Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 169 - 07. september 2009 Nýggjar sendingar, stórir vinningar til lurtararnar og meira fest og ballada. Stjórin á Rás2 lovar, at rásin fer at gera føroyska veturin hugaligari og eitt sindur lættari Rás2 Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Rás2 er nú til reiðar at fara undir ein nýggjan vetur við nýggjum sendingum, kapp­ ingum og einum spildur­ nýggjum bingo­spæli. Men Rás2 heldur eisini fast um nógv av tí, sum hevur eyðkent rásina seinastu tvey árini. ­ Vit skulu verða tann lívliga og festliga radio­ støðin. Tað er ikki bara Co2­útlátið, sum ger heimin lýggjari. Rás2 skal eisini gera veturin eitt sindur heitari hjá okkum føroying­ um, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Rás2 heldur fast um morgunsendingarnar mill­ um klokkan 9 og 12, og seinnapart verður Ynski­ løtan framvegis á skránni. ­ Morgunsendingarnar hava riggað sera væl, og vit hava havt sera nógvar lurtarar. Hvønn dag floyma heilansir og ynskir inn frá okkara lurtarum til Ynskiløtuna, so tað er eingin orsøk at broyta hetta, sigur Jonhard Hammer. Nýtt á skránni Tað verður eisini ymiskt nýtt á skránni hjá Rás2 í vetur. Millum annað verður eitt nýtt bingo­spæl á skránni sunnukvøld, og meira fæst at vita um tað í næstum. Rás2 fer eisini at hava eina spennandi kapping fyri lurtarar hvønn mikudag seinnapart. Sendingin S&S bjóðar lurtarunum at verða við í einari spurnar­ kapping, har stórir vinningar standa upp á spæl. Onnur yvirraskilsi verða eisini til lurtararnar næstu mánaðirnar. Firmakappingin, sum var sera væl umtókt farna vetur, verður aftur á skránni. Eini 60 fyritøkur og stovnar vóru við í fjør, og roknað verður við stórari undirtøku fyri Firmakappingini, sum verður send fríggjadag millum klokkan 11 og 12. Hanky Panky, sum hevur verið at hoyrt í summar, heldur fram í vetur, og Rás2 fer eisini at spíla seg út við einari nýggjari røð av Hvonn Live sendingum. Pláss at improvisera Stjórin á Rás2 leggur dent á, at skráin hjá rásini verður ikki løgd so føst, at hon ikki kann broytast, tá okkurt serligt er á vási. ­ Vit skulu eisini hava pláss fyri at improvisera. Vit skulu kunna leypa avstað, tá okkurt spennandi hendir, ella vit gera alt øðrvísi ein dag, tí vit hava hug til tað, sigur Jonhard Hammer. ­ Nú hava vit rikið Rás2 í tvey ár, og tað hevur gingið framúr væl. Vit eru sera takksom fyri tað móttøku, sum vit hava fingið frá lurtarum og lýsarum, og vit vilja gera alt fyri eisini frameftir at verða ein alternativ útvarpsstøð, har alt er eitt sindur lættari og festligari, sigur hann. Rás2 klárt til nýggjan vetur Minnast Mads Andreas Winther Leygardagin klokkan 16 fer Ólavur Clementsen at hugleiða um fyrsta býráðsformannin í Tórshavnar kommunu fyri 100 árum síðani, Mads Andreas Winther. Tað er árliga tiltakið hjá Ættarbandinum, sum verður í Miðlahúsinum í Havn leygardagin klokkan 16, sum samstundis er partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar Kommunu. Mads Andreas Winther varð føddur 23. november í 1871 og hann doyði 8. februar í 1923. Ólavur Clementsen fer at hugleiða um lív og ætt hansara. Mads Andreas Winther er fyrsti býráðsformaður, ið er málaður og settur á veggin í býráðssalinum í Havn. Tað var Chr. Holm Isaksen (1877­1912), ið málaði fyrsta býráðsformannin, beint sum hann fór frá í 1912. Tiltakið í Miðlahúsinum leygardagin klokkan 16 er alment og ókeypis.