fríggjadagur 4. september 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 4. september 2009
13
- Er tað tíðinda-
kammeratarí sum
stýrir informatiónini
og harvið eisini
fatanini hjá borgar-
unum um politisku
skipanina??
A
ftaná veljarakanningina
herfyri vóru miðlarnir á
tremur við niðurstøðum um
orsøkirnar til úrslitini og ikki
minst um laka úrslitið hjá
javnaðarflokkinum.
Leik sum lærd vóru á bredd
unum við niðurstøðum. Aftur
vendandi framsøgnir um sosialt
órættvísi, skattalættar til tey ríku,
einskiljingar og annað odiøst
varð varpað almenninginum.
Mangt bendir eisini á, at
áhaldandi endurtøkurnar um
asosialan politikk hevur máað
burturav veljaraskarðanum hjá
tí eina samgonguflokkinum.
Sigast kann, at hevur endamálið
við tíðindaflutninginum verið at
skaða samgonguna, so hevur
tað eftir øllum at døma eisini
lutvíst eydnast.
Fakta er tó, at stórur partur av
negativu eyðmerkingini av
ABCsamgonguni er grundar
leys og má metast sum rein
manipulatión. Serstakliga tá tað
er sannroynd, at neyvan nakar
journalistur veruliga hevur
ómakað sær at greina førda
politikkin og úrslitini farnu
árini.
Ongan toppskatt
Í 2004 samdust fólka, sam
bands og javnaðarflokkurin
um at tengja skattalættar og
hækkan av Samhaldsfasta
saman. Málið var, at meðal
løntakarar skuldu sleppa undan
toppskatti, samstundis sum
pensionistar, uttan aðra pen
sión, í 2008 skuldu hava
mánaðarliga veiting, sum fyri
stakar skuldi vera 10.000 kr og
hjún 16.000 kr/mðr.
Hetta bjarta mál varð sligið
upp í glens av andstøðuni og
miðlarnir vístu tí lítlan ans.
Ístaðin bleiv ”skattalættar til
tey ríku” júkað uttan íhald,
uttan at nakar í miðlaverðini
eftirkannaði pástandin. Men
hvør er so veruleikin?
Frá 2004 til 2008 sluppu allar
miðalinntøkur millum 170.000
og 270.000 kr undan toppskatti.
Talan var um 4.500 skattgjald
arar, sum ikki longur skuldu
rinda 53% í skatti. Hetta vóru
arbeiðsmenn og kvinnur, hand
verkarar, sjúkrarøktarfrøðingar,
skrivstovufólk, starvsett, banka
fólk, assistentar, lærarar o.s.fr..
Ella sagt øðrvísi, skattalætti til
tey mest skattliga trongdu. Hesi
fingu skattalætta, sum í meðal
svaraði til uml. 15.000 kr árliga
ella ca. 7 kr um tíman í netto
lønarhækking. Nær hevur nøkur
samráðing givið løntakarum
slíkan reallønarvøkstur?
6% í landsskatti
Júkað hevur verið upp í saman,
at tey lágløntu vórðu dýkt undir
í skatti. Tað er eisini ósatt. Tað
eru 40.500 skattgjaldarar í
Føroyum. Útvið helvtin, 18.500
í tali, forvinnur minni enn
150.000 kr árliga.
Tey rinda í dag bert 6% av
samlaða landsskattinum ella 82
mio kr árliga. Hin helvtin, teir
22.000 skattgjaldarar sum
forvinna meira enn 150.000
árliga, rinda heili 94% av lands
skattinum ella 1358 mio kr!
M.a. vísa seinastu tølini frá
Fíggjarmálaráðnum, at allar
inntøkur millum 0 og 50.000 kr
(tað eru 7.900 fólk) forvinna
200 mio kr árliga, men gjalda
bara 2,7 mio kr í landskatti.
Inntøkurnar millum 50.000
og 150.000 kr (tað eru heili
10.600 fólk) forvinna um 1000
mio kr árliga, og tey rinda bert
79 mio kr í landsskatti.
Pensionistar 37% meira
Saman við skattalækkingini frá
2004 til 08 var inngjaldið til
Samhaldsfasta hækkað, og vaks
inngjaldið frá 61 mio kr í 2004
til 245 mio kr í 2008, ella við
meira enn 180 mio kr. Hetta
gjørdi, at útgjaldið til
pensionistar hækkaði frá 48
mio kr í 2004 til 157 mio kr í
2008, ella útvið 110 mio kr.
Fyri stakar pensionistar var
tað ein hækking uppá heili
32%, meðan hjún fingu upp
aftur meira, nevniliga 37%
omaná pensiónina. Ella sagt
øðrvísi, samgongan megnaði at
at fara longur enn lovaða
pensiónslyftið.
Bjarta úrslitið var, at í 2008
fingu stakir pensionistar 10.300
kr/mðr og hjún 16.970 kr/mðr.
Men hetta er púrasta burturtagt.
Sjónligt er eisini, at partur av
skattalættanum, lætnir vóru
undir somu samgongu, vórðu
konverteraðir yvir í Samhalds
fasta og haðani umfordeildur til
tey gomlu. Pensiónshækkingin
var tí søgulig og kunnu skatta
lættarnir saman við pensións
hækkingini metast at vera
stórsta sosiala umforfeilingin í
Føroya søgu nakrantíð.
Men eisini hetta veður dult
sum mansmorð. Eingin tíðinda
maður hevur lýst henda veru
leika fyri borgarunum. Tvørtur
ímóti tykist tað, sum at politiskt
tíðindakammeratarí stýrir in
formatiónini og harvið fatanini
hjá borgarunum um politisku
skipanina. Hetta er stort spell
og eisini ein hóttan móti fólka
ræðinum, sum 4. statsvaldið
annars skuldi verið besti
garantur fyri.
Landið skuldarfrítt
Taka vit so einskiljingarnar, har
landsstýrið sera skilagott í
bestu sølutíð seldi partar av
Føroya Banka og Atlantsflogi.
Hesi feløg, sum landið við
skattgjaldara peningi á sinni
mátti bjarga.
Fyrst fekk landskassin
umvegis vinningsbýti fullan
valuta fyri bjarganina. Síðani
vóru aktivini lutvíst seld.
Úrslitið var, at landið aftaná
søluna var púra skuldarfrítt og
av somu orsøk í dag tolir at
standa móti heimsumfatandi
búskaparkreppuni. Hvat hevði
nyttað at átt partapeningin í t.d.
bankanum í hesum døgum?
Hvat hevði partapeningurin
verið verdur, og hvat hevði
hann munað, nú landinum
tørvar útvið milliard árliga fyri
at varðveita vælferðartænastur
nar? Hví umrøður eingin hesa
sólskinssøgu?
Annað, sum fór púrasta av
sporinum, var pástandurin um
bleyt kontra hørð virði. Vanligi
borgarin hevur fingið ta fatan,
at landsstýri og Løgting í
ábyrgdarloysi hevur spilt allan
peningin uppá asfalt og betong.
Hetta er eisini við síðurnar av.
Landið hevur í mannaminni
bert brúkt um 56% árliga í
meðal av fíggjarlógini til íløgur,
alt íroknað – skúlar, sjúkrahús,
vegir, tunnlar o.s.fr. Helvt um
helvt til heilsu/almanna/
skúlamál og samferðslu. Hetta
er væl minni enn grannalondini
nýta.
Hinvegin brúkar landið árliga
útvið 95% av fíggjarlógini til
rakstur, harav almanna heilsu
og skúlamál uttan íhald hava
fingið 70% árliga, ella í 2009
heilar 3.150 mio kr til nýtslu.
Skoytast kann uppi, at somu
málsøki frá 2004 til 2008 vóru
hækkað við ikki minni enn 560
mio kr Samhaldsfasti ikki
íroknaður. Tosaði nakar um
bleyt virði?
Samanumtikið liggur tað ein
stór ábyrgd á miðlunum at
varpa nøktandi informatiónir til
borgararnar. Í mongum lívsins
viðurskiftum sýnist manipula
tiónin at vera meginreglan og
sannleikin undantakið. Tí slepst
ikki undan, og tí tørvar okkum
øllum áhaldandi
sjálvrannsakan, har miðlarnir
eisini viðhvørt áttu at tikið í
egnan barm.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Manipulatiónin meginreglan
og veruleikin undantakið?
Tíðargreinin
tíðargreinin
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður