fríggjadagur 4. september 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 • 4. september 2009
Vikuskifti
22
”Føroyar eru vakrari um summarið
enn um veturin”. Soleiðis sigur
Andrei, táið hann verður spurdur
um, hvat hann heldur um Føroyar.
Í januar mánaði 1999 var Andrei
fyri fyrstu ferð í Føroyum í 10
dag ar. Í juli mánaði 2009 tíggju ár
sein ni var hann og vitjaði okkum
aðru ferð. ”Hetta hevur verið ein
heilt ótrúliga góður túrur,” sigur
Andrei á flótandi føroyskum.
Róligt at vaksa upp
undir kommunismuni
”Tað var ein rólig og friðarlig tíð
at vaksa upp í,” sigur Andrei um
at vaksa upp undir kommun ismu
ni.
”Øll tey keðiligu viðurskiftini,
sum vesturlendingar nevna um
Sov jet, havi eg sum so ikki merkt
nak að til. Tó skal sigast, at tað
ikki vóru eins nógvar vørur at
velja ímillum á handilshillunum.
Men tá høvdu fólkini so ráð til at
keypa tær vørurnar, ið hóast alt
vóru. Tað hava tey ikki á sama
hátt í dag.”
”Eg minnist í 80unum, at fólk
máttu bíða í nakrar vikur at ogna
sær eitt nú ein bil. Men tað var
ikki nakað, sum varð hugsað so
nógv um,” sigur Andrei.
Fekk áhuga
fyri Íslandi sum
smádrongur
Tað eru yvir 3.000 km millum
Ís land og Moskva. Málini líkjast
einki, mentaninar eru sera ólíkar,
og politiskt samband landanna
mill um hevur heldur ikki verið
tað stóra. Ein kann tí av røttum
undrast yvir, at ein russiskur
drong ur fær ein tílíkan tokka til
granna land okkara fyri norðan.
”Sum 89 ára gamal byrjaði eg
so smátt at fáa eyguni upp fyri
Ís landi. Eg veit ikki rættuliga,
hvat tað var heilt ítøkiliga, sum
elvdi til hendan áhuga, tí hann
var bara har. Ein av orsøkunum
kann møguliga hava verið, at eg
gjørd ist bitin av teimum íslendsku
víking unum, sum eg helt vera
ógvu liga stórslignar,” sigur
Andrei.
Lærdi seg íslendskt
sum 13 ára gamal
Ikki er óvanligt, at børn hava
mong og eisini serlig áhugamál.
Men sum oftast fána hesi áhuga
mál ini, sum man eldist. Hjá
Andrei var tað tó øðrvísi.
”Eg fekk meira og meira at vita
um Ísland, og áhugin bara vaks
við vitanini,” sigur Andrei.
”Sum 13 ára gamal tók eg so
tað stóra stigið, at eg skuldi fara
at læra meg íslendskt. Tað var
ikki bara sum at siga tað. Eitt er
at læra seg málið, men ein annar
trupulleiki var, at íslendskt tilfar
var ógvuliga avmarkað í Moskva.
Eg var tó so heppin, at pápi til
ein vinmann hjá mær átti eina
íslendskarussiska orðabók, sum
eg slapp at læna. Nakað hava
teir hugsað, tí eg bað so ofta um
at læna orðabókina, at til endan
slapp eg bara at eiga hana,” sigur
Andrei smáflennandi.
”Sum við øllum øðrum so var
tað í tíðarskeiðum, at eg lærdi.
Onkun tíð kundi tað ganga vikur,
ja, ella kanska mánaðir, har eg
ikki skoytti í orðabókina. Aðrar
tíð ir kundi tað so vera, at eg ikki
gjørdi annað enn at lesa ís
lendskt,” sigur Andrei.
Lærdi seg fyrst
grammatikkina
”At læra seg íslendskt var ikki
løtu verk. Eg byrjaði við at læra
meg ta íslendsku grammatikkina.
Bara at læra hana tók mær fleiri
ár. Størsta forðingin hjá mær
var, at eg hevði onga atgongd
til íslendskar tekstir. Tí fekk eg
ikki ordiliga vant mítt íslendska,”
sig ur Andrei.
Eitt er at lesa, eitt annað er
tosa. Av góðum grundum fekk
Andrei ikki ment tann
munnliga partin av
íslendskum. Hetta kom
ikki, fyrr enn hann flutti
til Ís lands.
”Í 1998 táið eg var
21 ára gamal, tók
eg avgerðina at fara
at taka ein part av
útbúgvingini í Íslandi.
Eg fekk bara stuðul tað
eina árið, so eg fór yvir
aftur til Rus lands árið
eftir. Tað var serliga
hetta tíðarskeiðið,
at eg fekk vant mítt
íslendska. Í 2002 flutti
eg so yvir aftur til
Íslands at arbeiða á tí
russ isku sendistovuni
í Reykjavík, og búði
eg har fram til 2005.
Tá flutti eg yvir aftur
til Moskva, men í 2008
flutti eg so aftur til Ís
lands,” sigur Andrei.
Las William
Heinesen og
lærdi seg
føroyskt
At ein ungur maður í
Moskva fær áhuga fyri
lítla Íslandi kann tykjast
løgið. Men enn løgnari
er, at sami ungi maðurin
eisini fekk áhuga fyri
pinkalítlu Føroyum.
”Sum eg útvegaði mær upp
lýsn ingar um Ísland, kom eg eisini
fram á lítla oyggjalandið fyri
sunnan, Føroyar. Hetta lítla land ið
fangaði eisini beinanvegin mín
áhuga. Tað var ikki nakað heilt
serligt, sum orsakaði mín áhuga.
Hann var bara har. Hóast eg ikki
eri so fótbóltsáhugaður, so hevði
dysturin millum Eysturríki og
Føroyar kanska eisini sín lítla leik
lut,” sigur Andrei og smílkast.
”Eftir at hava hoyrt um Før
oyar, valdi eg so at fara at læra
meg føroyskt. Eg fekk fatur á tí
føroysku lærubókini hjá Lock
wood. Hon var sera góð, tí hon
hevði føroyskar tekstir og hevði
eisini frágreiðingar um føroyska
mál ið.”
Óneyðugt er at siga, at tilfarið
á føroyskum í Ruslandi hevur
ver ið ógvuliga avmarkað. Tó so at
verkini av okkara størsta rit høvun
di nakrantíð, William Heinesen,
vóru eisini at finna í Moskva – tó
bert á russiskum.
”Sum 15 ára gamal las eg De
for tab te spillemænd, og seinni
las eg Den sorte gryde. Tær vóru
ógvuliga væl skrivaðar, og mær
dámdi tær sera væl. Tær góvu
mær eisini eina aðra mynd av
Føroyum enn teir vanligu tekstir
nir um Føroyar,” sigur Andrei.
Ferðandi
Óli Jákup Jacobsen
post@sosialurin.fo
Langabbin var
í bardaganum
um Stalingrad
32 ára gamli Andrei Melnikov er russari, býr í Íslandi
og tosar flótandi føroyskt. Í juli mánaði var Andrei og
ferðaðist í Føroyum aðru ferð. Vit fingu orðið á henda
áhugaverda mannin, og greiðir hann her frá sínum lívi
og hansara tilknýti til Føroya
Andrei niðri í lendingini í Mikladali. Hann var ein av haldarunum av FF-blaðnum í síni tíð