Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 222 - 16. november 2001 Nr. 222 - 16. november 2001 11 – Eg meti tað ikki vera nakran trupul- leika, at ein politikari brølar eitt sindur við hvørt, sigur Torbjørn Jacobsen, sum ætlar sær annan fólkatings- sessin VALEVNI Eyðun Klakstein Hann kann tosa hart. Skip- arin á Glyvrum. Við ballin- um í munnklovanum og eini harðari rødd er hann kendur fyri at siga sína hugsan. Og tað ætlar hann sær eisini at gera, um hann sleppur í Fólkatingið. – Eg meti tað ikki vera nakran trupulleika, at ein politikari brølar eitt sindur við hvørt. Eingin politikari missir virðing av at siga sína hugsan og standa við síni sjónarmið, sigur Tor- bjørn Jacobsen. – Eg ætli mær at tosa beint út frá mínum hjarta og mínum høvdi. Eg ælti mær ikki at smæðast burt- ur, og eg eg ætli mær at greiða dønum frá, at ynski hjá okkum er ein føroysk republikk. Tobbi á danating Fyrrverandi landsstýris- maðurin er eitt gott boð upp á ein fólkatingsmann. Veljarakanningin hjá Út- varpinum gevur Tjóðveld- isflokkinum eitt umboð í Fólkatinginum, og roknað verður við, at formaðurin í flokkinum, Høgni Hoydal, verður toppskorari á listan- um. Løgmaður sigur við Sosi- alin í dag, at Høgni Hoydal sleppur ikki í Fólkatingið, so leingi hann er landsstýr- ismaður, og tí kann tað lættliga koma upp á tal, at næsti maðurin á Tjóðveld- islistanum endar á dana- tingi. Og næsti maðurin á list- anum kann gerast Tobbi. – Tað er ilt at meta um, hvussu nógvar atkvøður fólkini á okkara lista fara at fáa, og tað kann lættliga fara at vera ein kvinna, sum verður nummar tvey. Men eg stíli eftir einum fólka- tingssessi, sigur hann. Ein røða og 400 krossar Tá fólkatingsval var fyri fýra árum síðani, kom Tor- bjørn Jacobsen sum óroyndur politikari úr ísin- um í Grønlandi og á listan hjá Tjóðveldinum. Hann fekk fleiri enn 400 atkvøð- ur og endaði sum nummar trý á tjóðveldislistanum tað árið. Síðani hevur Tobbi verið í miðdeplinum ferð eftir ferð í politiska heiminum, og hann hevur hildið nógv- ar røður kring landið. Fyri sløkum fýra árum síðani helt hann eina val- røðu og fekk fleiri enn 400 krossar. Møguleikin er fyri góðum vali, men spurning- urin er, hvat veljarin heldur um politiska atburðin hjá Tobba. – Tá tú hevur greiðar meiningar og sigur tað beint sum tað er, so gerst ofta heitt í báðum borðum – bæði millum tey, um eru ímóti tínum sjónarmiðum, og millum tey, sum taka undir við tær, sigur hann. – Men fólk eiga at vita, hvat eg standi fyri, og hvør hugsjónin hjá mær er. Hann vil ikki meta um, hvussu nógvar atkvøður hann kann fáa á valinum í næstu viku, men málið er at fáa eins nógvar sum seinast ella meira. Ger sær ikki fyri skommum Torbjørn Jacobsen kann vera framfýsin og bersøgin í talu og verki. Hetta skapti honum stundum trupulleik- ar, tá hann var landsstýris- maður, og endin var eisini, at hann fór frá. – Umhvørvið umborð á skipi er nógv harðari, enn tað er í politiska heiminum, men eg dugi onga orsøk at síggja til, at allir politikarar skulu tosa hvønn annan eftir munninum, sigur Tor- bjørn Jacobsen. – Tað er stórur vandi í, at allir flokkarnir fara at líkj- ast, og eingin tekur tey hug- sjónarligu slagsmálini. Í 80’unum var eingin munur millum flokkarnar, alt var eins, og tað endaði eisini galið. – Politisku flokkarnir gera skeivt í at sterilisera valevnini, so eingin sigur nakað, sum kann stoyta nakran. Politikarar skulu hava meiningar og dríva samfelagið fram hugsjónar- liga, heldur Tobbi. Tá hugsað verður um tína tíð sum landsstýrismaður og tingmaður, skulu føroy- ingar so tora at senda teg á Fólkating? – Fáur føroyingur mann hava vitjað so nógv lond sum eg, og eg veit meg ikki um nakrantíð at hava gjørt Føroyar fyri skommum. Tað fari eg heldur ikki at gera í Fólkatinginum, skuldi tað komið upp á tal. Tað hevur verið nevnt, at danir fara at missa virðing fyri Føroyum, um tú verður valdur í Fólkatinigð. Hvat hevur tú at siga til tað? – Eg rokni ikki við, at danir fara at missa virðing fyri føroyingum, tí ein før- oyskur politikari stendur við síni sjónarmið púra opið, sigur Torbjørn Jacob- sen. Skiparin hevur brotið upp um armar, ballið er í munninum, og málið er Fólkatingið. Tobbi ætlar sær á danating: Fer at siga sína hjartans meining Tobbi á bryggjuni í Runavík, har hann ikki smæðist við at taka eina hond í. Hann ætlar sær heldur ikki at smæðast burtur, verður hann valdur í Fólkatingið Mynd: Eyðun Klakstein – Politisku flokkarnir gera skeivt í at sterilisera valevnini, so eingin sigur nakað, sum kann stoyta nakran. Politikarar skulu hava meiningar og dríva samfelagið fram hugsjónarliga, heldur Tobbi Mynd: Eyðun Klakstein – Tey, sum noyðast, ella heldur vilja búgva til leigu, eru nógv verri fyri fíggjarliga enn tey, sum eiga síni egnu hús. Hesin mannamunur skal nú rættast, sigur Karsten Hansen, landsstýris- maður í fíggjar- málum JAVNRÆTTUR Áki Bertholdsen Nú skulu øll tey, sum búgva til leigu, hava betri sømdir. Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, er nú farin undir at kanna, hvussu tey, sum leiga hús ella íbúð, fíggj- arliga kunnu javntsetast við tey, sum eiga síni egnu hús, Hann sigur, at sum er, er øll lóggáva er gjørd til tey, sum byggja síni egnu hús. – Tey fáa bæði rentu- stuðul, umframt at tey sleppa undan at betala mvg av handverkaralønum. Hes- ar sømdir fáa tey ikki, sum leiga hús, ella íbúð. Harumframt er tað so, at sum er, forðar lógin fyri, at íbúðir verða bygdar til fólk at leiga út. – Tað er bara til egnan bústað, at rentustuðul verð- ur veitt og at mvg ikki skal gjaldast av handverkara- lønum. – Tvs, at verða raðhús, ella blokkar bygdir til at leiga út, verður leigan alt ov dýr, tí rentustuðul verður ikki latin og mvg skal be- talast av handverkara- lønum. Hann sigur, at hetta er stórur órættur ímóti teim- um sum antin noyðast, ella heldur leiga sær eini hús ella eina íbúð, heldur enn at byggja sjálvi. Tað kann ikki vera rætt, at fólk skulu betala tað sama fyri eina lítla íbúð, sum eini heil hús kosta í rentum og avdráttum. Og hendan órætt ætlar hann sær at beina av vegnum. Karsten Hansen sigur, at hann veit um fólk, sum hava ætlanir um at byggja blokkar og raðhús at leiga út til fólk, men tey setast aftur, tí leigan verður ov dýr. Tað sama ger seg gald- andi um feløg og sjálvs- ognarstovnar ætlar sær undir at byggja raðhús, ella blokkar til at leiga út. Hetta heldur Landsstýris- maðurin er til stóran ampa fyri fólk, tí tað eru ikki øll, sum hava ráð at byggja síni egnu hús. Tað eru eisini fólk, sum heldur vilja búgva til leigu. Somuleiðis eru tað pensjónistar, sum fegnir vildu selt síni egnu hús og flutt í eina lítla íbúð, men alt hetta er ikki at bjóða til, sum støðan er, tí íbúðartrot er og skuldi nakar bygt til at leiga út, hevði tað blivið alt ov dýrt. – Tað er eisini trupult at hugsa sær, hvussu ungfólk, sum noyðast at betala okursleigu, nakrantíð skulu sleppa burturúr tí og fáa lagt so mikið til síðis, at tey fáa sítt egna. Skulu javntsetast Karsten Hansen sigur, at tí er hann farin undir arbeiðið at kanna eftir, hvussu tey, sum leiga, kunnu javnsetast við tey, sum eiga. Enn veit hann ikki, hvussu hetta kann gerast. Hann sigur, at tað eru nógvir mátar at gera tað uppá, emn hann vil ikki út- greina tað nærri, fyrrenn málið er viðgjørt í sam- gonguni. Sjálvur ivast hann ikki í, at samgongan fer at semjast um ein máta um at geva teimum, sum leiga, somu sømdir sum tey, ið eiga síni egnu hús. Men hann leggur dent á, at tað kann ikki gerast soleiðis, at eitt nú rentu- stuðulin verður tikin frá teinum, sum hava bygt og skylda í húsunum, tí tey hava lagt sítt egna lív til rættis útfrá tí, at tey fáa rentustuðul. – Men tað er neyðugt at skipa so fyri, at tað stendur fólki frítt at velja, um tey vilja eiga, ella um tey vilja leiga, sigur Karsten Han- sen. – Í løtuni er tað so, at tað almenna stuðlar tey, sum eiga, men ikki tey, sum leiga og tað er órættur. Hetta skal vera ein skip- an, sum er einføld at um- sita, men um tað verður okkurt slag av ískoyti, ella okkurt annað, veit hann ikki enn, fyrrenn málið hevur verið til viðgerðar í samgonguni. Hann sigur, at hetta fer uttan iva eisini at føra við sær, at nógv fleiri íbúðir fara at vera bygdar og tað fer eisini at føra við sær, at tað fer at vera bíligari at leiga, tí leigan fylgir sjálv- sagt marknaðinum og tá ið íbúðartrotið er so stórt, sum tað er, fer prísurin sjálvsagt í topp. – Tey, sum eiga síni egnu hús fáa bæði rentustuðul og sleppa undan at betala mvg av handverkaralønunum. Hetta er stórur órættur ímóti teimum, sum leiga, sigur Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmálum. Hann er nú er farin undir arbeiðið broyta lógina so, at tey, sum leiga hús og íbúðir verða fíggjarliga javntsett við tey, sum eiga síni egnu hús Betri sømdir til fólk sum leiga hús ella íbúð C M Y K 11 10