hósdagur 3. september 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 167 - 3. september 2009
T
að er kent, at hetlend
ingar vóru nógv fremri
enn føroyingar við skips
fiskiskapi. Hetta kemur
serliga til sjóndar í frá
søgnini hjá Pløyen amt
manni frá síni ferð saman
við nøkrum føroyingum til
Hetlands í 1839. Tað var á
hesi ferðini, at føroyingar
lærdu at fiska við línu.
Longu tá høvdu hetlend
ingar ein stóran sluppflota,
sum eisini fiskaði undir
Føroyum.
Tá ið William Sloan kom
til Føroyar í 1865 visti
hann um, at 700 fiskimenn
úr Hetlandi royndu undir
Føroyum mest sum alt
summarið.
Hetta setti so eisini sítt
merki á lívið í Føroyum og
eisini í Havn. Eitt áhuga
vert dømi um hetta er tað,
sum Jens Pauli av Reyni
skrivar í bóklinginum
Havnin um aldamóti:
Í seinna parti av 1880
árunum og í 1890 árunum
var ofta lív í gøtunum, tá
ið hetlendingar vóru her.
Teir plagdu at koma inn at
keypa brennivín, og ofta
vóru nógv skip inni í senn,
upp til 5060 sluppir. (Tað
vóru um 15 mans við
hvørjari, so talan hevur
verið nærum 1.000 mans,
sum hava fylt væl upp í
gøtunum í Havn við sínum
minni enn 2.000 íbúgvar
um.) Teir stóðu í kram
búðunum og drukku, og
mangan endaði dagurin í
heitum bardaga, ofta mill
um teir sjálvar. Men tað
hendi eisini, at havnar
menn vóru uppi í dystun
um, og tað var ikki sjáldan,
at politistarnir máttu skilja
sundur og fáa hetlendingar
umborð aftur.
Gamlir menn hava ofta
tikið til Ábram. Kom hann
upp í slíkar bardagar, so
var tað skjótt, at hann
albogaði seg ígjøgnum
fjøldina, og so títt og knapt
hetlendingarnir sóu
Ábram, so vistu teir, at
annað var ikki fyri enn at
sleppa sær avstað og
umborð sum skjótast. Tað
hendi seg eisini, at teir
vórðu koyrdir í skansan.
Sagt verður eisini, at
smugling av rúsdrekka,
keypt í Føroyum, var ein
týðandi hjávinna hjá
hesum fiskimonnum.
Rúsdrekka hevur eftir
øllum at døma verið
bíligari í Føroyum enn í
Hetlandi og tí bar til at fáa
ein lættan vinning.
Søgan um tveir
gravsteinar
Tað eru tvær gravir við
hetlendingum heilt frá
1800 talinum í gamla
kirkjugarðinum. Steinarnir
er tískil meira enn 100 ára
gamlir. Hóast hetta sæst
innskriftin sera væl, og teir
hava eisini hvør sina søgu.
Hesar søgur hava vit
fingið frá John Goodlad,
sum er ein tann fremsti
føroyavinur í Hetlandi.
Hann var eisini skrivari í
hetlendska fiskimanna
felagnum í mong ár.
Tann eldra av hesum
gravum er sett yvir
Andrew Laurenson frá
Burra Isle í Hetlandi.
Andrew doyði umborð á
sluppini Danish Rose úr
Lerwick tann 11. juni
1874. Hann gjørdist 30 ára
gamal. Steinurin var settur
av manning og eigara.
John greiðir frá: Danish
Rose var 70 føtur long og
var 56 tons. Hon var bygd
í Hull í Onglandi í 1863 og
tykist at hava verið keypt í
1864 til Shetlands av John
Harrison, handilsmanni í
Lerwick.
Hon fiskaði inntil 1890
og var ein “typisk” het
lendsk slupp, sum fiskaði
undir Føroyum, Rockall og
stundum Íslandi.
Deyðin hjá Andrew
Laureenson er skrásettur í
Lerwick 13. June 1874 av
skiparanum, tá ið teir
komu aftur úr Føroyum.
Deyðsorsøkin tykist at vera
nakað ógreið. Tað sær tó út
til, at maðurin hevur fingið
ov nógv av tí váta slagn
um. Men um talan hevur
verið um eina vanlukku er
ikki skrásett. Spurningurin
er so hví teir ikki hava
tikið líkið við til Hetlands,
tá teir kortini fóru heim.
Eftur Andrew sat einkja
og tveir synir. Annar av
hesum synum gekk seinni
burtur á sjónum.
Hin sonurin, sum tá var
giftur, flutti seinni til
Australia saman við
mammuni.
Tey komu ongantíð aftur
til Hetlands. Fyri tveimum
árum síðan vóru teirra
eftirkomarar tó í Hetlandi.
Tá vitjaðu tey eisini Burra
Isle, har tey hittu ættarfólk.
Skiparin kom eisini frá
Burra. Han æt John Inkster
og var ein av teimum best
kendu hetlendsku
skiparunum.
Beint mótsett øðrum
skiparaum slepti hann ikki
toskafiskarínum fyri ta
stóru sildaveiðuna, sum
kom í hæddina í 1880
unum. Hann helt áfram við
sluppveiðuni, til hann
doyði.
John Inkster gjørdist
gamal maður og gjørdist
eisini blindur. Hóast hetta
rakaði hann sær hvønn dag
frammanfyri speglið, hóast
hann ikki kundi síggja
nakað.
Hin gravsteinurin er
settur yvir James Coutts úr
Walls í Hetlandi. Hann var
skipari á sluppini Violet úr
Scalloway. James er so
deyður 26. August 1896.
Hann gjørdist 44 ár.
Innskriftin niðast á grav
steininum merkir nakað so:
"Inntil dagur kemur og
skýggini reka burtur."
John Goodlad sigur, at
James Coutts er uttan iva
deyður undir Íslandi. Hann
er so jarðaður í Havn.
Hann metir, at ætlanin
hevur verið at taka líkið
við til Hetlands, men teir
hava helst verið forðaðir
av veðri.
Violet var ein hampiliga
stór slupp, sum eisini hevði
damm at føra livandi fisk.
Teir plagdu regluliga at
lata livandi fisk til Hull og/
ella Grimsby um heystið.
Fyri hendan fisk fingu teir
munandi hægri prís enn
fyri saltfisk.
Eigari av skipinum var
Nicolson & company í
Scalloway.
Hesir báðir fiskimenn
tykjast at vera einastu het
lendingar, sum eru jarðaðir
í hesum kirkjugarðinum.
Tað kann verða nevnt, at
tað eru eisini fleiri gravir í
gamla kirkjugarði hjá fiski
monnum úr Grimsby. Hes
ar eru tó seinni í tíðini.
Helst hava hesir verið trol
aramenn. Fleiri av hesum
gravum hava eisini stein.
Vitjaðu gravirnar hjá
landsmonnum
Herfyri var søguligi
hetlendski sildabáturin
Swan á vitjan í Føroyum.
Tá var eitt gylt høvi at fara
við John saman við Culam,
sum er systirsonur konu
hansara, á kirkjugarðin at
vitja hesar gravir. Her er
annars eisini ein onnur
grøv, sum hevur samband
við Hetland, og tað er tann
hjá William Sloan, sum jú
kom til Føroyar eftir at
hava virkað í Hetlandi.
Tá ið John fortaldi sínum
feløgum um hesa vitjan
fingu hinir av manningini
eisini áhuga, og John fór
sjálvur við teimum út á
kirkjugarðin. So hetta vísti
seg at hava stóran áhuga.
Tískil kunnu hesir grav
steinar sigast at vera enn
ein ímynd av aldargamla
sambandinum, sum hevur
verið millum Føroyar og
Hetland.
Hetlendskir fiskimenn
í gamla kirkjugarði
Tað eru ikki bert føroyingar, sum eru jarðaðir í gamla kirkjugarði í Havn. Her eru eisini gamlir gravsteinar
hjá hetlendskum fiskimonnum, og minna hesir um eitt serligt tíðarskeið hjá hetlendskari fiskivinnu
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
IN MEMORY OF
ANDREW LAURENSON
BURRA ISLE, SHETLAND
WHO DIED ON BOARD
DANISH ROSE
OF LERWICK 11 JUNE 1874
AGED 30 YEARS
ERECTED BY OWNER
AND CREW
IN MEMORY OF
JAMES COUTTS
WALLS SHETLAND
LATE MASTER OF SMACK
VIOLET
OF SCALLOWAY WHO
DIED AT SEA
IN THE 26TH AUGUST
1896
AGED 44 YEARS
UNTIL THE DAY BREAK
AND THE SHADOWS FLY
AWAY
John Goodlad úr Hetlandi
vitjar grøvina saman við
Culam Neilson
William Martin var upprunaliga ein hetlendsk slupp, sum
fiskaði undir Føroyum. Modellið stendur í fiskivinnuskúlanum
í Scalloway
Komandi partur
Emil Madsen Hoff var landslækni í Føroyum. Tveir
smáir synir hansara er grivnir í gamla kirkjugarði.
Frásøgnin er tískil um pápan, og er hon eitt íkast til
donsku embætismannasøguna í Føroyum
Føroysk slupp og hetlendskir sildabátar inni í Lerwick