Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 168 - 4. september 2009 SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Gransking – kostnaðarmikil fortreyt fyri menning Gransking og nýmenning eru fortreytir fyri, at eitt land skal kunna mennast og megna kappingina í altjóðagjørda heiminum. Skal eitt samfelag kunna standa seg í kappingini við onnur samfeløg er neyðugt at satsa uppá vitanarframleiðslu og ein fortreytin fyri hesum er, at granskingin hevur góð og mennandi kor. Ein meginfortreytin fyri menning av gransking og nýmenning er neyðturvilig fígging. Sambært altjóða ST felagskapin OECD eigur framkomið samfelag at nýta í minsta lagi 3% av bruttotjóðar­ úrtøkuni til gransking og nýmenning, um viðkom­ andi samfelag skal kunna standa seg og støðugt mennast sum eitt framkomið land. Í okkara føri vildi hetta merkt, at vit her í Føroyum skuldu nýtt einar 300 milliónir krónur til gransking og nýmenning. Í okkara grannalondum er vanligt, at vinnulív og privatir grunnar stuðla granskingini, soleiðis at ikki allur peningur til hetta endamál skal útvegast yvir almennu fíggjarlógina. Vit hava tó í Føroyum ikki siðvenju fyri einum slíkum fíggingarmmyndli og tað man fara at ganga rúm tíð, áðrenn føroyska vinnulívið fer at fíggja eins nógv av granskingini og gjørt verður í okkara grannalondum. Vit verða tí ivaleyst noydd til at viðurkenna, at ein lutfalsliga stórur partur av granskingarfíggingini má útvegast yvir løgtingsfíggjarlógina. Mett verður, at tær 200 milliónirnar mugu útvegast á hendan hátt, meðan tær 100 milliónirnar, sum skulu til fyri at røkka teimum trimum prosentum av BTÚ eiga at verða útvegaðar frá øðrum fíggingarkeldum, eitt nú privatum fyritøkum og frá ES granskingarprogrammum, sum vit nú hava møguleika fyri at taka lut í. Hvussu er so støðan í dag, tá vit hugsa um almennu játtaninar til gransking og nýmenning? Taka vit Granskingargrunnin fyrst, so hevur hann árliga umleið 7 milliónir at býta út eftir umsókn til granskingarverkætlanir. Mett verður, at einar 90 milliónir verða í Føroyum nýttar til gransking og nýmenning, íroknað nevndu játtan til Granskingargrunnin. Hetta svarar til umleið 0,90% av BTÚ. Av hesum koma umleið 65 millónir úr almennum kassum so ella so, oftast av játtanunum til stovnar, ið granska, t.d. Havstovan, Heilsufrøðiliga starvstovan, Náttúrugripasavnið, Fróðskaparsetrið o.a., meðan restin kemur frá vinnuni og útlendskum fíggingarkeldum. Granskingargrunnurin eigur at verða høvuðsálitið hjá føroyskari gransking. Grunnurin fekk hesaferð 46 umsóknir um stuðul til verkætlanir. Søkt varð um umleið 35 milliónir krónur innan tey seks høvuðsøkini, sum Granskingarráðið flokkar umsókninar eftir. Tað skal ikki nógv hugflog til at staðfesta, at játtaninar, sum í dag eru tøkar til føroyska gransking eru fjart frá teimum upphædd­ um, sum OECD mælir til at nýta. Her liggur ein stór avbjóðing til løgting, landstýri, vinnulív og ikki minst til granskingina sjálva, ið má venja seg til at troyta nýggjar útlendskar samstarvs- og fíggingarmøgulkeikar, eitt nú við ES samstarvinum. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Tað er at vóna, at tað ikki eru fleiri enn Rolf Gutte­ sen, ið hava misskilt mínar viðmerkingar (í blaðnum 28. aug.) um stavraðið. Men eg haldi tað kortini vera neyðugt at vísa á, at viðmerkingarnar fyrst og fremst snúðu seg um eitt: at tað – at uttan mun til, hvat stavrað vit hava – er neyðugt at hava ein leist. Og verður stavraðið broytt, má havast í huga, hvussu leisturin skal broytast. Annars verður ikki møgu­ ligt hjá okkum at umsita okkara skriftmál. Her snýr tað seg serliga um tey, ið dagliga fáast við at undir­ vísa, útgeva, rættlesa, geva út, varpa út, ráðgeva í málsligum spurningum, stavseting av fólkanøvnum o.s.fr. Teimum nýtist ein leist. Hetta var tað, ið eg vildi vísa á. Tað snýr seg ikki um at vera fyri ella ímóti, men at duga at skilja, at eitt og hvørt skriftmál má hava ein leist. Og tí má havast í huga, hvør leisturin skal vera, áðrenn støða verður tikin. Higartil hava vit lagað tøkuorð og fremmandaorð til okkara egna stavrað. Her eru nøkur dømi: ambulansa, avokado, bakkur, basilla, blits, bolsjevisma, elektrisitet, fasisma, gasella, gullasj, hyasint, influensa, kanselli, kekkur, kettjup, klassis­ isma, konsert, krem, marsj­ ur, medisin, nasisma, offiserur, oson, penisillin, prosent, rasisma, sello, sement, sensurur, sigarett, sirkus, sirkul, sitrón, sjoku­ láta, skisofrenur, skora, sosialisma, sosialur, súkkla, sylindari, trapets, trukkur, tussjpennur o.s.fr. Spurningurin er tískil: skal haldast fast við hetta ella ikki – og skulu tey orð, ið vit higartil hava lagað til okkara stavrað, broytast aftur? Hetta eru gerandis­ orð, og tí fer ein og hvør broyting at ávirka okkara skriftmál almikið. Her má vera ein greið regla, tí vit kunnu ikki skriva hvør í sínum lagi. Tað verður ikki gjørt nakrastaðni, har ið lond hava eitt framkomið regluskipað skriftmál. Eitt skriftmál er ein samskiftis­ miðil, og tí má tað vera eintýðugt, so vit kunnu skilja hvør annan og hvat vit lesa, annaðhvørt tað er tíðindabløð, skaldskapur, undirvísingartilfar, vís­inda­ ligt tilfar, kunngerðir ella lógartekstir. Tað er neyð­ ugt, at orðini merkja tað sama og stavast á sama hátt hjá okkum øllum, annars eru vit ikki før fyri at skilja hvør annan. So uttan mun til hvat tú sum einstaklingur heldur um skriftmálið er neyðugt at halda seg innan fyri teir karmar, ið okkara skriftmál ásetur. Fara fólk at laga skriftmálið til sín egna tørv, er tað at bróta okkara skriftmál miðvíst niður. Harumframt: Tað var ikki heimsatlasið, ið var høvuðsinnihaldið í mínum brævi, men eg nevndi, at viðvíkjandi stavseting av landanøvnum hevur eisini verið siðvenja at laga tey til okkara egna stavrað. So tað er eisini nakað, ið má takast upp, um stavraðið verður broytt. Vit hava onga rættskriv­ ingarlóg í Føroyum, tískil fari eg at vísa á § 1 og § 2, stk. 1 í donsku rættskriving­ arlógini, har tað er greitt, at øll skulu fylgja donsku rættskrivingini: ”§ 1 Dansk retskrivning fastlægges af Dansk Sprog­ nævn og offentliggøres i Dansk Sprognævns ret­ skrivningsordbog. Stk. 2. Ved fastlæggelsen af dansk retskrivning følger Dansk Sprognævn de regler, der er fastsat i eller i medfør af lov om Dansk Sprognævn. § 2 Dansk retskrivning skal følges af alle dele af den offentlige forvaltning, af Folketinget og myndig­ heder med tilknytning til Folketinget samt af dom­ stolene. Det samme gælder ikkeoffentlige uddannelses institutioner, som modtager dækning af driftsomkostn­ ingerne på halvdelen eller mere, og private og sel­vej­ ende skoler, hvor børn opfylder undervisnings­ pligten.” (Retskrivningsloven. Lov nr. 332 af 14.5.1997 om dansk retskrivning.) Tann fyrsta almenna danska rættskrivingar­ orðabókin var Svend Grundt­vig: Dansk Haand­ ordbog 1872, og nógvar eru sum kunnugt komnar síðan. Tað er upp á tíðina, at vit fáa eina rættskriving­ arlóg í Føroyum, sum er samtykt í løgtinginum. Men tá krevst, at vit eisini geva út eina rættskriving­ arorðabók, sum vit kunnu halda okkum til. So fáa vit skipað viðurskifti á hesum øki og ein lógarfestan leist. Føroyar kunnu ikki standa aftan fyri onnur lond á hesum øki. Vit kunnu ikki skriva hvør í sínum lagi, tí so detta vit burturímillum, og eingin fer at taka okkara mál í álvara. Stavraðið enn einaferð Marjun A. Simonsen Lesið Sosialin - so eru tit við