fríggjadagur 4. september 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kvarta millión
fyri ein Ingálv
Nr. 168 | vikuskifti | 4. september 2009 | 83. árgangur
Vikuskifti
280.000 krónur skal privatur seljari hava fyri málningin »Trolari« hjá
Ingálv av Reyni. Møguligi keyparin heldur ondini
O, tær fúlheitir, hugsaði eg, her stríðist
tjóðin fyri at varðveita ein neyðars morgun
lestur í nakrar fáar minuttir seint á morgni,
og so koma tey ungu við sovorðnum ónærilig
heitum. Men tað líkist hesum unga, ikki vilja
tey hoyra Guds orð, heldur vilja tey hava hor
og so upp á handan mátan. Hatta, at tað
skuldi fyriganga í einum bóli, man vera tað
sama sum, at tey hava verið fleiri um tað.
Ikki verður upplýst, hvussu nógv blivu tikin í
hesum bólinum, men kvinnan hevur neyvan
verið so óroynd, sum portalurin vil vera við.
Hví ein sovorðin fallin kvinna skal kallast
songkvinna, er ein gáta. Gott nokk fyrigongur
hatta hundalívið ofta í einari song, men tað
ber til aðrastaðni eisini. Fyrr fóru tey út í
hoyggjhúsið. Guds orð talar um syndarar
og tollarar, og er talan um falnar kvinnur,
so verða tær ikki kallaðar songkvinnur ella
songarkvinnur, men við nógv ljótari orðum.
Eitt gamalt danskt orð er ‘bolerske’, so
her sær mann skyldskapin millum ‘ból’ og
núføroyskt grísarí. Tað kann vera, at tey
vóru ómodernað fyrr í tíðini, men tá ið tað
kom til tað ósediliga, so var einki í vegin við
fantasiini. Eftir er bara at fáa at vita, hvussu
nógv vóru í bólinum. Av samanhanginum
framgongur, at songkvinnan ordiliga fekk
roynt seg, so nú er hon ikki óroynd longur.
Annars áttu Sosialurin og Portalurin
heldur at lagt doyðin á at fáa okkum ein
morgunlestur afturat. Hann kundi til dømis
verið um kvøldið, so tey ungu fingu annað at
hugsa um enn at hundast og bølast í bóli við
songkvinnu.
(MT)
Óroynd songkvinna tók øll á bóli
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð