fríggjadagur 4. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
Nr. 168 • 4. september 2009
Fá duga sum norski rithøv
undurin Anne B. Ragde at
fanga lesaran og skapa eitt
gott drama eisini uttanfyri
bøkurnar. Í næstu viku vitj
ar nógv umrøddi rithøvund
urin í Føroyum
Hon var ikki blíð, tá hon tók stig
til eitt mótmælisskriv, sum varð
sent norska forsetisráðharranum
Jens Stoltenberg, tá hann
umbar eitt norskt endurprent av
Muhammed-tekningunum. Og
hon var í øðini, tá ongin mynd
av henni var við á einum stórum
listaverki, sum ímyndaði fremstu
norsku rithøvundarnar seinnu
árini.
Norski rithøvundurin Anne B.
Ragde skapar uppmerksemi kring
tað, hon ger - eisini tá hon skrivar
bøkur. Eftir bert fáum árum er hon
vorðin ein tann fremsti metseljarin í
Norðurlondum, og fleiri av hennara
bókum verða nú gjørdar til film.
Og millum bókafólk er ofta
lívligur orðadráttur um, hvar á
bókmentaliga góðskustiganum,
Anne B. Ragde hoyrir heima.
Skaldsliga spreingir hon ikki
beinleiðis nakran mátistokk, men
sum frásøgukvinna hevur Anne
B. Ragde betri tak á lesararnum
enn nógvir av teimum heilt góðu
krimihøvundunum.
At evnini at siga frá sínum
egnu bókum heldur ikki feila
nakað, kunnu áhoyrarar sleppa at
uppliva, tá Anne B. Ragde vitjar í
Norðurlandahúsinum í næstu viku.
Smá lív
Nógvir føroyskir lesarar kennast tó
uttan iva longu við Anne B. Ragde.
Í 2007 kom hennara skaldsøga
Berlinaraspirnar frá 2004 út í
føroyskari týðing, sum skjótt var at
síggja á føroysku metsølulistunum.
Í Noreg lá skaldsøgan ovast á met-
sølulistunum í 76 vikur á rað, og er
hon nú týdd til 12 mál, umframt at
hon hevur fingið fleiri virðislønir.
Og nettup í Berlinaraspirnar
koma styrkirnar hjá Ragde sum
søgusigari kanska serliga væl til
sjóndar. Her sigur hon søguna um
nøkur smá menniskju og teirra at
síggja til lítið merkisverdu lív, sum
sjálvandi vísa seg at fjala yvir eitt
familjudrama av teimum heilt stóru.
Men sjálvt tá dramatikkurin er í
hæddini, gloymir høvundurin ikki
smálutirnar, sum hon lýsir á ein
hátt, so tú næstan kanst nema við
teir - um tað so eru andlitsdrøgini
hjá jarðarferðarmanninum, sum
hann ærukærur setur á júst
rættan hátt, tá hann skal út til
eitt sjálvmorð, ella vónbrotið hjá
elsta beiggjanum, tá hann umsíðir
hevur eina gentu við heim, men
sum ráðisliga mamman aldrin vildi
síggja aftur, tí gentan smurdi ov
nógv livurpostei uppá breyðið.
Ímillum smáu gerandishend-
ingarnar hóttir stóra familjukon-
struktónin alla tíðina við at skrædna.
Og við eini tyranniskari mammu,
sum heldur kvørkatak á øllum
rundan um seg við sínum lygnum
og loyndarmálum, er lítið annað at
gera, enn at bíða til hon doyr. Kortini
megna hesi smáu menniskjuni
altíð at liva víðari í sannføringini
um, at tað heila nokk skal ganga
allíkavæl. Um tað so bara er, tí teirra
væntanir til heimin og menniskjuni
eru so smáar, at sjálvt minsta
menniskjaligheitin verður ein gáva,
sum ein ummælari tók til.
Juhu!, mamma er
deyð
Við Berlinaraspirnum og tveimum
seinni bókum fekk Anne B.
Ragde av álvara tak á breiðu
lesarafjøldini í Norðurlondum.
Og bókavinnan hevur verið skjót
at brúka høvið til nú at fáa týtt
nakrar av hennara fyrstu bókum.
Fyri stuttum kom so skaldsøgan
Arseniktårnet frá 2001 út á
donskum, og onki bendir á, at
Ragde-fjepparar eru mettir enn.
Aftur hesuferð snarar søgan
kring eina mammu, sum alt
lívið hevur hildið familjuni kring
seg fast í síni kleimnu hond av
útspekuleraðum ábreiðslum og
lygnum. Tá mamman umsíðir
doyr, leypir dóttirin Ruby til
telefonina at fortelja síni egnu
dóttir gleðiboðini:
„Mamma er deyð. Er tað ikki
fantastiskt?“ rópar Ruby flenn-
andi í telefonini, meðan dótturin
hevur ilt við at fata, at hennara
fitta omma í veruleikanum
var ein hatursfull heks. Herfrá
leitar søgan aftur í tíðina til
uppvøksturin hjá Ruby hjá eini
brennivínstystari og illa lyntari
mammu, sum aftur og aftur lat
dóttrina vita, hvussu hon hevði
oyðilagt eiggiliga kroppin hjá
mammuni, hennara karrieru sum
sangari og hennara møguleikar.
Aftur hesuferð leyp Anne B.
Ragde beint inn á metsølulistar-
nar, og tað skuldi undra, um ikki
eisini hendan skaldsøgan finst í
eini føroyskari týðing um ikki so
langa tíð.
Umtrídd dáma
Heldur ikki í nútíðar norska
samfelagskjakinum gongur tað
stillisliga fyri seg kring Anne B.
Ragde. Millum annað gav tað at
bíta, tá norski forsetisráðharrin
Jens Stoltenberg í 2007 gav mus-
limum eina almenna umbering
fyri, at eitt norskt tíðarrit hevði
endurprenta umstríddu Muham-
med-tekningarnar. Umberingin
fekk slíka øði í Anne B. Ragde, at
hon tók stig til eitt móttmælisskriv,
sum í harðligum vendingum minti
forsetisráðharran á, at tíðarritið
bara hevði brúkt sítt talu- og skrivi-
frælsið.
Og umstríddi norski høvundurin
fann seg heldur ikki í at verða
skúgvað til viks av fínara bók-
mentaparnassinum, tá eitt
listaverk við myndum av fremstu
norsku høvundunum varð avdúkað
í Bókmentahúsinum í Oslo. Við
eini neglafíl lirkaði hon seg inn
í Bókmentahúsið á miðjari nátt
og klistraði sjey myndir av sær
sjálvari út yvir listaverkið.
„Eg gjørdi tað í neyðverju
og vegna fleiri aðrar norskar
rithøvundar“, segði hon aftaná
hendingina.
Heldur ikki tá myndirnar av
Anne B. Ragde vórðu tiknar niður
dagin eftir, var hon sinnað at tiga.
„Ósolidariskt, ómentað og reint
herverk“ staðfesti hon turrisliga í
Aftenposten.
Anne B. Ragde vitjar í Norður-
landahúsinum 16. september. Tað
er Rithøvundafelagið, sum hevur
bjóðað norska rithøvundanum
hendan vegin.
Juhuu -
mamma er deyð!
Bókmentir
Anna Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Norski rithøvundurin Anne B. Ragde noktar
at tiga um tað, vit helst ikki tosa um. Hvørki í
sínum bókum ella í samfelagskjakinum
18