Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-04, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin43. september 2009 – Nr. 168 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33 Ber tað ikki til hjá Johan Troest Davidsen at spæla í morgin, stendur Einar T. Hansen til reiðar at taka yvir á bakkinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er ikki lagt upp til tær heilt stóru broytingarnar á føroyska landsliðnum hesaferð. Bæði móti Serbia og Fraklandi var talan um neyvt somu byrjunaruppstilling, og avrikini vóu í báðum førum væl og virðiliga góðtkin. Í málinum hevur í eina tíð verið tosað um, at Gunnar Nielsen nú er liðugur við lærutíðina og er til reiðar at taka plássið frá Jákupi Mikkelsen, men enn hevur veteranurin so langt ífrá spælt seg av liðnum, og tí er væl hugsandi, at Gunnar noyðist at taka til takkar við beinkinum hesa ferð og tær næstu tríggjar ferðirnar, áðrenn hann veruliga sleppur framat. Størsta ivamáli er í verjuni, har Johan Troest Davidsen hevur staðið tryggur á vinstra bakki. Hann hevur seinastu vikurnar drigist við skaða, og enn er ivasamt, um hann er førur fyri at spæla á vinstra bakki. Verður hann ikki tøkur, er upplagda loysnin, at Einar T. Hansen kemur inn í verjuna saman við Jónas Tór Næs, Atla Gregersen og Egili á Bø. Á miðvøllinum hava bæði Súni Olsen og Fróði Benjaminsen drigist við smærri snuddir, men teir eru mest sum heilt víst tøkir til at taka eitt tørn saman við Atla Danielsen, sum noyddist skaddur út móti Fraklandi. Og í álopinum er neyvan talan um at gera nakra broyting heldur. Símun Samuelsen hevur víst stórspæl í Íslandi seinastu tíðina, og í ár hevur hann veruliga fingið gjøgnumbrotið á landsliðnum, sum fótbóltsFøroyar hava bíðað eftir í eina tíð. Christian Lamhauge Holst hevur spælt nógv fyri Silkeborg seinastu tíðina, har hann eisini hevur verið á máltalvuni, og í høgra borði hevur Bogi Løkin víst seg sum ein tann rennisterkasti spælarin á landsliðnum. Ikki minst í heimadystinum móti Eysturríki, har hann eisini skeyt málið, sum higar til er okkara einasta í hesi undankappingini. United eisini í vanda FIFA kannar í løtuni, um Manchester United eins og Chelsea skal dømast í einum transfer-máli. Í Le Hauvre í Fraklandi kenna tey snýtta av mátanum, sum United í 2006 brúkti, tá Paul Pogba varð lokkaður til Old Trafford. Við enska the Times, sigur formaðurin í Le Hauvre, Alain Belsoeur, at teir heilt víst fylgja málinum hjá Chelsea við stórum áhuga, tí talan er um tvey rættiliga lík mál. Dunga móti Maradona Sum liðskiparar stóðu teir móti hvørjum øðrum, tá Argentina við hjálp av hepni og einum mest sum genialum uppleggi frá Maradona sendi Brasil í HM-endaspælinum í Italia í 1990. Sunnunáttin hittast Carlos Dunga og Diego Maradona aftur – hesa ferð sum venjarar hjá londum sínum. Og Dunga sigur, at hann gleðir seg til dystin, sum hann tó ikki vil lýsa sum uppgerð mllum seg og Maradona. – Vit vóru ymiskir sum spælarar, og nú mennast vit báðir sum venjarar, sigur Dunga við lokalu miðlarnar. Brasil er á odda í undankappingini í Suðuramerika, meðan Argentina er nummar fýra. HM-undankappingin 2010 Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Danmark 6 5 - 1 - 0 13 2 11 16 2 Ungarn 6 4 - 1 - 1 8 2 6 13 3 Portugal 6 2 - 3 - 1 8 4 4 9 4 Svøríki 6 2 - 3 - 1 6 2 4 9 5 Albania 8 1 - 3 - 4 4 8 -4 6 6 Malta 8 0 - 1 - 7 0 21 -21 1 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Grikkaland 6 4 - 1 - 1 12 4 8 13 2 Sveits 6 4 - 1 - 1 11 6 5 13 3 Letland 6 3 - 1 - 2 10 6 4 10 4 Ísrael 6 2 - 3 - 1 10 8 2 9 5 Luxemburg 6 1 - 1 - 4 3 13 -10 4 6 Moldova 6 0 - 1 - 5 2 11 -9 1 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Slovakia 6 5 - 0 - 1 17 6 11 15 2 Norðurírland 7 4 - 1 - 2 12 6 6 13 3 Slovenia 7 3 - 2 - 2 10 4 6 11 4 Pólland 6 3 - 1 - 2 18 7 11 10 5 Kekkia 6 2 - 2 - 2 6 4 2 8 6 San Marino 8 0 - 0 - 8 1 37 -36 0 Bólkur 4 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Týskland 7 6 - 1 - 0 20 4 16 19 2 Russland 6 5 - 0 - 1 12 3 9 15 3 Finnland 6 3 - 1 - 2 8 10 -2 10 4 Wales 7 3 - 0 - 4 5 7 -2 9 5 Azerbadjan 6 0 - 1 - 5 0 7 -7 1 6 Liktenstein 6 0 - 1 - 5 1 15 -14 1 Bólkur 5 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Spania 6 6 - 0 - 0 13 2 11 18 2 Bosnia-Herzegovina 6 4 - 0 - 2 18 7 11 12 3 Turkaland 6 2 - 2 - 2 6 5 1 8 4 Belgia 6 2 - 1 - 3 10 11 -1 7 5 Estland 6 1 - 2 - 3 5 15 -10 5 6 Armenia 6 0 - 1 - 5 3 15 -12 1 Bólkur 6 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Ongland 7 7 - 0 - 0 26 4 22 21 2 Kroatia 7 4 - 2 - 1 15 7 8 14 3 Ukraina 6 3 - 2 - 1 9 6 3 11 4 Hvítarussland 6 3 - 0 - 3 15 10 5 9 5 Kazakhstan 7 1 - 0 - 6 7 22 -15 3 6 Andorra 7 0 - 0 - 7 2 25 -23 0 Bólkur 7 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Serbia 7 6 - 0 - 1 15 5 10 18 2 Frakland 6 4 - 1 - 1 8 6 2 13 3 Litava 7 3 - 0 - 4 6 6 0 9 4 Eysturríki 6 2 - 1 - 3 7 9 -2 7 5 Rumenia 6 2 - 1 - 3 7 10 -3 7 6 Føroyar 6 0 - 1 - 5 1 8 -7 1 Bólkur 8 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Italia 6 4 - 2 - 0 9 3 6 14 2 Írland 7 3 - 4 - 0 8 5 3 13 3 Bulgaria 6 1 - 5 - 0 6 4 2 8 4 Cypros 6 1 - 2 - 3 6 9 -3 5 5 Montenegro 6 0 - 4 - 2 5 8 -3 4 21 HM-dystir á skránni Leygarkvøldið verður eitt av teimum heilt rúgvusmiklu fótbóltskvøldunum í Europa. Ikki færri enn 21 landsdystir standa á skránni. Heima í Føroyum er áhugin helst størstur fyri uppgerðini í Graz, men talan er eisini um fleiri aðrar áhugaverdar uppgerðir. Dystirnir í kvøld eru hesir: Bólkur 1 Danmark-Portugal Ungar-Svøríki Bólkur 2 Moldova-Luxemburg Ísrael-Letland Sveits-Grikkaland Bólkur 3 Pólland-Norðurírland Slovakia-Kekkia Bólkur 4 Azerbadjan-Finnland Russland-Liktenstein Bólkur 5 Armenia-Bosnia/Herzegovina Turkaland-Estland Spania-Belgia Bólkur 6 Ukraina-Andorra Kroatia-Hvítarussland Bólkur 7 Eysturríki-Føroyar Frakland-Rumenia Bólkur 8 Bulgaria-Montenegro Georgia-Italia Cypros-Írland Bólkur 9 Skotland-Makedonia Ísland-Noreg Brian Kerr fylgir væl við, hvussu gongst beininum hjá Johan Troest Davidsen, men í aðrar mátar er talan neyvan um tey stóru ivamálini hjá landsliðsvenjaranum Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Einar stendur klárur