Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 222 - 16. november 2001 Edmund Joensen, fólkatingsvalevni sambandfloksins Tak kennist sum ein djúp gjógv er ímillum fólkið og samgongupolitikarar. – Tað er ein veruleiki, at Føroya Landsstýri stevnir okkara landi út úr ríkis- felagsskapinum. Løgtingið (samgongu- flokkarnir), hava samtykt eina loysingarætlan, sum skal enda í 2012. – Tað er ein veruleiki, at landsstýrið og samgong- an eru til reiðar at avreiða felags ríkisborgararættin hjá føroyingum. – Tað er ein veruleiki, at um ein góðan mánaða skerja landsstýrið og samgongan ríkisveiting- ina við umleið 400 mió. krónum beinanvegin. Hetta er bert fyrsta stigið í ætlan landsstýrisins. 20 vælferðarsamfeløg Føroyar eru eitt av 20 væl- ferðarsamfeløgum í øllum heiminum. Føroyar eru við fullari ferð á veg úr hesum exklusiva klubba av væl- ferðarsamfeløgum. Hetta hevur sjálvandi sera álvarsligar og víttfevn- andi fylgjur við sær, fyri hvønn einasta føroying og alt tað føroyska samfelagið. Tað er forkastiligt, at Føroya fólk ikki hevur fingið møguleikan at taka støðu fyri ella ímóti hesi ætlan. Landsstýrið er jú lopið frá lyftunum um, at alt skuldi leggjast fyri Før- oya fólk til fólkaatkvøðu, áðrenn nakað stig varð tik- ið. Landsstýrið er lopið frá lyftunum um demokratiska gongd. Tað er ein sannroynd, at føroyskir politikarar hava sett uppá spæl trygdina hjá ungum sum hjá eldri í Før- oyum. Ein sannroynd er tað eis- ini, at politikarar, sum standa aftanfyri loysingar- ætlanina, ikki vilja viður- kenna, at avleiðingarnar koma at kosta vælferðina, og koma at kennast inní hvønn krók í landinum. Tað kennist sum at ein djúp gjógv er ímillum sam- gongupolitikarar og Føroya fólk. Á fólkatingsvalinum týs- dagin hevur Føroya fólk møguleikan at siga frá síni erligu støðu. FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Annfinn Brekkstein vælevni sambandsfloksins Nú fólkatingsval er fyri framman, hevur Føroya fólk møguleikan at siga ja til ríkisfelagsskapin ella nei. Ein atkvøða til sam- bandsflokkin er eitt ja til ríkisfelagsskapin og harvið ja til framhaldandi sam- starv við Danmark, sum vit hava samstarvað við í 600 ár. Eitt fólkatingsumboð hjá sambandsflokkinum fer framhaldandi at varðveita og menna vælferðarsamfel- agið Føroyar innan karmar- nar í ríkisfelagsskapinum. Eitt sambandsumboð á fólkatingi fer at arbeiða við at fáa heimastýrislógina dagførda soleiðis, at hon verður orðað við umhugsni bæði fyri tí menningini, sum hevur verið, síðan hon kom í gildið, og í samsvar við viðurskiftini, sum tey eru í dag. Sum nýskipanaruppskot- ið hjá Sambandsflokkinum sigur: vit skulu greiða ríkis- rættarligu viðurskiftini, har tey eru ógreið. Eg eri ein av teimun, sum havi tað áskoðan, at vit alla tíðina hava ment okkum sum samfelag, tí vit eru í ríkisfelagskapi við Dan- mark. Føroya Fólk vil fram- haldandi varðveita vælferð- arsamfelagið Føroyar, tað krevur at vit fáa umboðan á fólkating fyri framhaldani at menna samstarvið mill- um londini í ríkinum. Vilt tú verða við at geva komandi ættarliðum fjøl- broyttar møguleikar í al- tjóða høpi, so vel sam- bandsflokkin; hann gevur tær møguleikan. Av misgávum komu vit at skíra Annfinn Brekk- stein fyri fólkaflokksval- evni í mikudagsblaðnum. Hann er sambandasmað- ur. Haldið okkum til góð- ar. blaðstjórnin Eitt virðiligt umboð á fólkating Hvar gongur leiðin. Hvar er landsstýrið á veg við fólkinum? Kristian Magnussen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Tað er nógv, ið týðir uppá, at fólk til hetta fólkatings- valið nýta høvið til at stað- festa sína støðu í ríkisrætt- arspurninginum. Tey flestu orka ikki longur at hoyra um samband, loysing, ríkis- veiting, frælsi, evstavald, tjóðarspurningin og um sjálvsavgerðarættin. Tey hava kvalma aftaná eitt heilt valskeið, har sam- gongan einans hevur borð- reitt við akademiskum spurningum við haravfylgj- andi stríði og klandri. Tey, ið halda seg binda um heilan fingur við at at- kvøða fyri flokkum ytst á sambands- og loysingar- vonginum, eiga at hugsa seg um, tí hesir flokkar megna ikki at samansjóða loysnir á sjálvstýrisleið. Stívrend sambandsstøða er lívsgrundarlagið hjá veru- leikafjarum loysingar- monnum. Sjálvstýrislógin hjá Javn- aðarflokkinum er ein loysn, ið flestu føroyingar kunnu taka undir við. Sjálvstýris- lógin er ein sáttmáli millum okkum og danir, sum ongar avmarkingar hevur. Hon ásetir, at vit taka tann suverenitet, ið vit gera av innan ymsu málsøkini, ið enn eru ríkismál. Somu- leiðis inniheldur sáttmálin ásetingar um, hvørjar mannagongdir, ið skulu fylgjast, um vit avgera at fara úr ríkinum. Sáttmálin verður fráboðaður ST, ið vit kunnu venda okkum til í trætumálum. Tað einasta, henda loysn- in manglar, er forfongilig- heitina, ið nøkur ikki kunnu liva uttan. Lat tað ikki verða okkara trupulleika. Latið teir putlast við teirra dagdvøljur. Latum okkum nú savnast um sjálvstýrislógina, so- leiðis at vit frígera sam- felagsorkuna til at taka okkum av øllum teimum viðurskiftum, ið ikki eru raðfest seinastu árini. Sum eitt lítið land koma vit altíð at hava sama trupulleikan, sum tey smáu altíð hava ímóti teimum stóru. Javnaðarflokkurin er ikki í iva um, at vit eru bet- ur farin í javnbjóðis sam- starvi við annað lítið land, ið eisini hevur sítt tógva stríð við at standa ímóti teimum stóru. Melda vit okkum úr felagskapinum, so missa vit møguleikan at taka ímóti natúrliga solidaritetinum, tá ástendur. Spyr tí teg sjálvan, um tað verður hugaligari at standa við hattinum í hond- ini í Heimsbankanum og í IMF, ella um vit eiga at verja tann betra møguleik- an. Gott val Stívrent samband fremur loysing Jógvan Arge valevni tjóðveldisfloksins til fólkatingið Neyðugt er at gera skil á viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Mest týðandi fyritreytin fyri hes- um tykir mær at vera ein sterkur tjóðveldisflokkur. Tí royni eg at gera mítt til at fáa ein væl umboðaðan tjóðveldisflokk á danating at tala sak føroyinga. Hepn- ast tað, so haldi eg meg hava verið við til at gera eina góða gerð. Men eg geri onki einsamallur. Vit mugu lyfta í flokki. Ein sterkur tjóðveldis- flokkur er trygdin fyri, at fullveldisgongdin heldur fram og verður framd í verki. Á hesum valinum eiga sjálvstýrissinnaðir før- oyingar at vísa, at vit meina nakað við fullveldisætlan- ina, og at vit standa við hana, hóast mótparturin vil kveistra hana av borðinum. Alt, sum stjórnin í Keyp- mannahavn hevur gjørt seinastu fýra árini, hevur prógvað, at hon vil ikki sleppa harradøminum yvir Føroyum. Hon vil ikki virka fyri einum sjálvber- andi búskapi í Føroyum. Hon vil ikki viðurkenna føroyingar sum tjóð. Hon vil ikki viðurkenna sjálvs- avgerðarrætt føroyinga ella føroyska málið sum tjóðar- mál í Føroyum. Henda støða er bæði óvirðilig og ótíðarhósk- andi. Í Føroyum valdar full semja um, at føroyingar eru sjálvstøðug tjóð. At før- oyskt er tjóðarmál føroy- inga. At føroyingar eiga ognarrættin til sítt egna land. Og at flaggið er okk- ara tjóðarmerki. Tjóðarbyggingin farnu øldina hevur skapt hesa sjálvsøgdu semju millum føroyingar, og tí er tað natúrligt, at Føroyar ganga longur fram á sjálvstýris- leið og gerast sjálvstøðugar. Men ongin hevur talað greitt fyri hesi stevnu á fólkatingi. Tí stillar Tjóð- veldisflokkurin upp hesa- ferð. Tjóðveldisflokkurin vil fegin tala líka greitt, sum Thorstein Petersen gjørdi, tá hann dagarnar eftir fólkaatkvøðuna í 1946 av formanspallinum í løgtingi- num lýsti Føroyar full- veldisríki at vera. Farið tí allir sjálvstýris- sinnaðir føroyingar endi- liga á val týsdagin og setið ein sterkan tjóðveldisflokk á fólkating. Tá gera vit eina góða gerð, og tað er tala, sum fer at muna. X v E á valdegnum. Tala sak føroyinga Frá fríggjadegi 16. november til hósdagin 22. november Flere øjne i natten Robinson Ekspeditionen Rangt og rætt 5:8 Sunnukvøldið fyri fólkatingsvalið verður sent beinleiðis frá valfundinum í Norðurlandahúsinum. Á hesum fundinum fáa flokkarnir tillutað eitt ávíst minutt-tal hvør, sum so kann býtast millum ymiskt valevni. Valsending úr Norðurlandahúsinum – beinleiðis samsending við ÚF Sunnukvøldið kl. 19.30 Okkara matstovur Dawsons Creek Pacey og Joey royna at fáa eitt sindur av tíð saman – tveyeini. Samtundis fær Dawson eitt kvøld einsamallur saman við Gretchen. Jack verður mistonkiligur yvirfyri Jen, tá ið hon sendir hann fleiri merkisverd ørindi. Mánakvøldið kl. 19.00 Mánakvøldið kl. 20.50 Hóskvøldið kl. 20.40 Hóskvøldið kl. 20.00 Týskvøldið kl. 19.00 C M Y K 17 16