fríggjadagur 16. november 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 222 - 16. november 2001
Nr. 222 - 16. november 2001
13
Bjarti Thomsen
Aberdeen
Á middegi 6. november
hevði útvarpið samrøðu við
umboð tjóðveldisfloksins í
samband við uppstilling til
fólkatingsvalið.
Millum
annað tók hann til: „Røddin
hjá Føroysku tjóðini« og
„Til frama fyri alt tað
Føroyska fólkið«.
Eg vil hervið gera púra
greitt, at tjóðveldisflokkur-
in ikki umboðar meg - og
so langt frá - og heldur ikki
arbeiðir til frama fyri fram-
tíð míni.
Tvær høvuðsorsøkir eru
til hetta: Hesin flokkur vil
slíta tað Føroyska sam-
felagið upp við rót, uttan at
hugsa um avleiðingarnar.
Eg eri fullvísur í, at Føroyar
eru nógv tryggari og hava
nógv
fleiri
møguleikar
innanfyri ríkisfelagsskapin.
Eisini hava vit allar møgu-
leikar at skipa okkum, so
sum vit vilja, innanfyri fe-
lagsskapin.
Hin orsøkin er, at tjóð-
veldisflokkurin er uttast til
vinstru, meðan eg taki und-
ir við politikki frá miðjuni
og út til høgru. Hvussu
kunnu menn, sum eru
fløskaðir upp við alreyðum
kommunistiskum hugsjón-
um, nakrantíð blíva ein
borgan fyri einum frælsum
Føroyum?
Eg heiti inniliga á allar
landsmenn um at fyribyrgja
at lopið verður framav í
ovfarakæti – og tað gerst
best við at velja Sambands-
flokkin.
Vónandi kann eg koma
heimaftur til eitt land, sum
framvegis hevur nógv at
bjóða mær.
PS. Eigur útvarpið ikki
annað tilfar at leggja á
internetið,
enn
gamlar
sendingar um tjóðveldis-
landsstýrsimenn,
sum
leggja frá sær.
Reyðir loysingarmenn
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Hernaðarliga átakið hjá amerikanska flogvápninum
uttan íhald at bumba herstøðirnar og herdeildirnar hjá
Talibanstýrinum í Afganistan hevur eftir øllum at dømi
givið úrslit. Talebanskir stríðsmenn flýggja nú um háls
og herðar frá støðum sínum.
Tað er annars ein sera torgreidd mynd vit fáa av støðuni
í landinum eftir at Norðursamgongan við stuðuli frá
USA og Bretlandi serstakliga hevur tikið seg fram á
ymsu hermótunum og rikið talebanar burtur. Tó sýnist
tað at vera rættiliga greitt, at fólkið, sum kendi seg hótt
og niðurbundið undir Talebanstýrinum, nú kennir eitt
slag av frælsi aftur, tó at hetta als ikki er allur sannleikin.
Tey, sum hava fylgt gongdini í Afganistan og hava sæð
og hoyrt, hvussu steinaldarmentanin hjá funda-
mentalistisku talebanunum hevur niðurbundið eitt heilt
fólk, fegnast uttan iva um, at dagarnir hjá hesum stýri
eru taldir. Í so máta mugu vit siga, at USA við sínum
bumbuálopum hevur rokkið langt, tó at vit á ongan hátt
kunnu taka undir við teimum álopum, sum hava rakt
ósek sivilfólk.
Støðan er nú tann, at vit í staðin fyri eitt ræðslustýri
hava fingið tí í líkist eini anakistiskari støðu í landinum,
tó at henda gevur møguleika fyri loysnum. Talebanstýrið
sum so mátti fáast av vegnum skuldi nakar glotti
síggjast aftur í hesum landi og skuldi terrorhóttanin
beinast burt. Vit skulu heldur ikki gloyma, at tess
sterkari Talibanstýrið hevði kunnað blivið, slapp tað
ótarnað at halda fram, tess stórri hóttan hevði tess ræðu-
og steinaldarmentan kunnað verið fyri onnur hóvlig
muslimsk lond. Tí er sigurin á taleban ein sigur fyri
okkum øll. Men hetta setir so stór krøv til USA og
heimin annars um miðvíst at vera við til at tryggja lóg
og landaskil og vera við til at byggja landið uppaftur.
Tí eigur Vesturheimurin saman við muslimsku lond-
unum at rætta Afganistan eina hond og brúka alla
hugsandi orku til at hjálpa fólkinum uppá føtur aftur. Alt
má gerast fyri at forða fyri, at t.d. Norðursamgongan
sleppur at misbrúka sína støðu. Her átti tó at verið vón í
tí leiðara, sum Norðursamgongan hevur sett sum sín
uttanríkisráðharra. Tey, ið hava fylgt við í BBC og CNN
í seinastuni, hava hoyrt og sæð henda rættiliga skilagóða
og demokratiskt sinnnaða leiðaran hjá Norðursam-
gonguni.
Nú er so upp til USA og tess sameindu at liva upp til sín
ábyrgd. Eisini Europa og vit í Føroyum eiga at vera
tilreiðar at rætta eina hjálpandi hond, nú vit øll hava
upplivað syndarligu lagnuna hjá afganum nærum hvønn
dag á sjónvarpsskíggjanum. Hetta hevur togað í okkara
hjartarøtur og eigur tí at vera ein góð motivatión at vera
við til at stuðla har stuðlast kann. Vónandi kann hetta
hava við sær eina sóming og seming millum muslimar
og aðrar religiónir. Bert við at betra umstøðurnar hjá
afganum og øðrum fólkum, sum líða neyð og eru undir
ófrælsi, ber til at fáa endaliga bilbukt við terror-
kreftirnar. Megna vit at byggja Afganistan uppaftur eru
vit komin eitt týðandi stig víðari í so máta.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Vesturheimurin og
Afganistan
VIÐMERKINGAR
Samgongan lagt eyka milliardir á vinnulívið
Frank Davidsen
Við at hækka fíggjarlógina
útvið 1 milliard, verður
neyðugt at hækka útflutn-
ingsvirðið við fleiri mia.
Harafturat hevur sjálv-
stýrissamgongan í einum
sonnum sjálvstýrisrúsi, ið
ikki stendur nógv aftan fyri
»harakiri« sjálvmorðini hjá
japanarum, skarvað 356
milliónir av blokkinum.
Alt Føroya fólk er vitandi
um, at samstundis sum
samgongan sjálvboðin hev-
ur skert blokkin, tó ikki fyrr
enn teir sjálvir hava stungið
í sekkin, so hava somu
menn, uttan at skammast,
hesi skjótt 4 árini tikið
ímóti 4 milliardum úr
danska statskassanum.
Samstundis reypa sam-
gongumenn um, at teir hava
lagt til síðis 1,6 mia. hesi 4
árini, men hvørt smábarn
kann avdúka teirra glantri-
leik, tí hvar hevði teirra
uppsparing verið, um teir
ikki hesi 4 árini skamm-
leysir høvdu tikið ímóti 4
mia. frá dønum.
Taka vit so tær 1,6 mia.
og mótrokna tær frá teim-
um 4 mia., so hevði før-
oyski landskassin havt eitt
risaundirskot uppá 2400
milliónir. Tær 356 mió.,
sum samgongan metir, at
kkara sjúkra-, heilsu- og
skúlaverk væl kunnu vera
fyriuttan, má okkara vinnu-
lív eisini bløða fyri við eini
fleirfaldan av útflutnings-
virðinum. So um vinnulívið
ikki livir upp til tey krøv, ið
sitandi
samgonga
setir
teimum, m.a. orsakað av
einum hóttafalli í okkara
útflutningsvinnu, ja, so er
bara skattaborgarin at fara
eftir.
Konfrontatiónspolitikk-
urin vil halda fram, um
tjóðveldis- og fólkaflokk-
urin fáa umboð vald á
fólkating.
Javnaðarflokkurin
er
besti garantur fyri sam-
starvi og loysnum. Farið tí
mannsterk á val og setið
eitt
javnaðarumboð
á
fólkating.
Sosialurin hevur í blað-
num í morgin eina for-
síðugrein, sum sigur, at
Høgni Hoydal ætlar sær
báðar sessirnar – bæði í
landsstýri og á fólka-
tingi.
Hetta er ikki so. Onkur
misskiljing man vera
íkomin. Undirritaði hev-
ur ta støðu, at um so
skuldi verðið, at eg varð
valdur, so hevði eg hildið
eina røðu og síðani latið
sessin til næsta mann á
lista Tjóðveldisfloksins.
Eftir løgtingsvalið veldst
alt um, hvørt eg verið
valdur og um møguligar
komandi
samgongur.
Har er undirritaði í júst
somu støðu, sum aðrir
floksformenn.
Tórshavn, 14. nov. 2001
Høgni Hoydal
»Eg fari í øllum førum
at møta á Fólkatingi og
halda eina setanarrøðu.
Um eg so fari at røkja
bæði størvini, fáa vit at
síggja. Tað velst um
arbeiðsbyrðuna í lands-
stýrinum.«
Soleiðis fullu orðini í
samrøðuni millum blað-
mannin
og
varaløg-
mann, tá spurt varð, hvat
varaløgmaður fór at
gera, um hann varð
valdur á Fólkating. Og
soleiðis
varð
Høgni
Hoydal eisini endurgivin
í blaðgrein í Sosialinum
tann 15. november.
Blaðmaðurin
hevur
ikki aðra viðmerking til
tíðindaskrivið frá Høgna
Hoydal enn ta, at tað,
sum skrivað er, er rætt,
eftir sum orðini fullu í
samrøðuni.
Edvard Joensen
blaðmaður
Tíðindaskriv
Soleiðis fullu orðini
Gunnar K Nattestad
Okkara samfelag stendur
fyri stórum broytingum, ið
koma at ávirka øll okkara
viðurskifti. Vit skula velja
hvørja ríkisrættarliga støðu
okkara land skal virka
undir, ein møgulig olju-
vinna dagar í havsbrúnni,
og á so mangan annan hátt
bjóðar dagligi dagurin okk-
um broytingar. Vit broytast
eisini sjálvi og síggja at tað
gera onnur eisini, bæði í
sinn og skinn.
Soleiðis hevur meira og
minni, altíð veri. Fólk hava
partvíst valt at broyta
umstøðurnar og partvíst
rætta seg eftir broyttum
umstøðum. Hesa gongd
mugu vit góðtaka og liva
við, hvørt tað eru vit ella
onnur ið broytast, uttaná
ella innaní.
Hettar kann skapa meira
og minni ótryggleika. ALT
BROYTIST - ALT? Er so
einki sum vit kunna halda í
og vita okkum trygg við.
Kann tað sum var gott í
gjár, vera ónt í dag, ella tað
sum er ónt í dag, vera gott í
morgin? Um so er, hava vit
veruliga grund til at óttast,
tí tá er munurin millum ónt
og gott, bara ein spurningur
um hvørji tíð vit liva í.
So er bara eftir at spyrja,
hvat trýrt tú? Er moralurin
hjá tær bara nakað sum er
grundað á uppvøkstur og
annars meira ella minni
tilvildarlig ting. Kanska á
ein innara Guð, egnan
vísdóm og argumentir -
"Humanismu".
Human-
isman hevur bara ein stóran
veikleika - menniskja!
Men tíbetur tað er ikki
so. Tað eru ting ið ikki
broytast, umstøður og "inn-
støður" tiknar við. Bíblian
sigur at: "Jesus er í gjár, í
dag og til ævigar tíðir hin
sami". Hansara orð verða
standandi til alla tíð, tá-,
nú- og framtíð. Somu orð,
sum skaptu hendan heim og
alt sum í honum er.
Guð havið lov! Tað er
møguligt at standa tryggur,
eisini tá skýskravarnir falla.
Jesus er svarið og eina
Hann er grundvøllurin ið
ikki vikast. Trúgv á Hann
hvaðar so leiðin gongur.
Hvaðar gongur leiðin?
Hans Jensen
Hvalvík
Efter et kontrolbesøg på
Landssygehusets
medi-
sinske afdeling var det mig
en glæde at kunne kon-
statere, at man endelig har
skrottet
den
skvattede
socialpædagogiske hold-
ning, at patienterne skal
hjælpes for enhver pris.
Standard svar på ethvert
seriøst spørgsmål fra den
hvidklædte: Hold op med
at ryge – så har du ikke
mere at spørge om. Halle-
luja!
Helt fint – jeg forstår
bare ikke, de bliver ved at
indkalde mig til kontrol,
det må da være spild af tid
for begge parter.
Da de fleste folk desværre
ikke er idealpatienter, ville
en grov frasortering af
klientellet nok kunne spare
en overlægestilling eller to.
En henvisning til krema-
toriet kan man indtale på en
telefonsvarer.
De videre perspektiver
Efter at have gennemtænkt
den nye fremragende, prog-
ressive
sundhedspolitik
initieret af Medicinsk Afd.
kan jeg godt se, at her er
penge at spare. F.eks.:
–
alkoholikere.
Stop
drinking, babe – så kan vi
måske overveje at hjælpe
dig.
– idrætsskader.
Helt
ærlig – det har du selv
været ude om. Hold op med
at dyrke idræt, så…
–
trafikskader.
Helt
udelukket. Lad være at
køre bil – så kan vi
måske…
– fedme. Hvem har bedt
dig æde over evne. Forget
it!
– tandpine. Hold op med
at æde slik og børst tænder
– så måske…
– veneriske sygdomme.
O. K. – hvis du skriver
under på at leve i cølibat, så
måske…
Når den nye sundheds-
politik slår igennem, og de
mange overflødige over-
læger er blevet erstattet af
mere menneskelige tele-
fonsvarer – og hvis man
regner med – et slag på
tasken – at 80% af alle
sygdomme
er
selvfor-
skyldte, vil de mange
problemer med ventelister
og personalemangel inden
for sygehusvæsenet være
løst.
Med dybeste respekt for
medicinsk Afd.’s visionære
sundhedspolitik.
VIÐMERKINGAR
Trygvi F. Guttesen
Vilhelm Johannesen og
Thomas Arabo hava aftur
valt ósømilig amboð í val-
stríðnum. Vilhelm segði í
útvarpsins valsending, at
Sambandsflokkurin
vil
ongar broytingar gera! Vil-
helm sigur beinleiðis ósatt
og vil soleiðis ikki fylgja
sínum formanni, Jóannesi
Eidesgaard, sum sigur at
Sambandsflokkurin hevur
flutt seg ótrúliga langt.
Sambandsflokkurin ber
ikki agg og kann saktans
gloyma orðini hjá Vilhelm
Johannesen, men skriving-
in hjá Thomas Arabo í
Sosialinum í dag er vanda-
mikil.
Arabo skrivar at ein at-
kvøða til Sambandsflokkin
er ein atkvøða fyri status
quo í spurninginum um
Føroya støðu í ríkisfelags-
skapinum. Arabo skrivar
eisini um eitt val millum
fullveldi og svartasta sam-
band – júst tað samband í
ríkinum,
sum Javnaðar-
flokkurin annars sigur seg
taka undir við.
Thomas Arabo skrivar
eisini, at Javnaðarflokkurin
hevur stak góðar royndir frá
samstarvi við Tjóðveldis-
flokkin. Hetta síðsta var ó-
neyðugt at boða frá, tí iva-
leyst vita øll hvar Thomas
Arabo stendur politiskt í
Javnaðarflokkinum, hann
sá helst eina samanrenning
við Tjóðveldisflokkin.
Nei, Sambandsflokkurin
vil ikki hava status quo.
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin
hava
undirskrivað felags álit í
Uttanlandsnevndini
um
rættarstøðu Føroya.
Sambandsflokkurin ætlar
ikki at leypa frá hesum áliti,
og eg havi heldur einki
hoyrt um at Javnaðarflokk-
urin hevur ætlanir um at
skáka sær undan gjørdari
avtalu.
Men skrivingin hjá Ara-
boð ber boð um nakað
annað, og fær hann og
hansara bólkur í flokkinum
viðrák, ja, so hevur Thomas
Arabo veruliga gjørt Javn-
aðarflokkinum eina dára-
gerð.
Við
teim
royndum,
Arabo hevur, átti hann at
vitað, at tað er eitt mark
fyri, hvussu ofta ein flokk-
ur snikkaleysur kann skifta
kós.
Saman við Tjóðveldis-
flokkinum fær Thomas
Arabo ongar broytingar
innan fyri ríkisfelagsskap-
in, men saman við Sam-
bandsflokkinum er gjørligt
at gera allar tær broytingar,
sum 75% av føroyingum
ynskja.
Sambandsflokkurin vil
gera allar tær stjórnarligu
broytingar, sum tæna fólk-
inum best, heldur enn at
gera tær broytingar, sum
geva okkum loysing.
Vit hava ikki tann alsk til
Tjóðveldisflokkin,
sum
Thomas Arabo hevur.
Teir siga ósatt vilja!
Den nye sundhedspolitik
C
M
Y
K
13
12