fríggjadagur 16. november 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 222 - 16. november 2001
Nr. 222 - 16. november 2001
9
– Vit vilja tosa við
okkara børn á teirra
máli, og tað kunnu vit
ikki, um vit ikki
sleppa at læra tekn-
mál. Tað nyttar ikki,
at vit fyrst um fimm
ár kunnu læra málið
hjá okkara børnum.
Vit hava brúk fyri
eini loysn her og nú,
sigur Virgar Hvidbro,
skrivari í felagnum
Hoyrnini
DEYVAVIÐURSKIFTI
Turið Kjølbro
Tað er ikki lætt at vera
deyvur í Føroyum. Fyri at
vinna teim deyvu rættindi,
sum eru sjálvsøgd aðra
staðni, mugu avvarðandi at
deyvum, foreldur og onnur,
stríðast av øllum alvi alla
tíðina.
– Vit eru noydd at berjast
fyri hvørjum einasta feti,
sum verður tikið til frama
fyri tey deyvu. Tað er sera
møtimikið og strævið, sigur
Virgar Hvidbro, skrivari í
felagnum Hoyrnini.
Nú rópar felagið Hoyrnin
aftur varskó. Í kjalarvørrin-
um av, at teknmálsráðgevin
kendi seg noydda at siga
seg úr starvi á Sernáms-
deplinum, eru øll skeið og
øll ráðgeving farin fyri
bakka. Foreldur og avvarð-
andi at deyvum hava tískil
ikki havt møguleika at fara
á skeið, sum ger tey før fyri
at tosa við síni børn.
– Vit vilja tosa við okkara
børn á teirra máli, og tað
kunnu vit ikki, um vit ikki
sleppa at læra teknmál. Tað
nyttar ikki, at vit fyrst um
fimm ár kunnu læra málið
hjá okkara børnum. Vit
hava brúk fyri eini loysn
her og nú, sigur Virgar
Hvidbro.
Vanlukkuligt
Hetta árið sum er við at
verða runnið, hevur verið
serliga turbolent hjá teim
deyvu og teirra avvarðandi.
Nýggir deyvir næmingar
sluppu við bit og slit í skúla
í summar, men umstøðurn-
ar har eru ikki nøktandi. Og
vegna ov stóra arbeiðs-
byrðu segði einasti tekn-
málsráðgevin í Føroyum
upp í summar. Í staðin fyri
at gera arbeiðsumstøðurnar
hjá viðkomandi nøktandi,
er starvið niðurlagt.
– Tað er einki minni enn
ein vanlukka, at deyvaráð-
gevin kendi seg noydda at
siga seg úr starvi. Øll, sum
hava bara eitt lítið sindur
við deyvaøkið at gera,
kenna tað stóra og týdning-
armikla arbeiðið, hon hevur
gjørt.
Starvið hjá teknmálsráð-
gevanum var sett til hálva
tíð, men arbeiðsbyrðan
svaraði til tvey størv fulla
tíð.
– Ein ráðgevi, sum leggur
so stóra orku í sítt arbeiði,
fær ein ótrúligan serkunn-
leika. Er meiningin at lata
henda kunnleika fara fyri
bakka, spyr felagið Hoyrn-
in í brævi til Sernámsdepil-
in.
Felagið Hoyrnin vil eisini
hava at vita frá Sernáms-
deplinum, hvørjar ætlanir
eru fyri framman viðvíkj-
andi deyvaráðgeving, tekn-
málsskeiðum, bústaðarvið-
urskiftum hjá deyvum, og
umstøðum hjá deyvum á
skúlum kring landið. Av
Sernámsdeplinum
hevur
Hoyrnin fingið at vita, at í
komandi ári eru lítil útlit til,
at teknmálskeið koma á
skránna í bræði.
Vónbrot
Eisini yvir fyri øðrum
myndugleikum
hevur
Hoyrnin gjørt vart við
ótolandi viðurskiftini hjá
teim deyvu og avvarðandi
teirra, í seinastuni Mentan-
arnevndini
og
Fíggjar-
nevndini hjá Løgtinginum.
Til komandi fíggjarlóg
hevði felagið eina vón um,
at lagt varð upp fyri bøttum
viðurskiftum
fyri
teim
deyvu. Men uppskotið til
løgtingsfíggjarlóg var eitt
vónbrot í so máta. Tískil
hevur felagið Hoyrnin heitt
inniliga á politisku mynd-
ugleikarnar um at síggja til,
at tey deyvu og avvarðandi
teirra fáa betri umstøður.
– Tað besta er at fáa
skeið á hvørjum ári í tekn-
máli, eins og foreldur at
deyvum fáa aðra staðni.
Fáa foreldur ikki frálæru,
verður samskiftið við børn-
ini sera avmarkað, hóast øll
royna eftir førimuni, sigur
Virgar Hvidbro.
Aðra staðni eru umstøð-
urnar hjá teim deyvu og av-
varðandi teirra ikki at sam-
anbera við føroysk viður-
skifti. Í Noregi fáa foreldur,
sum fáa eitt deyvt barn,
eina sokallaða foreldraút-
búgving, ið er 40 vikur
samanlagt í tíðarskeiðinum
meðan barnið er í aldrinum
0-16 ár. Hetta svarar til
tvær og eina hálva viku um
árið. Umframt fáa foreldur
onnur skeið í eitt nú deyva-
mentan og øðrum viðkom-
andi.
– Hetta gevur foreldrum
høvi til at læra málið hjá
barninum, so at tey kunnu
samskifta á einum støði,
sum er virðiligt, sigur Virg-
ar Hvidbro.
Eitt barn, sum ikki hoyr-
ir, er øðrvísi fyri enn onnur
børn. Tískil hava foreldur at
deyvum tørv á serligari ráð-
geving. Einasti deyvaráð-
gevin í Føroyum fór sum
kunnugt úr starvi í summar.
– Av tí, at hon er farin úr
starvi, eru umstøðurnar hjá
teim deyvu versnaðar mun-
andi. Uppsøgnin hjá henni
var eitt neyðarróp til mynd-
ugleikarnar um at fáa betri
umstøður at virka undir.
Men ístaðin fyri at lurta,
valdu
myndugleikarnir
heldur at spara pengarnar
burtur. Tá ið umstøðurnar
eru so vánaligar í Føroyum,
fær tað okkum at seta
spurnartekin við, um før-
oyska samfelagið yvirhøv-
ur rúmar okkara deyvu
børn, sigur Virgar Hvidbro.
Foreldur at deyvum børnum
rópa neyðarróp
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
givið úr bókina
Banka uppá eftir
Annu Claru
Tidholm
ÚTGÁVA
Banka uppá er ein
stuttlig og mennandi
smábarnabók í bjørtum
litum til foreldur og tey
smæstu at spæla og
hugna sær við: Á fyrstu
síðu sært tú mynd av
lítla húsinum við bláu
hurðini. So skalt tú
banka uppá og vita, hvør
er inni. Tú blaðar, og har
situr lítli Melli og vaskar
dunnu
og
slær
á
trummu. So fert tú út
aftur og bankar á reyðu
hurðina, grønu, gulu
o.s.fr. Banka uppá er
komin út í flest øllum
londum á okkara leið-
um,
og
høvundurin
Anna-Clara
Tidholm
hevur vunnið nógvar
virðislønir, bæði fyri
hesa og aðrar bøkur av
sama slagi. Niels Jákup
Thomsen týddi bókina
úr svenskum.
Banka uppá er 28 bls. í
litum, innbundin. Bókin
kostar kr. 49 í bókabúð-
unum. Spf. Hestprent
stóð fyri prentgerðini.
SNIRR&STROK
Turið Kjølbro
Í Snirri & Stroki, sum
júst er komið, stendur
mangt og hvat forvitnis-
ligt at lesa. Væl verður
gjørt burtur úr frí-
merkjasavnan. At savna
frímerki er heimsins
vanligasta frítíðarítriv.
Ein av frágreiðingunum
um, hví frímerkjasavnan
er so væl umtókt, er, tí at
hvørt frímerki hevur
eina søgu afturat sær.
Fyrsta føroyska frímerk-
ið var bara hálvt, stendur
at lesa í Stroki.
Tá ið menn grótu um
einki, er heitið á týddari
grein. Nú á døgum er
næstan bannað at gráta,
men fyri nøkrum fáum
100 árum síðani, skuldi
tú gráta ofta og leingi.
Gjørdi tú ikki tað, vart tú
ikki ein rættur maður.
Hópin
av
smærri
greinum og greinastubb-
um er í blaðnum, um-
framt nógv tilfar um tey
kendu. Kappingar eru
eisini,
krossorðagáta,
børnini skriva og tekna,
søgur frá børnum, og
aðrir fastir tættir.
Banka uppá
Frímerki heimsins
vanligasta frítíðarítriv
– Tá ið umstøðurnar eru so
vánaligar í Føroyum, fær tað
okkum at seta spurnartekin
við, um føroyska samfelagið
yvirhøvur rúmar okkara
deyvu børn, sigur Virgar
Hvidbro, skrivari í felagnum
Hoyrnini
Mynd: Jens Kristian Vang
-Tá ein útvarpsmaður
nýtir sín demokrat-
iska rætt til at stilla
upp til eitthvørt val,
so verður hesin ikki
nýttur til útvarps-
arbeiði, sigur Jógvan
Jespersen. Eisini í SVF
sleppa valevni ikki
framat á skíggjanum
sum annað enn
valevni, men í øðrum
sambondum verður
mett um í hvørjum
einstakum føri, sigur
Mikkjal Helmsdal
FÓLKATINGSVAL
Heri á Rógvi
Upp undir val spæla fjøl-
miðlarnir
ein
rættiliga
stóran leiklut. Almennu
fjølmiðlarnir, t.e. Útvarp
Føroya og Sjónvarp Føroya.
Útvarp Føroya og Sjónvarp
Føroya eru umfataði í
lógini um kringvarp, sum
ásetir hvat SVF, Útvarp
Føroya eins og aðrar út-
varpsrásir kunnu ella ikki
kunnu gera viðvíkjandi
sínari senditíð og sending-
um. Lógin um kringvarp
ástur útvarpsrásum ikki at
gera lýsingararbeiði við
politiskum ella átrúnaðar-
ligum áhugamálum. Al-
mennu
miðlarnir
fáa
ávíkavíst útvarps- og sjón-
varpsgjald,
sum
eisini
ávirkar
treytirnar
fyri
virksemið hjá teimum.
At føroyska samfelagið
er rættiliga lítið mugu allir
fjølmiðlar sanna viðhvørt,
og hetta merkir millum
annað, at fólk, sum møgu-
leiki hevur verið at sett sín
kross við til okkurt val,
trína fram á skíggjanum
ella hoyrast í útvarpi.
Bæði Sjónvarp Føroya og
Útvarp Føroya hava áset-
ingar viðvíkjandi at starvs-
fólk á stovnunum stilla upp
til politisk val.
Jógvan Jespersen, stjóri
fyri Útvarp Føroya, sigur,
at teir hava greiðan politikk
á økinum.
-Um eitt starvsfólk í Út-
varpi Føroya velur at stilla
upp til eitt politiskt val, fær
hetta tær fylgjur, at starvs-
fólkið
ikki
luttekur
í
vanligum útvarpsarbeiði,
t.e. tað kemur ikki framat
mikrofonini
og
verður
heldur ikki nevnt í send-
ingum, sigur Jógvan Jesp-
ersen. Starvsfólk í Útvarpi
Føroya, ið velja at stilla
upp, kunna luttaka í send-
ingum hjá sínum flokkum,
sum hesir fáa ásett, eins og
í valsendingum annars.
Til hetta fólkatingsvalið
er
Jógvan Arge,
pro-
grammleiðari í Útvarpi
Føroya, uppstillaður, og
hann hevur eisini verið
framat í valsendingini hjá
sínum flokki. Til hetta sigur
Jógvan Jespersen, at tað er
demokratiski rætturin hjá
einum og hvørjum at stilla
upp eitt val, og hetta kann
mann gera sær sínar tankar
um, men so leingi valstríðið
heldur á, so vil Jógvan
Jespersen ikki siga nakað
meira um hetta er óheppið
ella ikki.
Stjórin fyri Sjónvarp
Føroya, Mikkjal Helmsdal,
sigur, at teir í hesum
sambandi hava ta siðvenju,
at eru starvsfólk uppstill-
aði, so koma tey ikki á
skíggjan í øðrum enn
teimum sendingum, har tey
luttaka sum valevni. Hann
sigur tó, at tað í hvørjum
einstøkum føri verður mett
um, hvørt tað er rætt at
nevna ella hava eitthvørt
valevni við í einari sending.
Sjónvarp Føroya hevur
fleiri starvsfólk, sum annað
hvørt hava verið ella eru
politisk aktiv, og hetta
kemur í síðsta enda til, um
mann kann líta á professjo-
nellalismuna hjá starvs-
fólkunum, sigur Mikkjal
Helmsdal.
Einki starvsfólk í Sjón-
varpi Føroya er uppstillað
til fólkatingsvalið 20. no-
vember.
Ikki við í útvarpsarbeiði
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri hevur greiðar reglar fyri, hvat hansara starvsfólk kunna í
sambandi við politisk val.
ÚTSTYKKING
Ingrid Bjarnastein
Í Gundadali verður í løtuni
stykkjað
út
til
nøkur
grundstykkir.
Ikki hevur tað eydnast
okkum, at fáa nakrar við-
merkingar um útstykk-
ingina av tí, at útstykkingin
er privat. Tó siga tey á
teknisku deild á býráðnum,
at talan er um eini 20
grundstykkir.
20 grundstykkir
í Gundadali
Grundstykkir verða í løtuni stykkjað út í Gundadali
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8