mánadagur 7. september 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 169 - 07. september 2009
Brúka landnyrðingsleiðina
Suez-veitin fær nú kapping frá landnyrðingsleiðini, tí nú ber
til at sigla millum Atlantshavið og Kyrrahavið við at fara
norður um Russland . Í síðstu viku fóru tvey farmaskip hjá
týska reiðarínum Beluga hendanvegin, og danska reiðaríið
Torm ætlar sær eisini at brúka ta nýggju farleiðina. Niels B.
Knudsen hjá Torm sigur við Ritzau, at tey ætla at senda tað
fyrsta skipið ígjøgnum landnyrðingsleiðina næsta ár. Har er
nógv at spara, sigur hann, tí landnyrðingsleiðin ger
siglingina úr Evropa til Asia 4.000 fjórðingar styttri. Tað ger
eisini CO2-útlátið hjá skipunum munandi minni enn nú.
Ósemja um Beaufort-havið
Kanadiumenn eru í øðini um, at USA hevur bannað allari fiskiveiði í
Beaufort-havinum, sum er úti fyri markinum norðanfyri millum Kanada
og Alaska. Málið hevur vakt so stóran ans í Kanada, og eftir kravi frá
politikarunum skal Stephen Harper, forsætisráðharri, á fund við Barack
Obama, forseta um amerikanska veiðibannið. USA og Kanada hava
leingi keglast um ræðisrættin til Beaufort-havið, og londini hava fyrr
sagt, at málið skal loysast við samráðingum. Tí eru kandiumenn í øðini
um, at USA tekur egnar avgerðir uttan at spyrja seg fyri fyrst.
Ein fastur táttur
í sambandi við
sjómannadagin í
Klaksvík er, at børn
kasta fløskupostar.
Í gjár vórðu tveir av
hesum funnir aftur í
fjøruni í Rituvík
Fløskupostur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mong hava hvørki skrivað
ella funnið ein fløsku-
post.
Men í gjár, tá ein lítil
familja, sum býr á Nesi,
var farin ein túr oman á
støðna í Rituvík at fanga
kombikk, funnu tey ikki
færri enn tveir fløsku-
postar – báðar um somu
leið.
Báðir vóru kastaðir í
Klaksvík í sambandi við
sjómannadagin og vórðu
nú riknir á land í Rituvík.
Á myndini síggja vit
lítla Villiam, sum hevur
annað brævið og aðra
fløskuna í hondini, sum
mamma hansara, Dinna
Tindalíð, fann hetta kvøld-
ið í fjøruni í Rituvík.
Annar
fløskuposturin
er skrivaður á føroyskum,
hin á enskum, og tað eru
tvey børn, ávikavist úr
Klaksvík og úr Hoyvík,
sum hava lagt navn til.
Á
brævpappírinum
stendur, at tann, sum finn-
ur
fløskupostin,
skal
senda hann til deildina
hjá Eik í Klaksvík.
Og nú hava so Villiam
og Dinna tveir slíkar
fløskupostar at senda til
Klaksvíkar.
Sosialurin ringdi gjára-
morgunin til deildina hjá
Eik í Klaksvík fyri at
fregnast, um fleiri fløsku-
postar longu eru funnir og
komnir Eik í hendi.
Men
maðurin,
vit
skuldu tosa við, var upp-
tikin hesa løtu og skuldi
ringja aftur til okkara.
Vit fara í einum øðrum
blaði at fylgja søguni upp
og fara at siga frá, hvussu
nógvir fløskupostar koma
aftur av teimum, sum
børn kastaðu á sjómanna-
degnum í Klaksvík.
Funnu tveir
fløskupostar
á somu leið
Lítli Villiam, sum bert er eitt ára gamal, skilir neyvan, hvat
ein fløskupostur er, men í gjár fann mamma hansara tveir
slíkar, sum kastaðir eru á sjómannadegnum í Klaksvík
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Eg trúgvi, at Guð
hevur lovað okkum
landið – og ikki bert
ein part av landinum,
sigur ortodoksi
jødin, Motti Isaak,
sum fer at greiða frá
í Miðlahúsinum í
Vágsbotni í kvøld
tiltak
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í kvøld klokkan 19 fer
Motti Isaak at greiða frá í
Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Hann fer eitt nú at tosa um
ísraelsku búsetingarnar á
Vestara Áarbakka og onnur
viðurskifti í hesum sam-
bandi.
Motti er føddur í Keyp-
mannahavn í 1952. Hann
fór til Ísraels sum 16 ára
gamal eftir seks daga krígg-
ið í 1967, tá nógvir jødar
fóru ”heim” at byggja land-
ið upp, sum sagt verður.
Hann er ortodoksur jødi
sum merkir, at hann trýr
upp á Gamla Testamenti og
lyftini til jødiska fólkið.
Motti trýr, at Guð hevur lov-
að jødunum landið – og ikki
bert ein part av landinum.
Í herinum
Motti Isaak hevur verið í
íraelska herinum, og hann
hevur alla tíðina tikið lut í
rørsluni fyri búsetingum,
har hann sjálvur eisini býr.
Ferðirnar
hjá
honum
kring um heimin at tala fyri
ísraelsku búsetingunum eru
nógvar á hvørjum ári, og
hann fylgir væl við øllum
tí, sum politiskt rørir seg
við atliti til Ísrael.
Málið hjá Motti Isaak er
at ávirka politikarar kring
um heimin til at taka Guðs
orð í álvara, sum hann sjálv-
ur málber seg.
Í kvøld klokkan 19 verður
hann so í Miðlahúsinum í
Vágsbotni, og hann er eisini
fúsur at svara møguligum
spurningum.
Ortodoksur jødi
í Miðlahúsinum
Motti Isaak er ortodoksur jødi,
og málið hjá honum er at fáa
politikarar at taka Guðs orð í
álvara, sum hann tekur til
Mynd: Jens Kr. Vang
Fuglaveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú hann sigur veksandi
vind, má roknast við, at
havhestatíðin á hesum sinni
er av. Ikki tí, at ov langt er
útliðið, men fuglurin er
helst farin á sjógv rímiliga
tíðliga, og tí má roknast
við, at lítið og einki situr
eftir í bjørgunum, tá fríski
vindurin, hann nú sigur,
hasar av aftur.
Nógvur fuglur er tikin á
sjónum í heyst, og dúgliga
hevur verið roynt at selja,
bæði á marknaðarplássinum
í Vágsbotni og aðrastaðni,
har
møguleikar
eru
at
sleppa av við nakrar fuglar.
Í onkrum bygdum í Eyst-
uroy hava børn eisini gingið
húsagongd og hava spurt,
um fólk ynskja at keypa
havhest.
Hugsandi er, at marknað-
urin í løtuni er mettaður,
men undarligt skal vera, um
menn, sum hava tikið hav-
hest í heyst og kanska eiga
nakrar liggjandi í salti, ikki
sleppa av við nakrar fuglar
aftrat, sum tíðir gongur og
fólk fara at munga eftir ein-
um leskiligum bita aftrat.
Havhestatíðin er av
Nógvur havhestur er tikin í heyst, og dúgliga
hevur verið roynt at selja
Mynd: Vilmund Jacobsen