Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 • 4. september 2009 Vikuskifti 23 Fugloy og Svínoy Andrei hevur ikki ligið á latu síðuni, meðan hann hevur verið í Føroyum. Hann hevur roynt at vit­ ja so nógv støð, sum gjørligt. ”Túrurin í Føroyum hevur verið einan standandi góður. Um eg skal taka dagar ímillum, so má eg siga, at túrurin út til Svínoyar og Fugl oy a r við tyrlu var serstakliga góð ur. Tað góða útsýnið frá tyrlu ni er stórsligið. Men eisini tær gomlu bygdirnar í Svínoy og Fugloy vóru áhugaverdar, tá hugs að verður um, at tað búgva fýra­fimm ferðir so nógv fólk har um summarið enn um veturin.” ”Føroyar og Ísland minna annars nógv um hvørt annað.” ”Blíðskapurin í Føroyum hevur eisi n i verið framúr. Eitt dømi er, at eg við einum føroyskum vini var í Kallsoynni. Vit komu í prát við fólk og vórðu beinanvegin boðin inn til kaffi í øllum bygdunum,” sig ur Andrei. Ótrúligt tónleikalív Hóast nattúran er sera stórsligin í Føroyum, so er tað ikki júst hon, sum hevur hugtikið Andrei mest. Har aftur ímóti er tað tann føroyski tón leik ur in, sum fekk sligið beini­ ni undan Andrei. ”Tit føroyingar skulu vera sera stolt ir av tykkara tónleiki. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi upplivað eina so lítla tjóð við so nógvum góð um tónleiki. Eg valdi eitt nú at fara á G­festivalin. Satt at siga so væntaði eg ikki tað heilt stóra, men hann var eitt ógvuliga posi tivt yvirraskilsi. Stemningurin var sera góður, og festivalurin var ógvu liga fjølbroyttur, tí har vóru so nógvir ymiskir bólkar í stíli. Um eg skal taka nakrar føroyskar bólk ar, sum mær dámdi sera væl, so má tað vera Valravn og Høgni Lis berg. Tó má eg siga, at tann allar besti føroyski bólkurin var Orka. Teimum hevði eg kunnað lurt að eftir í tímavís,” sigur Andrei. ”So at siga allir teir føroysku tón leikar arnir eru amatørar, men teir spæla á einum sera pro fessionellum støði. Tá eg las De fortabte spillemænd, føldi eg hvussu nógv tónleikurin hevði at siga fyri føroyingar. Møgu liga á sama hátt sum bók ment ir fyri íslendingar, og eg plagi at minnast aftur á hesa skaldsøguna, tá eg hoyri ein nýggjan góðan føroyskan bólk,” sigur Andrei. ”Um eg skal nevna eitt annað stutt ligt tónleikaupplivilsi, sum eg havi havt her í Føroyum, so var tað við Múrin. Hóast eg komi frá Moskva, har tað kann vera sera kalt, so vóru konsertirnar við Múrin nógv tær kaldastu kon serti r nar, sum eg nakrantíð havi upplivað,” sigur Andrei skemtandi. Kemur vónandi aftur skjótt Tíverri fyri Andrei lá tað ikki fyri hjá honum at vera í Føroyum um ólav søkuna. ”Eg hevði ógvuliga fegin viljað ver ið her og upplivað tykkara tjóðar hátíð, ólavsøkuna. Men tað lá ikki fyri, tá eg skuldi byrja at arbeiða aftur ólavsøkudag,” sig ur Andrei, ”men vónandi komi eg aftur til Føroya, áðrenn langt um líður – tað skulu í hvussu so er ikki ganga tíggju ár til mína næstu vitjan,” sigur Andrei smáflennandi. Langabbi bardist við Stalingrad! Ein tann ræðuligasti bardagin í nýggjari tíð var týska innrásina í Sovjet í 1941, og serliga var hetta galdandi fyri bardagan um Stalin­ grad, sum rættuliga var byrjanin til endan hjá Hitler Omanfyri tvær millión fólk doyðu antin beinleiðis ella óbeinleiðis í tí ræðuliga bar­ daga num við Stalingrad. Fyri flest ar føroyingar er hetta bert ein partur av heimssøguni sum so nógv annað. Men tað er tað ikki fyri Andrei, tí langabbi hansara var í sovjetiska herinum øll fýra árini, har hann millum annað var í bardaga num við Stalingrad. Sníkti seg í kríggj ”Tá kríggið brast á í Ruslandi í 1941, var langabbi í móðirætt 37 ára gamal, og hann var tí ikki inn kallaður í herin. Ein morgunin lang omma vaknaði, legði hon til merkis, at maðurin ikki lá í song ini. Hon undraðist yvir, hvar hann mundi vera farin so tíðliga á morgni, so hon lat seg í klæðir og fór upp. Maðurin var hvørki til at síggja ella at hoyra, og komin inn ar í køkin fekk hon eyga á ein seðil, sum lá á køksborðinum. Hon tók hann upp og byrjaði at lesa. Tá vísti tað seg, at hetta var eitt bræv frá langabba, har hann greid di frá, at hann hevði avgjørt at melda seg til herin. Kærleikin til móðurlandið og familjuna búði so sterkur innan í honum, at hann vildi geva lívið, um tað kravdist. Hann sá sær ongan annan máta at fara uttan at sníkja seg, tí langomma hevði á ongan hátt giv ið honum loyvi at fara,” sigur Andrei. ”Langabbi arbeiddi sum tele­ fon mað ur øll fýra krígsárini. Hetta var sera vandamikið, tí hann og hansara herdeild skuldu ofta fara yvir frontlinjuna fyri at leggja tele fon kaðalar. Tá russarnir so gjørdi álop á týska herin, máttu teir longu hava telefonsamband á týska økinum. Ikki sjálvdan skuldi hetta gerast, meðan bardagarnir vóru harðastir, so hann skuldi sníkja seg yvir frontlinjuna und­ an skotum frá báðum síðunum. Hetta var so eisni hansara upp­ gáva í bardaganum um Stalin­ grad. Hóast hann varð særdur, so yvirlivdi hann tíbetur kríggið,” sig ur Andrei. Omman hevði marru­ na um nazistar rest­ ina av lívinum “Omma mín í faðirætt var fødd í eini lítlari bygd í Suður­Russlandi. Hon var 10 ára gomul, tá kríggið brast á, og økið, har hon búði, varð hertikið av nazistunum. Hon var lukkulig yvir, at í bygdini hjá sær steðgaði “bert” ein lækna­ deild frá týska herinum. Hetta vóru heldur siviliseraðir menn, so tað var ikki eins nógv av drápum og tílíkum í hennara bygd sum aðra staðnis. Men í eini aðrari bygd nær­ ind is, steðgaðu vanligir týskir her menn, og har var støðan heilt ræðu lig. Nakrar ferðir goymdu for eldr ini hjá ommu heima hjá sær særd fólk úr tí bygdini, sum yvirlivdu ræðuleikarnar hjá týskar unum. Hetta var sjálvsagt deyði liga vandamikið bæði fyri for eldr ini hjá ommu, fyri hana sjálva og systkini. Hon hevði alt lívið ofta marruna um kríggið og nazist ar nar,” sigur Andrei. Russar ofta órættvíst skuldsettir Ofta verður sagt, at tá russararnir komu til týsk økir, uppførdu teir seg líka ófantaliga, sum nazistar­ nir gjørdu. Hesar útsagnir fella Andrei sera tungt. “Hetta er púra burturvið og hósk ar á ongan hátt saman við søgu l igum keldum. Nazistarnir hildu russar og aðrar tjóðir í Sovjet hava minni menniskjasligt virði enn tær germonsku (“arisku”) tjóðirnar, og hetta endur speglaði seg í, hvussu teir fóru við fólki í hertiknum sovjet iskum býum og bygdum. Teir drópu, rændu og neyðtóku, ruku fólk úr sinum egnu heimum, píndu tey ella brendu tey livandi, sjálvt um hetta vóru børn, kvinnur ella gomul. 7.4 mill. íbúgvar av USSR (av hesum 200 túsund børn) vóru dripin undir týsku her­ seting ini, 4.1 mill. onnur doyðu av hungri ella sjúkum. Fólk í hundraðtúsundatali vórðu koyrd til Týsklands til trælaarbeiði. Fleiri býir, sum okkara herur tók frá týskarunum, vóru so oyði lagdir, at tað var neyðugt at byggja teir upp aftur næstan frá grund ini. At siga at russar framdu nakað líknandi í Týsklandi er nakað langt úti. Ikki bara tí, at vit ongan tíð hildu týskarar vera eitt verri fólkaslag enn onnur. Tað var har aftrat strangliga bannað hjá okkara hermonnum at fremja brot á hersettu økinum. Man kann ikki nokta, at tað vórðu framd brot, tá russiski herurin kom inn á týsk øki, men tey vóru strangliga revs að. Eg las einaferð eitt bræv frá ein um sovjetiskum hermanni, sum argaðist yvir, at sovjetiska her set ingar valdið í Týsklandi gav týsku íbúgvunum betri mat enn hermonnunum sjálvum. Hetta er eitt av sera mongu prógvu­ num, at russarnir fóru meira menniskjansliga við týska fólki­ num enn nazistarnir gjørdu við tað russiska. Viðferðin hjá týskar­ u num og russarunum kunnu bara ikki á nakran hátt samanberast,” sig ur Andrei at enda. Andrei saman við Óla Jákup Jacobsen, sum Andrei eisini vitjaði á føroyaferðini Tað eru nakrir heilt fáir mans úr gamla Sovjetsamveldinun, sum heima hava lært seg føroyskt. Ivan Moskalenko er væl kendur. Sergej Halipov úr St. Peterburg er ein. So er tað Dmitr Javalenko úr Ukraina, sum nú býr í Noregi við konu og barni. Hann var blaðungur, tá ið hann dugdi raðið føroyskt. Tey vóru í Føroyum í summar. Dnitir hevði vunnið ferðina á føroyska básinum á eini oljumessu í Noregi. Hetta hevði hann so søttliga uppiborið Soleiðis endaði bardagin um Stalingrad í 1943. Syrgiligu leivdirnar av týska herinum er her á veg í fangalegu. Bert fáir av teimum komu aftur til Týskaland. Langabbi Andrei átti sín leiklut Her er Andrei saman við langabbanum Mihail, sum í síni tíð var við til at geva Hitler endabrestin í bardaganum um Stalingrad. Langabbin doyði í 1986, 82 ára gamal, so Andrei minnist hann væl