fríggjadagur 4. september 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 • 4. september 2009
Vikuskifti
26
Tað man gerast alt sjónligari fyri
bæði leik og lærd, at til veru
grundar lag føroyinga er í vanda.
Fiski vinnan og tað almenna kann
helst effektiviserast munandi,
men hvat skulu vit brúka leys giv
nu orkuna til?
Í løtuni er tað javnaðar flokk ur
in, sum politiskt fær toyggið – í
morgin verður tað onkur av hinum
flokkunum. Tí trupulleikin er ikki í
einum einstøkum flokki. Trupul
leik in er, at tað er ikki ser liga
einfalt at víðka um til veru grund
ar lagið fyri føroysku tjóðini, sum
helst er væl minsta serstaka tjóð
við einum av heimsins hægsta
livi støði.
Kann vera, at stuðulin
úr Dan mark kann linna
búskaparligu pínu na eitt
sindur eina løtu, men skal ein
slíkur stuðul gerast okkara
tilverugrundarlag fram eft ir,
skulu heilt aðrar upphæddir
til – og spurningurin er tá,
hvussu nógv okkara hava eitt
slíkt ynski.
Veruleikin í dag er, at argu
ment ini til frama fyri at velja
Før oy ar í ungum árum gerast
alt færri, og argumentini gerast
alt fleiri at velja Føroyar frá hjá
fólki, sum veruliga kunnu dugna
Før oy um.
Spurningurin fyri fólk, sum
kunnu dugna Føroyum, er, hví
skulu tey tað? Hvat skal fáa tey at
velja Føroyar? Og vit kunnu bert
hyggja eftir tí, vit bjóða onkrum
av teimum, sum hava lagt lív sítt í
hetta, at dugna landi og fólki.
Nógv verður tosað um, at fáa
út lendsk an kapital, útlendsk skip,
útlendsk ferðafólk. Hetta er tos
um slíkt, sum viðkemur út lendsk
um initiativi. Slíkt hevur ong an
strategiskan áhuga fyri til veru
grund ar lag Føroya.
Uppgávan liggur fyrst og
fremst í Føroyum, millum
teirra, sum hava valt
“prosjektið Føroyar”.
Gerandisdagurin og
“Møsnará”
Sæð við strategiskum eygum
er føroyska tjóðin í dag kloyvd í
smá ar oyggjar, sum allar liggja
úti í “Møsnará”, har ein stríður
streym ur av møsni ger tað
ómøgu ligt at kalla at samskifta
um nakað líkinda strategiskt
átak, tíansheldur at samskipa
eitt slíkt og fáa tað til høldar.
Vit kunnu eisini brúka myndina
eitt “strategiskt kyksendi”. Tess
meira vit sparka, tess djúpari
søkka vit.
Leiðslutekniskt hava vit ein
setning, sum sigur: “Et ledelses
problem har man, når der er
ubalance mellem mål og midler
og/eller mang el på kendskab
til deres sammen hæng.” (E.
Johnsen, 1992). Full veldis lands
stýrið 19982004 setti tjóð ini kós,
men tjóðin gjørdist bert minni
sjálv bjargin. ABC samgongan
fyrra 20048 setti kós ímóti
“Vi sión 2015”, men tjóðin hevur
neyv an verið meira “visiónsleys”
enn tað sama í nýggjari tíð. At
eing in javnvág er millum stevnu
og politiskan vilja, kunnu vit helst
semj ast um. Nógv bendir á, at
kunn lei k in um eina slíka javnvág
eisi ni er smáligur.
Í gerandisdegnum kann ein og
hvør okkara tí dugna prosjektinum
Før oyar við at leggja løðarsteinar
út í “Møsnará”. Sjálvur at vanda
sær um orðini. At siga frá, tá ið
ein av okkara politikarum ella
em bætis fólkum møsnar. Endiliga
kunnu vit við atkvøðuseðli okkara
royna at frávelja tey, sum møs na,
hóast tingskipanin við kravi
num um, at landsstýrisfólk ikki
kunnu sita á Tingi ger, at nær um
triðingurin av Tinginum er mann
að við fólki, sum bjóðaðu seg
fram, men sum vit júst frávaldu.
Viðkomandi
stevnumið
Næsti spurningurin er so, um
tjóðini er eini framtíð lag að í
nýggja heiminum. Al tjóða gerð,
vitanarsamfelag, upp liv ing ar sam
felag o g onnur heiti verða sett
á hendan heim. Ella eru eing ir
menningarmøguleikar? Telist
føroyska tjóðin millum tær
mongu, sum í tíðarinnar havi
máttu lúta?
Mær tykir, at tað gerst fleiri
og fleiri fólkum greiðari og
greiðari, hvør kósin frameftir er.
Trupul leikin er, at samstundis
sum myndin gerst klárari hjá alt
fleiri fólkum, gerast sam skiftis
møguleikarnir eisini tað tru p lari.
Eg kenni meg rættiliga sann
førdan um, at millum teirra, sum
hava valt “prosjektið Føroyar”
ligg ur neyðuga vitanin um eina
fram tíðar kós. Samstundis
søkka vit djúpari og djúpari í
kyksendi – og vit megna ikki at
savna hesa vitan saman í eina
tjóðarvitan. Tann einstaki ynskir
at dugna landi og fólki, men
tann einstaki fær ikki tjóðina
í talu. Sagt eitt sind ur øðrvísi:
Ongantíð fyrr hevur gjógv in
millum tað, føroyingar vita, og
tað, føroyska tjóðin veit, ver ið
djúpari.
Høvuðsorsøkin til hesa støðu
er “Møsnará”. Tí einki skilatos
stend ur seg í eini kapping, har
vinnar in verður kosin eftir, hvussu
hart ein rópar, ella hvussu nógv
ein tosar.
Ynskir ein at dugna pro sjekt
inum Føroyar, er ein háttur at
dug na skili og royndunum at
geva eitt íkast til felags stevnu í
pro sjekt inum Føroyar. Ein og hvør
okkara hevur møguleika til at
dug na prosjektinum Føroyar við
at skapa rúm fyri felags samskifti
um felags stevnumið.
Viðkomandi
arbeiðshættir
Triði spurningurin er so, hvørt tað
er møguligt at fáa ítøkilig prosjekt
til høldar, sum saman við øðrum
pro sjekt um tilsamans flyta okkara
til ver u grundarlagi frá verandi
gongd inn í ein vøkstur, har lærd
ur og leikur aftur fær mangar
grund gev ingar fyri at velja pro
sjekt ið Føroyar á síni lívsleið.
Hetta er brennandi spurn ing ur
in. Tí í fyrsta lagi eru vit einans
50.000 sálir, harav vit bert kunnu
rokna við at nøkur fá tíggjutals
fólk yvirhøvur hava verkliga
møgu leikan at gerast stigtakarar í
nøkr um líkinda prosjekti. Verkligu
møgu leik arnir eru tengdir at tí
tæri, viðkomandi persónur hev ur.
Initiativ er tann eini fløsku hál s
ur in, og útbúgving, skil, málsligur
før leiki, royndir o.a. er hin fløsku
hálsurin. Spurningurin er, um
viðkomandi megnar at skapa eitt
arbeiðsumhvørvi, har fólk í felag
røkka settum málum, hóast óviss
an er stór.
Í øðrum lagi gerst uppgávan
alt størri, tess djúpari vit søkka í
stra teg iska kyksendi. “Møsnará”
økir um samskiftisuppgávuna inn
lendis. At vit nú í tvey áratíggju
ikki hava ment okkara samskifti
við útheimin kann samanberast
við støðuna fyri hálvari øld síðani,
tá ið nýggjur tunnil skuldi gerast
til onkra fjarskotna bygd. Am
boð ini skulu flytast í smáum og
byggj ast upp aftur av nýggjum
fyri hvørja einastu lítla uppgávu.
Í hesum høpi er veruleikin,
at stórur partur av tí almenna
er “krígsherjað øki”, sum tann
ein staka ætlanin ger klókt í at
halda seg so óhefta av, sum
yvir høv ur til ber. Í nógvum førum
er tað almenna rætt og slætt ikki
ein verdugur samstarvspartur,
sam stund is sum tað er skjótt
hjá einum og hvørjum at gerast
part ur av einum óviðkomandi
skot bardaga.
Í triðja lagi eru eisini tær
funktiónirnar, sum vit hildu
virka eftir ætlan, svikaligar.
Tað merkir, at har eitt prosjekt í
sínum ætlanum hevði gjørt nakrar
metingar við støði í, at hetta og
hitt virkaði heima á klettunum,
bæði skal átaka sær váðan við tí,
sum ikki virkar kortini, og venda
sær útum landoddarnar.
Í fjórða lagi hevur heimurin
sjálvur eisini flutt seg í so
máta. Tað gerst alt truplari at
skera eitt prosjekt soleiðis til,
at tað – serliga í fyrstuni –
kann handfarast við føroyskari
fíggjarorku eina, givið tann váða,
sum liggur í einum og hvørjum
slíkum prosjekti.
Tí er tað avgerandi, at vit
brúka tíð og orku til at læra
okkum sjálvt høvuðsamboðið:
leiðslulæruna. Tað vera hvørki
útlendskar íløgur í sjálvum sær,
tunnlar, gransking í sjálvum sær,
flogvallir, svimjihylar ella stavrøð,
sum verður mest avgerandi
liðurin í prosjektinum Føroyar.
Tann avgerandi spurningurin
verður, hvørt vit vilja og evna at
leggja okkara felags orku væl til
rættis. Hitt kemur aftaná.
Tann, sum ynskir at dugna
Prosjekt Føroyar - tilve