Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 16. november 2001 15 FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Olga Biskopstø Fólkatingsvalevni hjá Tjóðveldisflokkinum www.biskopsto.com Men at okkara sjálvsav- gerðarrættur er tengdur at hugburðinum hjá dønum er ein veruleiki, ið vit ikki kunnu snúgva okkum uttanum. Í amtstíðini vistu danir líka lítið um Føroyar sum í dag, men teir sóu føroy- ingar sum runnar av somu norðurlendsku rót sum danskarar. Tí kundu teir í mongum førum vera posi- tivir yvirfyri føroyingum, sjálvt um tað var uppá ein niðursetandi máta, tí vit vóru á einum lægri menn- ingarstigi. Í dag eru danskarar so sterkt orienteraðir ímóti ES, at tað norðurlendska hevur mist sína megi sum nakað, ið skapar saman- hang fyri danskarar, tá íð tað kemur til upplýsing um Føroyar. Avleiðingin fyri okkum er, at allar upp- lýsingar í Danmark um Føroyar eru fullkomuliga leysrivnar frá øllum sam- anhangi, - antin sum partur av donskum innanríkispoli- tikki ella sum gølusøgur. Í báðum førum hongur hettar saman við ríkisrætt- arligu støðuni. Tí, ríkis- rættarliga støðan ger, at tað ber til at gera eitt samband, eitt link, ímillum danska skattgjaldaran og so hesar fullkomuliga ábyrgdarleysu føroyingarnar, sum bara brúka og brúka, meðan onnur gjalda… Vóru Før- oyar ein sjálvstøðug tjóð, so var tað fullkomuliga óinteressant fyri danskarar, hvussu nógvar tunlar, vit gera, og hvussu nýggjum bilum vit koyra í o.s.frv. Skulu danskarar vita meira um Føroyar, so má hetta linki brótast. Vissi Føroyar vóru ein sjálvstøð- ug tjóð, so hevði samskiftið millum føroyingar og danskarar, millum danskar myndugleikar og føroyskar myndugleikar verið av einum heilt øðrum slag og meira virðilig, sjálvandi. Tann manglandi vitanin er ein av høvuðsorsøkunum til, at ynski okkara um at gerast sjálvbjargin og sjálv- støðug, ikki hevur verið virt av donsku myndug- leikunum og danska fólk- inum sum heild. Tí verður upplýsing í Danmark eitt amboð í fullveldisstríðnum. Við hesum verður heitt á øll fullveldisfólk um at fara á val - hesuferð - so full vissa kann fáast fyri, at tey sum komandi fýra árini skulu umboða føroyafólk eru fullveldisfólk, og tí eisini við fullum huga fara at arbeiða til frama fyri fullveldi. Jákup Lamhauge Valevni Sambandsflokksina Í framløgusending fólka- floksins í útvarpinum var nógv reyp at hoyra frá val- evnum flokksins - ja sum framløgan varð borðin fram so kannaði fólka- flokkurin sær alla æruna av tí, sum hent var í sam- gonguskeiðnum. Eg ætli mær ikki at taka dagar ímillum hvør av samgonguflokkunum eigur størstu æruna av tí vanda- politikki sum førdur er farna valskeið - hetta býti skulu teir sjálvir sleppa at standa fyri. Men tá fólkaflokkurin tekur sær æruna av, at kommunuskuldin er niður- goldin til helmingin av tí sum hon var fyri fýra árum síðan, so haldi eg at reyp fólkafloksins er farið langt út um tað teir kunnu loyva sær - ikki minst moralskt. Sum formaður í einum av størru kommununum sein- astu átta árini kann eg upp- lýsa fyri fólkaflokkinum og Føroya fólki annars, at fólkaflokkurin als ongan lut eigur í, at kommunuskuldin er niðurgoldin til tað sum hon í veruleikanum er í dag. - Saman við 5-ára láni- avtaluni sum kommunurnar fingu við lániveitarar sínar, uppgangstíðirnar í sam- felagnum, og ábyrgdafulla fíggjarpolitikkin hjá kommununum hevur tað eydnast kommununum at gjalda niður uppá láni- skuldina - soleiðis at flestu kommunur í dag hava vunnið sítt kredittvirði aftur og tí kunnu virka sum frælsar kommunur uttan íblanding av øðrum mynd- ugleika. Spurningurin er um fólkaflokkurin og sam- gongan annars kann siga tað sama um fíggjarstøðuna í føroyska landshúsarhald- inum - meta hesir flokkar at føroyska samfelagi hevur vunnið tað fíggjarfrælsi sum skal til fyri at veita ta trygd sum borgarin hevur brúk fyri? Onki er at ivast í ,at mangur føroyingur stendur spyrjandi í dag og tað av góðum grundum. Spurningarnir eru annars mangir sum hanga í luftini ósvaraðir - m.a. hvussu fólkaflokkurin og sam- gongan annars ætla at fíggja tær 400 mill. kr. sum blokkurin minkar á nýttár- inum. Ikki bert Sambands- flokkurin ynskir eitt greitt svar,men tað vil føroya fólk eisin hava - hetta hava tey krav uppá. Annita á Fríðriksmørk valevni Tjóðveldisfloksins Tað sæst í teimumtrimum undanfarnu fíggjarlógum, at tey øki, sum hava fingið hægri raðfesting enn nakr- antíð, eru almannøki, heilsuøki og skúlin. Men hvussu ber tað til, at hesi øki kunnu fáa eina økta raðfesting uppá 600 milliónir, tá vit kortini hava megnað at spart 1,5 milli- ardir saman. Jú, tað er millum annað tí, at vinnu- og fiskivinnu- stuðulin er so at siga burtur, og tí at vit hava havt eina fasta hond á íløgusíðuni. Vinnustuðulin brúktur til almanna og heilsuøki. Fiskivinnan FEKK stuðul, Alivinnan FEKK stuðul, og Skipasmiðan FEKK stuðul. Men hygg í dag, stuðulin er burtur. Ikki bara í krónum og oyrum, men hugburðurin er somuleiðis broyttur. Eftir tógvið stríð í samgonguni eydnaðist tað Tjóðveldisflokkinum, at sannføra hinar um, at stuðulspolitikkurin til vinn- una, var ongin gongd leið at ganga. Heldur ikki um nógvir pengar vóru í lands- kassanum. Vit vildu heldur økja raðfestingina til tey bleytu virðini og føra ein ábyrgdarfullan búskapar- politikk, sum miðar eftir sjálvbjargnum búskapi. Hesin politikkur tekur tíð, men má fyri alt í verðini sleppa at halda fram. Føroyar og Danmark tveir samstarvspartnarar. Á Danatingi eiga vit at brúka røðarapallin, til at tosa um tey statsrættarligu viðurskiftini millum Før- oyar og Danmark, um hvørjir trupulleikar eru við galdandi skipan, bæði búskaparliga, samfelags- liga, sosialt og mentunar- liga. Og soleiðis fáa fólka- tingið at skilja, hví vit vilja hava evsta vald yvir okkara egna landið, hví vit vilja viðurkennast sum tjóð, hví vit vilja hava eitt javnbjóðis samstarv við danir osfr osfr. Hesin politikkur má fáa eina byrjan á fólkatingið aftaná 20. nov. Hann skapar virðing millum mannað og mennir eitt veruligt samband við danir. X við Tjóðveldisflokkin. Elin Lindenskov Fólkatingsvalevni Javnaðarfloksins Øll vita, at loysingarpoli- tikkurin hjá landsstýrinum er koyrdur fastur. Kon- frontatiónspolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum førir ikki til nakra loysn, og afturhaldssinnið hjá Sam- bandsflokkinum førir okk- um bara í hina grøvina. Vit í Javnaðarflokkinum ynskja eina aðra loysn - eina loysn, sum byggir á føroyska fólkaynskið um broytingar í ríkisrættar- viðurskiftinum. Fleiri velj- arakanningar hava víst, at fólkið ikki ynskir loysing og heldur ikki afturhaldið hjá Sambandsflokkinum. Ferð eftir ferð hava hesar kanningar víst, at fólkið ynskir víðkað sjálvstýri innan fyri ríkisfelags- skapin. Sjálvstýrislógin hjá Javn- aðarflokkinum byggir júst á hetta fólkaynskið. Við hesi lóg fær løgtingið fult vald í øllum yvirtiknum málum, og tað verður løgtingið - og harvið føroyska fólkið - sum ger av, hvørji mál verða tikin yvir Sjálvstýrislógin er ein sáttmáli á altjóa rættarlig- um støði, sum greitt stað- festir, at føroyska fólkið hevur fullan avgerðarrætt gjøgnum løgtingið. Danir eru sinnaðir til broytingar - broytingar, sum føroyska fólkið tekur undir við. Tí er tað av alstjórum týdningi, at okkara fólkavaldu eftirlíka breiða fólkaviljanum. Og tað er hetta, vit vilja brúka fólkatingsumboðanina til, og tað er hetta, sum Javn- aðarflokkurin eisini fer at stríðast fyri til løgtingsvalið komandi. Javnaðarflokkurin vil samstarv og loysnir. Føroyar eru ikki hjartamálið hjá dønum Kommunuskuldin og fólkatingsvalið Vinnustuðulin brúktur til almanna og heilsuøki Vit velja samstarv 15 14 Nr. 222 - 16. november 2001 Hús í miðbýnum í Havn Húsini hava umleið 110 fermetrar búøki í trimum hæddum – alt innrættað. Lítil urtagarður er um húsini. Loft: 2 kømur og wc. Miðhædd: stova og køkur. Kjallari: 2 kømur, klædnarúm og baðirúm. Húsini, sum upprunaliga eru 200 ára gomul, eru høvuðsuppvæld uttan og innan 1997–1999. Verða seld fyri hægsta boð. Tlf. 319775 Kunngerð Boðað verður frá, at fólkatingsval er útskrivað. Ríkisumboðsmaðurin hevur ásett valdagin til at verða týsdagin 20. november 2001. Atkvøðugreiðslan fer fram í skúlanum, í stovu nr. 3. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 9.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Veljarar, sum eru burturstaddir valdagin, kunnu í seinasta lagi leygardagin 17. november 2001 greiða brævatkvøðu við at venda sær til komm- unuskrivstovuna, tlf. 332004. Valkort verða send út og skulu havast við, tá at- kvøtt verður. Sørvágs Kommuna Rætting til kunngerð um fólkatingsval í Fuglafjarðar kommunu. Til veljarar til fólkatingsvalið 20. november 2001 í Fuglafjarðar kommunu. Vísandi til kap.6,§ 24,stk.2 í »Lov om folketingsvalg på Færøerne nr.458 af 30.juni 1993«, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram í býráðssalinum týsdagin tann 20. november 2001 fyri bygdirnar Fuglafjørður og Kambsdalur og í set- húsunum hjá Annu Jensen fyri Hellurnar. Atkvøtt verður millum kl. 09.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan støðg. Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu,kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag mill- um kl. 10.00 og 15.00 og leygardagin tann 17. nov- ember millum kl. 10.00 og 14.00, sum er seinasti rættstundis dagur fyri brævatkvøðugreiðslu. Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima við at venda sær til býráðsskriv- stovuna telefon 444006 í seinasta lagi fríggjadagin tann 16. november 2001 kl. 15.00. Valkort skulu verða nýtt við valavgreiðsluna, og eru hesi send veljarunum út við postinum. Veljari, sum ikki fær valkort ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til býráðsskrivstovuna skjótast gjørligt. Fuglafjørður, tann 13. november 2001 Fuglafjarðar býráð Kunngerð Til veljarar til fólkatingsvalið 20. november 2001 í Sumbiar Kommunu Atkvøðugreiðslan fer fram týsdagin 20. november 2001 á hesum støðum: Fyri bygdirnar Lopra og Akrar — í skúlanum á Leiti Fyri bygdinar Víkarbyrgi og Sumba — í skúlanum í Sumba Atkvøðutíðin er millum kl. 09.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan støðg. Veljarar,ið sambært vallógina hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á fólkayvirlitinum til og við leygardagin 17. november 2001, ring tlf. 373506 og avtala tíð. Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima við at venda sær til bygdarráðsskrivstovuna telefon 370344 ella 373506. Valkort skulu verða nýtt við valavgreiðsluna, og eru hesi send veljarunum. Veljari, sum ikki fær valkort ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til bygdarráðsskrivstovuna skjótast gjørligt. Sumba,tann 14.november 2001 Sumbiar Kommuna Bilsmiður søkist Vit søkja eftir bilsmiði til verkstað okkara at byrja skjótast møguligt. Um hetta hevur tín áhuga, set teg í samband við verkstaðarleiðaran Óla Niclas- sen, tlf. 310600, lokal 12, ella send okkum eina umsókn. J. Broncksgøta 15 100 Tórshavn Tlf. 310 600 -har tað hendir C M Y K 14