Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 168 - 4. september 2009 Sleppa til Kuba at vitja Amerikanarar, sum hava skyldfólk í Kuba, sleppa nú at vitja tey so ofta og so leingi, sum teimum lystir. Tað sigur amerikanska fíggjarmálaráðið og vísir til eina nýggja kunngerð, sum júst er komin í gildi. Í vár boðaði Barack Obama, forseti, frá, at hann ætlaði sær at linka amerikonsku handilstiltøkuni ímóti Kuba, og tann nýggja kunngerðin er eitt beinleiðis úrslit av ætlan hansara, skrivar AP. Nakrar treytir eru kortini. Sagt verður, at amerikanarar, sum fara til Kuba at vitja skyldfólk, skulu ikki brúka meiri enn í mesta lagi 179 dollarar ella 915 krónur um dagin, meðan teir eru har. Ísland nógvar møguleikar Norðmaðurin Svein Harald Øygard, sum røkti starvið sum stjóri í íslendska Seðlabankanum nakrar mánaðir, sigur í einari samrøðu, at einki land í Evropa hevur so stórar møguleikar innan virðisøking sum Ísland. Hann nevnir fiskin, orkuna, ferðavinnuna og tøkni sum øki, har íslendingar hava størri møguleikar enn onnur. Svein Harald Øygaard sigur við Aftenposten, at íslendska bankakreppan er munandi verri enn tilsvarandi kreppur, sum hava verið í Noregi, men av íslendingar longu hava tikið týðandi stig til at endurreisa samfelagið. Økið børn og ung VIT hoyra um økið »Børn og ung«, sum hevur ligið í andaleypi seinasta árið. Familju deildin á Barna­ heim inum og Familjuhúsið á Argjum, ið varð sett á stovn eftir drúgvu umtaluna við Lítla Peturi, eru niður­ løgd. Starvsfólkini, ið gjøgn um mánaðir og ár hava uppbygt servitan á økinum, eru uppsøgd og ganga nú arbeiðsleys og blóma við sínum dýrt keyptu útbúgving og serkunnleika. Ein nýggj Familjudeild er sett á stovn, har hesi bæði umrøddu skulu savnast, men enn er millum lítið og einki hent, og deildin er ikki komin upp at virka. Harafturat skulu nýggju starvsfólkini av nýggjum undir at uppbyggja servitan á økinum – somu vitan, ið varð uppsøgd og skúgvað til viks. Ímeðan henda sokallaða »umskipanin« av økinum hevur staðið við – og enn fer fram ­ eiga familjur og børn í svárum trupulleikum ongan góðan. Einki bráðfeingistilboð er til familjurnar, og barnaverndartænasturnar kring landið hava ongastaðni at vísa slíkum familjum til. Harafturat eru tveir aðrir stovnar, Rókin og Slóðin, lagdir saman, og barnaverndartænasturnar kring landið hava áður víst á, at tað neyvan eru fakligar grundgevingar fyri at leggja tveir slíkar stovnar saman. AnAlysA Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hvønn tann evig einasta dag fáa vit her á redaktiónini desperatar áheitanir frá føroyingum, sum ikki vita sær síni livandi ráð, tí tey eru so har rakt av ógvu slig­ um sparingum og so ­ nevndum umleggingum á almanna­ og heilsuøkinum. VIT hoyra um: Pen sion­ istar, sum droppa heilivágin, tí hann er vorðin ov dýrur. Familju deildina á Barna­ heiminum, sum bara varð niðurløgd. Menn ingar tar­ nað, sum uttan ávaring verða tikin heim av donsk­ um bústovnum. Fólk við skerd um førleika, sum missa rættin til stuðlar. Krabba meinssjúklingar, sum ikki longur fáa fylgjara við á Ríkissjúkrahúsið. Dia betessjúklingar, sum hava mist rættin til fótarøkt. Dement, sum mugu rinda túsundtals krónur fyri heili­ vág. Menningartarnað, sum verða flutt millum búpláss uttan ávaring… og vit kundu blivið við og við og við.. Vit hava loyvt okkum, at vísa á nakrar fáar av teimum mongu avleiðingunum, sum politikkurin hesar sein­ astu mánaðirnar hevur havt við sær. Hjá okkum, sum sita hinu megin borðið, tykist tað sum, at arbeitt verður utt an mál og mið. Veikastu borgarar landsing hava ikki uppiborið slíka viðferð, sum elvir til bæði ótrygg­ leika og ørkymlan. Hetta kunnu tit ikki bjóða fólki. Og tá tit politikarar, sum hava ábyrgdina av øllum hes um ruðuleikanum, lesa Sosialin í dag, venda tit helst fyrst vreiðina móti okkum. Tað gera tit so ofta, tá miðlarnir fortelja tykkum sannleikan. Aftan á peika tit eftir hvørjum øðrum, fyri á tann hátt at tváa hendur tykkar. Men okkara vón er, at tit held ur taka á tykkum leik­ lutin sum verjar hjá teim um veikastu føroyingunum. Takið ábyrgd og vísið tykk um sum rættar menn – ella røtt konufólk. Vísið náði Vælferðarføroyar eru í fillum. Hetta er syndarliga støðan, nú Landsstýrið hetta seinasta hálva árið hevur verið úti við líggjanum. Størstu ofrini eru tey, sum frammanundan hava ilt við at verja seg: pensionistar, menningartarnað, sjúklingar og børn og ung við stórum trupulleikum. Og vit spyrja okkum sjálvi: hví skulu hesi, sum frammanundan hava so smalar herðar, bera so tungar byrðar, meðan vit onnur nærum onki føla til kreppuna. Er hetta tað landið, sum okkum hóvar? Dement og hjarta­ sjúk VIT hoyra at, at fólk demens og hjartasjúkum ikki longur fáa nakran stuðul frá landinum til teirra heilivág. Í praksis merkir hetta, at pensjónistar, sum fyrr hava goldið 200 krónur um ársfjórðingin fyri hjartamedisin ella heili­ vág ímóti demens, í summum førum koma at rinda omanfyri 3000 krónur heilivágin. Orsøkin finst í nøkrum broytingum, sum eru gjørdar seinastu mánaðirnar. Fyri ávísan heilivág hjá hjartasjúklingum og dementsjúklingum er allur stuðul frá Sjúkrakassanum og tí almenna tikin burtur í eini ætlan at fáa fólk at nýta bíligari heilivág. Sjúklingarnir vita lítið um hetta og fara ørkymlaðir heimaftur við boðum frá apotekinum at fara til læknan at kanna, um tað ber til at nýta bíligari heilivág.