hósdagur 3. september 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2009
21
Frásøgnin hjá amtmann
inum Pløyen frá ferðini
til Hetlands í 1839 er sera
hugtakandi og áhuga
verd. Í samband við at vit
lýsa hetlendskar fiski
mannagravir í hesi røð,
skal her endurgevast brot
úr hesi frásøgn
F
yrst kom Pløyen til Ler
wick, har tað var mun
andi arbeiði av fiskivinnu
og sjóvinnu.
Her var saltfiskavirking
av toski og longu, og
Pløyen tók beinanvegin
stig til, at føroyingarnir
fóru at læra seg hesa
framleiðsluna.
Síðani fór Pløyen at
ferðast kring um í Het
landi. Hann kom fyrst til
Scalloway. Hagani fór
hann til oynna Burra við
báti, sum líktist teimum
føroysku, men hetlendingar
brúktu meira segl enn
føroyingar. Tann umrøddu
Andrew Laurenson var av
Burra. Hann var føddur
eini fimm ár eftir at Pløyen
var á oynni.
Á oynni Burra sá hann
stórar stakkar av klippfiski,
og ein hóp av fólki bæði
konufólk og mannfólk
sum arbeiddi fisk, eins og
vit nógv ár seinni gjørdu í
Føroyum. Tá var einasta
fiskaframleiðsla í Føroyum
nakað av stokkfiski. Eisini
á Burra vóru teir fúsir at
læra frá sær, hvussu salt
og klippfiskur varð
virkaður.
Fiskurin, sum kom upp á
land á Burra, varð partvíst
veiddur við opnum bátum
og partvíst við sluppum.
Sluppirnar vórðu serliga
nýttar um veturin og várið,
og ein stórur partur av
veiðuni varð fluttur livandi
til London í dammum.
Reiðarin keypti fiskin
fyri avtalaðan prís. Skipini
fiskaðu vanliga við snøri
eins og føroyingar, men
teir veiddu meira enn før
oyingar, tí teir mistu ikki
tolið, sjálvt um fiskurin
ikki tók beinanvegin, og
hetta loysti seg oftast.
Dømi er nevnt um eina
slupp, sum fiskaði undir
Føroyum í ein útsynning úr
Suðuroynni. Henda sluppin
fekk fyrsta túrin 9.000 og
seinna túrin 5.000 toskar,
og manningin var bert átta.
Føroyingar fingu lítið og
einki burtur úr á somu
leiðum.
Línan í Hetlandi
Týdningarmesta veiðan var
tó línuveiða við seks
mannaførum, sum byrjaði
mitt í mai mánaði og
endaði 12. august.
Línuveiðan var so kostn
aðarmikil, at teir fátæku
fiskimenninir ikki høvdu
ráð at fíggja reiðskap og
bát, og tí vóru tað harra
menninir, sum fíggjaðu.
Harvið blivu fiskimenninir
heftir, millum annað við at
skulla selja allan fiskin til
harramannin fyri ein prís,
sum hann ásetti sjálvur.
Hvør lína var 42 favnar
og hevði 10 húkar. Hvør
bátur kundi hava 120 línur,
sum vóru knýttar saman, tá
ið sett var. Tilsamans vóru
1200 húkar á línuni, sum
strekti 5.000 favnar.
Hetlendingar nýttu seið
ella hýsu sum agn, og teir
lótu agnið fjala húkin.
Hetta gjørdi, at fiskurin
slúkti húkin saman við
agninum. Føroyingar lótu
agnið hanga niður frá bug
anum á húkinum. Tá kundi
fiskurin lættliga fara við
agninum uttan at taka
húkin. Hetlendsku húkarnir
vóru bert ein fjórðing til
støddar av húkunum hjá
føroyingum, men fyri tað
fingu teir ikki minni burtur
úr heldur var tað hin
vegin.
Ein útróðrartúrur vardi í
24 tímar. Teir fóru út á
morgni, og fóru so langt
út, at teir sóu ikki land.
Uttan kumpass og uttan at
duga navigatión funnu teir
leiðirnar, har línan verður
sett á 100 favna dýpi. Lín
an hevði søkk og flot, og
eftir nakrar tímar varð
línan drigin aftur, og teir
róðu aftur til lands.
Var nógv at fáa varð
fiskurin sum oftast avhøvd
aður, so meiri fiskur kundi
rúmast í bátinum. Tað var
ótrúligt, hvussu stórar
mongdir av fiski, hesir
fiskimenn kunnu føra til
lands. Hetta kundu okkara
fiskimenn eisini gjørt, um
teir brúktu línu, og um
húkarnir ikki vóru so
stórir, at bert teir størstu
toskarnir kláraðu at gapa
um teir. Føroyingar høvdu
eisini tann fyrimunin, at
tey hægru fjøllini í Føroy
um gjørdi tað lættari at
staðfesta miðini.
Útróðrarstøðir
Fyri at stytta um teinin at
rógva, høvdu hetlendingar
gjørt eina skipan, sum
Pløyen heldur eisini átti at
verið í Føroyum. So nær
sum gjørligt við fiskimið
ini settu teir á stovn útróðr
arstøðir, "haaf stations".
Her høvdu teir skúrar við
koyggjum. Teir kundu gera
sær mat og hvíla, táið
møguleiki var fyri tí. Tann
týdningarmesta útróðrar
støðin var á Feideland
norðast á Mainland, megin
oynni í Hetlandi. Her
støðaðust fiskimenninir í
vertíðini, sum var frá mai
til 12. august. Her lá væl
fyri at draga bátarnar upp á
land, og hiðani var høgligt
at rógva norður eftir og
vestur eftir. Her varð fisk
urin eisini virkaður, og her
fekst øll møgulig útgerð.
60 bátar kundu halda til.
Við hvørjum báti vóru seks
menn. Umframt vóru øll
hini, sum vóru knýtt at
útróðrinum.
Tilsamans vóru upp til
3.000 fiskimenn, sum róðu
út frá slíkum "haaf sta
tions", sum tó minkaðu í
týdningi, tá hetlendingar
fóru at nýta sluppir heldur
enn seksmannafør.
Pløyen heldur, at Oynd
arfjørður og Hvannasund
høvdu verið góð pláss í
Føroyum at havt útróðrar
støður. Men, sum hann
tekur til: “Hetta letur seg
neyvan gera, so leingi
einahandilin er so eina
veldigur, sum hann er.”
Eisini krevst kunnleiki til,
hvussu ein slík skipan skal
setast í verk. Kanska
kundu vit latið hetlend
ingar sjálvar sett seg niður
her og harvið víst okkum,
hvussu hetta skal gerast?
Hilmar Kass hevur greitt
frá, at hetlendingar høvdu
slíkar støðir á Strondum
seinnapartin í 19. øld. Tá
flutti enntá tvær kvinnur
við aftur til Hetlands.
Høvdu vrakarastovn
Tey týdningarmestu
fiskasløgini vóru longa,
toskur og brosma, sum
vórðu virkað til saltfisk.
Men hetta krevur eisini
serkunnleika, og í Hetlandi
høvdu teir eisini ein vrak
arastovn at tryggja dygdina
á framleiðsluni.
Pløyen umrøður eisini
upsaveiðu í Hetlandi, sum
gav nógv av sær. Serliga
var nógvur upsi sunnanfyri
Sumburgh Head, sunnast á
Mainland. Orsøkin var
tann nógvi streymurin,
sum er har. Sum vit eisini
kenna tað, stóð upsin ella
seiðurin antin á djúpum
vatni ella í vatnskorpuni,
og reiðskapurin valdaðist,
hvussu upsin stóð. Sum tað
skilstist varð dorg brúkt, tá
upsin stóð ovarlaga.
Upsin gevur ikki eins
góðan klippfisk og toskur.
Men tá veiðan var bílig og
nógv kundi fáast, so loysti
tað seg kortini.
Pløyen helt seg vita, at
upsi var fiskaður í Føroyum
á hendan hátt fyrr í tíðini,
og hann skilti ikki, hví
henda veiðan var gloymd.
Sjálvt um upsin ikki kundi
avreiðast, kundu hann fisk
ast til egna nýtslu, og før
oyingar plagdu ikki at vera
so kræsnir í mati! Hann
ivaðist ikki í, at upsi mundi
vera at fáa á Munkagrunn
inum, men bert royndir
kundu staðfesta hetta.
Upprunaliga fiskivinnan
í Hetlandi sambært Pløyen
Línan verður egnd
Fiskaturking sum Pløyen upplivdi hana
Útróðrarstøð í Hetlandi
Seksmannafar hjá hetlendingum