Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 169 - 07. september 2009 Fyri aðru ferð síðan 1984 er fyrrverandi djúpvatnstrolarin Snoddið seldur av landinum. P/F Deep Sea Ltd á Tvøroyri, sum eigur veiðiloyvi hjá skipinum, hevur enn ikki gjørt av, hvussu felagið fer at brúka rættindini hjá Rasmusi Effersøe, sum var navnið á skipinum seinastu árini Skipavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Djúpvatnstrolarin Rasmus Effersøe er ikki longur í før­ oyska fiskiskipaflotanum, men er seldur til Uruguay í Suðurameriku. Tað er nú ein tíð síðan, at skipið varð selt og seinastu ferð loysti í Føroyum. Tað var eitt felag á Toft­ um, sum upprunaliga læt skipið smíða í Noregi í 1984. Skipið fekk navnið Snoddið. Hetta var árið eftir, at djúp­ vatnstrolarin Rankin á Tvør­ oyri í 1983 hevði gjørt eitt rættiliga gott ár, har skipið við navnframa Sonna Joh­ annesen sum skipara fiskaði meira enn 3.000 tons. Hóast Sonny fekk Snodda at føra, vísti tað seg ikki, at Snoddið var líka góður til at ”snodda” eftir fiski, sum Rankin var. Í nøkur ár var skipið heimahoyrandi á Toftum, men endaði síðan í Íslandi, har tað fekk navnið Haukur. Síðan 2001 P/F Deep Sea Ltd. á Tvør­ oyri keypti skipið aftur til Føroya í 2001 og gav tí navnið Rasmus Effersøe. Gongdin hjá fleiri djúp­ vatnstrolarum hevur verið trupul í longri tíð, og soleiðis hevur eisini verið torført at fingið lønandi rakstur í hesa vinnu. Fyri eini tíð síðan tók fel­ agið á Tvøroyri avleiðingar­ nar av hesum og seldi skipið. Gudmund Mortensen, reiðari, sigur, at felagið framvegis eigur veiðiloyvi hjá Rasmussi Effersøe, men enn er ikki gjørt av, hvussu hetta skal brúkast. ­ Vit eiga hetta loyvi, og sum tíðin gongur, fáa vit at síggja, hvat loyvið skal brúkast til, sigur Gudmund Mortensen. Rasmus Effersøe seldur til Uruguay - Tað hevur gingið heldur frægari hjá Drelnesi enn Nim, men í báðum førum er talan um eitt trupul ár hjá skipunum, sigur reiðarin Skipavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú Gudmund Mortensen hevur selt djúpvatnstrolaran Rasmus Effersøe, hevur hann framvegis garnaskip­ ini, Nim og Drelnes, eftir. Bæði garnaskipini hava loyvi at veiða svartkalva og havtasku, men reiðarin sigur, at árið í ár verður eitt vánaligt ár. ­ Fiskaprísirnir hava sum kunnugt verið lágir. Hav­ taska hevur hildið ein lut­ falsliga frægari prís enn svartkalvi, men eisini hav­ taska hevur merkt sviðan av lágum marknaðarprísum. Gudmund Mortensen sig­ ur, at tað hevur gingið held­ ur frægari hjá Drelnesi enn Nim, men í báðum førum er talan um eitt trupult ár hjá skipunum. ­ Bæði skipini liggja í løt­ uni, nú ymiskar ábøtur verða gjørdar. Tað er serliga Nim, sum skal hava eina størri umvæling, leggur hann aftrat. Reiðarin vísir á, at tað er trupult at reka vinnu við so lágum fiskaprísum, sum verið hava í hesum árinum. Bestu hýru Vit kunnu leggja aftrat, at tað eru ikki so mong ár síð­ an, at manningin umborð á Nim taldist millum teir fiskimenn, sum høvdu fræg­ astu hýruna á sjónum. Í fiskivinnuni kann soleiðis ganga skjótt hvønn vegin – í upp­og niðurgongd. Nim og Drelnes eru eftir í flotanum Byggja á Áarbakkanum Ísraelska verjumálaráðið kunngjørdi í morgun, at Ehud Barak, verjumálaráðharri, hevur staðfest eina avgerð um at byggja 366 íbúðir afturat í teimum jødisku niðursetubygdunum á Vestara Áarbakka. Sambært BBC er talan um tað størsta byggimálið á Vestara Áarbakka, síðani stjórnin hjá Benjamin Netanyahu tók við í vár. Ísrael hevur verið undir stórum trýsti úr USA í hesum máli, tí Barack Obama, forseti, vil hava Ísrael at steðga allari nýbygging á Vestara Áarbakka. Sambært forsetanum forðar byggingin fyri, at friðarsamráðingarnar kunnu takast uppaftur. Funnu ikki flogfarið Ein roynd at finna flogfarið hjá tí kenda norska pólgransk­ aranum Roald Amundsen gav einki úrslit. Flogfarið við Amundsen, flogskiparanum Leif Dietrichsen og fýra frans­ monnum datt niður tann 18. juni í 1928 í útnyrðing úr Bjarn­ oynni. Nú hava menn leitað har á leiðini við allari nútímans tøkni, men teir funnu einki. Rob McCallum, sum stóð á odda fyri leitingini, sigur við Aftenposten, at kanska hevur ein trolari togað vrakið burtur av leiðini, har tað datt niður. Hetta er aðru ferð, at menn hava leitað eftir flogfarinum hjá Amundsen uttan at finna nakað. Rasmus Effersøe, sum í 1984 kom til Føroya sum nýbygningur við navninum Snoddið, er fyri aðru ferð seldur úr Føroyum Mynd: Vilmund Jacobsen Tað er feløgini á Tvøroyri, P/F Deep Fishing og P/F Deep Sea Ltd., sum eiga garnaskipini Drelnes (mynd) og Nim