fríggjadagur 4. september 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 4. september 2009
Brian Kerr er greiður um,
at talan aftur er um trupla
uppgávu hjá føroyska
landsliðnum. Men hann er
sannførdur um, at vit eisini
hava okkara møguleika við
dystinum
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Eftir at hava staðið við stýrisvølin í
tveimum heimadystum, skal Brian
Kerr í annaðkvøld fyri fyrstu ferð
leiða føroyska fótbóltslandsliðið á
útivølli.
Móti bæði Serbia og Fraklandi
sóu føroysku áskoðararnir eitt
føroyskt lið, sum í størri mun enn
fyrr tordi at koma fram á vøllin,
uttan at hetta kostaði í
verjupartinum, og sum tí eisini kom
til nógv fleiri møguleikar, enn vit
vanliga hava sæð.
Og hóast talan nú er um dyst á
útivølli, so roknar Brian Kerr ikki við,
at føroyska uppleggið verður so
nógv øðrvísi.
- Talan er altíð um truplar
uppgávur, tá vit eru á útivølli, men
eg rokni nú ikki við, at vit spæla so
øgiliga nógv øðrvísi, enn vit hava
gjørt hinar dystirnar.
- Tekur tú útidystirnar í fjør móti
Litava og Serbia, so stóðu vit
okkum sera væl í verjupartinum, og
tað er sjálvandi umráðandi, at vit
halda fast um tann partin. Men
samstundis mugu vit tora at taka
av, tá møguleikin er at fara í álop.
Har var eg hampuliga væl nøgdur
við dystirnar móti Serbia og
Fraklandi, hóast vit móti Fraklandi
vórðu trýstir rættiliga langt aftur á
vøllin.
Sterkir eysturríkar
Hóast Eysturríki á pappírinum ikki
er heilt so sterkt sum Serbia og
Frakland eru tað, so ivast Brian Kerr
ikki í, at talan er um ríkiliga sterka
mótstøðu.
- Teir hava skift nógv út, men teir
hava kortini havt fleiri góð úrslit.
Teir vunnu 2-1 á heimavølli móti
Rumenia, og móti Serbia taptu teir
1-0 á útivølli, hóast teir høvdu
uppiborið betur. Og tú sært eisini,
at teirra lið standa seg væl í Europa.
- So tað er eingin ivi um, at tað er
eitt lið, sum fer at gera okkara
uppgávu serstakliga trupla, sigur
Brian Kerr, sum tó als ikki vil útiloka
eina føroyska sensatión.
Allir útidystir eru serligir
Tá talan er um Eysturríki, so er talan
um serligan dyst fyri Føroyar og
føroyingar. Men sjálvt um hann
kennir søguna, so vil Brian Kerr ikki
gera hendan dystin til so øgiliga
meira enn aðrir landsdystir.
- Í mínari verð eru allir landsdystir
serligir. Tú hevur kanska einar 8-9
av slagnum um árið, og hetta er
eisini mín fyrsti útidystur, so
sjálvandi er tað nakað serligt.
- Søgan við Landskrona er
sjálvandi har, og vit hava jú bæði
Abraham og Jens Martin í
venjarahópinum, so teir hava verið
stjørnurnar, sum fólk hava vilja sæð
her.
- Í so máta leggur tann dysturin
saman við javnleikinum í fjør
kanska eitt eyka trýst á teir. Men
mínir spælarar gleða seg í øllum
førum til uppgávuna, og eg haldi, at
allir verða tøkir. Heilsutoymið hjá
okkum hevur í øllum førum gjørt
eitt sera gott arbeiði við Fróða og
Súna, og so mugu vit síggja, um tað
eisini eydnast at fáa Johan klára.
- Men undir øllum umstøðum
verður tað eitt lið, sum gleðir seg til
avbjóðingina, sum vit hava í
morgin, sigur Brian Kerr.
Stóra eysturríkska blaðið,
Der Standard hevur
samrøðu við Jens Martin
Knudsen
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
- Tann helst kendasta húgvan í
fótbóltssøguni er lend í Graz,
saman við eigara sínum, Jens
Martin Knudsen. Soleiðis byrjar Der
Standard greinina. Víðari skrivar
blaðið, at Jens Martin hevur
legendarisku húgvuna við sum ein
”talisman” - eydnugrip, og leggur
blaðið aftrat:
- Henda topphúgvan hevur
seinastu 19 árini verið ímyndin av tí
størstu skommini í eysturríksku
fótbóltssøguni. Tann 12. september
í 1990 megnaðu Toni Polster,
Andreas Herzog og hinir á
eysturríkska liðnum ikki, at fáa
bóltin framvið manninum við hvítu
húgvuni, sum tá koyrdi truck á
einum fiskavirki í Runavík. Blaðið
undirstrikar, at sigurin í Landskrona
er ”ein neues National-Epos” - ein
nýggj tjóðarsøgn í Føroyum.
Í viðtalu við Der Standard slær
Jens Martin fast, at tað er ikki lætt
at skora mál ímóti Føroyum.
- Vit hava fingið góð úrslit í
HM-undankappingini. Vit hava
ongantíð tapt við meir enn
tveimum málum. Okkara verja
stendur væl. Eysturríki sleppur at
arbeiða hart, um teir ætla at vinna
dystin, staðfestir Jens Martin
yvirfyri Der Standard.
Víðari sigur Jens Martin við
eysturríkska blaðið.
- Eysturríkar fara at leggja eitt
stórt trýst á, og fara at royna at fáa
eitt skjótt mál. Men vit hava
møguleikan fyri einum góðum
úrsliti. Eysturríkar hava ikki so
nógvar rutineraðar spælarar
hesaferð. Har eru seks ella sjey
spælarar burtur, sum spældu ímóti
okkum í fjør. Men teir sum eru
komnir á liðið eru alt góðir
spælarar, undirstrikar Jens Martin,
sum hevur sæð sjónbond av
eysturríkska landsliðnum.
Brian Kerr væntar ikki, at
føroyska uppleggið til dystin
móti Eysturríki verður so
nógv øðrvísi, enn tað hevur
verið undanfarnu dystirnar
Kendasta fótbóltshúgvan nakrantíð
Jens Martin Knudsen við kendu topphúgvuni, tá hendan varð sýnd
fram á Leopold Museum í Wien
Mugu taka
av møgu
leikunum