fríggjadagur 16. november 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 222 - 16. november 2001
Nr. 222 - 16. november 2001
5
Skal barnsburðar-
skipanin skerjast,
kann tað ikki vera
rætt at tað skal
skarvast av hjá teim-
um, sum framman
undan fáa minst, men
tey, sum longu fáa
mest, verða ikki rørd,
sigur Føroya Arbeið-
arafelag
BARSILSSKIPAN
Áki Bertholdsen
Føroya
Arbeiðarafelag
mótmælir
harðliga,
at
barnsburðarskipanin verður
broytt, tí tað fer at raka tey
lægstløntu meinast.
Hetta
sigur
Føroya
størsta fakfelag í einum
brævi til Vinnumálastýrið
mikudagin.
Landsstýrið hevur lagt
uppskot fyri tingið um at
skerja barnsburðarskipan-
ina, tí hon er ov dýr, sum er.
Í viðmerkingunum til
uppskotið,
viðgongur
Landsstýrið, at broytingin
fer at føra við sær, at tey,
sum hava skiftandi inntøk-
ur, fara sum heild at fáa
minni útgoldið úr barns-
burðarskipanini.
– Sum øllum kunnugt,
eru tað fyrst og fremst tey
ófaklærdu og sostatt tey við
lægstu
inntøkunum
í
samfelag okkara, sum hava
skiftandi inntøkur, og tí er
eyðsæð, at verður skipanin
broytt, fer tað fyrst og
fremst at fáa avleiðingar
fyri tey, sum framman
undan hava lægstu inntøk-
urnar, tí so fara tey eisini at
fáa minni frá barnsburð-
arskipanini, sigur Føroya
Arbeiðarafelag.
35.000 krónur um
mánaðin verða órørd
Felagið sigur eisini, at hetta
fellur veruliga í eyguni,
Vinnumálastýrið miðvíst
vil skarva av hjá teimum
sum frammanundan hava
hægstu inntøkurnar.
– Ætlanin tykist fram-
vegis at vera, at kvinna sum
er í barnsburðarfarloyvi
skal kunna fáa upp til kr.
35.000,00 frá skipanini.
– Vinnumálastýrið vil
sostatt ikki skarva av hjá
teimum
sum
framman
undan forvinna upp til kr.
35.000,00 um mánaðin,
sigur Føroya Arbeiðara-
felag.
– Hetta skal ikki skiljast
so, at vit ikki unna øllum
løntakarum
fult
lønar-
endurgjald í sambandi við
barnsburð.
–
Men um myndug-
leikarnir fara at skarva
burturav hesum veitingum,
kann tað ikki vera rætt, at
tað skal raka tey, sum
frammanundan fáa minstu
veitingarnar.
Føroya Arbeiðarafelag
sigur, at eisini í hesum máli
tykist tað sum um sam-
gongan aftur fer at seta
tiltøk í verk, sum gera
munin millum tann fátæka
og tann ríka enn størri
– Eftir okkara tykki er tað
púra skilaleyst at skerja
stuðulin hjá teimum sum
frammanundan bert fáa t.d.
6.000 krónur ella 10.000
krónur um mánaðin frá
barnsburðarskipanini,
samstundis sum stuðulin
ikki skal skerjast hjá tí sum
fær 35.000 krónur um
mánaðin í stuðuli.
Føroya Arbeiðarafelag
heitir tí á allar politisku
flokkarnar um at vísa ætl-
anini at broyta barnsburð-
argrunnin, aftur.
– Hetta er eitt greitt álop
á vanliga løntakaran, sigur
Føroya Arbeiðarafelag.
Í Lopra skulu tey nú
gera av, um tey vilja
dóm í rættinum, ella
um tey góðtaka
støðuna, sum hon er
VATN
Áki Bertholdsen
Tað er føroya Landsstýrið,
sum eigur rættin til vatnið,
sum rennur úr Sumbiar-
bergholinum.
Tað niðurstøðu er Føroya
Rættur komin til.
Tá ið Sumbiarbergholið
ímillum Lopra og Sumba
varð gjørt, kom rættiliga
nógv vatn úr fjallinum og
tað er síðani veitt í rør í
eina á í Lopra.
Stórur áhugi hevur verið
fyri vatninum at brúka til
ymisk endamál, tí tað vísur
seg at vera avbera gott.
Men so tók ósemja seg
upp um, hvør átti vatnið.
Løgtingið samtykti, at
tað var landið, sum átti
rættin til vatnið og skuldi
gera av, hvat tað skuldi
brúkast til.
Men tað vildi lopransfólk
ikki góðtaka. Hagastýrið
helt fast um, at tað var
hagin, sum átti rættin til
vatnið og tað endaði við, at
málið kom fyri rættin.
Teir rópti seg upp á eina
lóg frá trýátiárunum, sum
gevur
grundeigaranum,
haganum, rættin til at
brúka “indsøer og vand-
løb”.
Tann stóri spurningurin
hevur verið, hvussu langt
niður
í
undirgrundina,
hesin rættur gongur, onkur
hevur sagt eitt hakaskot,
onnur hava aðra meining.
Og í øllum førum halda
lopransfólk, at tá ið vatnið
úr bergholinum rennur í
eina á í Lopra, er talan um
omanávatn,
sum
hagin
hevur tættin til.
Landið eigur
Málið hevur síðani verið
fyri í Føroya Rætti og
síðani er tað blivið greitt, at
dómarin er ikki samdur við
hagastýrið í Lopra.
Í vikuni gjørdi Rætturin
úrskurð, har hann gjørdi
pørtunum greitt, hvat hann
fór at døma, um tað kom so
langt.
Og úrskurðurin gongur
ikki hagastýrinum í Lopra á
møti, men dómarin vildi
geva teimum møguleikan at
taka sakina aftur, áðrenn
dómur varð feldur, so at teir
einans komu at betala sín
egna sakarmálskostnað.
– Skal dómur fellast í
málinum,
kemur
hagin
hinvegin eisini at betala fyri
sakarmálskostnaðin
hjá
Landsstýrinum, sigur Jákup
Joensen í hagastýrinum.
Hann sigur, at dómarin er
komin til ta niðurstøðu, at
hóast hagin hevur rætt til
“indsøer og vandløb” kann
tað ikki økja um rættin
haganum, at landið hevur
gjørt eitt berghol og at vatn
rennur úr tí.
Jákup Joensen sigur, at
teir, sum eiga hagan, skulu
nú gera av, hvat teir fara at
gera.
Tvíhalda teir um, at teir
vilja hava dóm í málinum,
hava teir hinvegin møgu-
leikan at skjóta dómin inn
fyri landsrættin fyri at vita,
um hann kemur til aðra
niðurstøðu
enn
Føroya
Rættur.
Vinnumálastýrið leggur
eftir teimum lægstløntu
Taptu fyrra hálvleik í stríðnum um vatnið í Lopra
Tað eru ikki lopransfólk, men
Landsstýrið, sum eiga rættin
til vatnið, sum rennur úr
bergholinum. Stórur áhugi er
fyri vatninum, tí tað er so
gott
C
M
Y
K
5
4