fríggjadagur 4. september 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 4. september 2009
5
tíðindi
Ert tú tann føddi leiðarin, sum
dugir at fáa fólk at arbeiða
væl saman? Dugir tú at fáa
fólk at skapa úrslit? So er eitt
spennandi starv sum leiðari á
Tryggingardeildini leyst at søkja.
Tryggingardeildin umsitur
vanligan arbeiðsloysisstuðul,
fiskavirkisskipanina, arbeiðs-
loysistrygging fyri sjálvstøðug
vinnurekandi, flyting millum
A-kassar, farloyvisskipanina og
Barsilsskipanina.
Høvuðsuppgávan hjá deildar-
leiðaranum verður at leiða
og skipa dagliga arbeiðið á
deildini. Saman við stjóranum
og deildarleiðaranum á
Ávísingardeildini og Fíggjar- &
Fyrisitingardeildini myndar
deildarleiðarin á Tryggingar-
deildini leiðsluna á ALS.
Leiðarin á Tryggingardeildini
umboðar ALS í norðurlendskum
samstarvi, og tí skalt tú rokna við
nakað av ferðing.
Starvið er fjølbroytt við nógvum
avbjóðingum, og tí krevst, at
deildarleiðarin hevur hóskandi
útbúgving og viðkomandi royndir.
Fyrimunur er, um deildarleiðarin
er útbúgvin løgfrøðingur, hevur
góðan kunnleika til føroyska
arbeiðsmarknaðin og innlit í
samfelagsviðurskifti annars.
Vit leggja dent á tíni leiðara- og
samstarvsevni. Tú hevur evnini
at stíla fyri og samskipa. Tú
varðveitir yvirlitið, hóast nógv
hendir samstundis, samskifti er
tín sterka síða, og tú dugir væl at
stuðla og motivera.
Lønin verður sambært avtalu, og
starvið verður sett skjótast til ber.
Síðsta freist at søkja starvið er
tann 14. sept. 2009 kl. 12.00.
Umsóknir skulu stílast til Ernst
Jacobsen, stjóra á ALS, sum
fegin sigur tær meira um starvið
á telefon 34 95 50 ella teldupost
ernst@als.fo.
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðs-
leysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 16 fólk.
Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá
arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri.
!RBEI¡SLOYSISSKIPANIN s 0OSTSMOGA
&/
4ØRSHAVN s 4EL s &AX
ALS ALSFO s WWWALSFO
Leiðari til Tryggingardeildina hjá ALS
Eitt ntt stig starvsleiini
jXej`i%]f
NORA skaber samarbejde
Støtte til projektsamarbejde i Nordatlanten
Ansøgningsfrist 5. oktober 2009
Læs mere på: www.nora.fo
Lagnan hjá
nógv umtalaða
morgunlestrinum
verður avgjørd
í komandi viku.
Sostatt er vón fyri at
hann aftur kemur á
skránna sum áður
Morgunlestur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í komandi viku skal avgerð
takast um, hvørt morgun
lesturin aftur verður settur
á skránna eins og fyrr. Tað
váttar
kringvarpsstjórin,
Annika Mittún Jacobsen.
Summarið er av, og Kring
varp Føroya er í holt við
arbeiðið at leggja um til
vetrarskránna. Í hesum sam
bandi hevur verið heitt á
Kringvarpið um aftur at
seta
morgunlesturin
á
skránna, har hann áður var,
klokkan 9.50.
Henda áheitan verður
tikin upp til viðgerð, og
verður tað so upp til tey, ið
sita við evstu ábyrgd av
skránni, at gera av, um
morgunlesturin aftur skal
koma á skránna.
Henda avgerðin verður
altso tikin í næstu viku, og
inntil tá er ilt at gita um,
hvørt morgunlesturin stend
ur ella fellur.
Morgunlesturin kemur
møguliga aftur á skránna nú
Kringvarp Føroya er við at
broyta um til vetrarskránna
aftur
savnsmynd
Avgera
morgun-
lesturin í
næstu viku