fríggjadagur 4. september 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. september 2009 – Nr. 168
Transfer bann í 16 mánaðir
FIFA hevur gjørt av, at Chelsea ikki sleppur at keypa nakran
nýggjan spælara fyrr enn í januar mánaði 2011. Hetta hendir, tí
ein úrskurður nú staðfestur, at Chelsea hevur lokkað 18 ára gamla
Gael Kakuta at bróta sáttmála sín við Lens, soleiðis at hann kundi
skifta til Chelsea. Spælarin sjálvur hevur fingið eina bót á 780.000
eurur, og hann sleppur ikki at spæla nakran skrásettan dyst næstu
fýra mánaðirnar.
Fara at kæra
Hóast teir enn hava níggju dagar at umhugsa dómin frá
FIFA, so staðfestir Chelsea longu nú, at felagið ikki uttan
víðari vil góðtaka revsingina. – Revsingin er uttan
fordømi í fótbóltssøguni og fullkomuliga uttan
proportiónir í mun til brotið, stendur millum annað á
heimasíðuni hjá Chelsea. Heilt uttan fordømi er
revsingin tó ikki. Í 2005 fekk italska Roma eitt ára
transfer-bann, tá teir ikki bóru seg heilt rætt at, tá teir
keyptu Philippe Mexes frá franska Auxerre.
Tað er sjáldan, at vit spla
móti einum landi, har
tað stendur á jøvnum í
hagtølunum, sigur Jákup
Mikkelsen, sum saman við
liðfeløgunum vónar, at tey
hagtølini framvegis halda,
tá dysturin leygarkvøldið
er av
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Hóast avloysarin stendur klárur og
trippar, so er neyvan nakar ivi um,
at Jákup Mikkelsen aftur hesa ferð
verjir føroyska málið.
Málverjin og landsliðsskiparin er
mest royndi spælarin á føroyska
liðnum, og hann gleðir seg til
uppgávuna, sum má metast sum
partur av niðurteljingini hjá honum
á landsliðnum.
- Eg eri spentur upp á uppgávuna.
Tað er sjáldan, at vit møta einum liði,
sum
hava
jøvn
hagtøl
ímóti.
Sjálvandi eru teir favorittar, og fara
at leggja stórt trýst á okkum, men
hinvegin hava vit staðið okkum væl
í hesi kappingini, og tað vænti eg
eisini, at vit framvegis koma at gera.
- Vit hava kanska ikki skora so
nógv, sum vit sjálvir vildu ynskt. Men
vit hava skapt nógvar møguleikar
hesar seinstu dystirnar, og vit hava
ikki givið mótstøðuni eins nógvar
møguleikar. So fyribils haldi eg, at
vit kunnu vera væl nøgdir við hesa
undankappingina, men tað krevur
sjálvandi, at vit halda fram í sama
lag, og tað ætla vit okkum eisini at
gera, sigur Jákup Mikkelsen.
Hóast tú vart í landsliðsmyndini
tá, so vart tú ikki partur av liðnum í
Landskrona-dystinum, og tú vart
heldur ikki við í Salzburg í fyrstu
undankappingini. Hvussu er kenslan,
nú tú 19 ár seinni stendur her í
Graz?
- Sjálvandi er tað ein serlig kensla.
Øll í Føroyum minnast jú, hvat tey
gjørdu tann 12. september í 1990, tí
hatta er eitt avrik, sum vit ongan tíð
gloyma.
- Sjálvur eri eg eisini stoltur av, at
eg enn havi møguleikan at vera við,
og vit liva í vónini um, at eisini vit
kunnu
skapa
tí
heilt
stóru
sensatiónina. Eg haldi eisini, at vit
gjørdu tað so hampuliga gott, tá vit
spældu javnleik á Tórsvølli í fjør.
Sjálvandi kann tað illa sammetast
við úrslitið í Landskrona á sinni, men
vónandi verður tað so leygardagin,
sigur Jákup Mikkelsen.
Levi Hanssen var ikki meira
enn føddur, tá hetjurnar
í Landskrona vunnu sín
sigur á Eysturríki. Sjálvur
hevur hann droymt um
landsliðsúttøku í eina tíð,
og nú er tann dreymurin
veruleiki
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Levi Hanssen fekk nakrar minuttir,
tá landsliðið í vár vann
venjingardystin móti Íslandi, men í
aðrar mátar er hann óskrivað blað á
føroyska A-landsliðnum í fótbólti.
- Tað at vera við nú er heilt
fantastiskt. Tað er sjálvandi nakað,
sum mann hevur droymt um nú í
eina tíð, so tað er ótrúliga stuttligt at
vera blivin partur av hópinum.
-
Árið
hevur
eisini
gingið
hampuliga væl hjá mær. Sjálvandi
eru nøkur ting, sum eg kundi ynskt
betri, men sum heild hevur tað verið
á eini leið, og so er tað hugaligt, tá
tú fært staðfest, at venjarin heldur
tað sama, sigur Levi Hanssen.
Hevur tú havt nakað samband við
Brian Kerr, soleiðis at tú hevur vitað,
at úttøkan var heilt nær?
- Nei, slettis ikki. Men tað havi eg
so fingið høvi til er á ferðini.
Eysturríki er væl ein serligur
dystur. Eisini hóast tú neyvan
minnist, hvussu tað gekk fyri seg, tá
Føroyar
í
1990
vunnu
1-0
í
Landskrona.
- Tað er tað sjálvandi. Hetta er ein
dystur, sum alt Føroya fólk gleðir
seg til, og sum vekir sterk minni hjá
øllum. Vit stóðu okkum eisini væl
móti teimum í fjør, so talan er heilt
avgjørt
um
eina
spennandi
uppgávu, sum vit gleða okkum til.
Og er tað í hesum dystinum og tí
næsta móti Litava, at tit veruliga
kunnu skapa eitt yvirraskilsi ella
tvey?
- Ja, tað er tað væl. Hetta er ein
øgilig sterkur bólkur, so skulu vit
hava nøkur stig, so skal tað kanska
verða í hesum báðum dystunum.
Og tað vóni eg sjálvandi eisini, at vit
fáa, sigur Levi Hanssen.
Mugu hugsa
um okkara
spæl
Fróði Benjaminsen
heldur ikki, at føroyska
liðið kann brúka tað til
nakað, at talan er um
skert mótstøðulið
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tit spældu 1-1 móti Eysturríki í
Føroyum. Hvussu eru tit fyri,
nú tit skulu royna tykkum á
útivølli móti teimum?
- Eg haldi, at vit hava fingið
nøkur góð úrslit í seinastuni,
og spælið er eisini byrjað at
koyra nakað nógv betur. So eg
haldi, at vit eru væl fyri. Men
tað er sjálvandi einki at ivast í,
at tað er ein torførur dystur,
sum vit skulu spæla.
Eysturríkar hava hug at
undirdríva um sínar egnu, og
nógv tos snýr seg um ein
meðalaldur upp á bara 24 ár,
og at fleiri lyklaspælarar ikki
eru tøkir. Er tað nakað, sum
ávirkar tykkum?
- Nei, tað fáa vit ikki brúkt til
so nógv. Eg veit sjálvandi, at
teir hava skift nógv út í mun til
dystin, sum vit spældu móti
teimum seinast, og júst tað
úrslitið hevði kanska sína
ávirkan á tað. Og tað er
sjálvndi nakað, sum teir ikki
vilja endurtaka.
Talan er hesa ferð um fyrsta
útidystin, síðani Brian Kerr tók
við. Verður tað øðrvísi enn
hinir báðir dystirnar, sum hava
verið á heimavølli?
- Tað er tað sjálvandi. Men
tað ræður framvegis um hjá
okkum, at vit mugu gera alt
tað, sum vit kunnu gera, so tað
er tað, sum vit royna at hugsa
um, sigur Fróði Benjaminsen.
Hagtølini tala fyri okkum
Fantastiskt at vera við
Jákup Mikkelsen kann nú telja á aðrari hondini, hvussu nógvir
landsdystir eru eftir. 2009 verður definitivt seinasta landsliðsárið,
sigur málverjin, sum nú eisini er liðskipari
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Levi Hanssen heldur tað vera
fantastiska stuttligt at vera
partur av landsliðshópinum,
sum stendur fyri søguligari
uppgávu í morgin
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir