fríggjadagur 16. november 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 222 - 16. november 2001
Nr. 222 - 16. november 2001
3
Millum skjølini, sum vórðu
funnin í einum húsum í
Kabul, var ein vegleiðing
um, hvussu til ber at gera
eina kjarnorkubumbu. Fel-
agsskapurin hjá bin Laden
plagdi at halda til í húsun-
um.
Tað var bretska blaðið
The Times, sum bar tíðind-
ini í gjár. Sambært blaðnum
var ein av teirra egnu tíð-
indamonnum hjástaddur, tá
menn hjá Norðursamgong-
uni komu fram á pappírini í
húsunum. Ein partur av
pappírunum vóru illa farin,
og tað var týðiligt, at onkur
hevði roynt at brenna tey.
Skjølini,
sum
vórðu
funnin í húsunum, vóru á
arabiskum, týskum, ensk-
um og urdu og lýstu,
hvussu farast skal fram, tá
ein kjarnorkubumba skal
gerast.
Y v i r g a n g s m a ð u r i n
Osama bin Laden hevur
sjálvur sagt, at hann hevur
eina kjarnorkubumbu, men
bretski verjumálaráðharrin,
Geoff Hoon, vísir hesum
aftur. Í samrøðu við The
Times sigur hann, at kanska
hevur al-Qaeda ymiskt til-
far til eina kjarnorku-
bumbu,
men
hinvegin
kendi hann seg sannførdan
um, at felagsskapurin er
ikki førur fyri at gera eina
tílíka bumbu.
Sambært keldum í Kabul
vórðu hesi húsini nýtt sum
venjingarlega hjá al-Qaeda,
áðrenn Norðursamgongan
tók býin. Nógv skjøl sløgd-
ust inni í húsunum, og sam-
bært The Times funnu her-
menninir eitt nú vegleið-
ingar í sambandi við flúgv-
ing og navigatión umframt
fleiri landakort.
Gerhard Schröder,
kanslari hevur sagt, at
fellir samveldistingið
uppskotið um at
senda týskar her-
menn til Afghanistan,
verður tað tulkað
sum misálitisváttan á
kanslaran.
ÚTLAND:
Atkvøðugreiðslan verður
klokkan ellivu í dag, og hon
fer at vísa, um teir atfinn-
ingarsomu tinglimirnir hjá
Teimum Grønu fara at taka
undir við kanslaranum, ella
teir halda fast um sjónar-
miðið, at týskir hermenn
skulu ikki sendast í bardaga
í Afghanistan.
Í týska samveldistingin-
um eru 666 limir. Gerhard
Schröder,
kanslari
og
Joschka Fischer, uttanríkis-
ráðharri, sum sjálvur um-
boðar Teir Grønu í stjórn-
ini, skulu hava undirtøku
frá 334 tinglimum fyri at
fáa meiriluta.
Teir báðir stjórnarflokk-
arnir hava 341 tinglimir
aftan fyri seg, og sostatt
kunnu í mesta lagi sjey at-
kvøða ímóti. Men trupul-
leikin er, at átta tinglimir
hjá Teimum Grønu hava
higartil sýtt fyri at taka
undir við uppskotinum hjá
kanslaranum og uttanríkis-
ráðharranum. Sjey teirra
hava kortini boðað frá, at
teir eru sinnaðir at um-
hugsa støðu sína eina ferð
afturat, men tann áttandi
hevur gjørt greitt, at hann
letur seg ikki vika.
Heldur val
Joschka Fischer tekur undir
við at senda týskar her-
menn til Afghanistan, hóast
fleiri veljarafeløg hjá Teim-
um Grønu hava gjørt greitt,
at tey eru ímóti uppskot-
inum.
Upprunaliga søgdu 25
tinglimir hjá sosialdemo-
kratunum, at teir fóru eisini
at atkvøða ímóti, men allir
broyttu hugsan, tá Gerhard
Schröder boðaði frá, at
atkvøðugreiðslan eisini var
ein spurningur um álitis-
váttan á seg sum kanslara.
Skuldi tað hent, at Schrö-
der tapir atkvøðugreiðsl-
una, nýtist honum ikki at
fara frá kortini. Sambært
reglunum kann stjórnin
halda fram sum minniluta-
stjórn, so leingi meiriluti
ikki er fyri einum øðrum
kanslara. Men leiðslan hjá
sosialdemokratunum hevur
sagt, at tapir kanslarin í
dag, fer flokkurin at mæla
honum til at skriva út
nýval.
(Fartekst)
Funnu uppskrift til kjarnorkubumbu
UTTAN ÚR HEIMI
Týsk stjórnarkreppa kann enda
við vali
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýndan heiður og samkenslu,
tá kæri maður mín, pápi, abbi, verfaðir
og beiggi okkara
Birgir Danielsen
Tórshavn
doyði og varð jarðaður.
Takk til tykkum øll, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Bina, Gunn og Uni
SAMBANDSFLOKKURIN
ATLI HANSEN
RÍKISFELAGSSKAPURIN
-ein verja fyri frælsi,
menning og vælferð. X við B
Í kvøld, fríggjakvøld-
ið, verður Ársins
virki 2001 kosið. Tað
er Føroya Arbeiðsgev-
arafelag, sum stendur
fyri tiltakinum, sum
samstundis eisini
rúmar fleiri fyri-
lestrum
KJÓSAN
Heri á Rógvi
Í dag, fríggjadagin, skipar
Føroya Arbeiðsgevarafel-
ag, Vinnuhúsið, fyri einum
sokallaðum vinnudegi. Tað
er á hesum vinnudegi, at
umboð fyri limirnar í Før-
oya Arbeiðsgevarafelag og
onnur hittast. Tiltakið verð-
ur hildið í Norðurlandahús-
inum.
Hæddarpunktið á vinnu-
degnum verður, tá ið Árs-
ins virkið verður kosið. Í
fjør var tað Havsbrún í
Fuglafirði, sum rann avstað
við tí heitinum og snøggu
standmyndini, ið fylgir við
heiðurinum. Hóast fleiri
royndir eru gjørdar, so vil
Vinnuhúsið ikki siga nakað
um, hvør tað verður, sum
kann kallað seg ársins virki
2001. Røddir vilja vera við,
at talan er um eina alifyri-
tøka, men hetta vil Jan
Mortensen,
stjóri
fyri
Vinnuhúsið, ikki siga nak-
að um.
Umframt at velja ársins
virki ætlar Føroya Arbeiðs-
gevarafelag í ár fyri fyrstu
ferð at heiðra eitt virkið,
sum hevur gjørt eitt serligt
átak, ella ein persón, sum
hevur gjørt nakað serligt,
sum hevur givið ella kann
geva vinnuligan framburð.
– Ásannandi, at Føroyar
eru ein lítil tjóð, so er tað
ikki víst, at hetta verður
gjørt á hvørjum ári, verður
sagt úr Vinnuhúsið.
Eins og í fjør, so koma
eisini útlendskir gestir til
Føroya at vera við á vinnu-
degnum. Í ár kemur Tarald
Sivertsen og Puol Tørring
til Føroya at halda hvør sín
fyrilestur.
Tarald Sivertsen er norð-
maður, og hann er í dag
formaður í norska Havbún-
aðarfelagnum, umframt at
hann eisini eigur fyritøk-
una Follalaks. Hansara 40
minuttir langi fyrilestur
hevur heitið Alivinnan og
framtíðin.
Poul Tørring er ein kend-
ur maður í donskum vinnu-
lívi, og hann fer á vinnu-
degnum at halda ein fyri-
lestur, ið kallast fyri Ar-
beiðsmarknaðurin – tann
globala avbjóðingin hjá
Evropa. Poul Tørring eigur
í dag egi trolvirki, sum
kallast fyri Utzon, men
hevur eisini verið nógv
umtalaður í Danmørkini, tá
ið hann bæði hevur verið
aktivur í ES høpi, og hann
hevur eisini verið stjóri í
bransjufelagnum
hjá
dansku fiskavirkjunum og
fiskaútflytarum.
Umframt hesar báðar, so
sleppa eisini Jørn Astrup
Hansen og Bjarni Djur-
holm framat mikrofonini i
Norðurlandahúsinum.
Ólavur
Rasmussen,
prestur, fer at siga nøgur
orð um heimin eftir 11.
september á vinnudegnum.
Vinnudagurin
er
ikki
almennur, men tað skal
meldast frá luttøku, og til-
takið endar við einum
galladøgurða á Hotel Før-
oyum.
Ársins virki kjósast
C
M
Y
K
3
2
– Føroyingar eru ikki
nóg tilvitaðir um um-
hvørvið, og tí er tað
neyðugt við einum
stovni, ið kann leggja
kommununum lag á
við umvhørvisvinar-
ligum tiltøkum, sigur
Barbara Samuelsen,
ið er samskipari fyri
at seta á stovn eina
Lokal Agenda 21
skrivstovu í Føroyum
UMHVØRVI
Stefan í Skorini
Kommunurnar í Føroyum
hava saman við oljumála-
stýrinum tikið stig til eina
umhvørvisskrivstovu,
ið
skal leggja kommununum
lag á við umhvørvisvinar-
ligum tiltøkum. Í næstum
verður bræv sent til allar
kommunur í Føroyum, har
spurt verður, um tær eru
áhugaðar í at vera við í eini
slíkari skrivstovu.
Brøvini verða væntandi
send í hesum mánaðinum.
Kommunurnar kunnu tó
sjálvar velja, um tær vilja
vera við ella ikki.
Stórur tørvur
Stórur tørvur er á eini
skrivstovu, ið hevur sum
endamál at seta í gongd og
menna umhvørvisvinarlig
tiltøk. Higartil hevur lítið
og einki verið av slíkum, og
flestu kommunurnar hava
ikki gjørt nakað serligt fyri
at verja umhvørvið.
Nú skal tó broyting koma
í. Barbara Samuelsen hevur
verið samskipari fyri olju-
málastýrið, Kommunusam-
skipan Føroya og Føroya
Kommunufelag, ið hava
tikið stig til skrivstovuna.
Hon hevur skipað fyri
ymsum tiltøkum í hesum
sambandi. Fyri kortum
høvdu tey vitjan av smáum
kommunum
úr
hinum
Norðurlondunum.
Hesin
bólkurin vitjaði støð í Før-
oyum, ið hava framt um-
hvørvisvinarlig tiltøk. Tey
eru Klaksvík, har ein
áhugabólkur arbeiðir fyri at
fáa síl aftur í Ósánna, í
Vestmanna eru tey farin
undir at planta trøð, og
ferðalagið vitjaði eisini í
Sundalagnum.
Eisini vitjaðu tey før-
oysku umboðini saman við
teimum norðurlendsku í Ís-
landi, har tey fingu nøkur
góð hugskot um, hvussu
hiti kann nýtast umaftur.
Har var eitt frystihotel,
og hitin frá motorunum
varð leiddur út á parker-
ingsplássið, so tað ongantíð
frysti. Eisini varð hiti leidd-
ur inn í skrivstovurnar og
øll rúmini í bygninginum.
Hetta er eitt dømi um,
hvussu hiti kann endurnýt-
ast.
Neyðugt við ætlan
Barbara Samuelsen heldur,
at tað týdningarmiklasta er,
at kommunurnar seta eina
greiða ætlan útí kortið. Tá
skrivstovan fer undir sítt
virksemi, fer hon at hava
eina 5-ára ætlan, og hvørji
mál skulu náast í hesum
tíðarskeiðnum.
Barbara heldur, at hvør
kommuna sær skal gera
eina langtíðarætlan fyri,
hvørji umhvørvisvingarlig
tiltøk hon ætlar sær at
fremja í verki.
Uppgávan hjá skrivstov-
uni verður at leggja komm-
unum lag á og at vera ein
ígongdsetari hjá teimum.
Hetta skal birta uppundir
umhvørvisvernd, sum før-
oyingar ikki hava verið nóg
tilvitaðir um higartil.
Ein verkætlan varð sett í
verk í 1997, men hon datt
niðurfyri aftur. Nú verður
tátturin tikin uppaftur, og
vónandi verður hetta meira
støðugt.
Barbara Samuelsen sigur,
at hon eisini er við í einum
bólki, ið skal orða ein
sonevndan umhvørvispoli-
tikk fyri Landsstýrið. Tey
mál, ið verða feld niður í
hesum bólkinum, skulu
leggjast fram á einum
National Agenda 21 fundi í
Suður Afrika í september
næsta ár.
Barbara
Samuelsen
væntar og vónar, at komm-
unurnar fara at taka undir
við hesum átakinum og
stuðla
umhvørvisskriv-
stovuni. Skrivstovan er bíl-
ig, tí bara eitt fulltíðarstarv
er tengt at henni. Kommun-
urnar gjalda eina upphædd
fyri hvønn íbúgva, so at tær
størru kommunurnar átaka
sær størsta partin av út-
reiðslunum.
Lokal Agenda 21 er eitt
heimsumfevnandi átak, og
her í Norðurlondum hava
nógvar kommunur tikið
stig til umhvørvisvernd.
Umhvørvið á dagsskránna
Barbara Samuelsen heldur, at miðvísur umhvørvispolitikkur
stórliga vantar í Føroyum. Hon vónar tí, at føroysku
kommunurnar fara at taka undir við eini skrivstovu, ið hevur
til endamáls at birta uppundir umhvørvisvinarlig tiltøk
Mynd: Jens Kr. Vang