fríggjadagur 4. september 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 • 4. september 2009
Vikuskifti 27
erugrundarlag okkara
prosjektinum Føroyar, setir tí
tíð og orku av til at seta orð á,
hvussu ein vil og evnar at leggja
orku í at seta stevnumið saman
við øðrum, at loysa uppgávurnar
saman við øðrum, og saman við
øðrum at samskifta innanhýsis
og uttanhýsis. Í hesum høpi
samskifta vit við teim avgerðum
vit taka, við okkara atferð og við
tí leikluti, vit geva okkum sjálvum
í heildini.
Mest viðkomandi
áhugamálini
Tilverugrundarlagið í
Føroyum er tengt at hvørjum
einasta borgara í landinum.
Høvuðsspurningurin er,
hvussu vit fáa tengt alla
tjóðina saman í eina eind,
fyri síðani at brúka neyðugu
orkuna, har hon liggur
frægast fyri í tí einstaka
prosjektinum – og samstundis
tryggja, at hvør einasti borgari
í bygd og í bý fær møguleikan
at dugna tjóðini – umframt
sær sjálvum. Hetta er eitt
vilkor í eini tjóð við 50.000
borgarum.
Men alt hevur eina byrjan.
Viðkomandi stigtakarar er eitt
av mest viðkomandi áhuga málu
num, sum viðgjørt omanfyri.
Arbeiðshættirnir eru nær tengdir
at stigtakarunum. Tí hongur øll
menning í tunnum tráð júst á tí
økinum. Tað merkir samstundis,
at tað er eins avgerandi fyri
tjóðina í dag, hvussu vit útvelja
og styðja stig takar in, sum tað
fyrr var, hvussu tjóð in útvaldi
skilafólkið á sjógvi og landi og í
bjørgunum.
Ein annar týðandi partur er
fíggjarkervið. Umframt ar
beiðs hætt ir er tað alneyðugt,
at fíggjarkervið vil og evnar at
seta stevnu og arbeiða saman
við stigtakarum. Einasta gongda
leið in er, at tann, sum hevur valt
prosjektið Føroyar, og sum hev ur
sett kós eftir at dugna pro sjekt
inum víð fíggjarligum íkasti, má
eisini seta sær sum strategiskt
mál at forvinna pening av hesum
íkasti.
Hetta merkir eisini, at prosjekt
Før oyar ikki verður dugnað við
al menn um studningi. Tað førir
okkum til tann almenna geiran.
Spurn ing urin er, hvønn leiklut
tann almenni geirin skal hava?
Mítt uppskot er, at tað almenna
skal røkja sína egnu uppgávu so
gott, sum yvirhøvur til ber. Í fyrsta
lagi við atliti at teirri funktión,
við kom andi eind fyriskipar, og
í øðrum lagi við atliti at teim
menningarmøguleikum, sum
liggja í hesi funktión. Og at
samstarva við viðkomandi pro
sjekt í privata geiranum sambært
hesi reglu. Tí eingin menning
er møgulig, sum ikki á ein ella
ann an hátt hevur sítt grundarlag í
eini rakstraruppgávu.
Hesin veruleikin, saman við
tí veruleika, at stórur partur av
tí almenna í hesum høpi hevur
ver ið – og er – í “krígsstøðu”
er helst høvuðsorsøkin til at
menn ing ar úrslitini eru so eiðasør
hesi seinastu 10 árini, síðani
krepp an fyrst í nítiárunum hasaði
av. Føroyska tjóðin kann í
verki san na orðini hjá Erik
Johnsen: “Erfaringen viser,
at det er farligt for både det
nuværende og det frem tid ige
eksistensgrundlag at strække
våben.” (E. Johnsen, 2006).
Tann politikarin, sum hevur
valt prosjektið Føroyar, hevur tí
møgu le ika at dugna tjóðini, tá
ið hann hóast ymisk argument
um “effektivitet”, “upprudding”,
“til lag ing”, “svans” o.a.m. tó
megn ar at fáa tamarhald á “krígs
huginum” innan tey øki, við kom
andi varðar av.
Raðfesta vit týdningin í áhuga
málu num, er tað heilt grund leggj
andi, at stigtakarar og fíggjarkervi
meg na at halda kós og møguliga
seta meira orku av til menning
tað næsta árið ella tvey – í fleiri
og fleiri prosjekt. Sjálvt undir
teim um umstøðum, tjóðin hevur
at bjóða slíkum prosjektum.
Harnæst eiga serliga lands
stýris fólkini at vera á varðhaldi,
tá ið tey fáa “krígsavbjóðingar”
fyri lagd ar til góðkenningar.
Strategisk útlit
Tann brennandi spurningurin er
so, hvørt tað er møguligt at seta
so nógv prosjekt í verk við slíkari
megi, at tað flytir nakað í heildini.
Met ing in í dag er, at seinastu 20
árini eru vit í Føroyum í meðal
vorðin umleið 3% verri fyri enn
danir hvørt 4 ára valskeið. Í 1988
fra m leiddi hvør føroyingur umleið
tað sama, sum hvør dani, og í dag
fram leiðir hvør føroyingur umleið
¾ av tí, hvør dani framleiðir
Spurningurin er tí, um vit hava
nakr an møguleika innanfyri 10 ár
at menna vinnuliga grundarlagið
so nógv, at vit venda hesum ráki
num?
Mítt boð er eitt treytað ja.
Vit hava í dag bæði viðkomandi
æt lan ir – strategisk prosjekt – og
am boð og royndir, sum vit hava
fyri neyðini, skal nøkur skipað røð
av ætlanum fáast til høldar.
Prosjektini, sum eru komin
rætti liga væl áleiðis, eru í
dag helst eini 10-15 í tali,
harav eini 3-4 mær vitandi
hava týðandi stra teg iskt
potentiali – bæði í bein lei ð is
úrtøkumøguleikum og sum
støði fyri framhaldandi menn-
ing og tilgongd av nýggjum
pro sjekt um. Havast skal í
huga, at nakrar fáar hundraðtals
millión ir kr. árliga í øktum út flutn
ingi gera mun í føroyska bú skapi
num. Slík tøl liggja innanfyri teir
møguleikar, sum eru í eyg sjón í
teimum 34 mest búnu pro sjekt
un um, so uppgávan er at fáa
tey fyrstu prosjektini til høldar,
so leið is at gongd kemur á.
Hóast vinnuframaparturin
av almennu Føroyum nú eisini
er “krígsherjað øki”, hava vit í
dag eina “sleipistøð” til nýggjar
æt lan ir og bæði ástøði og
roynd ir at brúka hana. Hetta ger,
at evnini at fáa stóran part av
menningarorkuni til høldar í ítøki
ligum úrslitum nú eru heilt góð.
Strategisku útlitini eru tengd
at tveimum høvuðsspurningum.
Annar er, hvørt vit hava tæri til
tess. Hóast veruleikin fyri tey
fles tu økini kenst soleiðis, at
ork an er minkandi, meti eg ikki, at
tað er nakar stórvegis trupulleiki.
Part víst liggur so nógv orka
niður bund in bæði í fiskivinnuni
og í almenna geiranum, at okkum
ikki kemur at vanta arbeiðsorku
í bræði. Tann mentunarliga og
útbúgvingarliga partin av tæri
num kunnu vit kanska ivast meira
í. Sjálvur meti eg ikki, at tað gerst
ein fløskuhálsur, tí samskiftið við
hini norðanlond – og onnur lond –
kann mennast munandi.
Hin spurningurin er tengdur
at okkara vilja og evnum at seta
felags stevnu í prosjektinum
Før oy ar og at loysa uppgávurnar
á leiðini í felag. Viljin og evnini til
at átaka okkum váðan, sum altíð
stendst í sambandi við at seta
kós út í tað óroynda. Sjálvur meti
eg, at vit í føroysku tjóðini hava
nógv í tæguni frá teimum, sum
und an gingu.
Arbeiðsumtøðurnar hjá
før oyskum stigtakarum kunnu
lætt liga lýsast við myndunum
“Møsn ar á” og “krígsherjað
øki”. Í gerand is degnum skal
stigtakarin fyri stóran part
vassa í runuvatni upp undir
miðju í “Møsnará”. Alt eftir,
hvussu heppin ein hev ur verið
at stýra uttanum “krígs herj að
øki”, skal ein ígjøgnum eitt
slíkt nos eina ella tvær ferðir
ár liga – tá ið heilt væl stendur
til, annað hvørt ár. Undir
hesum um støð um skal kós og
ferð í pro sjekti num haldast,
skal nakar møgu leiki vera fyri
at røkka sett um málum.
Spurningurin var, hvørt tað er
møgu ligt hjá føroysku tjóðini at
fáa nóg nógv prosjekt til høldar
tey næstu 10 árini, fyri at broyta
ver an di gongd. Tá ið mítt boð
upp á eitt svar er treytað, er tað
tí, at eg kann ivast í, um tað undir
hesum umstøðum ber til hjá nóg
nógv um stigtakarum at fáa nóg
nógv viðkomandi prosjekt til
høld ar.
Møsn og “kríggj” eru høvuðs
av bjóð ingarnar í føroysku tjóðini
í løtuni.
Tí skal tað vera mín áheitan á
øll teirra, sum ynskja at dugna
pro sjekti num Føroyar, at hvør
ein stak ur ger upp við sjálvan
seg, hvussu viðkomandi dugnar
sær sjálvum, hvør øðrum í nær
um hvørvinum og heildini. Hvør
kommuna, hvør oyggj – eisini
út oygg jar nar, hvør stovnur, hvør
tón leika bólkur, hvørt tíðindafólk,
hvør svimjari, hvør felagsskapur,
hvørt aðalráð, hvør politikari
o.s.fr. Skulu vit venda føroysku
skútuni, má hvør ein stak ur partur
av heildini gera upp við sjálvan
seg, hvussu ein dugn ar heildini
heldur enn við makt at skava enn
meira burturúr teirri tæguni, vit
øll eru í holt við at tøma.
Tá ið alt hetta er sagt,
hoyrir tað eisini við í somu
mynd av støðu ni, at í teim
førum, har tað hevur hepnast
at skapa eitt dugn an di
arbeiðsumhvørvi kring stra-
teg i sk prosjekt, dugi eg illa
at ímynda mær, at tað gerst
nógv bet ur nakra aðra staðni
í heimi.
Av sær sjálvum ella við uttan
fyri standa ndi initiativi ver ð ur
einki tilverugrundarlag styrkt.
Eins og eitt og hvørt ættar lið
í eini og hvørji tjóð hev ur um
endan á framtíðar til veru grund
ar lagi tjóðar, soleiðis stendur
okkara ættarlið eisini við fram tíð
ar Føroyum í hondini.
Støðan er hættislig. Men eru
vit nóg nógv, sum saman vilja
pro sjekt ið Føroyar, vil tað vísa
seg, at skútan vendir.
Signar P. Heinesen