fríggjadagur 4. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 168 - 4. september 2009
tíðindi
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
www.torshavn.fo
Pedagogur
Tórshavnar kommuna søkir vegna Barnagarðin
og Vøggustovuna við Velbastaðvegin eftir einum
pedagogi til vøggustovu at arbeiða 20 tímar um
vikuna at byrja 1. oktober 2009 ella eftir nærri
avtalu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Meiri fæst at vita
við at venda sær til Monu Rasmussen Mohr, stovns-
leiðara, tlf. 30 21 80, ella við at hyggja inn á heima-
síðuna á www.dgstvelb.mono.net.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgv-
ing og royndum, skal vera hjá Barnagarðinum og
Vøggustovuna við Velbastaðvegin, Velbastaðvegur
41, 100 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 18.
september 2009.
Trivnaðarfyrisitingin
Trivnaðarfyrisitingin veitir politikarunum ráð og vegleiðing og tryggjar,
at býráðs- og nevndarsamtyktir og avgerðir á trivnaðarøkinum verða
settar í verk og avgreiddar á lógligum og fyrisitingarliga dyggum
grundarlagi. Trivnaðarfyrisitingin virkar fyri, at starvsfólkini á
trivnaðarøkinum hava eitt gott og mennandi arbeiðspláss. Deildirnar
í Trivnaðarfyrisitingini eru Sosiala deild, Barna- og ungdómsdeildin og
Mentamáladeildin.
Onnur leys størv í Tórshavnar Kommuna
– Lesið meira á www.torshavn.fo
Leiðari til Býarskipanardeildina – Býarskipanardeildin
Umsóknarfreist 15.10.2009 kl. 15.00
Dagrøktarar
Umsóknarfreist 07.09.2009
Pedagogar – Dagstovnurin í Øksnagerði
Umsóknarfreist 12.09.2009
Pedagogur – Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt
Umsóknarfreist 13.09.2009
Pedagogur – Barnagarðin og Vøggustovuna við Velbastaðvegin
Umsóknarfreist 25.09.2009
Býarbókavørður – Býarbókasavnið
Umsóknarfreist 21.09.2009
Búskaparfrøðingur – Fíggjardeildin
Umsóknarfreist 14.09.2009
Sløkkiliðsfólk – Sløkkiliðið í Tórshavn
Eingin umsóknarfreist
tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari
umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har
starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt.
Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
Leygardagin fer Karin
Dyhr, sum er kend
fyri at hava skrivað
bókina, Glaspigen,
at halda fyrilestur í
Norðurlandahúsinum
um langtíðarávirk
anina av kynsligum
ágangi ímóti børnum
Kynsligur
ágangur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í morgin, leygardagin verð
ur sjónligheitsdagur í Før
oyum.
Hetta er fyrstu ferð, at
hesin dagurin verður hildin
í Føroyum og í hesum sam
bandi fer kendi danski rit
høvundurin, Karin Dyhr, at
halda fyrilestur um, hvussu
kynsligur ágangur ímóti
børnum ávirkar tey seinni í
lívinum.
Fyrilesturin er frá klokkan
11 til klokkan 15 í morgin og
tað verður Rósa Samuelsen,
landsstýriskvinna í almanna
málum, sum setir tiltakið.
Annars fara Sólva Ford og
Bárður á Lakjuni at kryddra
dagin við tónleiki og sangi.
Karin Dyhr er serliga
kend fyri at hava skrivað
bókina, Glaspigen.
Sum eitt úrslit av aftur
vendandi kynsligum ágangi
frá pápa sínum, gjørdist
Karin Dyhr sjúk. Hon
gjørdi sítt egna orðaleysa
mál og tá ið sorgin og vón
loysið ikki vóru til at bera,
skar hon seg í armar og
kropp. “Eg skal fáa ilt –
blóðið má út”.
Í fyrilestri sínum greiðir
Karin Dyhr frá um sín bar
daga við borderline og
meira enn 70 innleggingar
á sinnissjúkradeildum, um
arr á likam og sál og um
hvussu hon gjørdist frísk
og fekk eitt gott lív.
Hetta er fyrstu ferð, at
Sjónligheitsdagurin verður
hildin í Føroyum. Hugskotið
til átakið er sprottin úr
danska
Synlighedsdagen,
sigur Grúgvan, sum fyrireik
ar tiltakið, í tíðindaskrivi.
Ikki so lætt
Hóast øktan opinleika á
nógvum økjum, er blóð
skemd og kynsligur ágangur
framvegis nakað, sum vit
ikki tosa opið um.
Men hvussu sær so gerand
isdagurin hjá kynsliga mis
brúktum børnunum út, eftir
at tey eru vaksin? Er tað
møguligt at lekja álvarsligu
sárini frá barnaárunum? Og
hvat kann ein sjálvur gera, tá
ein er vorðin vaksin?
Tað kemur fyri, at vaksin
fólk, sum hava verið fyri
kynsligum ágangi í barnaár
unum hoyra sínar næstringar
siga: “Kanst tú ikki bara
leggja tað farna afturum og
koma víðari!”
Men so lætt er tað ikki.
Kynslig misnýtsla í barna
árunum kann hava nógva
ringa ávirkan á gerandis
dagin
Talan er bæði um sálar
ligar, likamligar og sosialar
trupulleikar, sum vísa seg í
vaksnamannalívinum sum
avleiðing av áganginum og
viðurskiftunum í uppvøkstr
inum.
Men tað góða er, at tað
ber til at gera nakað við
støðuna og tað er hetta, sum
Karin Dyhr fer at tosa um.
Glasgentan í Norðurlandahúsinum
Kynsligur ágangur ímóti børnum forfylgir teimum langt inn
í vaksnamannalívið, men í fyrilestri í Norðurlandahúsinum
í morgin fer karin Dyhr at greiða frá, hvussu hon fekk eitt
gott lív eftir at pápin hevði misbrúkt hana í barnaárunum