Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 222 - 16. november 2001 Nr. 222 - 16. november 2001 7 C M Y K Bæði uppstillingin og orðaskiftið til fólka- tingsvalið geva greiðar ábendingar um, at hetta eisini er ein upphiting til løgtingsvalið. Tað minir ikki sørt um eina politiska “bumbu”, at bygdar- ráðsformaðurin og stemmuslúkarin við seinasta bygdarráðs- valið í Skopun, Gerhard Lognberg, nú hevur gjørt av at stilla upp til løgtingsvalið fyri størsta andstøðu- flokkin, Javnaðar- flokkin. Tann avgerðin kann broyta javnvágina eftir eitt komandi løgtingsval VAL Jan Müller Gongdin í Føroyum í sam- bandi við løgtingsval hevur víst, at smáu valdømini kunnu hava avgerandi ávirkan á, hvussu ein sam- gonga kemur at síggja út. Hetta sóu vit m.a. við seinasta løgtingsval, tá Javnaðarflokkurin misti mannin í Sandoynni, og Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin fingu báðar menninar. Tað var m.a. viðvirkandi til, at núver- andi samgongan fekk meiriluta. Tá freistin her- fyri varð úti at stilla upp valevni til fólkatingsvalið var eitt heilt nýtt navn millum mongu valevnini, sum man kanska beit serliga merki í. Bygda- ráðsformaðurin í Skopun, Gerhard Lognberg, sum skoraði meira enn 100 atkvøður til bygdaráðs- valið, hevur gjørt av at fara upp í landspolitikk og hevur sum fyrsta stig á hesi leið hevur hann valt at stilla upp til fólkatingsvalið. Í samrøðu við Sosialin í dag avdúkar hann fyrstu ferð alment, at hann fer eisini at stilla upp til løgtingsvalið. Og nú tá tað oftani er so javnt millum flokkarnar í Sandoyar valdømi og ting- samansetingin higani oftani hevur verið tungan á vágskálini, tá fleirtal skal finnast at skipa landsstýri kundi verið spurt, um Sandoyggin enn einaferð kann vera við til at broyta samlaðu politisku myndina eftir eitt komandi løgtings- val. Vit hava spurt samfelags- frøðingin Jógvan Mørkøre, hvussu stóran týdning hann heldur smáu valdømini hava fyri skipan av sam- gongu? Hann vísir á, at tað sjálvandi er ringt at taka eitt einstakt valdømi fram og siga, at tað hevur størri týdning fyri endaliga úrslitið enn onnur. Tí í tí samanhanginum kann ein atkvøða hvar tað skal vera í landinum vera avgerandi. Men hann dylur tó ikki fyri, at smærri valdømini eru serliga áhugaverd. T.d. eydnaðist tað við seinasta løgtingsval Fólkaflokkin- um at fáa umboð í trimum av teimum smærri valdøm- unum, Sandoy, Vágunum og í Norðstreymoy og kann man siga, at hesi tí hava verið avgerandi fyri skipan av samgonguni. Av tí at hesi valdømi eisini eru lutfalsliga “bílig” valdømi so noyðast allir flokkar at hugsa um at standa seg væl í teimum minstu valdøm- unum. Hetta er so eisini ein orsøk til at allir flokkarnir royna stilla sterkt upp til fólkatingsval og bæði taka verandi tingmenn og nýggj andlit fram longu nú. Tað er so uppstillingin hjá Javnaðarflokkinum í Sandoynni eitt dømi um. Spurningurin er so, um ein bygdaráðsformaður í eini stórari bygd, sum ongan tingmann hevur í dag, kann koppa ein av tingmonnunum, sum eru valdir í grannabygdini og harvið broyta javnvágina millum samgongu og and- støðu eftir valið! Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøð- ingur kann bara staðfesta, at flytur tú ein mann sum t.d. í Sandoynni merkir tað reelt, at tað eru tveir á muni, hugsa vit um skipan av eini samgongu. . Hann vísir annars á, at Sandoyggin altíð hevur verið spennandi til løg- tingsval, tí har eru bara tríggir flokkar, sum kunnu fáa teir báðar tingmenninar. Í løtuni er Sandoyggin rættiliga trygg hjá Tjóð- veldisflokkinum og Fólka- flokkinum. Samfelagsfrøð- ingurin hevur sum so onga viðmerking til, um hetta kann broytast til komandi løgtingsval. – Men vit hava sæð fyrr, hvussu javnt tað kann ganga á í Sandoynni. Sandoyggin kann avgera lagnu hjá samgongu Kann nýggi kandidaturin hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið, Gerhard Lognberg, bygdaráðsformaður í Skopun koppa einum av verandi tingmonnum í oynni, Páll á Reynatúgvu og Eyðun Viderø , so kann hann eisini vera avgerandi fyri, hvør kemur at skipa samgongu eftir valið Borgarstjórin í Skopun, sum er uppstillaður til fólkatingsvalið, ætlar sær eisini at vera á komandi løgtingsval- listanum hjá Javnaðarflokkinum í Sandoy VALEVNI Edvard Joensen Skopun: Gerhard Logn- berg, borgarstjóri í Skopun, metir uppstillingina til fólkatingsvalið at vera eina lopfjøl til at gerast valevni til løgtingsvalið komandi. Hann dylur ikki fyri, at hann ætlar sær á Løgting. – Sandoyggin hevur brúk fyri breiðari umboðan á Løgtingi, sigur skopuning- urin, sum er hálvur heima- sandsmaður, og leggur eina við, at hann ætlar at um- boða alt valdømið, sum eisini umfatar Skúvoy og Dímun, um tað kemur so langt, at hann gerst løg- tingsmaður eftir eitt kom- andi løgtingsval. Tá hann verður spurdur um eitt ítøkiligt dømi, hann heldur, hevði komið val- døminum til góðar, ivast hann ikki í, at loyvi eigur at verða givið til aling á Sandsvág. Tað er ikki rætt at tengja tað málið saman við lívfiskastøðini í Skop- un, heldur hann, tí tey bæði støðini liggja so fjart hvørt frá øðrum, at har skuldi ikki borið til at ført sjúku ímillum, um ræt veðrur atborið. Gerhard Lognberg er 51 ára gamal. Skopuningur um ein háls, hóast mamm- an var heiman av Sandi, greiðir hann frá. Vit sita inni á komm- unuskrivstovuni í Skopun. Kaffi og rundstykki eru á borðinum, og uttan fyri hoyrist vindur, meðan regn- ið dýkir á rútin. Teistin hevur júst ført okkum um Fjørðin. Hetta frálíka skipið, sum borg- arstjórin er sera glaður fyri, men einki hevur ímóti at skifta út kortini. – Við ein undirsjóvar- tunnil, tá tann tíð kemur, sigur hann, og leggur dent á, at tað væl letur seg gera tekniskt við einum tunnli undir Skopunarfirði. Hann hevur kannað tað, sigur Gerhard Lognberg. Áhugi Tað er av politiskum áhuga, at hann hevur latið seg stillað upp til fólkatings- vali, greiðir Gerhard Logn- berg frá. – Tað var Jógvan Adolf Johannesen, sum heitti á meg um at stilla upp til val, sigur hann. Jógvan Adolf hevur umboðað okkum væl í fleiri ár, men er nú givin í politikki. Jú, borgarstjórin tók við áheitanini og játtaði at stilla upp til fólkatingsvalið, hóast hann heilt realistiskt heldur, at løgtingsvalið verður tað meira áhuga- verda. Men eitt fólkatingsval er avgjørt eitt gott høvi at síggja, hvussu ein flýtur, sigur hann. Hetta er fyrstu ferð, Ger- hard Lognberg stillar upp til annað val enn komm- unuval. Men í komm- unalpolitikki hevur hann aftur fyri drúgvar royndir. Síðan 1984 hevur hann sitið í bygdarráðnum í Skopun út í eitt. Tvær tær fyrstu seturnar var hann næstformaður og hevur síðan 1992 verið bygdar- ráðsformaður og nú borg- arstjóri í Skopuna Kommu- nu. Til seinasta komm- unuval fekk hann 110 per- sónligar atkvøður. Tað er umleið triðja hvør atkvøða, sum valrætt hevur í komm- ununi. Í ringastu tíð í bæði Skopunar og Føroya søgu hevur hann staðið á odda fyri kommununi, sum var fyri einum øgiligum vambakasti, tá kreppan rakti, men sum nú er á veg upp aftur við fullari ferð. – Tær royndar, sum gjørdar eru í komm- unalpolitikki hesi árini, eiga at koma til góðar, tá ein ætlar sær upp í lands- politikk, sigur Gerhard Lognberg. Flakavirkið – Tað var púra rætt av okk- um at forða fyri, at Føroya Fiskavirking fekk nakað sum helst út av flaka- virkinum í síni tíð. Vit vóru teir fyrstu, og seinni fylgdu fleiri eftir, minnir Gerhard Lognberg á. At skopuningar slóu garð um flakavirkið og blo- kerðau allar dyr, var uttan iva beinleiðis orsøkin til, at tað yvirhøvur verður arbeitt á virkinum í dag, sigur borgarstjórin. – Alt, sum inni var av vi rði, hevði helst verið flutt til onnur virki hjá Føroya Fiskavirking, og vit høvdu staðið eftir við eini ruin, sum eingin hevði verið áhugaður í. Men vit fingu gjørt tað so, at ikki so frægt sum telefaxið fór úr húsinum, og tað gjørdi so aftur, at teir, sum nú leiga virkið, dugdu at síggja møguleikar í at fá tað í gongd aftur. Nú gongur tað væl og gevur nógv arbeiði í bygdini. – Tað var ein púra røtt av- gerð, sum vit nú fáa ágóðan av, sigur Gerhard Logn- berg. Tó ásannar hann, at vant- andi barnaansingarmøgu- leikarnir í Skopun kanska hava virkað nakað darvandi fyri, at fólk flyta aftur í sama mun, sum tey fluttu burtur. Men tann trupulleikan er kommunan nú í ferð við at loysa, nú ein nýggjur ansingarstovnur, sum hýsir bæði vøggustovu og barna- garði, verður bygdur í Skopun. Tunnil og havn Gerhard Lognberg dylur iki fyri, at hann vil hava undirsjóvartunnil undir Skopunarfjørð. Tað letur seg gera tekn- iskt og fer at hava øgiligan framburð við sær fyri oynna sum heild, sigur hann. At tað kan fara at gera, at tann nógv umrødda Skop- unar Havn ongantíð fer at verða liðug, tí peninga- játtanin fellur burtur, tá eingin ferjulega verður har, væntar hann ikki fer at verða tann stóra vanlukan. – Teir fyrimunir, sum ein undirdjóvartunnil fer at geva oynni, viga ríkiliga upp í móti tí, sum havnin møguliga missir, er borgarstjórin í Skopun sannførdur um. Men skúyvoyingar skulu hava eina nýtiliga havn, um lív skal vera lagað har úti, heldur Gerhard Lognberg fram. Bátahylurin, sum gjørdur er í Skúvoy, er ikki nóg væl frágingin. Í grundini er talan um byggisjusk, vilja skúvoyingar vera við. Teir halda, at teir hava fingið eina havn, sum er meira enn ein metur grynnri enn tann, teir hava goldið fyri. – Júst tær teknisku um- støðurnar kenni eg ikki so nágreiniliga, men eg havi sjálvur sæð og upplivað, at havnarviðurskiftini í Skúv- oy eru ikki í lagi, sigur Ger- hard Lognberg. Hóast Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun og fólkatingsvalevni Javnaðar- floksins, hevur sínar av- gjørdu hugsanir um, hvørj- um hann vil arbeiða fyri, um hann gerst landspolit- ikari fyri Sandoynna, sum hann ætlar, er hann so mikið realistiskur, at hann veit, at heilt so lætt verður tað kortini ikki. – Politikkur er at gera semjur, og teimum fari eg at arbeiða miðvíst fram í móti, sigur hann. Tí tað er við semjum, at úrslitini fáast. Ikki við samanbrest- um. Kós móti Løgtinginum Jógvan Adolf Jo- hannesen, fyrrver- andi løgtingsmað- ur fyri Sandoyar valdømi, metir, at tað er rætt av hon- um at gevast nú og lata nýtt fólk taka við VAKTARSKIFTI Edvard Joensen Jógvan Adolf Johanne- sen er farin burtur úr politikki eftir at hava sitið á tingi í næstan 10 ár út í eitt. Hann varð ikki afturvaldur við seinasta val, hóast bara 20 atkvøður manglaðu í, og fer ikki at stilla upp aftur til komandi val. – Eg meti hetta vera røttu løtuna at gevast. Eg havi fylt 66 ár, um eg livi, tá val verður aftur, og heilsan er ikki líka góð, sum hon hevur verið, greiðir Jógvan Adolf Johannesen frá. Tað stendur so vána- liga til við rygginum, sigur hann, at tað gongur illa at dansa føroyskan dans. Og tá soleiðis er, stendur í grundini púra einki til hjá fyrrverandi landsformanninum hjá dansifeløgunum í Før- oyum. Tað er nú ikki so galið kortini, at maðurin púra er fyri ongum. Hann hevur ivaleyst at triva í sum reiðari á partrol- aranum Eysturbúgva- num. Tað var hart at vera tingmaður í nítiárunum, sigur Jógvan Adolf Jo- hannesen. Kreppan legði landið lamið, og í okkara valdømi gjørdist hon ein ólukka. Stríðið fyri at fáa latið flaka- virkini upp aftur var bæði hart og tungt, men tað eydnaðist kortini, vísir hann á. Í dag verð- ur arbeitt bæði í Skopun og á Sandi. – Tað er so avgjørt »Sandoyarloysnini« fyri at takka, sigur Jógvan Adolf. Sandoyarloysnin var í stuttum ein stuðul upp á tríggjar milliónir krónur, sum vórðu settar av til at fáa virkini í gongd aftur fyri. Eitt mál, sum Jófvan Adolf arbeiddi dúgliga fyri, var at fáa berghol til Dals. Men tað eydnaðist ikki, áðrenn hann gavst í politikki. Tað hevur verið frammi at seta 800.000,- krónur av til eina kanning í hesum sam- bandi. Men báði núver- andi sandoyartingmenn- inir vóru ímóti, sigur Jógan Adolf, og nú er ikki rúm á fíggjarlógini fyri hesum málinum. Jógvan Adolf Jo- hannesen vónar inniliga, at Javnaðarflokkurin aft- ur fær tingmann í Sand- oynni til komandi val. Og hann heitir staðiliga á sandoyingar um at vlja ein javnaðarman, sum vil arbeiða fyri allari oynni. Tað er tekniskt gjørligt at fáa undirsjóvartunnil undir Skopunarfjørð, og tí fari eg at virka fyri í landspolitikki, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, sum ætlar sær á Løgting. Ein undirsjógvartunnil fer at hava øgiliga menning við sær á Sandoynni Mynd: Jens Kristian Vang Næstan 20 ár í kommunalpolitikki er góð barlast at hava við sær, tá ein ætlar sæ upp í landspolitikk, sigur borgarstjórin í Skopun Mynd: Jens Kristian Vang Rætt at gevast nú Sandoyggin hevur brúk fyri einum javnaðarmanni á tingi, sum fer at arbeiða fyri allari oynni, sigur Jógvan Adolf Johannesen Mynd:Jens Kristian Vang C M Y K 7 6