tað sum givið, at Eysturríki vinnur dystin leygar­ dagin. Klára okkara menn at fáa eitt mál og trý stig, so eru øll nøgd. Men eg ivist ikki í, at talan verður um ein sera truplan dyst. Eysturríkska landsliðið hevur sveiggjað nógv seinnu árini. Tit hava havt framúr úrslit til tíðir, með­ an aðrir dystir ikki hava gingið heilt so væl. Hvør er orsøkin til hetta? ­ Fyrst og fremst hava vit eitt sera ungt lið. Tað ger, at avrikini ikki eru so støðug, og eg stúri fyri, at vant­ andi royndirnar hava við sær, at dysturin leygardagin verður eyka trupul at koma ígjøgnum hjá okk­ ara spælarum. Tað er kanska positivt, at fleiri av hesum als ikki minn ast dystin í 1990, men teir kenna søguna, og tei kenna tí trýstið, sum er fyri teimum trimum stigunum hesaferð. Feløgini betri enn landsliðið Afturi í 1978 og 1982 hevði Eysturríki eitt lið, sum veruliga kundi gera um seg í heimshøpi. Síðani tá hevur talan tó verið um meira eina bleyta millumvøru, og Thomas Weber roknar ikki við, at fótbóltur í Eysturríki her og nú er ávegis europisku tindunum aftur. ­ Tað ivist eg stórliga í. Sjálvandi er tað eitt ungt lið, sum hevur møguleikar at mennast, men vit hava heldur ikki somu stórspælarar, sum vit høvdu tá. ­ Samstundis tyngir fortíðin á ein hátt, tí hevur okkara landslið spælt væl í ein dyst ella tveir, so halda vit okkum vera heimsmeistarar, og so gloyma vit aftur, at tað krevst hart arbeiði í hvørjum tí einasta dystin, um tú skalt røkka nóg langt. ­ Í felagshøpi hava vit tó staðið okkum sera væl, og vit hava fýra lið við í Europa­liguni. Men tá tosa vit um klubfótbólt, og veruleikin er, at eysturríksku feløgini helst eru sterk­ ari enn landsliðið. Men hevur tú sterk feløg, so eigur tað væl eisini at smitta av upp á menningina av egnum spælarum? ­ Tað skuldi tú hildið. Men hetta er Eysturríki, og í Eysturríki er logikk urin í fótbólti ikki altíð soleiðis, sum hann er aðrastaðni. Tað vita tit alt um, sigur Thomas Weber við einum skeivum smíli. Størsta ivamálið í føroyska hópinum til leygardagin er Johan Troest Davidsen, men hósdagin sótu bæði Súni Olsen og Fróði Benjaminsen á síðulinjuni jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað er ikki gerandiskostur, at ein føroyskur landsliðsvenjari hevur stillað upp við sama liði fleiri landsdystir á rað. Men tað var tað, sum Brian Kerr kundi gera í dystunum móti Serbia og Fraklandi, og verður talan ikki um skaðar, so liggur eingin uppløgd broyting í kortunum nú til leygardagin. Men skaðar kunnu tó gera hesar neyðugar. Johan Troest Davidsen hevur seinastu vikurnar drigist við fótliðsskaða, og enn er ivasamt, um hann er tøkur leygardagin. Ella sum spælarin við vanligum NSÍ­iblástri sigur, so tekur hann bara ein dag í senn. Um so er, at Johan ikki fær spælt, so líkist tað einum uppløgdum alternativi, at liðfelagin í NSÍ, Einar T. Hansen, kemur inn á bakkin í vinstru. Hósmorgunin kom tað tó nakað óvæntað, at bæði Súni Olsen og Fróði Benjaminsen sótu uttanfyri, men sum skilst, so er talan neyvan um álvarsligar skaðar hjá teimum báðum. Súni hevur kent nakað av eymleika í beininum, og Fróði fekk ein stoytt inn á leggin tíðliga í venjingini, men enn sær støðan tó ikki serliga kritisk út hjá teimum báðum. Grannauppgerð í Reykjavík Noreg hevur enn møguleikan at røkka øðrum plássinum í HM­undankappingarbólki 9, men norðmenn eru í harðari kapping við Skotland og Makedonia. Makedonia og Skotland hava bæði 7 stig, meðan Noreg hevur 6 stig. Hesi trý londini hava øll tveir dystir eftir at spæla í HM­undankappingarbólki 9. Norski venjarin, Egil ”Drillo” Olsen ætlar at brúka venjingarnar komandi dagarnar til at fáa eina mynd av hvørjir 11 skulu byrja inni fyri Noreg í Reykjavík. Drillo hevur enn ikki tikið støðu til um hann skal brúka spælskipanina 4­5­1 ella 4­4­2 í dystinum ímóti Íslandi. ­ Eingir dystir eru líka, og einki mótstøðulið er líka. Eg havi ikki enn tikið støðu til um eg broyti spælskipanina, men eg skal ikki útihýsa tí, sigur Drillo við norska TV2. Tað er serliga miðvøllurin, sum gevur Drillo høvuðbrýggj. Leygardagin klokkan 15 spæla Skotland og Makedonia á Hampden leikvøllinum í Glasgow. Live-leygardagur á Rás2 Rás2 verður karmur um stóran fótbóltsleygardag nú leygardagin. Á ovara vølli í Gundadali spælir føroyska U21­landsliðið móti Moldova, og tí dystinum fer Tróndur Arge at siga frá. Dysturin í Gundadali byrjar klokkan 15, men longu klokkan 14 verður sent beinleiðis. Og tá dysturin í Havn er rundaður væl og virðiliga av, verður sett niður til Graz, har Hilmar Jan Hansen er staddur saman við Jákupi Mørk og Hjalmir Hvítklett. Eisini fríggjadagin verður nokk av fótbólti, og fyrrapartin verður sent beinleiðis úr Graz, meðan seinnaparturin fyri tað nógva fer at snúgva seg um dystin hjá U21­liðnum. Fróði Benjaminsen fekk eitt træbein hósmorgunin, væntandi forðar hetta honum tó ikki í at fara á vøllin leygardagin Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Vænta sær ikki sigur Eysturríkskir fjølmiðlar fylgja væl við tí, sum fyriferst kring føroyska landsliðið. ORF var millum miðlarnar, sum vóru til staðar fyrstu venjingina, og har var tað Thomas Weber, sum helt mikrofonini Mynd: Hilmar Jan Hansen/ Einslistir Miðvøllurin sat uttanfyri