Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 167 - 3. september 2009 tíðindi Tíðindaskriv Hvørt ár verða 7-8 milliónir skógvaeskjur við gávum sendar til líðandi og fátøk børn úti í heimi. Seinastu árini eru tilsamans 73 milli- ónir skógvaeskjur savnaðar inn og latnar víðari til treingjandi børn ígjøgnum tiltakið Operation Christmas Child. Vit í Føroyum fara aftur í ár at innsavna skógvaeskjur. Seinastu árini hava vit sent 3.000 skógvaeskjur um árið til Rumenia, Serbia og Kyrgistan. Í ár verða eskj- urnar væntandi latnar til børn í Rumenia. At lata jólagávur bjargar ikki heiminum, men øll kunnu gera mun í einum barnahjarta við at lata eina jólagávu. Tað skapar gleði og vón hjá børnum, sum vanliga einki fáa, at fáa eina jólagávu treytaleyst. Vit sum hava so nógv, kunnu geva til tey, sum ikki hava so nógv. Øll sum vilja geva eina jólagávu, byrja við at fáa fatur á eini skógvaeskju og taka støðu til, um eskjan skal verða til gentu ella drong og hvønn aldur barn- ið skal hava. Síðani kunnu óbrúktir lutir koyrast í t.d. leikur, skúlaútgerð, lutir innan heilsurøkt, góðgæti og annað. Bræv kann eisini leggjast í, og so kann tað verða, at ein frættir aftur. Reglur eru fyri, hvat ein kann koyra í eina skógva- eskju, sum nærri eru lýstar í faldara, sum liggur á www. livdin.fo og á www.samarit- anspurse.org. Felagsskap- urin Samaritans Purse ger stórt hjálpararbeiði kring allan heim, harav jólagávu- verkætlanin er eitt av teimum mongu átøkunum. Vegna Christmas Child- tiltakið í Føroyum: Durita Djurholm tel. 230833 / 316099, Beinta Áargarð tel. 512655 / 312655 og Gunnvá Áargarð tel. 584496 / 312655. Túsund míl - milliónir smíl Tíðindaskriv Annar partur í svensku tríparta krimirøðini Mill- ennium »Gentan, ið spældi við eld« verður frumsýndur í Havnar Bio fríggjakvøldið 18. september 2009. Forsølan byrjar mána- dagin 7. september 2009 í Havnar Bio. Fyrsti partur Menn, ið hata kvinnur varð frum- sýndur 27. februar 2009. Triði partur Kastellið, sum fór í luftina verður frumsýndur í Havnar Bio 27. november 2009 Tiltakið, sum er partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu, byggir á tann veruleika at kommunala Býarbóka- savnið í ár verður 40 ár og at svenska tríparta krimirøðini Milennium eru mest læntu bøkur á Býarbókasavninum sein- astu árini. Meiri er at lesa um krimisøgurnar hjá Stieg Larsson undir 27. februar 2009, tá fyrsti partur varð frumsýndur og Jógvan Isaksen heldt fyrilestur um filmin og krimisøgur. Gentan, ið spældi við eld verður sýnd soleiðis fyrstu vikuna: Fríggjadag 18.09 kl 18:00 og 20:45 og 23:30 Leygardag 19.09 kl 18:00 og 20:45 og 23.30 Sunnudag 20.09 kl 19:00 og 21:45 Mánadag 21.09 kl 19:00 og 21:45 Týsdag 22:09 kl 19:00 og 21:45 Mikudag 23.09 kl 19:00 og 21:45 Hósdag 24.09 kl 19:00 og 21:45 Gentan, ið spældi við eld Tíðindaskriv Vinnararnir av 3. umfari av teknikappingini, Tekna ein granskara, eru nú funnir. Tær innsendu myndirnar hava ligið á netinum, har møguleiki hevur verið at atkvøtt fyri teimum. Nú 3. umfar er runnið, so er greitt, at Meinhard Absalon hevur fingið flestar atkvøður. Nummar tvey gjørdist 12 ára gamla Ása Maria og 11 ára gamli Ingi gjørdist nummar trý. Vinnaramyndin hjá Meinhard Absalon myndar ein granskara, sum granskar eina krokudillu í Congo. Hepnu vinnararnir fáa bøkur frá Føroya Skúla- bókagrunni. Vinnararnir fáa bræv frá Granskingarráðnum fyrsta dagin. Finn vinnaran av 4. umfari og luttak í 5. og seinasta umfari Tekningarnar, sum luttaka í kappingini í 4. umfari, liggja nú á netinum. Seinasti møguleiki at atkvøða fyri hesum tekningunum er 25.september.. Av tí at tað ikki komu so nógvar tekningar til 4 umfar, halda vit at tað nú er tíð at runda kappingina av. Vit hava tí gjørt av, at seinasta umfar í kappingini verður 5. umfar. Tekningar kunnu sendast okkum til og við 28. september. Vinningar: fartelda og fartelefonir Vilt tú vera við í kappingini um at vinna eina farteldu ella fartelefonir, er tað nú, at tú skalt finna pappír og litblýantarnar fram. Spyr í skúlanum, um flokkurin kann sleppa at tekna í ein- um tíma, ella bið vinfólkini og syskini tekna saman við tær aftaná skúlatíð. Ein dómsnevnd fer at finna tríggjar bestu tekningarnar millum allar, sum koma inn til kappingina. Jú fleiri tekn- ingar, tú sendir inn, jú størri er møguleikin at vinna. Allar myndirnar, sum eru komnar inn til teknikapp- ingina, kunnu síggjast á: http://www.heilagrunnurin. fo/teknikapping/ Myndirnar frá aktuella umfarinum liggja sum myndarøð, sum til ber at blaða í. Um tú vilt atkvøða ella síggja, hvussu nógvar stjørnur ein mynd hevur fingið, skal tú trýsta á stjørn- una niðast til vinstru. Síðani kanst tú geva hvørjari tekn- ing millum 1 og 5 stjørnur. Myndirnar frá undanfarn- um umførum liggja í mappu í ovasta vinstra horni. Meinhard Absalon vann »Tekna ein granskara« Lesið Sosialin - so eru tit við