Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 • 4. september 2009 Vikuskifti 280.000 krónur skal seljarin hava fyri málningin »Trolari« hjá Ingálv av Reyni. Møguligi keyparin heldur ondini Prísskeltið við málningin „Trolari“ hjá Ingálv av Reyni, sum hongur til sølu í Listaglugganum hesar dagarnar, letur ongan iva vera um, at talan er um ein av okkara størstu listamálarum. Men vilt tú ogna tær málningin, skalt tú bæði bjóða hægri enn 280.000 krónur og skunda tær. Forkunnuga verkið er nevniliga reserverað, og verður selt umbiðaranum um nakrar dagar, um onki hægri boð kemur. Røkkur pengamappan hinvegin ikki til „Trolaran“, er ongin orsøk at fella í fátt. Tí millum hinar málningarnar eftir Ingálv av Reyni finnur tú lætt onkran fyri einans 60 til 90.000 krónur. Tú kanst eisni bara taka til takka við at hyggja, tí heili 30 málningar eftir Ingálv av Reyni eru í løtuni at síggja í Listaglugganum. Útboð avger prís Fyri fyrstu ferð, síðani Ingálvur av Reyni doyði í 2005, eru heili seks av hansara málningum til sølu í senn. Tað er Mortan Carlsen, eigari av gallarínum Listagluggin, sum hevur fingið hendur á málningunum, eftir í áravís at hava leitað við ljós og lykt í øllum hugsandi krókum og skotum, sum hann málber seg. Í mong ár hevur tað nevniliga mest sum verið ógjørligt at keypa ein málning eftir Ingálv av Reyni. Og lítla útboðið eigur sín stóra lut í, at prísurin fyri ein málning eftir Ingálv av Reyni nú er hægri enn nakrantíð, staðfestir Mortan Carlsen, sum veit hvat hann tosar um. Seinastu 30 árini hevur hann nevniliga fylgt serstakliga væl við í marknaðinum fyri málningum eftir Ingálv av Reyni. - Í mong ár er bara onkur einstakur av hansara málningum komin á sølumarknaðin og fleiri ár gingin, til tann næsti vísti seg. Fólk vilja snøgt sagt ikki av við sínar Ingálv av Reyni málningar, sigur Mortan Carlsen. Tí undrar tað hann heldur ikki, at prísurin fyri onkran av máln- ingum togar upp móti teimum 300.000. - Við allari virðing fyri metingun- um hjá listfrøðingum, so tori eg at pástanda, at tað í síðsta enda er útboð og eftirspurningur, sum hevur størstu ávirkan á prísin fyri eitt listaverk. At eigarar ikki vilja av við sínar málningar verður eitt slag av góðskustempli, sum økir eftir- spurningin og trýstir prísin tilsvar- andi upp, sigur Mortan Carlsen. Deyðin økir virði Hinvegin ásannar hann, at ongin í veruleikanum nakrantíð kann siga presist, hvat ein málningur er verdur. - Tað nærmasta vit koma „rætta“ prísinum fyri eitt lista- verk, er tá eitt listafólk, sum er á lívi, kemur og sigur, at hesa upphæddina vil eg hava fyri verkið. Í tí løtuni, listafólkið doyr, verður prísurin latin til marknaðar- kreftirnar at ráða yvir. Og aloftast hækkar prísurin eisini tá, tí tað nú ikki koma fleiri listaverk frá tí listafólkinum, sigur Mortan Carlsen. Hóast fólk, ið ynskja at selja ein slíkan málning, oftast royna at trýsta prísin enn longur upp, nyttar tað sjáldan nógv. - Tey kunnu sjálvandi altíð royna, men eg plagi at minna á, at sølan tá mest sannlíkt fer at draga nógv út og stríðið verður meir møði enn føði. Hevur tú fylgt væl við leingi, so veist tú eisini, at marknaðarprísurin sjáldan flytir seg so nógv, sigur Mortan Carlsen. Kreppan órógvar Hóast marknaðarprísurin fyri eitt listaverk er rættiliga álítandi, ásannar Mortan Carlsen, at fíggjarkreppan eisini órógvar hetta økið í ávísan mun. Eitt nú er hann vísur í, at ein máln- ingur sum „Kirkjubøur“ eftir Ingálv av Reyni, sum nú er til sølu fyri 70.000, lættliga kundi verið seldur fyri meir enn 100.000 krónur, um hann var til sølu áðrenn kreppuna. Um tað eisini var kreppan sum spøkti er ilt at siga, men fyri nøkrum døgum síðani var sølan av málninginum „Trolari“ fyri 280.000 sett í bíðistøðu. - Málningurin var seldur eina løtu, men so mátti keyparin líka sleppa at kikka eftir ondini í nakrar dagar. Tí er málningurin reserveraður umbiðaranum í nakr- ar dagar afturat við avtalu um, at hann verður varskógvaður, um onnur boð koma, greiðir Mortan Carlsen frá. Ein málning til sofuna So fáa vit at síggja, hvussu stóran týdning tað hevur fyri møguliga keyparan at fáa fatur á júst hesum málninginum. Orsøkirnar til, hví fólk ynskja at keypa ein ávísan málning kunnu nevniliga vera sera ymiskar. Gamla søgan um fólk, ið koma at hyggja sær eftir einum málningi, sum hóskar til reyðu gardinurnar, er eftir øllum at døma ikki heilt ósonn. – Tað eru í øllum førum fleiri, sum koma at hyggja at einum málningi, sum hóskar til stílin og innrættingina í stovuni. Onkur er enntá komin við mátinum á sofuni fyri at tryggja sær, at málningurin hóskar í stødd, sigur Mortan Carlsen og leggur afturat, at hetta nýtist ikki at merkja, at tey ikki eisini hava áhuga og skil fyri góðari list. Kvarta millión fyri ein Ingálv List Anna Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Forkunnugi málningurin „Trolari“ (1993)eftir Ingálv av Reyni er reserveraður og verður seldur umbiðaranum fyri 280.000 krónur um nakrar dagar, um onki hægri boð kemur At fólk ikki vilja av við ein málning borgar oftast fyri dygd, sigur Mortan Carl­ sen, eigari av gallarí Listagluggin, sum her vísir málningin hjá Ingálv av Reyni, „Jústa Bøur“ (1947), sum tó ikki er til sølu 25