Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 168 - 4. september 2009 Allir teir tríggir fysio­terapeutarnir á sjúkrahúsinum í Klaksvík eru ungir, allir eru úr Eysturo­ynni, o­g so­ eru tey bygdarfólk afturat. Og sambært leiðaranum er tað tann bera tilvild Heilsuverk Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Jú, tað er heilt tilvildarligt, at tey trý úr Norðragøtu manna fysioterapideildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Um tað er ein fyrimunur? - Sjálvandi er tað stuttligt og sosialt, at vit kenna hvør annan væl frammanundan, sigur 28 ára gamla Erla Nielsen, sum er leiðari á deildini. Hon ásannar tó, at øll trý eru nýliga útbúgvin, og at reint fakliga hevði tað verið ein fyrimunur, at ein meiri royndur fysiotera- peutur eisini var á sjúkra- húsinum. Sjálv tók hon útbúgvingina í Odense og var liðug har í 2007. Javn- aldur hennara, 28 ára gamla Sólfríð Skoradal, tók prógv í Holstebro í fjør, og tað gjørdi tann 37 ára gamli Henning Jarnskor eisini. Erla dugir ikki at siga, um tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum arbeiða sum fysioterapeutar. Fyri sjálvt arbeiðið hevur tað ikki so stóran týdning, tí bæði menn og kvinnur kunnu fullføra allar arbeiðsuppgávurnar. Hinvegin kann tað onkuntíð vera ein fyrimunur, at ein er likamliga væl fyri, tí tað er altíð likamliga krevjandi at arbeiða við fólki, sum ikki hava fullan førleika. Fjølbroytt arbeiði Á sjúkrahúsinum í Klaksvík eru tvær deildir, ein skurð- deild og ein medisinsk deild. Hagar koma sjúkling- ar, ið hava tørv á bráðneyð- ugari viðgerð, og teir, sum hava tørv á uppvenjing aft- an á viðgerðina, koma so til fysioterapi á sjúkrahúsinum. Á skurðdeildini eru eisini skurðviðgerðir av ymsum slagi so sum av knæ- og mjadnaskurðviðgerðir, og tá er tað uppgávan hjá fysio- terapeutunum at venja fólk aftan á viðgerðina. Eisini hjálpa tey fólki, sum hava fingið skurðvið- gerð aðrastaðni enn í Klaks- vík, og sum koma hagar til uppvenjing. Undir liðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er Norðoya Røktarheim, og summi av teimum, sum har eru, fáa eisini venjing við teimum trimum fysioterapeutunum. Herumframt kunnu fólk eis- ini koma til til venjingar eftir ávísing frá lækna, og í summum førum verða fólk innløgd til uppvenjing. - Okkara høvuðsuppgáva er at halda førleikan hjá teimum ymsu sjúklingunum viðlíka ella at bøta um hann, sigur Erla Nielsen. Stuttligir dagar Hóast tey arbeiða á sjúkra- húsinum í Klaksvík, eru tað ikki bara klaksvíkingar ella fólk úr Norðyggjum, sum koma á fysioterapideildina til venjingar. Fleiri eystur- oyingar fara undir Leirvíks- fjørð til venjingar, og fólk koma eisini úr øðrum pláss- um í landinum. Felags fyri øll er, at tey eru góð at fáast við, sigur leiðarin. - Ja, vit kunnu ikki siga annað, enn at tað eru nógvir stuttligir dagar við sera fittum fólki. Mýkjararnir úr Gøtu Erla Nielsen, Henning Jarnskor og Sólfríð Skoradal Mynd: Jóannes Poulsen Erla Nielsen: -Tað eru nógvir stuttligir dagar við fittum fólki Mynd: Árni Joensen Sólfríð og Jakku Høgnesen práta um venjingarnar Mynd: Jóannes Poulsen Henning hjálpir Mildrid Samson við einari venjingarmaskinu Mynd: Jóannes Poulsen Funnu stóra oljuleið Oljufelagið BP Plc kunngjørdi í gjár, at tað hevur funnið eina stóra oljuleið undir havbotninum í Meksikoflógvanum, og at felagið væntar at fáa eina milliard tunnur upp haðani. Marknaðarserfrøðingurin Iain Armstrong sigur við Reuters, at oljufundið er so mikið stórt, at tað kann ávirka oljuprísin á heimsmarknaðinum í komandi árum. BP er størsta oljufelag í USA og er tað felag, sum hevur flest rættindi á oljuleiðunum í Meksikanska Flógvanum. Onnur feløg, sum hava munandi rættindi har, eru tað brasilska Petrobras, sum eigur 20 prosent, og tað amerikanska ConocoPhillips við 18 prosentum.