mánadagur 7. september 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 169 - 07. september 2009
Í vetur verða 25 ár
síðan fyrstu húskini
fluttu inn á Norðasta
Hor ni. Verandi og
fyrr verandi íbúgvar á
Norðas ta Horni fara
at hittast og fagna tí
at tað er 25 ár síðan,
og aðrar ætlanir eru
eisini at minnast hesa
hend ing
Fagnaður
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í ár eru tað 25 ár síðan tey
fyrstu húskini fluttu inn á
Norðasta Horni. Fólk á
Norðasta Horni fara nú at
hittast til at fagna hesum,
og nógv verður gjørt burtur
úr.
Formaðurin í eigara felag
num á Norðasta Horni, Kim
Petersen, sigur at umframt
at tey nú fara at halda eina
stóra veitslu fyri núverandi
og fyrrverandi íbúgvum á
Norðasta Horni, arbeiða tey
eisini við at savna saman
gamlar myndir frá fyrr av,
og ætlanin er at geva íbúgv
unum hetta sum gávu.
Fyrst og fremst er tað tó
veitslan. Hetta er ein góður
møguleiki hjá fyrrverandi
íbúgvum at hitta tey fólkini,
sum nú búgva á Norðasta
Horni.
Einsligt at byrja við
Millum tey fyrstu húskini
at seta seg niður á Norðasta
Horni vóru Erla og Sofus
Borð oy. Erla minnist aftur á
fyrstu tíðina á Norðasta
Horni sum eitt sindur eins
liga.
At byrja við vóru tað
ymiskir trupulleikar, og tað
kundi vera eitt sindur eins
ligt. Eitt nú vóru telefon og
streymurin vekk aðruhvørja
løtu, og tað gekk lang tíð,
áðr enn vit fingu regluligt
tele fon samband her úti,
greið ir Erla Borðoy frá.
Erla og Sofus fluttu inn á
sumri í 1984, og tá komið
var til jólar vóru tað nøkur
fá onnur, ið eisini høvdu
sett búgv har. Fleiri vóru
rætti liga skeptisk at byrja
við um at búseta seg á
Norðas ta Horni.
Tá var tað soleiðis at
man mátti ringja í heilum
fyri at fáa fatur á einum
grund stykki, og so søgdu
tey einaferð, at tey høvdu
okkurt grundstykki úti á
Norð asta Horni. Tá vit so
spurdu, um vit ikki kundu
fáa tað, spurdu tey, um vit
virkuliga vildu hava tað og
búseta okkum har úti, sigur
Erla Borðoy.
Nógv hildu eisini við, at
tað mundi vera nakað vind
hart, men tað hevur neyvan
verið nakar trupul leiki.
Her hevur altíð verið
gott og friðarligt, eitt sindur
bygdasligt, sjálvt um tað er
so tætt upp á Havnina,
greiðir Erla Borðoy frá.
Telefonboksin
Av tí at tað gekk út móti
ein um ári, áðrenn reglugligt
tele fonsamband kom til
hús ini á Norðasta Horni,
stillaði Telefonverkið, sum
tað tá æt, eina telefonboks
har úti, sum íbúgvarnir
kundu nýta.
Men skjótt funnu fólk
útav, at tey kundu taka sína
egnu telefon við og seta
hana í telefonboksina, og
so leið is
ringja
ókeypis.
Men tá bleiv hon skjótt
tikin vekk aftur, tá teir fun
nu útav tí, sigur Erla Borðoy
flennandi.
Gott samanhald
Nakað av tíð gekk, áðrenn
veru liga gongd kom á bygg
ingina á Norðasta Horni.
Tey flestu, sum búsettu seg
har vóru ungar familjurm,
síðst í tjúgunum og fyrst í
treti vu num. Av tí sama, at
flestu niðursetarnir vóru
um sama aldur, sigur Erla
Borð oy
at
samanhaldið
hev ur verið ótrúliga gott.
Ja her hava verið nógv
tiltøk millum ár og dag, og
fólkini her eru eisini røsk at
møta upp tá tað er okkurt
til tak, sigur Erla Borðoy.
Samanumtikið
heldur
hon, at tað hevur verið ótrú
liga gott at búgva á Norðasta
Horni, og í dag er Norðasta
Horn ein sera stórur bý ling
ur, sum enn stendur í
vøkstri.
Opið stríð hevur
tikið seg upp millum
tveir av markantu
leiðaurnum í Kring
varp Føroya, Elin
Heinen sen og Jón
Brian Hvidtfelt
Kringvarp Føroya
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Elin Brimheim Heinesen,
fyrr verandi stjóri í Samvit,
kann valla kalla tað eina
ynski liga
móttøku,
hon
hev ur fingið í nýggja starvi
hennara sum Miðlaleiðari í
Kringvarp Føroya.
1. september byrjaði hon
sum
Miðlaleiðari
í
Kringvarpi num, og longu
3. september var hon veru
liga komin í andglettin.
Í
tíðindasending
hjá
Kring varpinum
verður
spurnar tekin sett við leik
lut in hjá Elin Heinesen í
samband við at hon hevði
viðmælt, at tónleikabólkurin
SIC skuldi hava stuðul frá
Vinnuframagrunninum.
Málið verður viðgjørt í
fleiri tíðindasendingum, og
dagin eftir, 4. september,
skrivar
hon
á
alment
at komi liga Facebook, at
hon »má siga, at tað kortini
var eitt flott og drama t urg
iskt væl uppsett hoyrispæl
hjá Høgna Mohr í út varps
tíðindunum í gjár. Tað skal
hann eiga. Vónandi mintist
hann til at melda tónleikin
til KODA eisini... :)«.
Tíðindaleiðarin í Kring
varp Føroya, Jón Brian
Hvidtfelt, er skjótur á
knøttu num og verjir í sama
tráði
tíðindaflutningin
í
Kring varpi num:
»Eg kann bara vísa á, at
tíð ind ini, ið sipað varð til,
eru skjalfest og undirbygt.
Annars kann ein undrast
yvir, hví ein Miðlaleiðari
al ment skýrir tíðindi at vera
"hoyri spæl"
og
annars
niður g er tann kritiska tíð
indaflutning, ið er ein
natúr ligur partur av einum
public service stovni.«
Elin onga viðmerking
Elin Heinesen, Miðlaleiðari
í Kringvarp Føroya, vil ikki
gera nakra viðmerking til
stríð ið, sum hevur tikið seg
upp í Kringvarpinum.
Hon vil ikki koma í eina
støðu, har hon stendur sum
illoyal
mótvegis
nýggja
arbeiðs plássinum, er grund
gev ingin.
Tíðindaleiðarin í Kring
varp Føroya, Jón Brian
Hvid tfeldt, var ikki at hitta
áðr enn evstamark, og fekk
so statt heldur ikki gjørt
nak ra viðmerking til málið.
Í dag eru umtalaðu við
merk ingarnar omanfyri ikki
at finna á Facebook, tá tær
eru strikaðar av vanga
mynd ini hjá Elini Heinesen,
og talar alt fyri at stríðið,
sum byrjaði fyri opnum
skíggja hjá øllum teimum
oman fyri 1000 fólkunum,
ið eru vinir við Elin Heine
sen á Facebook, nú verður
við gjørt innanhýsis í Kring
varp Føroya.
Opið kríggj í Kringvarpinum
Opið stríð tók seg í farnu viku upp millum Elin Heinesen
og Jón Brian Hvidtfelt, sum eru ávikavist miðlaleiðari og
tíðindaleiðari í Kringvarp Føroya. Nú valdar tøgn um stríðið,
sum eftir øllum at døma loksins verður viðgjørt inannhýsis
savnsmyndir
Norðasta Horn:
25 ár síðan tey fyrstu fluttu inn
25 ára fagnaðarveitsla
Í sambandi við at liðin eru 25 ár síðan fyrsta húskið
búsettist á Norðasta horni, verða verandi og fyrrverandi
íbúgvar bodnir til veitslu í B 36 húsinum 26. september
klokkan 19.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin, og fer fram við at
gjalda 250 krónur á kontu nr. 6460-1816030 í Føroya
banka innan 9. September
Matarskráin er Havtaksa við salati og limesós til forrætt,
lamb við asparges, eplum, ruculasalati og sós til høvuðs-
rætt og heimagjørdur hindberjaísur omaná. Eisini verður
dansur við Sámal Ravnsfjalli og vinmonnum
FAKTA
Kim Petersen, formaður í
eigararfelagnum á Norðasta Horni
Mynd: Jens Kristian Vang