fríggjadagur 4. september 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 168 - 4. september 2009
Var hetta hent um
náttina ístaðin fyri
mitt um dagin, hevði
húsfólkið neyvan
yvirlivað, staðfestur
løgreglan
Eldur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Var hetta hent um náttina,
eri er rættiliga vísur í, at
maðurin í húsinum hevði
ikki yvirlivað.
Tað er niðurstøðan hjá
Michael Gram, løgreglu-
manni í Vágum, eftir at
hann nú hevur kannað
eldin, sum kom í eini sethús
á Stykkinum í gjár.
Tað var klokkan 14.32
mitt á degi í gjár, at
løgreglan fekk boð um, at
eldur var í einum sethúsum
á Stykkinum.
Longu níggju minuttir
eftir var fyrsti løgreglu-
maðurin, Michael Gram,
komin úr Miðvági á Stykki,
har hann tók bestikk av
støðuni.
Ein maður býr einsamallur
í húsunum, sum hann leigar.
Arbeiðsbilurin hjá honum
var burtur, so tey hildu, at
hann var til arbeiðis, men
púra vís vóru tey ikki og
privatbilur hansara stóð í
túninum.
- Av tí at full vissa ikki
var fyri, at hann var farin til
arbeiðis, sendi eg boð eftir
sjúkrabili upp á beráð, men
tá ið sløkkiliðið í Kvívík
var komið á staðið beint
eftir, fóru teir inn í húsini
og kundu staðfesta, at tey
vóru tóm.
Hann sigur, at tað var
nógvur roykur og ein rútur
í stovuni var farin.
Tá ið eldurin var sløktur
og húsið var kólnað so
frægt, fór løgreglumaðurin
inn og tað tók honum ikki
langa
tíð
at
staðfesta
kelduna til eldsbrunan.
- Í einum horni í stovuni
stóð ein flatskermur og ein
móttakari til Televarpið á
eini lágari reol og tað er
annað av hesum báðum
elektrisku lutunum, sum
hava elvt til eldsbrunan,
sigur hann.
Akkurát hvat er hent, veit
hann ikki, men tólini vóru
bara sløkt á fjarstýringini
og stóðu á ”stand by”.
Sostatt var streymur til
tólini.
Hann sigur, at tað er onki
loyndarmál, at ein flat-
skermur er rokaður við
elektronikki og kann kanska
gerast rættiliga heitur, men
um tað er akkurát hetta,
sum er orsøkin, veit hann
ikki.
Hinvegin heldur hann, at
tað hevur týdning at senda
televarpsmóttakaran
og
flatskermin til kanningar
fyri at vita, akkurát, hvat er
hent við teimum, sum elvdi
til, at eldur kom í húsini.
- Okkurt er, sum ger, at tá
ið streymur stendur til
tólini, kann tað enda, at tey
onkusvegna elva til elds-
bruna.
Tað er kortini ikki vist, at
tólini verða send niður, tí
onkur skal betala kanningina
og hann veit ikki, hvør tað
verður.
Annars er sjálvur eld-
skaðin ikki so stórur
Hevði ikki yvirliva
Maðurin,
sum
búði
í
húsunum, kom eisini á
staðið og hann greiddi frá,
at hann hevði hugt at
sjónvarpi, áðrenn hann fór
til arbeiðis um morgunin.
- Hann fór til arbeiðis
stutt fyri klokkan 10 á
morgni og tað gingu sostatt
slakar fýra tímar, til eldur
var
í
húsunum,
sigur
Michael Gram.
- Hugsað vit okkum nú,
at hann hevði hugt at
sjónvarpi klokkan 10 um
kvøldið og so bara hevði
sløkt á fjarstýringin, hevði
eldurin kyknað klokkan
tvey á nátt ímeðan hann
allarhelst á í fasta svøvni.
- So eri eg reiðiliga vísur
í at hann ikki hevði hevði
yvirlivað.
Í fyrra lagi hevði eldurin
kanska ikki verið uppdag-
aður, fyrrenn hann rættiliga
hevði fest í húsini.
Í øðrum lagi var roykurin
rættiliga tjukkur og tá ið
eldur kemur í plastlutir sum
slík útgerð er full av, er
roykurin so eitraður at hann
er lívshættisligur og tað
skal ikki nógv til, áðrenn
tað kostar lív.
Michael Gram staðfestir,
at læran av hesum má vera,
at vit skulu altíð sløkkja
sjónvarpsútgerðina á vegg-
inum, so at ongin streymur
er til tólini, áðrenn vit fara
út og áðrenn vit leggja
okkum.
Flatskermur festi eld í hús
Í gjár kom eldur í eini hús á Stykkinum. Skaðin er ikki so stórur, men løgreglan sigur, at hetta
var ein eldsbruni, sum vit øll somul kunnu læra nakað ógvuliga týdningarmikið av
Í Radiohandlinum í Havn hava tey gott skil á flatskermum og elektronikki. Og
har undrast tey stórliga á, hvussu ein flatskermur ella ein móttakara til Televarpið
kundi elva til eldsbruna.
Har hava tey ongar royndir av, at slíkt kann henda.
- Tá ið slík tól eru á ”stand by”, eru allar tær stóru streymforsýningarnar sløktar
og tey brúka øgiliga lítlan streym.
- Tey eiga at vera so mikið trygg, at tey eiga ikki at kunna elva til eldsbruna,
sigur mekanikari hjá Radiohandlinum.
Hinvegin kann hann sjálvandi ikki afturvísa, at okkurt brek er við tólinum, sum
kann elva til at eldur kemur í.
Ein annar møguleiki kann eisini vera, at onkur hevur arbeitt upp á tólini, sum
ikki rættiliga hevur vitað, hvat viðkomandi hevur havt við at gera og so er onkur
feilur gjørdur.
Eigur ikki at henda
Bjartskygni hjá OECD
Búskaparligi samstarvsfelagsskapurin OECD, sum umfatar 30
lond í Vesturheiminum, sigur nú, at altjóða afturgongdin er við
at hasa av, og at vendin fer at koma skjótari, enn felagsskapurin
metti fyri bara tveimum mánaðum síðani. Jørgen Elmeskov,
sum er búskaparfrøðingur hjá OECD, sigur við Reuters, at
afturgongdin er steðgað fyrr enn væntað, tí fíggjarmarknaðurin
hevur fótað sær skjótari, enn roknað varð við. Í Evropa hava
Týskland og Frakland boðað frá vøkstri í búskapinum, og
OECD væntar rað sama í USA og Japan teir næstu mánaðirnar.
Morð kannast umaftur
Í Russlandi hevur hægstirættur givið boð um, at tilburðurin, tá
blaðkvinnan Anna Politkovskaja bleiv myrd í Moskva á heysti í
2006, skal kannast av nýggjum. Avgerðin hjá hægstarætti kemur,
eftir at blaðfólk, mannarættindafelagsskapir og skyldfólk hjá Onnu
Politkovskaja hava funnist hvassliga at kanningunum hjá løgregluni
og ákætuvaldinum. Teir, sum higartil hava verið til avhoyringar í
rættinum, eru bara skuldsettir fyri at hava verið við til drápið.
Maðurin, sum verður hildin at hava skotið blaðkvinnuna, er
harafturímóti ikki tikin, skrivar AFP.