fríggjadagur 4. september 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. september 2009 – Nr. 168
Fíggjarkreppan steðgar
Liverpool
Fyribils hevur enska Liverpool útsett ætlanir sínar um at
byggja sær nýtt stadion í Stanley Park. Ætlaða stadion-
projektið varð kostnaðarmett til 4,14 milliardir krónur, og tað
er trupult at finna fígging til hetta í løtuni. – Vit hava ikki slept
ætlanini. Men byggingin er útsett, til núverandi fíggjarkreppan
í bankaheiminum er av, sigur Christian Purslow, stjóri í
Liverpool. Ætlandi skal nýggi leikvøllurin taka 60.000 áskoðarar.
Stuðulsrenning í SMS
Komandi dagarnar verða fleiri spennandi rørsluátøk í SMS.
Eitt nú verður møguleiki at máta blóðtrýst, vekt, BMI,
miðju- og mjadnarmát og lungaorku. Sportmaster hevur
júst bygd handilin um, og har verður sjálvandi gjørt nógv
burturúr, eins og Rit & Rák hevur fingið sær stórt úrval av
bókum um heilsu og lívsstíl til vega. Eisini skipar Bragdið
fyri stuðulsrenning á rennibondum, og her kunnu virkir og
einstaklingar velja at stuðla rennarum við ávísari upphædd
fyri hvønn kilometur.
Eftir sigurin á Russlandi er
takið at fáa spælararnar
at fokusera fult og heilt á
uppgávuna ímóti Moldova
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Klokkan 15 í morgin fer U-21 lands-
liðið at bjóða Moldova av á ovara
vølli í Gundadali. Talan er um fyrstu
uppgerðina hjá liðnum eftir
sensatiónina, tá ið tað á sama vølli
9. juni eydnaðist at vinna 1-0 á
Russlandi.
Tað er greitt, at føroyska liðið ikki
verður mannað við teimum somu
ellivu, sum vunnu á Russlandi.
Málskjúttin, Jóan Símun Edmuns-
son, er við a-landsliðnum í Eystur-
ríki, og vinstri vongverjin, Erling
Jacobsen, er ikki rættiliga komin
fyri seg aftur, eftir at hann í steypa-
finaluni á ólavsøku varð skaddur.
Tað eru Heðin Askham og Bill
Jacobsen, sum venja U-21, og takið
hjá teimum er at fáa spælararnar at
taka avbjóðingina í eins stórum
álvara, sum teir vístu ímóti Russ-
landi:
- Tá ið størstu tjóðirnar vitja her,
so vita vit, at um vit ikki arbeiða yvir
evni, so tapa vit stórt. Onkra ferðina
eru vit hepnir, tí stóru tjóðirnar til-
vitað ella ótilvitað undirmeta okk-
um, og so hava vit møguleika at
røkka góðum úrsliti, sum vit gjørdu
ímóti Russlandi, staðfestir Bill
Jacob sen, sum vísir á vandan, ið lúr-
ir, nú tað er Moldova, sum vitjar:
- Teir hava bara spælt ein dyst í
hesi undankappingini. Tað var ímóti
Letlandi, sum teir vunnu 1-0 ímóti.
Sjálvandi eru teir ógvuliga væl
fyrireikaðir ímóti okkum, og teir
fara heilt víst at vísa væl betri
hugburð, enn russararnir gjørdu.
Tað er møguleiki hjá okkum at
vinna, men vit vinna bara, um vit
eru fult og heilt savnaðir um hesa
uppgávuna.
Stór kapping um plássini
Tá ið Føroyar vunnu 1-0 ímóti
Russlandi, var liðið soleiðis mannað:
Jóan Pauli D. Jakobsen - Pætur
Jørgensen, Rógvi Holm, Pól
Jóhannes Justinussen, Erling
Jacobsen – Kristoffur Jacobsen -
Jóhan Ellingsgaard, Róaldur
Jacobsen, Christian R. Mouritsen,
Jóan Símun Edmundsson - Páll
Klettskarð.
Jóhan Ellingsgaard er smá skadd-
ur og harvið er ivasamt, um hann
verður førur fyri at spæla.
Tað er stór kapping um plássini.
Hans Jørgensen, sum var skaddur í
summar, er komin fyri seg aftur.
Hann kappast við Jóan Paula D.
Jakobsen um málverjuplássið. Hans
venur í Herfølge, og venjari hjá
honum er sami maður, sum í síni tíð
vandi Jákup Mikkelsen.
Millum teir, sum kappast um
verjuplássini eru Dánjal Davidsen,
ið hevur verið eyðsýndur í EB/
Streymi, Odmar Færø og Rógvi
Baldvinsson, ið er abbasonur B36
veteranin Baldvin Baldvinsson.
Rógvi spælir í næstbestu norsku
deildini.
Boð upp á vinstra vongverjan,
sum Erling Jacobsen síðst røkti, eru
Heri Nesá, sum spælir á næstbesta
liðnum hjá AGF, har hann venur
saman við liðnum í superliguni, og
Viljolmur Davidsen, sum er fastur
maður á U-19 liðnum hjá OB.
Wensil Steinarr Ragnarsson
Kamban, sum er uppvaksin í Íslandi,
er boðsendur sum evni til mið-
vøllin. Hann spælir við Afturelding í
næst bestu íslendsku deildini.
Mamman er úr Havn.
Onnur evni til miðvallarpláss,
sum ikki vóru tøkir seinast, eru 17
ára gamli Hallur Hansson, sum er
uppvaksin í HB, og sum nú hevur
strítt seg til kjans á beinkinum á
besta liðnum í Aberdeen, og Rógvi
Poulsen, sum seinast var upptikin
av próvtøku.
Einsamalla álopsplássið eru tað
tveir spælarar, sum kappast um.
Annar er Páll Klettskarð, sum røkti
plássið ímóti Russlandi, og so er tað
Finnur Justinussen. Hann var
skadd ur, tá ið Russland var á
skránni. Finnur er toppskjútti í
Voda fondeildini.
Landsliðið heldur til á Hotel Vág-
um. Klokkan 15 í dag fara teir at
venja í Sørvági, og tá man liðið fara
at vera klárt:
- Í løtuni ivast við í, hvussu fýra
pláss skulu mannast, segði Bill
Jacob sen í gjárkvøldið.
U-21 skal sinniliga trimmast
Úrslitið móti Russlandi
prógvar, at tað ber til hjá
føroyska U21-landsliðnum.
Men tað krevur, at menn
eru eins fokuseraðir upp
á uppgávuna leygardagin,
sum teir vóru tað móti
Russlandi
Golf-fundur
í Havn
Ítróttasamband Føroya,
Deildar sambandið fyri
Ný stovn aðan Ítrótt og Tórs-
havnar Golfklubbi vilja við
hes um bjóða tygum til ein
almenn an fund um golf í Før-
oyum í Norðurlanda húsium
hós dagin 10. september
klokk an 10 til 12.
Á fundinum verða millum
ann að hesi evni umrødd:
- Golf sum ítróttagrein í
vøkstri kring heimin
- Týdningurin av einum
golfvølli fyri ferðavinnuna
- Hvussu kann íløgan í ein
golfvøll fíggjast?
- Hvussu verður vøllurin
skilabest rikin?
Seinastu árini hevur øktur
áhugi verið fyri ítróttagreinini
golf kring heimin. Við øktum
denti á fólkaheilsu hava nógv
sæð golf sum eitt høvi hjá
øllum aldursbólkum at røra
seg, samstundis sum tey hava
tað stutligt.
Áhugin í Føroyum er eisini
vaksandi - eitt felag er í
Havnini, og fleiri kommunur
kring landið hava víst áhuga
fyri, at ein golfvøllur verður
gjørdur í kommununi.
Um Føroyar skulu skipa fyri
Oyggjaleikunum aftur, er
ivaleyst neyðugt við einum
18-hols golfvølli í Føroyum.
Fyriskipararnir av fundinum
vóna, at síggja tey, ið varða av
golf í Føroyum, almennar
mynguleikar, kommunur,
ferðavinnuna, fyritøkur og
annars øll golfáhugaði.
Á fundinum luttaka OL- og
úrvalsstjóri í Danska
Ítróttasambandinum, Jesper
Frigast Larsen, ið fyrr hevur
verið liðskipari á danska
golflandsliðnum og
aðalskrivari í Danska
Golfsambandinum, og Torben
Kastrup Pedersen, ið er
vallarstjóri hjá Danska
Golfsambandinum.