Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 168 - 4. september 2009 Dia betik­ arar VIT hoyra, at teir umleið 1800 diabetikararnir í Før­ oyum, sum hava fingið stað­ fest diabetes, harav næstan 300 mugu taka insulin upp til fleiri ferðir dagliga, mugu grava ógvuliga niðarlaga í kistuni eftir peningi, skulu endarnir røkka saman eftir sparingarnar. Fyrst varð egingjaldið til heilivág hækkað úr 200 til 400 krónur um ársfjórðingin fyri fólkapensjónistar, og úr 400 til 600 krónur fyri onnur. Síðani tekur Sjúkrakassin ískoytið til ymisk sløg av heilivági burtur. Fyri fleiri menn er hetta eitt sera svárt inntriv, tí hjá monnum við diabetes kunnu æðrarnar í penis forkálkast, og teir fáa trupulleikar við at fáa reising. Teir hava higartil, við hjálp av Viagra, kunnað havt eitt nøkulunda vanligt kynslív. Men nú mugu teir sjálvir bera allan kostnaðin, upp til 120 krónur fyri hvørja tablettina ella 1200 krónur pakkan. Fyri fólk við diabetes er kosturin ein partur av viðgerðini, og hava fólk við diabetes størri útreiðslur til mat enn onnur fólk. Í juni mánaði varð upphæddin til kostískoytið til diabetikarar skerd um mánaðin. Fyri fólk við diabetes er fótarøkt eisini ein sera umráðandi viðgerð. Diabetikarar fáa sár á føturnar, og kemur bruni í, kann avleiðingin verða, at neyðugt er at seta fótin av. Men í sparingunum var fótarøkt til diabetikarar mett sum »kosmetisk«, og er ískoytið tí strikað, og sjúklingurin má gjalda allan kostnaðin sjálvur. Hvør sær kann hetta tykjast sum smáar útreiðslur, men tá alt verður lagt saman, og havt verður í huga, at meginparturin av diabetikarunum í Føroyum eru fólkapensjónistar, sum frammanundan hava lítið at geva av, er talan í roynd og veru um eina óhugnaliga tunga byrðu at bera. Fiskasølumet Hagtølini, sum vísa norska fiskavøruútflutningin, veksa í hvørjum og harafturat í stórum. Í august útfluttu norðmenn fiskavørur fyri 3,3 milliardir norskar krónur, sum var heili 26 prosent meiri enn í sama mánaði í fjør, skrivar NTB. August var samstundis tann áttandi mánaðurin á rað, at útflutningsvirðið á fiskavørum var oman fyri tríggjar milliardir krónur. Hagstovan sigur, at higartil í ár hevur Noreg útflutt fiskavørur fyri 26,9 milliardir norskar krónur, og tað eru 4,3 milliardir meiri enn somu mánaðir í 2008. Sagt verður, at meiri enn helmingurin av útflutningsvirðinum í síðsta mánað stavaði frá alilaksi. Samstarv er loysnin Sambært einari nýggjari frágreiðing er vandi fyri, at Russland fer at brúka sína hermegi til at leggja dent á síni krøv í økinum kring Norðpólin. Men hvørki danskir ella grønlendskir politikarar halda, at spurningurin um ræðisrætt í økinum fer at elva til hernaðarligt stríð við Russland. Juliane Henningsen, fólkatingslimur fyri IA, sigur við Information, at londini, sum hava áhuga í økinum kring pólin, eiga at fara til samráðingarborðið at finna eina semju. Tað sama sigur uttanríkispolitiski framsøgumaðurin hjá donsku sosialdemokratunum, Jeppe Kofood, við blaðið. Fólk við breki VIT hoyra, at stuðlar hjá bæði menningartarnaðum og rørslutarnaðum, ikki longur verða settir í starv. Hetta merkir, at sigur ein stuðul upp ella verður sjúk ur, so fær tann, ið ber brek, onga hjálp. Samstundis sum nógvir av møguleikunum hjá teimum, sum bera brek, eru skerdir munandi, tí tey ikki kunnu hava stuðulin við sær, tá tey skulu út. Millum annað ber ikki longur til at hava stuðul við til serstøk tiltøk, so sum legurnar fyri brekað í Nesvík og á Zarepta. Heldur ikki sleppa tey til fótbóltsdystir, sjónleik og so framvegis. Treytirnar hjá stuðlunum eru eisini versnaðar. Hesi, sum ofta starvast einsamøll, fáa framyvir onga supervisión, ella at tosa teirra viðurskifti við serfrøðingar. Men tað eru ikki bara stuðlarnir, sum eru skerdir. Konkret dømi er eisini um, at fólk við breki, sum hava verið uttanlands, tí nøktandi tilboð ikki eru í Føroyum, brádliga eru tikin heim, uttan nakra ávaring. Hetta, hóast ongin er at taka ímóti teimum. Umlættingin, sum hevur verið fyri fólk við breki, ið búgva heima, er eisini skerd munandi, hóast hon hevur verið kærkomin hjá næstringunum. Samstundis, sum vit hoyra dømi um, at brúkarar eru fluttir úr einum sambýli í annað, uttan nakra ávaring. Næmingar við breki, sleppa færri tímar í skúla, hóast tey eru vorðin eitt ár eldri. Eisini er tað soleiðis, at fólk við umsøknum til ymiskt frá Almannastovuni fáa játtandi svar, men við eini viðmerking, at ongin peningur er, og tí ber ikki til hóast alt. Dømini, sum her eru nevnd, er bert nøkur fá úr rúgvuni, um hvussu umstøðurnar hjá fólki við breki eru versnaðar. Sjúk­ lingar annars VIT hoyra, at tað kemur oftari fyri enn nakrantíð, at pakkar við heilivági ikki verða loystir út av apotekum og posthúsum. Tað vil siga, at tað júst nú eru fólk í Føroyum, sum ikki taka sítt medisin, tí tey hava ­ Vit mugu bara royna at greiða teimum frá støð­ uni. Men satt at siga eru nøkur øgiliga kedd og illa við, sigur Hjalti Gunna­ rstein, apotekari í Runa­ vík. Ringast staddir eru hjartasjúklingar og demensjúklingar, men broytingarnar merkja eisini øll onnur, ið taka medisin. Pensjónistar hava fyrr í mesta lagið goldið 200 krónur um mánaðin fyri heilivág. Hetta tal er trífaldað, so pensjónistar nú rinda 1600 krónur meira um árið, enn teir hava gjørt. Harafturat kemur, at broytingar eru gjørdar í Sjúkrakassanum, sum fyri yngri fólk merkir, at Sjúkrakassin bert rindar helvtina, har tað fyrr hevur verið tríggir fjórðingar. Hetta hevur við sær, at fólk, ið nýta heilivág, mugu rinda dupult so nógv til heilivág, í mun til frammanundan. Tí teirra gjald er farið frá einum fjórðingi í eina helvt av kostnaðinum. Krabb a­ meins sjúk­ lingar VIT hoyra um krabba­ meinssjúklingar, ið nú ongan fylgjara fáa við sær, tá tey skulu uttanlands til viðgerð. Omanfyri 200 føroyingar fáa árliga staðfest krabba­ mein, og hesi fólk koma ofta í vanlukkuliga støðu, har dygg ur sálarligur stuðul er neyð ugur partur av við gerð­ ini. Men herfyri varð avgerð tikin um at krabba meins­ sjúklingar, ið mugu til Dan­ markar ella aðrastaðni at fáa viðgerð, ikki hava rætt til fylgjara. Einstaki læknin situr við avgerðini, og er tað upp til hann at meta um, hvørt sjúklingurin er nóg sjúkur til at hann hóast alt skal hava fylgjara við sær. Samstundis hava læknarnir fingið at vita, at teir skulu brúka sum minst og spara sum mest. Úrslitið er, at ein krabbameinssjúklingur, tá hann fer í viðgerð ella til eftirlit uttanlands, kann standa púra einsamallur tá hann fær tað, sum hann kann uppliva sum ein deyðadóm, lisnan niður yvir seg.